Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mars 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 60 - 27. mars 2002 Nr. 60 - 27. mars 2002 7 Væntandi verða 8 búpláss við í fyrsta byggistigi, sum ætlandi byrjar seinni í ár. ELDRASAMBýLI Vilmund Jacobsen Nes kommuna fyrireikar nú av álvara bygging av eldra- sambýli á Toftum. Stórur partur av útgravingarar- beiðinum og planeringini er gjørt. Tað er Fuglø Arkitektar í Klaksvík, sum hava gjørt tekningarnar til eldrasam- býlið. Hesar eru viðgjørdar í kommununi í seinastuni. - Fíggjarkarmarnir eru avmarkaðir. Vit hava tí hugsað okkum at gera ar- beiðið í trimum byggistig- um. Ætlandi koma 8 bú- pláss við í fyrsta byggistigi, sum væntandi byrjar av álvara seinni í ár, sigur Súni í Hjøllum, formaður í tekn- isku nevnd. Á fíggjarætlanunum fyri 2000, 2001 og 2002 hevur peningur verið játtaður til endamálið. Á verandi fíggj- arætlan fyri 2002 standa 2 miljónir krónur til enda- málið. Eldrasambýlið verður bygt norðanfyri Føroya Banka, og har verður eisini gjørt eitt stórt alment park- eringspláss, sum eitt nú skúlin og onnur, sum virka í kommununi, fara at fáa gagn av. Stórur tørvur og góður vilji Súni í Hjøllum sigur, at viljin í bygdaráðnum at fremja ætlanina um eldra- sambýlið er góður. - Longu bíðilistarnir til ellis- og røktarheimspláss eru týðilig tekin um, at tørvurin er stórur, og at stovnspláss vanta. Hóast heimarøktin eftir umstøð- unum ger eitt gott og sam- vitskufult arbeiði, má ásannast, at mong eldri fólk sita í rættiliga stórum ein- semi og partvís í hjálpar- loysi, tí neyðuga játtanin til skipanina er alt ov lág í mun til tørvin. Bygdaráðslimurin fegn- ast um, at tað nú er líkt til, at bæði kommunal-og landspolitikkarar eru med- vitandi um støðuna og við- urkenna, at bøtast má mun- andi um umstøðurnar hjá teimum eldru. - Landsfelagið hjá pensi- ónistunum hevur gjørt eitt megnar arbeiði til tess at vísa á og lýsa umstøðurnar hjá teimum eldru, sigur Súni. Útbyggja í Runavík Nes kommuna hevur ann- ars játtað at vera við í ætlanini at útbyggja Eyst- uroyar Røktar-og Ellisheim við 24 búplássum - Vit fegnast um tey framstig, sum eru gjørd seinastu árini, eitt nú við eldrasambýlum í Fuglafirði og á Eiði. Súni í Hjøllum heldur tað vera rætt at miðja eftir, at kommunurnar sjálvar byggja eldrasambýli og eldraíbúðir og annars sam- starva um ellis-og røktar- heimini, soleiðis sum kommunurnar í Eystur- oynni gera. Eldrasambýlið í Nes kommunu: Verður helst bygt í trimum byggistigum - Vit hava rættað linj- una, sum var 345 stig í beinari linju úr Mý- lingi til 365 stig, sigur Jørgen Niclasen, fiski- málaráðharri. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Nógv tos hevur verið um øktu friðingarnar vestanfyri og norðanfyri í vár, og søg- ur hava gingið um politiskt trýst, rossahandlar og valagn. Eisini hevur verið frammi, hví friðingin í øki 2 norðanfyri er broytt í vár, soleiðis at línubátarnir hava fingið betri pláss. Jørgen Niclasen, fiski- málaráðharri, sigur, at av- gjørt varð at broyta friðing- arnar norðanfyri av prakt- iskum orsøkum. - Tað einasta, sum gjørt er, er, at beina linjan úr Mý- lingi, sum var 345 stig, er broytt ella rættað upp til 360 stig. Línumenn siga, at skjótt er at enda skeivu megin, tá ið linjan ikki er rættvísandi, og tað hava vit so gjørt í seinastu kunn- gerðini. So, hetta er ein praktisk broyting meira enn nakað annað, sigur Jørgen og vísir á, at broytingin samstundis førdi við sær, at línubátarnir fingu eitt sind- ur betri pláss at royna norð- anfyri. Sosialurin hevur skilt, at útróðrarmenn, sum royna við