mikudagur 27. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 60 - 27. mars 2002
Nr. 60 - 27. mars 2002
13
VIÐMERKINGAR
Unga fólkið sleppur ikki heimanífrá
Fríðálvur Jensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymi
Bústaðartrupulleikin er so
stórur at nógv av teimum
ungu, sum ynskja at festa
búgv, hava ikki møguleika
til tess!
Sum eg havi nevnt, nú
tað stundar til val, eru tað
mong valevnir og flokkar,
sum royna at geva sítt boð
uppá, hvussu vit fara undir
at loysa bústaðartrupul-
leikan.
Tosar ein við fólk, so
vísir tað seg, at bú-
staðartrupulleikin gongur
teimum so nær at lívinum,
at fyri mong er støðan heilt
ótolandi.
Húsaprísirmir
Av tí at útboðið er nógv
minni
enn
eftirspurn-
ingurin, eru húsaprísirnir
farnir upp á sama støði ella
hægri, enn tað var í
áttatiárunum.
Hetta ger so tað, at fyri
tey ungu, sum skulu festa
búgv, er støðan rættiliga
ómøgulig, og gera prísirnir,
at hesi gerast trælir í egnum
húsum.
Hetta sigi eg, tí tað skal
meira enn ein inntøka í
kassan, fyri at kunna gjalda
rentur og avdráttir, og so
kann tað ikki sigast annað
enn, at hesi ungu skulu
knógva undir slíkari byrðu,
at
dagligdagurin
gerst
rættiliga strævin og trupul.
Alternativ bygging
Vit mugu tí fara at leggja
ein
politikk
tilrættis,
soleiðis at vit kunnu fara
undir alternativa bygging,
og at tað almenna stuðlar
undir hesum, við at vit
broyta lógina viðvíkjandi
rentustuðlinum soleiðis, at
tey ið ynskja at leiga fáa
stuðul,
og
at
meirvirðisgjaldið
verður
lækkað ella tikið burtur í
sambandi við slíka bygg-
ing.
Húsalánsgrunnurin skal
fáa teir heimildir, sum
skulu
til,
soleiðis
at
grunnurin kann fara undir
tær ætlanir, ið vórðu lagdar
fyri Føroya fólk herfyri.
Viljin er at fara undir at
leggja ein politikk tilrættis
á økinum, tí nú er støðan so
katastrofal, at hendir onki,
er stórur vandi fyri, at unga
fólkið, sum er uttanlanda
ikki sleppir heim, og at
unga fólkið her á landi –
flýggjar.
Tín stuðul skal til
Skal hetta lata seg gera, er
tað sjálvandi neyðugt, at tit
stuðla okkum, sum vilja
fara undir hetta arbeiðið, so
– tín atkvøða er tað sama
sum
tín
stuðul
til
alternativa bygging!
Hanna Jensen
løgtingsvalevni fyri
Fólkaflokkin í Eysturoynni
Nú Útvarp Føroya, mána-
kvøldið tann 18. mars,
kunngjørdi, at ein veljara-
kanning vísti, at tað eru tey
eldru, sum vilja ríkis-
felagsskap og tey ungu full-
veldi, so fóru nógvir tankar
ígjøgnum mítt høvd.
Hetta samsvarar við tann
veruleika, at ung, sum
heild, hava áræði, og at tey
eldru byrja at stúra fyri
hvørji mótbrekku.
Men eg má spyrja: Duga
føroyingar ikki at taka sær
av sínum eldru og gomlu?
Og ætla teir ikki tað, tá land
teirra gerst sjálvstøðugt?
Hvør kann halda, at danir
skulu gjalda fyri okkara
uppihald í aldurdóminum?
Og hvør er trygdin í, at
mínir javnaldrar í Keyp-
mannahavn skulu gjalda
fyri, og óbeinleiðis taka
avgerðir um, hvussu t.d.
omma mín skal hava tað
her í Føroyum?
Eg skilji als ikki hendan
hugsunarhátt, men meti, at
tað kann bert gerast betur,
jú meiri vit gera sjálv.
Og eg vil hjartaliga heita
á tykkum eldru, tykkum
gomlu: Gevið hesum unga
ættarliðnum
møguleikan
fyri tí, sum tit ikki fingu
møguleikan fyri. Latið tey
sleppa at royna seg- at taka
við allari ábyrgd í hesum
landi, sum vit øll eiga og
eru góð við.
Veljið ein flokk, sum vil
fult sjálvstýri.
Ein flokk, sum stendur á
odda fyri tí tryggu sjálv-
stýristilgongdini.
Tann flokkin, sum hvørki
ætlar at innlima føroyar í
danska ríkið við tað sama -
ei heldur kvetta í morgin,
men sum arbeiðir fram
ímóti búskaparligum sjálv-
bjargni fyrst - so fólkið
hevur eitt satt val, tá fólka-
atkvøðan verður hildin.
Henda flokk, sum vil
gera tað gott at liva í Før-
oyum - ikki minst fyri tey
eldru.
