mikudagur 27. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 60 - 27. mars 2002
Nr. 60 - 27. mars 2002
9
Frá hálvum apríl fer
fyritøkan hjá Elmari
Zachariassen í Klaks-
vík at hava alla uttan-
býarkoyringina um
hendi
FØROYA BJÓR
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
- Vit hava skrivað undir
sáttmála
við
Elmar
Zachariassen, sum kemur í
gildi fimtanda apríl, sigur
Einar Waag, stjóri á Føroya
Bjór.
Hesin sáttmálin hevur við
sær, at fyritøkan hjá Elmari
skal koyra til allar sølur hjá
Føroya Bjór í landinum.
Teir skulu tó bert koyra til
sølurnar og ikki inni í
bygdunum ella býunum.
Strandfaraskip Landsins
hevur annars tikið sær av tí.
- Vit eru sera væl nøgd
við tænastuna hjá Strand-
ferðsluni, men tað er sera
dýrt, sigur Einar, sum vón-
ar, at tænastan hjá Elmari
ikki fer at standa aftanfyri
SL.
- Ongantíð betur um tæn-
astustøðið hækkar, sigur
hann.
Tað fara sera nógvir trail-
arar um vikuna úr Klaksvík
og kring alt landið við vøru
frá Føroya Bjór, so talan er
um eina stóra øking í koyr-
ing hjá Elmar Zacharias-
sen.
Einar sigur, at onkrir av
bilunum hjá Strandferðsl-
uni hava havt reklamuskelti
frá Føroya Bjór á.
- Tað er væl møguligt at
skelti verða sett á onkran
bil hjá Elmar Zachariassen,
men tað er sera kostnaðar-
mikið at gera, sigur Einar
Waag, stjóri á Føroya Bjór.
Í september mánaða
2000 fingu húsini hjá
Victor og Gunnleyg
Dánjalsson úr Klaks-
vík stóran skaða av
skriðulopi. Nú hálvt
annað ár seinni stúra
tey framvegis, tá tað
regnar illa
SKRIÐULOP
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
- Vit eru framvegis bangin,
men tað batnar hvønn dag,
sigur Victor.
- Vit vóru úti úr húsinum
í umleið ein mánaða, og vit
søgdu, tá vit fluttu inn aftur,
at um angist kenslan ikki
var batnað aftan á tað fyrsta
árið, so fluttu vit. Men tað
bleiv betur og tað blívur
eisini betri enn.
Victor greiðir frá, at tey
hildu, at tað var best at fara
inn aftur í húsini sum
skjótast.
Men húsini vóru so langt
í frá liðugt í standgjørd, tá
tey fóru inn aftur. Tey
svóvu ta fyrstu tíðina í
stovuni, meðan kømurni,
sum fóru illa, vórðu gjørd í
stand. Tann eini skilavegg-
urin í einum kamari flutti
seg einar fimm sentimetrar,
og Victor sigur, at rúturin í
tí kamarinum fór í knús.
- Vit kunnu bara vera
takksom fyri at dóttirin,
sum eigur tað kamarið ikki
sat inni har tá. Tað er púra
vist, at hon hevði ikki yvir-
livað trýstið, sum var inn
gjøgnum rútin og móti
skilavegginum.
Victor sigur, at tað var
best fyri Gunnleyg og seks
ára gamla Páll,sum vóru
inni, tá tað leyp, at tey fóru
innaftur sum skjótast.
Drongurin var sum vera
man púra frá sær sjálvum
teir fyrstu dagarnar aftaná.
Hann sat í bilinum saman
við einum vinmanni og bíð-
aði eftir mammuni, tá tað
leyp. Teir sóu alla evjuna
renna út av takinum á hús-
inum og niður á bilin.
- Hann var sera bangin
dagarnar
aftaná,
sigur
Victor.
- Bara tað minsta ljóðið,
so kom hann rennandi inn
til okkum.
Páll er í dag átta ára gam-
al og so við og við komin
yvir ræðuliga hendingina.
Men Victor sigur, at tað sást
enn á honum við hvørt, at
hann er fjálturstungin.
300 tons av móru
uttanfyri
Victor sigur, at teir fyrstu
dagarnar aftaná fóru við at
lempa inni í húsinum og
vaska.
- Tað var heilt ótrúliga
torført at vaska, tað var sum
tað bara vaks. Tað bleiv við
at vera skitið inni.
Hann sigur eisini, at tey
fingu sera nógva hjálp alla
staðni frá.
- Tað var stórarbeiði at
rudda upp aftur bæði inni
og úti, sigur Victor.
- Teir koyrdu eini trý
hundrað tons av móru út úr
túninum hjá okkum, greiðir
hann frá.
Kommunan gróv eina
veit umleið 30 til 50 metrar
omanfyri húsinum til at
beina vatn burtur. Tað bleiv
við at regna illa dagarnar
aftan á skriðulopið og alt
vatnið savnaðist uttanfyri
hjá Victor og Gunnleyg.
Veitin er nóg stór til at
kunna steðga einum steini.
Íbúðin í kjallaranum
fór ringast
Í kjallaranum hjá Victor og
Gunnleyg var ein íbúð,
áðrenn skriðulopið, men
hon fór so illa, at alt mátti
gerast av nýggjum.
- So vit tóku avgerð um,
at gera kømur og eina stovu
í staðin, so um tað regnar
illa onkran dagin, og vit eru
ørkymlað av tí, so húsast
vit bara í kjallaranum. Tað
er ein trygg kensla, sigur
Victor.