snellu, eru ikki serliga fegnir um hesa broyting. Søgur hava gingið um, at broytta friðingin ikki hevur verið nóg væl kunngjørd, men hesum afturvísir fiski- málaráðharrin og sigur, at kunngerðin er lýst sum vanligt. Friðingin vestanfyri Jørgen Niclasen vísir á, at vit hava tvey høvuðsgýting- arøki fyri tosk. Hesi eru norðanfyri - á Norðhavin- um, teir kalla og vestanfyri í Sands-ella Vágahavinum. - Eftir at hava ráðført okkum við Fiskirannsókn- arstovuna, valdu vit at víðka friðingarnar í kass- anum vestanfyri, soleiðis at hesar nú røkka longur inn og nakað longur norður. Frammanundan var økið vestanfyri friðað inn á grunnlinjuna, men nú gongur friðaða økið inn um grunnlinjuna, sigur hann. Jørgen Niclasen vísir á, at fyrr var taðsoleiðis, at lína og trol kundu ikki royna á somu leið, men nú er toganum líka so nógv millum snelluna og línuna, tá ið roynt verður um somu leiðir. Friðingin broytt av praktiskum orsøkum - Fyrr var taðsoleiðis, at lína og trol kundu ikki royna á somu leið, men nú er toganum líka so nógv millum snelluna og línuna, tá ið roynt verður um somu leiðir. Her skal eldrasambýlið í Nes kommunu byggjast, beint norðanfyri Føroya Banka. Ætlanin er at fara undir fyrsta byggistig av trimum seinni í hesum árinum. Í sambandi við byggingina av eldrasambýlinum, fer Nes kommuna eisini at gera eitt stórt alment parkeringspláss, sum eitt nú skúlin og onnur fáa gagn av. OLJA Jan Müller Hóast einki er komin alment fram enn um møguliga útseting av fyrstu boringini hjá Agip og Føroya Kolvetni frættist frá keldum í oljuheiminum, at tað er rættiliga sannlíkt, at Agip, sum er fyristøðufelag fyri loyvinum á føroyska landgrunninum, fer at søkja Oljumálastýrið um loyvi at útseta sína boring til í næsta ár. Tíðin nærkast til at freist- in gongur út fyri at bora brunnin, tvs. í august, og tí má roknast við, at italska felagið skjótt fer at kunna Oljumálastýrið um sínar ætlanir og ynski, uttan mun til hvønn vegin tað ber. Tað er eingin loyna, at heldur óvæntaðu turru brunnarnir hjá Statoil og BP og so fundið hjá Hess í nógv djúpri løgum enn væntað hava gjørt, at øll oljufe- løgini á landgrunninum og harímillum eisini Agip hava verið noydd til at endurskoða allar sínar arbeiðsætlanir. Heldur enn at fara út í blindum at bora vilja feløgini gera sítt heimaarbeiði til fulnar. Fyri leitingina við Føroyar vil hetta uttan iva verða tað besta skilur blaðið á keld- um. Hóast vit missa eina boring nú, so er betur at fáa eina boring í næsta ár, sum hevur størri møguleika at raka við olju og gass verður sagt. Tískil má roknast við, at ein áheitan frá Agip um at útseta boringina í veru- leikanum kenst kærkomin fyri føroyskar oljumyndug- leikar. Eyðun Elttør, lands- stýrismaður vil ikki gera nakra viðmerking til hetta í løtuni annað enn, at teir rokna við at hoyra frá Agip skjótt. Sjálvur heldur hann tað er sera umráðandi, at feløgini kenna seg trygg við sínar útrokningar og seismisku tulkingar, áðrenn farið verður at bora. Fyri Føroyar hevur tað størst týdning, at olja verður funnin, og ikki nær tað verður borað. Hesar hava tó neyvan nakað at gera við komandi ætlaninar hjá BP á Atlantsmót- inum tvs. á økinum vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar. OLJA Jan Müller Hóast nýggj fund eru gjørd í Norðsjónum í seinastuni og stóru oljufeløgini hava gjørt av at gera risastórar íløgur í oljuvinnuna har, so eru eisini myrk skíggj at hóma. Í farnu viku fór ein skelkur gjøgnum euro- peiska oljuhøvuðsstaðin Aberdeen. Risastóra olju- felagið BP hevur gjørt av at siga upp 500 fólkum, og útlit eru fyri uppaftur