Vísi okkum ungu álit. Vit
ætla at gera okkara besta.
Og vit hava trúgv á, at tað
fer at bera til.
Havið tit eisini tað!
Áheitan til tey eldru!
Páll Poulsen
Valevni Sambandsfloksins í
Norðstreymoy
Fullvelstisstuðlanir leggja
stóran dent á at nýta
grannalandið Ísland sum
fyrimynd,
um
Føroyar
gerast eitt fullveldi. Men,
fólk í útjaðaraøkjunum í
Føroyum, kunnu eisini nýta
Ìsland sum eina ræðumynd,
um tey ætla sær at velja
loysingarflokkarnar! Tí um
bústaðarmynstrið í Ìslandi
skal verða fyrimyndin fyri
einum føroyskum fullveldi,
so hevur útjaðarin í Før-
oyum onki gott í vænti. Í
Føroyum býr umleið ein
triðingur av fólkinum í
høvusstaðnum. Í Íslandi
búgva tveir triðjingar av
landsins íbúgvum í høvuðs-
staðnum.
Uttan mun til hvat vit
annars halda um ríkis-
veitingina, so eru øll samd
um, at tað er orsaka av
ríkisveitingini
(blokkin-
um), at Føroyar í dag hava
eitt livistøði, ið er ájavnt
við hini Norðurlondini. Tað
er heilt greitt orsaka av
ríkisveitingini, at vit hava
megnað at ment sam-
ferðslukervið til frama fyri
útjagaraøkjini, og at vit – til
dømis - hava, framhalds-
skúlar, sjúkrahús og røkt-
arheim í Suðuroynni og í
Norðuroyggjum.
Tað eru tey, ið harmast
um, at vit ikki fingu full-
veldið beinanvegin aftaná
nógv umrøddu fólkaat-
kvøðuna 14. septembur. Ja,
kannska ? Men um so var,
at vit høvdu fingið fullveldi
tá, so vóru ongir útoyggja-
veljarar í dag! Búðu nú
eini 25 túsund fólk í Før-
oyum, og 15 túsund av
teimum helst í Tórshavn, so
vóru Føroyar ikki tað
framkomna landið tær eru í
dag - gamla Dronning
Alexandrines
Hospital
hevði framvegis hokið úti í
Sandagerði, og fróðskap-
arsetur,
miðnámsskúlar,
norðurlandahús, Smyrlar,
tyrlur, vegir, brýr, berghol
og
undirsjóvartunnlar,
høvdu
bara
funnist
í
hugaheiminum hjá einum
doyggjandi ættarliði av
fullveldisfólkum.
Uttan
ríkisveitingina,
sum eina trygga inntøku í
upp- og niðurgangstíðum
hevði ein rættuliga stórur
partur av teimum stovnum
og tænastum, vit í dag
rokna sum ein sjálvfylgja,
ikki verið ein veruleiki.
Eitt annað er so, um vit
altíð hava sýnt ríkjisveit-
ingini virðing, og nýtt hana
rætt! Tað kunnu vit ikki
lasta dønum, men bara
okkum sjálvum!
Sambandsflokkurin fer
at gera alt fyri at útjagarin
og bygdamenningin ikki
verður
offrað
á
full-
veldisaltarnum! Og tí velja
Norðstreymoyingar, sum
eina
sjálvfylgju
SAM-
BANDSFLOKKIN.
Ríkisfelagskapur = bygdamenning!
Fullveldi = miðsavnan!
VIÐMERKINGAR
Virðiligur eldra-
politikkur er ikki
grenj og útgjaring!!
Sigfríður Dam
Olsen
valevni í Vágum
Eitt av álvarsmálunum,
sum ein komandi sam-
gonga
má
og
skal
fremja, er at betra tær út
av lagi vánaligu umstøð-
urnar hjá alt ov mongum
av okkara eldra fólki.
Ofta verður kastað
Javnaðarflokkinum fyri,
at hann tosar og hugsar
ov nógv um "neyð og
vesaldóm" !! Løgið, er
tað verðuliga so, at tað
bert eru javnaðarfólk, ið
geva sær far um hesi
viðurskifti?
– Neyvan, men tað
undrar mong, at tann
meiriluti, ið rátt hevur
seinastu fýra árini og
sum hevur vitað um
støðuna, lítið, fyri ikki at
siga einki, hevur gjørt til
bata á hesum øki.
Í Degi og Viku og í
øðrum sjónvarpssend-
ingum um eldraviður-
skifti, hava javnan verið
samrøður við fólk, ið
hava víst á hesar trupul-
leikar. Og í farnu viku
var ein sigandi samrøða
við Rigmor Thomsen,
pensioneraða
sjúkra-
systir úr Norðagøtu.
Hon helt, at ráðandi
myndugleikarnir, ið eru
vitandi um støðuna,
høvdu mist ábyrgdar-
kensluna
yvir
fyri
okkara eldru samborg-
arum, sum eitt heilt lív
hava stríðst og bygt upp
hetta samfelagið, sum
vit njóta gott av. Hon
mælti til at fáa eldra-
verndir, sum skula virka
sum núverandi barna-
verndir.