Nógv at takka fyri
Hann sigur, at tey ofta hava
hugsað um skalvalop tíðina
áðrenn skriðulopið.
- Vit høvdu aldrin ímynda
okkum at hatta fór at
henda. Vit hava ofta tosað
um skalvalop, og eg vil ikki
leggja skjól á, at vit verða
ørkymlað, tá nógvur kavi
legst.
- Vit hava nógv at vera
takksom fyri og eg veit, at
tað er bert einum fyri at
takka, at alt spældi so væl
av. Tí, hví skuldi eg ringt
heim og biðið Gunnleyg
farið út úr húsinum tíggju
minuttir, áðrenn tað leyp?
Tað havi eg ongantíð gjørt
áður.
- Uttan at taka nakað frá
nøkrum øðrum, má eg
nevna Hans Jacob, grannan
hjá okkum. Í tí ringastu
løtuni, sum var meðan eg
enn ikki visti hvar Gunn-
leyg og børnini vóru, var
hann hjá mær alla tíðina.
Og tað haldi eg vera alla
æru vert. Hann hevði jú
eisini sítt at hugsa um,
sigur Victor Dánjalsson.
Victor sigur, at fólk hava
verið heilt einastandandi
hjálpsom. Onkur fór enntá
so langt sum at vilja býta
um hús við tey. Men Victor
og familja hansara vilja
fegin vera búgvandi í hús-
inum.
Fyritøkan hjá Elmar Zachariassen:
Fingið uttanbýarkoyringina hjá Føroya Bjór
Vit eru framvegis bangin fyri
skriðjulopi
Ótespuligt sá tað út, tá skriðjan rakti húsini.
Hotel Hafnia um
PÁSKIRNAR
Skírisdag, langafríggjadag
leygardag, páskadag og 2. páskadag:
Kamar og
morgunmatur
Einkultkamar kr. ..............500,-
(Børn upp til 12 ár ókeypis)
Dupultkamar kr. ..............350,-
fyri hvønn/
eina nátt
Gleðiligar páskir !
Hotellið í miðbýnum
Tel 31 32 33 • Fax 31 52 50
E-mail: hafnia@hafnia.fo
RESTAURANT HAFNIA
&
HAFNIA LOUNGE
eru opin á páskum,
men afturlatin skírisdag og langafríggjadag, !
Sjá serlýsing fyri matskrá okkara
leygardag, Páskadag og 2. Páskadag !
fyri hvønn/
eina nátt
team85
leygarkvøldið 30. mars, sunnudagin 31. mars & mánadagin 1. apríl
SERTILBOÐ
Rækjubland ella klár súpan við bollum 35,-
Leskiligt lambstjógv 120,-
Ísdessert 35,-
3 rættir bara
Heimabakað breyð afturvið.
við kókaðum og brúnum eplum, reyttkáli og lambasós.
158,-
BÚFF TILBOÐ
Harumframt bjóða vit
leskiliga luksus-matskrá
Verið vælkomin at bíleggja borð frammanundan!
Hotellið í Miðbýnum
Tel 31 32 33
PÁSKATILBOÐ Á HOTEL HAFNIA
Gevið mammu og pápa frí á páskum - komið út og etið!
Flógvur innbakaður laksur v/limesós 35,-
Frítt val millum
· enskan búff,
· franskan búff ella
· piparbúff 155,-
2 rættir bara
Borðreitt á salati.
við tilhoyri
175,-
HAFNIA LOUNGE
Kaffi og køka 35,-
leygarkvøld frá 18.00 - 21.30
STÓR PÁSKABUFFET
á 185,-
Barnabuffet 2-12 ár 55,-
13-16 ár 78,-
Sunnud. og mánad. til kl. 17.00
team85
Kunngerð
Tað verður gjørt kunnugt, at vallistarnir til løgtings-
valið, sum verður tann 30. apríl 2002, liggja frammi
til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í vanligari av-
greiðslutíð frá týsdegnum 25.mars 2002 til hósdag-
in 4. apríl 2002, báðir dagar íroknaðir. Vallistin á
Hellunum liggur frammi hjá Eli Jensen í sama tíðar-
skeiði.
Kæra um,at onkur ikki er komin á listan,ella at onk-
ur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráð-
num í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. apríl 2002.
Fuglafjørður, tann 25. mars 2002.
Fuglafjarðar býráð
Kunngerð um
løgtingsvalið
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin til løg-
tingsvalið tann 30. apríl 2002 liggur frammi til al-
ment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari av-
geiðslutíð frá mánadegi 25. mars 2002 til mikudag-
in 3. apríl 2002.
Kæra um,at onkur ikki er komin á listan ella,at onk-
ur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráð-
num í hendi í seinasta lagi 7. apríl 2002.
Tvøroyri, hin 25. mars 2002.
Heimarøktin í Suðuroy
Summarferiu-
avloysarar 2002
Sjúkrasystrar
Heilsuatstøðingar
Heilsuhjálparar/Heimahjálparar
Søkt verður eftir summarferiuavloysarum at ar-
beiða í skiftandi vaktum í Heimarøktini í tíðarskeiði-
num 27. mai til 30. september.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til økisleiðaran Jastrid Nielsen tlf. 373907.
Løn og setanartreytir samb. sáttmála millum avvar-
andi yrkisfelag og Fíggjarmálastýrið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi verður at senda
til:
Heimarøktin
Økisskrivstovan
900 Vágur
Umsóknarfreistin: 19. apríl 2002.
C
M
Y
K
9
8