mikudagur 27. mars 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 60 - 27. mars 2002
Nr. 60 - 27. mars 2002
5
Søgan um nógv um-
talaðu læknahølini í
J. Patursonargøtu
heldur fram. Fyrst var
tað mannagongdin av
setanini, og sjálvum
hølunum, meðan nú
byrja vánaligu park-
eringsviðurskiftini at
spøkja
MISNØGD
Ingrid Bjarnastein
Sjálvt um Kári Jacobsen,
kommunulækni í Havn,
hevði greitt fingið lovað
nýggj viðtaluhøli í sam-
bandi við setanina hjá sær
sum 9. læknin í Havn,
vórðu hølini heldur givin
Jensi av Rana. At Kári
Jacobsen hevði verið við til
at innrætta, og gera tóllista,
hevði onki at siga í máli-
num.
Í sjálvari lýsingini eftir 9.
kommunulæknanum
í
Havn stóð at lesa: “Nye
konsultationslokaler
er
under opførelse i Torshavn
og skulle stå klar til ibrug-
tagning 1. oktober 2001.”
Skjøl, sum Sosialurin hevur
fingið innlit í, siga greitt, at
nýggju
viðtaluhølini
í
Gundadali vóru av fyrstan
tíð ætlað tí 9. kommunu-
læknanum, Kára Jacobsen.
Men býráðið samtykkir
tann 4. oktober 2001, at
Jenis av Rana skal flyta inn
í nýggju hølini í Gundadali,
og soleiðis stendur Kári
Jacobsen eftir við ongum.
At Kári Jacobsen fekk set-
anarbræv longu tann 20.
august, og at hann varð bið-
in um hjálpa til at innrætta
hølini, misti virðið, og Kári
fekk at vita, at nú skuldi
hann flyta inn í gomlu við-
taluhølini hjá Jensi av
Rana. Høvuðsorsøkin, at
Jenis av Rana vildi flyta
høli, var tann, at parker-
ingsviðurskiftini vóru ov
vánalig.
– Eg eri sera ónøgdur, at
tú ikki kanst stóla uppá eina
lýsing, sigur Kári Jacobsen,
9. kommunulækni í Havn.
– Tað ger, at lýsingin fær
onki virði. Men um eg
kendi fortreytirnar áðrenn
eg søkti, so hevði eg onki
havt at sagt í hesum máli-
num nú, men eg eri sera
ónøgdur við ta viðferð eg
havi fingið.
Parkeringin
ikki broytt
Uttanfyri viðtaluhølini í J.
Paturssonargøtu eru fýra
parkeringsbásar. Tveir av
teimum verða nýttir av
fólkunum, ið búgva í somu
húsunum, har viðtaluhølini
eru. Um læknin skal hava
ein bás, og skrivarin ein, so
er í veruleikanum ongin
parkeringsbásur eftir til
sjúklingarnar. Vanligar dag-
ar er bert ein parkerings-
básur til sjúklingarnar, og
umstøðurnar til fólk í rullu-
stóli eru av teimum vána-
ligastu.
– Sjúklingar, sum koma
til mín við rullustóli noyð-
ast at blokkera bispainn-
koyringina fyri at sleppa til
viðtaluhølini, greiðir Kári
Jacobsen frá.
– Ella noyðast teir at
parkera bilin á parkering-
básinum uttanfyri hølini,
og síðani koyra allanvegin
runt niðan í gjøgnum
brekkuna og so til hølini.
Hetta ber als ikki til, og
hetta býráðið kann ikki
bjóða sjúklingunum so
ringar umstøður.
Kári Jacobsen hevur sent
umsókn til Teknisku deild á
býráðnum, har hann biður
um at fáa parkeringsviður-
skiftini broytt. Svarið hann
fekk var greitt:
Ongar broytingar skulu
gerast á økinum. Tá biðið
varð um eina grundgeving,
sigur tekniska deild, at
besta loysnin hevði verið at
víðkað økið móti bispa-
garðinum, soleiðis at 5-6
bilar kunnu parkera á øki-
num, bæði til íbúð og
læknaviðtaluhølini.
Men
henda besta loysnin sam-
svarar jú als ikki við brævið
frá teknisku deild fram-
manundan, tá sagt varð, at
ongar broytingar skulu ger-
ast á økinum. Tó eru bæði
brøv undirskrivað av Boða
Haraldson, býarverkfrøð-
ingi.
–
Hesin
parkerings-
trupulleikin átti at verið
loystur áðrenn eg kom her
til, sigur Kári Jacobsen. –
Tá lækni hevur verið her í
fleiri ár undan mær, átti
hetta ikki verið ein trupul-
leiki, sum eg skal loysa.
Sjálvt um kommunu-
læknin hevur fingið nei frá
býráðnum ætlar hann sær
ikki at gevast so. Hann sig-
ur, at ætlanin er at halda
fram við at biðja um betri
umstøður til hann fær sín
vilja.
