mikudagur 27. mars 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 60 - 27. mars 2002
Nr. 60 - 27. mars 2002
3
Hans Nybo
ættaður úr Hesti, búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnukvøldið 82 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
hósdagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Borgar, Poul Arni, Marita og Anna Mary
Tøkk
Nú Miðbergs Bakarí hevur skift eigarar,
ynskja vit, Hallgrím og Elinborg, at takka
viðskiftafólki og starvsfólkum okkara fyri
eitt gott samstarv gjøgnum farnu ár.
Eisini takka vit fyri blómur, gávur og góð
ynski.
Í hesum sambandi ynskja vit Sigbjørg og
Sofus, Eyð og Rodmund góða eydnu og
Harrans signing.
ÚTBÚGVING
Jan Müller
Tað vóru 16 nøgdir næm-
ingar, sum tíðliga í desem-
ber mánaði komu heim-
aftur av væleydnaðari vitj-
an í Skotlandi, har teir
høvdu verið gestir hjá
Aberdeen College.
Vitjanin í Skotlandi kom
í lag, eftir at eitt umboð fyri
Aberdeen City Council á
vitjan í Føroyum í fjør
gjørdi avtalu við Oljuút-
búgvingarsamtakið um at
senda
tíggju
føroyskar
næmingar til Aberdeen á
útbúgvingarferð.
Men
áhugin var stórur á tekn-
isku skúlunum, og tað vísti
seg, at heili 16 næmingar
høvdu hug at sleppa við.
Endin var, at allir 16
sluppu.
Luttóku í
undirvísingini
Vitjanin var væl fyrireikað,
og tíðin varð brúkt í æsir ta
vikuna, næmingarnir høv-
du í Aberdeen. Longu tíð-
liga morgunin eftir at næm-
ingarnir vóru komnir fram-
komnir,
byrjaði
skúla-
gongdin
á
Aberdeen
College.
Føroysku næmingarnir
luttóku í undirvísingini
saman við skotsku næm-
ingunum.
Fyrsta
dagin
vóru teir millum annað á
instrumentdeildini,
har
undirvísingarhølini vóru
innrættað sum dekkið á
einum oljupalli. Saman við
teimum skotsku næming-
unum
skuldu
føroysku
næmingarnir ganga runt í
trygdarskóm, hjálmi, brill-
um og drakt og loysa ymsar
eftirlitsuppgávur.
Seinni var millum annað
el-arbeiði á skránni, og har
fingu føroysku næmingar-
nar ein smakk av, hvat
krevst av trygdartiltøkum
umborð á einum boripalli,
har eitt og hvørt elarbeiði á
pallinum, krevur loyvi frá
hægri myndugleika á palli-
num.
– Um tað bert er at skifta
eina sikring, skalt tú roknað
við at hava 10 undirskriftir
frá omanfyri standandi
fólkum. Hesar eru reglur-
nar, og tær skulu fylgjast,
skriva næmingarnir í frá-
greiðing síni frá túrinum.
Innlit í oljuvinnuna
Ferðin hjá teimum 16 lær-
lingunum endaði við einari
vitjan umborð á einum
boripall, sum stendur uppi
á landi. Hetta er ein veru-
ligur boripallur, sum verður
brúktur til at venja fólk upp
til at arbeiða við boring.
Fólk í uppvenjing sleppa at
bora langt niður í jørðina,
og tey venja arbeiðsgongd-
ir, ið verða brúktar á veru-
ligum pallum.
Hetta var ein stór uppliv-
ing fyri næmingarnar, tí
boripallurin var fult út-
gjørdur við simolatorum
eins og tungari útgerð.
Seinni sama dag vóru
næmingarnir á vitjan hjá
Amerada Hess, áðrenn
leiðin hjá næmingunum
gekk aftur til Føroya, eitt
innlit í arbeiðsgongdir inn-
an oljuvinnuna ríkari.
Smakkiroynd av oljuvinnu
Oljuútbúgvingarsamtakið skipaði í døgu-
num 26. november til 3. desember 2001
fyri undirvísingarvitjan á Aberdeen
College í samstarvi við ASET, har 16
næmingar frá teknsiku skúlunum í Havn
og Klaksvík fingu eina smakkiroynd av
oljuvinnuni.
C
M
Y
K
3
2
3. , 4. og 5. mai verður Ítróttarhøllin í Runavík
karmur um størstu messu nakrantíð innan
føroyska byggimarknaðin og innbúgv.
Skalt tú byggja nýtt ella umvæla gamalt, so er
vert at leggja leiðina framvið í Runavík og fáa
allskyns hugskot og tilboð heim við til húsa aftur.
Allar førandi fyritøkur sum hava eitthvørt við
føroyska byggimarknaðin ella innbúgv at gera,
verða umboðarðar.
Opið er allar dagarnar frá kl. 10.00 - 20.00
Ókeypis atgongd.
Børn bert atgongd saman við vaksnum.
Høvuðsstuðul hjá Hús & Innbúgv