Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 26. mars 2002 23 Saman við John Rødgaard vóru eftir tvey umfør tveir av ungu monnunum fremstu avbjóðar- arnir til oddasessin hjá Eyðuni Nolsøe FM Í TALVI Jóannes Hansen Fyri fyrstu ferð í átjan ár er talvfelagið í Sandavági vertur, nú FM fyri ein- staklingar verður telvað. Tá hesar reglurnar vórðu skrivaðar, vóru tvey av teimum níggju umførunum telvað. Tá vóru allir komnir á stigatalvuna uttan Terji Petersen, sum hevði tapt bæði talvini. Men so skal leggjast afturat, at mót- støðumenninir hjá klaks- víkinginum høvdu verið tveir av royndastu monn- unum í kappingini – IM John Rødgaard og formað- urin í Talvsambandi Før- oya, Rani Nolsøe, sum báðir hava verið við til at mynda toppin í nógv ár, og sum báðir hava vunnið FM. Eyðun sannførandi John Rødgaard verður av góðum grundum roknaður millum favorittarnar hvørja ferð, hann tekur lut í FM. Soleiðis er tað eisini hesa ferð. Tað kann væl fara at vísa seg, at tað verður danski tvørámaðurin í Vest- manna Talvfelag, sum fer at standa við steypinum, tá síðsta borðið verður rudd- að. Men eftir tvey tey fyrstu umførini var tað Eyðun Nolsøe, sum var best fyri. Sum tann einasti hevði fyrrverandi FM vinnarin vunnið bæði tey fyrstu talvini. Í fyrsta umfarinum gjørdi hann við svarta fólkinum av við eldra beiggjan, Rana. Tað kundi kanska verið hugsandi, at teir báðir – í staðin fyri at leggja seg út í harðligt, tíðarkrevjandi og harvið orkukrevjandi brøðrastríð beinanvegin – valdu lættaru loysnina, gjørdu skjótt av og fingu eitt hálvt stig í part við frá fyrsta umfarinum. Men soleiðis vísti tað seg ikki at ganga. Eyðun Nol- søe, sum hevur stívliga hálvt hundrað fleiri styrkis- stig enn Rani Nolsøe, vann við svarta fólkinum. Í øðrum umfari hevði Eyðun hvíta fólki ímóti einum av yngstu og evna- ríkastu monnunum, Olaf Berg, sum einki fekk burt- urúr hesum dystinum. Tá talan er um so javnt góðar telvarar sum teir, ið hesa vikuna eru í Sanda- vági, kann tað vera so skjótt, at tað – so segði maðurin – sum vendir niður, fer at venda upp. Men í Vágum eru teir longu farnir at tosa um næstsíðsta umfarið, sum er á skránni langa fríggjadag. Tá skal Eyðun Nolsøe stríðast við svarta fólkinum ímóti John Rødgaard. Hjá John Rødgaard hevur tað ofta verið soleiðis, at hann ikki hevur fingið so ógvuliga nógv burturúr beinanvegin, men at hann síðani so at siga hevur arbeitt seg upp. Í fyrsta umfarinum var eingin ivi, tá hann vann á Terja Petersen, meðan tað var meiri óvantað, tá hann við hvíta fólkinum í øðrum umfari ikki fekk meiri enn hálvt stig burturúr ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, talvskrivaranum her í blað- num, sum harvið hjálpti mammubeiggjanum, Eyð- uni Nolsøe, at eiga odda- sessin einsamallur – eftir tvey umfør. Royndir og unglingar Lokala íslettið hjá vága- monnum í hesi kappingini er Torkil Nielsen. Torkil er gávuríkur á so mongum økjum. Fyrrverandi FM vinnarin hevur ikki luttikið nógv tey seinnu árini. Tí er styrkistalið ikki