týsdagur 26. mars 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 59 - 26. mars 2002
Nr. 59 - 26. mars 2002
31
Nýggi matvøru-
handilin á Norðskála
nevnist Inn. Hetta er
stórur handil, ið er
við í Samkeyp ketuni.
Royndi handilsmað-
urin Jaspur Johanne-
sen hevur við stóra og
stásiliga bygningin-
um miðskeiðis í
landinum gjørt
dreym til veruleika
HANDILSLÍV
Dagfinn Olsen
Myndir: Jens K. Vang
Á Norðskála stendur ein
nýggjur handilsbygningur,
og har húsast nýggi mat-
vøruhandilin Inn. Handilin
lat upp fríggjadagin og
fyrstu dagarnir benda á, at
fólk eru glað fyri nýggja
tilboðið.
Jaspur Johannesen, stjóri,
metir, at eini 1000 fólk
vóru inni í nýggja handl-
inum.
- Tað tykist, sum fólk eru
væl nøgd og taka væl undir
við hesum, greiðir Jaspur
blaðmanni og myndamanni
frá, ið eru kominir ein túr á
Norðskála at fregnast.
Í góðveðrinum mána-
morgunin reisir henda, fyri
mong, nýggja sjón seg í
landslagnum, tá ein kemur
úr
Havnini
og
heldur
leiðina yvir um brúnna, har
Oyri og Norðskáli liggja
við brúgvarendan.
Nýggjur miðdepil
Tað er ein royndur handils-
maður, ið hevur tikið stig til
nýggja handilin.
Jaspur Johannesen hevur
m.a. verið stjóri í Bónus og
verið í handlinum í bensin-
støðini á Argjum.
- Eg havi leitað leingi
eftir einum øki til ein ein
handilsbygning. Tað hevur
ikki verið lætt. Men hetta er
Stórur matvøruhandil byrjanin
til nýggjan handilsmiðdepil
tað rætta og tørvur er eisini
á hesum. Nú er henda
ætlanin veruleiki og fólk
tykjast taka væl undir við
hesum, sigur Jaspur, meðan
hann stríðist við at fáa
ymiskt á hillarnar.
Enn er eftir at fáa ymiskt
á pláss, men nýggi handilin
er veruleiki og tykist hava
fingið eitt gott pláss í
miðum landinum og eftir
øllum at døma eitt pláss í
hugaheiminum á fólkum í
nærumhvørvinum.
- Nærøkið telur eini 2300
fólk. So eru tað sjálvsagt
eisini tey, ið koyra framvið.
Men tað skal tó nakað til,
fyri at fáa fólk at steðga á
her, sigur Jaspur, ið tó
longu ásannar, at fólk vitja
Inn nærum allastaðni frá.
Og nýggi handilin er bert
byrjanin til ein stóran
handilsmiðdepil á Norð-
skála, tí Sunda Kommuna
hevur sett økið av til
handilsøki og longu nú er
ein café og tveir aðrir
handlar á veg, harav tann
eini hevur verið í økinum í
mong ár.
- Hetta verður eitt knúta-
punkt, metir Jaspur Jo-
hannesen.
Smáu handlarnir
Jaspur bjóðar kaffi og
køkur í kaffistovuni hjá
starvsfólkunum. Vit práta
og hyggja út, har menn
arbeiða við at fáa túnið í
rættlag, so har kann merkj-
ast upp fyri stórum og
rúmligum parkeringsøki.
Spurdur, um hann ikki
við hesum tekur nakað frá
smærru handlunum, sigur
Jaspur:
- Eg havi fingið spurn-
ingin áður, men tað er
soleiðis í Føroyum í dag, at
eini 60% av øllum matvør-
um verða seldar í Havn. Nú
sleppa fólk so undan at fara
til Havnar.
Og sum ein kundi nevnir
fyri blaðmanninum, so er
gott at hava fingið ein
handil í nærøkið, ið hevur
góð tilboð. So slepst undan
at fara til Havnar og har
keypa inn, sum væntaði ein
ringar tíðir. Nú eru møgu-
leikarnir betri fyri smá-
keypi í nærøkinum.
- Vit fara at hava tilboðini
hjá Samkeyp, umframt
onnur tilboð. Vit royna at
hava høgt støði og lágan
prís, greiðir Jaspur frá.
Eins og kundarnir, so er
hann sera glaður fyri bakst-
urvørurnar frá Miðberg,
sum eisini verða settar á
borðið í kaffistovuni, tá
blað- og myndamaður vitja.
Jaspur er sjálvur í handl-
inum, saman við familjuni,
og umframt starvast fýra
fólk í Inn.
Nýggi handilsbygning-
urin er eini 700 fermetrar.
Sjálvur handilin telur eini
500 fermetrar og so koma
starvsfólkahøli og goymsla
afturat, umframt at ein íbúð
er teknað uppí eisini.
Elspa Sumberg, Norðskáli
- Eg eri granni. Hetta er
hart tiltrongt, tí hetta er
stórt øki og fólki er
spjatt, so hetta er uppá
tíðina. Hetta skuldi
langt
síðani
verið
komið. Eg eri sera væl
nøgd. Nú kann ein
keypa í smáum og ikki
verða noydd til Havnar
og keypa inn, sum
væntaði ein ringar tíðir.
Jóanes Johannessen,
Funningur
- Hetta er fínt! Eg ar-
beiði í Havn, so tað er
ein fyrimunur hjá mær,
tí eingin handil er í
Funningi. So sleppi eg
undan at skula í stóru
handlarnar í Havn, men
kann ístaðin keypa inn
her. Hetta er á vegnum
til hús.
Kundar, ið vitjaðu Inn mánamorgunin
Hvat heldur tú um nýggja handilin?
Tað er høgt til loft og vítt til
veggja í nýggja
matvøruhandlinum við
Norðskála, ið royndi
handilsmaðurin Jaspur
Johannesen hevur latið upp
C
M
Y
K
31
30