Beate L. Samuelsen,
formaður í Sosialu
nevnd í Tórshavnar
býráð, sigur, at í lýs-
ingini eftir 9. kom-
munulæknanum í
Havn segði ongantíð,
at nýggjasti læknin
skuldi hava nýggjastu
høli. Lýsingin hevur
heldur verið óheppið
orðað
MISNØGD
Ingrid Bjarnastein
– Tað varð ongantíð sagt, at
nýggjasti læknin skuldi
hava nýggjastu hølini, tá
lýst varð eftir 9. kommunu-
læknanum, sigur Beate L.
Samuelsen, formaður í so-
sialu nevnd.
– Og nú er tað einaferð
soleiðis, at vit avgjørdu at
geva Jenisi av Rana tey
nýggju læknahølini. Hetta
komst av, at hann hevur
verið lækni so leingi, hevur
nógvar sjúklingar og so
hevur hann eisini søkt um
betri hølisviðurskifti í fleiri
ár.
Men viðvíkjandi parker-
ingsviðurskiftunum í J.
Paturssonargøtu
sigur
Beate, at tey skulu gerast í
lagi so skjótt sum møgu-
ligt. Sosiala nevnd er væl
vitandi um vánaligu park-
eringsviðurskiftini, og hev-
ur hon givið byggideildini
boð um at gera viðurskift-
ini uttanfyri betri.
– Vit hava sagt, at viður-
skiftini uttanfyri skulu ger-
ast í lagi. Sum er nú eru
uttanduraviðurskiftini stak
vánalig, og byggideildin
hevur fingið boð um at
betra tey. Kári Jacobsen
fekk hølini í J. Paturssonar-
gøtu uppá tað, at viðurskift-
ini uttanfyri skulu betrast,
og um tað ikki verður gjørt,
skal hann venda sær til bý-
ráðið, kanska borgarstjóran
sjálvan, sigur Beate L.
Samuelsen.
Býarverkfrøðingur ørkymlar lækna
Lýsingin óheppið orðað
Í veruleikanum er
einki parkeringspláss
til viðskiftafólkini hjá
Kára Jacobsen.
Mynd: Álvur Haraldsen
Heðin Mortensen,
formaður í byggi-
nevndini sigur, at tað
er samtykt, at uttan-
duraviðurskiftini í J.
Patursonargøtu skulu
betrast, og tí eigur tað
eisini at verða gjørt
skjótast gjørligt
MISNØGD
Ingrid Bjarnastein
– Um tað eru pengarnir,
sum eru trupulleikin, so
eiga vit at fáa teir til vega,
sigur Heðin Mortensen,
formaður í bygginevndini.
– Vit hava lovað lækna-
num, at viðurskiftini uttan-
fyri skulu koma í rættlag,
og tí eigur hetta at verða
gjørt sum skjótast.
Heðin sigur, at tað ein-
asta at gera nú er at fáa pen-
ingin til vega, og reisa mál-
ið politiskt, tí sum lækni
uppbyggir
tú
tær
ein
kundaring,
og
soleiðis
verður trýstið á læknan eis-
ini størri.
– Eg skal reisa málið
sjálvur á næsta fundi, vit
fara at hava, sjálvt um hatta
ikki rættiliga er mítt øki. Tá
sagt verður, at ongir pengar
eru, og ætlanin er samtykt,
so kunnu vit ikki bara seta
okkum hendur í favn, og
siga her verður onki gjørt,
tí pengarnir eru ikki til tað.
Men politiskt er hatta ikki
nakar trupulleiki, sigur
Heðin Mortensen at enda.
MISNØGD
Ingrid Bjarnastein
– Vit hava arbeitt við máli-
num, men vit gera ikki
meira við tað, sum er nú,
sigur
Boði
Haraldson,
býarverkfrøðingur.
– Vit hava ein fíggjar-
karm, sum vit skulu halda
okkum innanfyri, og vit
hava fingið boð um at taka
okkum av ymsum tingum í
býnum, og sum er nú, so er
ongin peningur til at betra
um uttanduraviðurskiftini í
J. Patursonargøtu. Um vit
fáa meira pengar tillutaðar,
so skal eg við gleði gera
tað, men í síðsta enda, so
botnar alt í pengunum.
Boði heldur, at tað er
keðiligt, at hetta ikki verður
gjørt, og eisini hevur tekn-
iska deild sent læknanum
uppskot um, hvussu hetta
møguliga kann betrast, men
innanfyri givnu fíggjar-
karmar letur hetta seg ikki
gera, í øllum førum ikki í
ár.
Tekniska nevnd:
Parkeringsviðurskiftini verða ikki broytt í ár
Heðin Mortensen, bygginevndin:
Viðurskiftini
fáast í rættlag
Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, sigur,
at peningarligar avmarkingar gera, at
parkeringsviðurskiftini uttanfyri lækna-
viðtaluhølini verða ikki broytt í ár. – Av
teimum pengunum, sum vit hava fingið
tillutaðar í ár, so eru ongir pengar til at
broyta parkeringsøkið, sigur Boði Harald-
son
C
M
Y
K
5
4
Stongt skírisdag og langafríggjadag.
Leygardagin 30/3: Opið sum vanligt.
Stongt 1. páskadag og 2. páskadag.
Týsdagin 2/4: Opið sum vanligt.
Sjónband 31 77 74