hægri enn 2054. At hann framvegis hevur gott tak á telvingini sást, tá hann í tveimum teimum fyrstu umførunum fekk javnt ímóti ungum monn- um, sum hava hægri styrkistal. Fyrst var tað ímóti stjørnuskotinum í Kollafirði, Hans Kristian Simonsen, sum fleiri mettu hava góðan møguleika at vinna, og so var tað ímóti havnarmanninum Martini Poulsen. Hesir báðir ungu mót- støðumenninir hjá Torkili Nielsen hava vunnið hvør sítt talv, og teir eru harvið javnir við John Rødgaard. Martin Poulsen fekk við hvíta fólkinum fult ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum tóktist vera á veg til eitt hálvt stig, men satsaði og tapti, og Hans Kristian Simonsen vann við svarta fólkinum ímóti Ólavi Sim- onsen. Klaksvíkingurin Ólavur Simonsen hevur havt eina soltna byrjan. Umframt at tapa ímóti Hans Kristiani hevur hann fingið remis. Tað var við svarta fólkin- um, men tað mundi kennast sum eitt vónbrot, tí mót- støðumaðurin, Olaf Berg, er væl lægri styrkismettur. Í dag eru tvey umfør á skránni, og síðani verður telvað hvønn dag fram til páskaaaftan, tá níggjunda og síðsta umfarið er á skránni. 1. umfar – leygardagin Terji Petersen 2100–John Rødgaard 2291 0–1 Rani Nolsøe 2154–Eyðun Nolsøe 2220 0–1 Olaf Berg 2032–Ólavur Simonsen 2190 1/2–1/2 Hans Kristian Simonsen 2157–Torkil Nielsen 2054 1/2–1/2 Martin Poulsen 2111–Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2107 1–0 2. umfar – sunnudagin Terji Petersen–Rani Nolsøe 0–1 Eyðun Nolsøe–Olaf Berg 1–0 Ólavur Simonsen–Hans Kristian Simonsen 0–1 Torkil Nielsen–Martin Poulsen 1/2–1/2 John Rødgaard–Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1/2–1/2 Støðan eftir tvey tey fyrstu umførini Eyðun Nolsøe 2 John Rødgaard 1 1/2 Martin Poulsen 1 1/2 Hans Kristian Simonsen 1 1/2 Rani Nolsøe 1 Torkil Nielsen 1 Olaf Berg 1/2 Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1/2 Ólavur Simonsen 1/2 Terji Petersen 0 3. umfar – mánadagin Olaf Berg–Terji Petersen Rani Nolsøe–John Rødgaard Hans Kristian Simonsen–Eyðun Nolsøe Martin Poulsen–Ólavur Simonsen Carl Eli Nolsøe Samuelsen–Torkil Nielsen 4. umfar – týsdagin Terji Petersen–Hans Kristian Simonsen Rani Nolsøe–Olaf Berg Eyðun Nolsøe–Martin Poulsen Ólavur Simonsen–Carl Eli Nolsøe Samuelsen John Rødgaard–Torkil Nielsen 5. umfar – týsdagin Martin Poulsen – Terji Petersen Hans Kristian Simonsen – Rani Nolsøe Olaf Berg – John Rødgaard Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Eyðun Nolsøe Torkil Nielsen – Ólavur Simonsen Eyðun var tann bragdligasti í vikuskiftinum 23 22 Nr. 59 - 26. mars 2002 Hóast hon bert hevur eitt ár á baki í vaksnu deildunum, so hevur Barbara á Rógvi longu nátt meira enn fleiri av royndastu mótstøðukvinnunum hava HONDBÓLTSTOS Jákup Mørk Yngsti leikarin hjá VÍF er Barbara á Rógvi. Hóast hon bert hevur leikt eitt knapt ár í bestu deildini, so hevur hon longu nátt meira, enn fleiri av royndastu mót- støðukvinnum hennara hava. Hon kann rópa seg bæði meistara og steypa- vinnara, og so hevur hon eisini verið partur av