týsdagur 26. mars 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 26. mars 2002
25
24
Nr. 59 - 26. mars 2002
meistarar – 12 meistarar – 12 meistarar – 12 meistarar – 12 meistarar – 12 meistarar – 12 meistarar – 12
Heldur ikki hetta kappingarárið var nakar ivi. Kvinnuliðið hjá VÍF var nógv tað besta í landinum, og tó at tað ikki gjørdist við fullum stigatali hesaferð, so var tað ongan tíð nakar ivi um, hvør skuldi gerast føroyameistari hendan veturin. Niðanfyri lýsa vit í
stuttum tær 12, sum fingu greipuna til høldar.
Alis Høghamar
Ein av veteranunum á liðnum. Ætlaði at gevast í fjør, men
tók av Europa-Cup avbjóðingini, og heldur ikki í ár hevur
hennara partur ligið eftir, tá sigrar skuldu stríðast til høld-
ar. Ein sterkur strikuspælari, sum við fysikki sínum skapar
nógv pláss til viðleikarar.
Barbara á Rógvi
Yngsti leikarin á liðnum. Hóast hon í fyrsta vaksna-
mannaári sínum ikki hevur verið so nógv á vøllinum, so
hevur Barbara prógvað, at hon er ein av teimum, sum VÍF
skal byggja framtíð sína á. Ein skotsterkur lámur, sum
kann spæla bæði sum bakkur og vongur.
Fríða Marjunardóttir
Eftir gjøgnumbrotið í fjør hevur Fríða í ár staðfest seg
sum verandi millum bestu miðleikararnar í landinum. Fót-
fimi hennara ger, at hon eisini væl kann nýtast á veingi-
num, og í verjuni megnar hon ofta at koma ímillum mót-
leikarar og soleiðis byrja mótálop.
Hallfríð Isaksen
Tó at tað ongan tíð kann vera nøkur løtt uppgáva at kapp-
ast við Manuelu um plássið millum stengurnar, so hevur
Hallfríð í nógvar mátar verið megnað hesa uppgávu væl.
Hevur eisini fleiri ferðir víst, at hon kann koma beint inn
í dystir, meðan nógv stendur á.
Jórun Ludvig
Kom til VÍF undan hesum kappingarárinum, men ein
treiskur knæskaði hevur fyri ein stóran part darvað henni.
Tá hon hevur verið tøk, hevur hon tó prógvað, at hon eigur
at teljast millum bestu leikararnar í landinum. Ikki minst
í verjuni, tó at álopsevnini heldur ikki eru eingi.
Manuela Stan
Hevur helst verið týdnignarmesti leikarin í liðnum í ár.
Uttan iva besti málverjin í landinum hevur ferð eftir ferð
prógvað, at tá tørvur er á tí, so togar hon stórspælið fram.
Og sum um bjargingin ikki er nóg mikið, so er hon al-
oftast eisini atvoldin til drepandi kontraspælið hjá VÍF.
Nicoleta Radu
Eftir beinbrotið í fjør hevur Nico aftur í ár verið ein týð-
andi partur av liðnum. Styrkin er avgjørt í verjuni og
kontraspælinum, har hon aloftast er ein sera týdningar-
mikil bindingarliður, men heldur ikki er hon eiðasør í
álopsspælinum.
Ioana Rápa
Trífaldi toppskjúttin í landskappingini vann ikki hetta
heitið í ár, men hóast hetta, so er skotstyrkin framvegis hin
sama. Ein loðandi vinstrahond, sum enn sendir bóltarnar
somikið hart avstað, at málverjarnir kring landið valla
vita, hvat tað var sum hendi.
Jacklin Durhuus
Eftir partvísu útlegdina í fjør, var Jacklin hjá VÍF alt hetta
kappingarárið. Ein hin størsta styrkin er uttan iva umhugs-
ni, sum hon aloftast sýnir, og tó at hon kanska hevur
størstu styrkina sum bakkur, so hevur hon eisini verið nýtt
nógv á veinginum – og við góðum úrsliti.
Nicolina Eyðbjørnsdóttir
Er eitt av týdningarmestu vápnunum í kontraspælinum hjá
VÍF, har skjótleikin ger, at hon nærum altíð er fyrsti leik-
arin í álopinum. Hevur harafturat ment seg nógv í verju-
partinum, har hon aloftast er før fyri at steingja av í sínum
verjuborði.
Randi Kúrberg
Er fram um hinar tann, sum heldur liðandanum uppi. Róp-
ar og stýrir alla tíðina í verjupartinum, so hon eisini heldur
hinum til. Kontanta spælið kostar kanska viðhvørt, men
undir øllum umstøðum er tað neyvan stuttligt at vera á
strikuni, tá Randi er við mótpartinum.
Sóley Mikkelsen
Ársins leikari í fjør hevur aftur í ár víst seg sum bindilið-
urin í álopsspælinum hjá VÍF. Stillisliga ger hon tað, sum
krevst, og tó at tað sær lætt út, so eru helst fáar, ið gera
henni tað eftir. Bólteyga hennara ger hana eisini til ein
sera týðandi part av verjuspælinum.
C
M
Y
K
24