fleiri uppsøgnum um ikki so langa tíð. Hetta hendir bert stutt eftir, at oljufeløg hava boðað frá stórum útbygg- ingum av nýggjum sum gomlu feltum. Talan er í fyrstu atløgu um uppsagnir á høvuðs- skrivstovuni hjá BP í Dyce í Aberdeen umframt størv á oljupallum og oljutermi- nalum á landi, eitt nú Sullom Voe í Hetlandi, har nøkur størv fara. Tað hevur ljóðað, at BP fór at skerja starvsfólkatalið við 40%, men tað verður víst aftur. Sambart Press and Journal standa onnur 1650 størv, her serstakliga undirkon- traktorarar í vanda, men tað verður víst aftur av leiðsluni í BP. Tilsamans arbeiða umleið 5000 fólk hjá BP, har ein partur eru avtalur við undirleveran- dørar. Hóast BP sigur, at upp- sagnirnar ikki skulu takast sum annað enn rationali- seringar, hava tíðindini tikið aberdeenbúgvar á bóli. Mett verður, at tað kann eisini fáa stórar ringvirkningar “knock-on effect” fyri bæði tyrlufeløg og útgerðarfeløg. BP, sum er størsta oljufelagið, ið arbeiðir í bretskum øki, er við á 39 oljupallum í bretskum sjógvi. Felagið framleiðir árliga 900.000 tunnur av olju í bretskum øki ella 20% av samlaðu bretsku framleiðsluni. Harav kemur ein partur frá oljukeldunum skamt frá føroyska markinum. Scott Urban, varaforseti hjá BP fyri norðara og vestara part av Europa sigur við skotska blaðið, at orsøkin til uppsagnirnar eru náttúrligar, soleiðis at skilja, at nýggj tøkni mink- ar um manningartørvin á eitt nú pallunum. Her er tað serstakliga nýggja tøknin í fiburoptiskum kaðalum, sum ger, at nógv av ar- beiðinum, sum fyrr varð gjørt á pallunum, nú kann gerast í landi. Eisini fer BP nú at brúka “flúgvandi” manningar at arbeiða á fleiri pallum, soleiðis at tað slepst undan at hava eina manning á hvørjum palli til tær ymsu uppgávurnar. Scott Urban sigur við skotska blaðið, at BP við sínum seinasta útspæli vil gerast betri ført fyri at møta framtíðar avbjóðingum. Hann vísir aftur, at BP hevur mist áhugan fyri Norðsjónum. Tvørturímóti fer BP bara í ár at gera íløgur í Norðsjónum uppá meira enn 8 milliardir kr. Fyri føroyingar hava tiltøkini hjá BP eisini áhuga, tí felagið er tað mest virkna á føroyska land- grunninum. Tað skilst, at felagið fer ikki at bora aftur á landgrunninum fyrr enn í 2004. Tað hevur bundið seg til at bora tveir brunnar aftrat í sínum loyvi. Men vánaligu úrslitini frá bor- ingunum í fjør hava so gjørt, at felagið vil endur- skoða arbeiðsætlaninar. Stóra útbyggingin hjá BP av Clairfeltinum, sum ligg- ur vestan fyri Hetland, er mett at kosta góðar 7 milli- ardir og byrjar oljufram- leiðslan har í 2004. Hóast BP fór púra skeivt í sínum metingum av møguligum oljufundum á Atlantsmót- inum báðumegin markið, so er neyvan hugsandi, at felagið fer at missa áhugan fyri hesum útjaðaraøkinum, ið eisini fevnir um Føroyar. Útbyggingin av Clairfelt- inum og íløgur í rørleið- ingsskipanir í økinum merkja, at felagið trýr uppá hetta stóra økið. Stórar broytingar henda í oljuheiminum við uppkeypi og saman- leggingum av feløgum. Henda gongdin kann eisini fáa týdning fyri leitingina á Føroyaøk- num. Tað kann ganga báðar vegir, men í fyrstu atløgu tykist hetta at kunna gagna leitingini, tí tað í fleiri førum verða størri og sterkari feløg, sum eru við í leitingini OLJA Jan Müller Tað sýnist ikki sum at tíðin er farin frá sokallaðu “mergjarunum” í oljuvinn- uni tvs. hetta við at keypa upp smærri oljufeløg og leggja tey saman við størri feløgum. Hetta er so eisini nakað, sum rakar fleiri av oljufeløgunum, ið arbeiða á føroyska økinum ella í grannalagnum. Fleiri “mergers” tvs. yvirtøkur ella samanleggingar eru í gongd. Texaco