Europa-Cup dystunum hjá VÍF. Sjálv tykist Barbara eisini at hava eitt sindur ilt við at fata, at hon longu skal hava rokkið so nógv- um, men hetta er sjálvsagt nakað, sum hon fegnast um. - Hetta er bara ótrúligt. At hava verið partur av hesum liðnum hetta kapp- ingarárið hevur verið ein risa stór uppliving hjá mær. Og hon leggur afturat, at alt hetta avgjørt ikki er nakað, sum fær hana at leggja seg afturá og njóta tað heila. Tvørtur ímóti gevur tað henni hug at halda áfram, og sum hon sigur, so vónar hon at fáa nógv góð ár í VÍF. Gott við frítíð Spurd, um tað ikki er eitt sindur torført at gerast partur av einum somikið sterkum liði, heldur Bar- bara, at tað hevur tað á ongan hátt verið. - Slettis ikki. Frá fyrsta degi hava eg kent meg væl millum teirra. Har hevur ongan tíð verið eitt ilt orð rópt eftir mær, men hava tær tvørtur ímóti stuðlað mær allatíðina, og tað hevur gjørt tað munandi lættari hjá mær, heldur hon. Eins og hinar í hópinum hjá VÍF, so hevur talan verið um eitt drúgt kapp- ingarár hjá Barbaru. Venj- ingin byrjaði í juni mánaði, og hóast árið í nógvar mátar hevur gingið ófatuliga væl, so ásannar hon tó, at tað kanska er neyðugt við eini stuttari feriu. - Tað kann vera. Sjálv- andi havi eg hug at spæla meira, men tað verður kanska ikki so galið við einum lítlum steðgi, sigur ein brosandi nýklæktur før- oyameistari at enda. Ingi Olsen ásannar, at leikararnir hjá VÍF eitt skifti bóru ótta fyri, at alt skuldi ganga galið ímóti Kyndli HONDBÓLTSTOS Jákup Mørk Tað var sjálvandi ein fegin liðskipari hjá VÍF, sum Sosialurin hitti eftir sigurin á Kyndli, men Ingi Olsen ásannaði tó, at eitt skifti hevði staðið heilt nógv á hjá meistarunum. - Eg veit ikki ordiliga, hvat tað var. Vit vóru sjálv- andi sera uppsettir til dystin. Kanska vóru vit ov spentir, men í øllum førum riggaði yvirhøvur einki fyrstu løtuna. Allir stóðu stillir, eingin arbeiddi fyri hvørjum, og spakuliga kom óttin fyri, at tað óhugsandi fór at henda. Vit leikarar høvdu als ikki roknað hendan sigurin fyri víst, men tað høvdu flestu áskoðararnir, og tí hevði tað verið einki minni enn ein katastrofa, um vit ikki vunnu. Spurdur, um tað bara var eitt time-out, sum skuldi til, fyri at venda gongdini, sigur Ingi, at tað var tað partvíst. - Tað gjørdi í hvussu so er, at vit fingu tíð at hugsa okkum um. Vit fingu eisini beinan vegin glið á eftir hetta, og so koyrdi tað bara. Motivatión Eftir tapini fyri fyrst Neistanum og síðani StÍF hevur nógv verið tosað um, hvørt vestmenningar nú mundu fáa gummiarmar, soleiðis at alt varð tveitt burtur í evstu løtu. Sjálvur heldur Ingi ikki, at so hevur verið, men hann ásannar tó, at ávísir trupulleikar hava verið. - Eg veit ikki hví, men vit hava havt stórar trupulleik- ar av at motivera okkum í ár. Tað skuldi mann ikki trúð, tá tað hevur verið so javnt, men soleiðis hevur tað onkursvegna verið. Kanska er tað eisini bara tað, at vit eru so friðarligir. Tað er sjálvandi ein vansi, tí eingin er at sparka okkum ígongd, tá tað er tiltrongt, men hinvegin er hetta kanska ein styrki, tá tað gongur ímóti, tí tað skal nógv til, áðrenn panikkur kemur í hjá okkum. Um kappingarárið heldur liðskiparin hjá VÍF annars, at tað var uppiborið, at VÍF vann. - Vit hava verið fremstir alt árið, so tað haldi, at vit eiga uppiborið. Eisini hóast tað nú stóð nógv á. Skal eg taka nakra orsøk framum, so haldi eg, at vit hava ein breiðan og sterkan hóp, og at tað fyrst og fremst hevur verið hetta, sum nú hevur tryggjað okkum gullið, sigur Ingi Olsen at enda. Sóley Mikkelsen heldur, at størsta einstaka orsøkin til einaráðandi støðuna hjá VÍF er, at tær eru likamliga betri fyri enn mótstøðuliðini HONDBÓLTSTOS Jákup Mørk Eftir at hava vunnið og vunnið í nærum tvey ár, kann tað til tíðir gerast heldur torført at seta seg upp til dystirnar. Hetta ásannaði liðskiparin hjá VÍF, Sóley Mikkelsen, tá vit eftir seinasta dystin fingu orðið á hana. - Tað hevur annars ikki bilað hjá okkum, men jú. Seinastu dystirnar hava vit merkt tað. Tað eru hóast alt fimm umfør síðani, at vit tryggjaðu okkum gullið, og tí hevur mann kanska bara bíðað eftir endanum nú. Spurd, um hetta var tað, sum gjørdi, at tær móti VB noyddust av vøllinum sum taparar, sigur Sóley, at tað var kanska ein partur av tí. - Bæði og. Sjálvandi vildu vit vinna, men hin- vegin vóru vit kanska ikki heilt á toppinum, og tað er nakað, sum kostar móti VB. Líka mikið, hvussu støðan er, so stríðast tær altíð til tað seinasta, og tað hevur ofta givið úrslit hjá teimum. Framtíðin óviss Um orsøkina til, at VÍF hevur verið somikið eina- ráðandi, heldur Sóley, at tað er ikki bara at hava góðar leikarar. - Í fleiri dystum hevur munurin verið, at vit hava orka betri. Vit hava vant hart og miðvíst síðani juni mánað, og hetta hevur gjørt, at vit í dag eru sera væl fyri likamliga, og tí hava vit ofta havt tað eyka í okkum, tá nógv hevur staðið á. Ein spurningur, sum helst upptekur nógv fólk í løtuni, er, hvussu liðið hjá VÍF fer at síggja út komandi árið. Tað hevur verið nevnt, at onkur ætlar at gevast, meðan aðrar kanska leita sær nýggjar avbjóðingar, og vit spurdu at enda Sóley, hvussu framtíðin hjá henni sær út í løtuni. - Heilt erligt, so veit eg ikki. Eg havi ikki so mikið sum tikið støðu til, um eg fari at spæla komandi árið. Tað má eg gera upp við meg sjálva, men eg kann siga somikið sum tað, at spæli eg ikki næsta ár, so gevist eg. Eg eri vorðin ov gomul til at kunna taka eitt ár burtur frá, sigur hon at enda. Yngsti meistarin Har hevur ongan tíð verið eitt ilt orð rópt eftir mær, men hava tær tvørtur ímóti stuðlað mær allatíðina, og tað hveur gjørt tað munandi lættari hjá mær, heldur Barbara á Rógvi Vit eru friðarligir Skal eg taka nakra orsøk framum, so haldi eg, at vit hava ein breiðan og sterkan hóp, sigur liðskiparin hjá VÍF, Ingi Olsen Mynd: Álvur Haraldsen Vit orka meira Men eg kann siga somikið sum tað, at spæli eg ikki næsta ár, so gevist eg. Eg eri vorðin ov gomul til at kunna taka eitt ár burtur frá, sigur Sóley Mikkelsen C M Y K 22