og Chevron leggja seinastu hond á samanlegging. Tað sama gera Conoco og Phillips. Og BP hevur eisini keypt upp stóran part av týska Veba Oil, meðan Pan Canada er við at keypa upp restina av tí felagnum. Um hetta er gott ella ringt fyri áhugan og royndirnar at leita eftir olju her hjá okkum ber so til at hava ymsar metingar um. Texaco fekk einki loyvi í 1. útbjóðing men tykist fram- vegis liggja uppá lúr. Tað skal bora í bretskum øki í summar tætt upp at før- oyska markinum í summar. Eitt møguligt fund har kann fáa stóran týdning fyri okkum. Chevron hevur ikki havt stórvegis áhuga fyri Atlantsmótinum, men við at leggja saman við Texaco kann hetta broytast, soleiðis at tú her fær tvey stór oljufeløg inn í øki ístaðin fyri bara tað eina. Conoco hevur verið her áður og søkti um loyvi saman við Texaco. Tað gav sum sagt ikki úrslit. Við at leggja saman við Phillips verður tað so aftur partur av leitingini her. Tvs. at her verður støðan eisini styrkt. Veba hevur verið partur av Statoilbólkinum og verður leitiparturin keyptur upp av Pan Canada verður áhugavert at síggja, um hetta felagið eisini fer at koma inn á føroyska økið. Felagið er júst vorðið virkið á bretska landgrunninum og gjørdi herfyri eitt stórt fund í Norðsjónum. Nú ljóðar, at tvey av feløgunum, sum eru við í 1.útbjóðing her hjá okkum, eru hugað fyri at keypa upp eitt felag, sum eisini er virkið um okkara leiðir. Talan er um Enterprise, sum er partur av Statoil- bólkinum. Bæði Statoil og Agip eru sinnað til at keypa Enterprise. Bretska ávísin The Business metir, at Statoil er sinnað til at keypa Eneterprise fyri 40 milli- ardir krónur. Hetta verður sostatt størstda keypið ein norsk fyritøka ger í útlandinum. Sambart BBC sunnudagin er eisini Agip sinnað at keypa Enterprise, sum herfyri fekk nýggjan stóran. Tað var Sam Laid- law, sum vitjaði í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, tá hann var ein av ovastu stjórunum í Amerada Hess. Fyri kortum fór hann frá Hess til Enterprise. Dana meira virkið Tað frættist eisini, at breska oljufelagið Dana Petrol- eum, sum eigur part av Før- oya Kolvetni og sum er tøkniligi og strategiski partnarin hjá felagnum og hvørs eini stjóri er Graham Stewart, ið eisini er nevnd- arformaður í Føroya Kol- vetni. Sambart Press and Journal skal Dana Petrol- eum hava keypt fleiri av loyvunum hjá Agip í bretskum sjógvi fyri eitt samlað virði uppá 500 mill. kr. Við hesum keypinum tvífaldar Dana sín lut í olju- og gassfundum í Bretlandi til seks við eini dagligari framleiðslu uppá 20.000 tunnur. Tom Cross, stjóri hjá Dana sigur við Press and Journal, at teir fara at brúka økta peningastreym- in til leiting í Europa og Afrika. Umboð fyri Agip sigur, at sølan til Dana merkir ikki, at felagið hevur mist áhugan fyri bretska landgrunninum. Felagið er í ferð við at rationalisera og fer fram- haldandi at gera íløgur í hesum øki. Í 2000 keypti Agip felagið British Bor- neo og í fjør Lasmo. Tað eru loyvi hjá hesum feløg- um, sum Agip nú sleppur sær av við. Sum sæst henda fram- haldandi stórar broytingar í oljuheiminum. Og hesar broytingar umfata eisini fleiri av oljufeløgunum, sum eru virkin um okkara leiðir. Um hesar mongu broytingar í longdini eru ein fyrimunur fyri leiting- ina á landgrunninum vil tíðin so vísa. Men sterkari feløgini, sum eru við í leitingini í Føroyum, eru bæði tøkniliga og fíggjar- liga, tess størri skuldi samlaða orkan verið at gera íløgur í hesum nýggja og jomfrúuliga økinum. BP skerjingar skaka Aberdeen Agip fer helst at útseta boring Samanleggingar eisini týdning fyri Føroyaøkið C M Y K 7 6