Hetta tykir mær at
vera eitt sera gott hug-
skot. Tað eru nógv eldri
fólk og onnur við, ið
ikki kunna klára seg
sjálvi.
Fleiri
liggja
einsamøll so at siga alt
samdøgurið. Heimarøkt-
in ger her eitt stórt og
gott arbeiði, men játtan-
in til Heimarøktina má
hækka munandi, so at
henda fær betur tíð til
hvønn einstakan, har-
aftrat má Heimarøktin
útbyggjast, so at møgu-
ligt verður við døgnrøkt,
har tað er neyðugt.
Uppaftur onnur eru, ið
kundu havt tað gott, men
sum av øðrum umstøð-
um ikki fáa frið at liva
eitt virðiligt lív undir
egnari lon. Her hevði ein
eldravernd, sum møgu-
liga kundi verið mannað
av
kommunulækna,
heimasjúkrasystir
og
øðrum fakfólkum á øk-
inum, verið gull í virði í
teimum ymisku viður-
skiftunum!!
Virðiligur eldrapoli-
tikkur kostar. Spurning-
urin er tí, um vit unna
okkara eldru samborg-
arum ein størri part av tí
samfelagságóða,
sum
tey sjálvi í sínari tíð í so
stóran mun hava verið
við til at skapa??
Jú, vit í Javnaðar-
flokkinum hava klárt
meldað út, vit eru til-
reiðar og taka hetta mál í
fullum álvara.
Men sera hugstoyt-
andi var tað, at Tjóð-
veldið (Høgni Hoydal)
skírir hetta hjartamál
Javnaðarflokksins fyri
grenj og útgjaring.
At Tjóðveldisflokk-
urin við Høgna Hoydal á
odda hevur flutt seg sera
nógv hugsjónarliga, er
eingin loyna, men at
framstandandi, lovandi
valevni eru farin á
hálkubreyt og nærum
hava lagt seg hjá Fólka-
flokkinum í høgra borði,
tað boðar ikki frá góð-
um.
Eisini hetta fer velj-
arin at hugsa um, áðrenn
hann setur krossin val-
dagin.
Schandorff Vang
Formaður og alttjóða
dómari
Bogaskjótideildin
(limur í ÍSF, IGA, NBU,
EMAU og FITA –
bert IOC manglar)
Fimmarin
mikudagin
í
farnu viku var sum eg
væntaði merktur av nógv-
um fullveldis politikki.
Finnur Helmsdal royndi á
sín diskreta hátt, men tá
Sjúrður Skaale og Leivur
Hansen fingu folda seg út,
skein púrasta greitt ígjøg-
num, hvat ætlanin var við
hesi sending.
Ein nevndi um, hvussu
skjótt
"Jugoslavisku"
landspartarnir fingu lima-
skap. Har haldi eg støðan
var heilt ein onnur enn í
Føroyum. Jugoslavia sindr-
aðist av kríggi – vónandi er
tað ikki tann støðan full-
veldisfólkið bíðar eftir.
Sum rættir fullveldis-
menn stardu teir seg fastan
í "Chartrinum", sum vísti á
"independant state". Tó
hoyrdu vit Finn siga, at
nøkur lond vóru komin við
sum undantak.
Vil tað so ikki siga, at
tulkingin av "independant
state" er opin fyri, at vit
eisini kunnu koma uppá tal
sum limur í IOC? Jú – tað
vildi eg meint!
At endurtaka alla send-
ingina loysir seg ikki, men
tá ÍSF-forsetin, sum talar
søk ÍSF’s, t.v.s. søk hjá
øllum ítróttarfeløgumnum
og øllum Føroya ungdómi,
sum íðkar ítrótt, verður
lagdur undir at grugga hetta
mál ístaðin fyri at arbeiða
miðvíst móti limaskapi, so
fara teir skeivir.
Tit fullveldisfólk eru tey,
sum grugga málið og royna
at spenna bein – og útnytta
hetta í loysingarstríðnum.
Hvat er hent?
Lat okkum hyggja at gomlu
Olympisku nevndini í Før-
oyum.
At spyrja, hví gongd er
komin á málið júst nú er í
lagi, men so eigur eisini at
verða spurt um, hvussu
skipanin hevur koyrt frá
byrjan til dagin í dag.
OL-nevndin hevur verið
vald í samráð við ÍSF, men
hevur arbeitt fullkomuliga
uttanfyri stjórn íSF’s, t.v.s.
at ÍSF bókstaviliga onki
hevur havt at siga. Hesar
nevndir hava passað seg
sjálvar uttan at lata nakran
kunna blanda seg. Ikki fyrr
enn stjórnin eftir forseta-
skiftið í IOC hevur endur-
sæð møguleikan fyri at taka
umsóknina fram aftur, er
arbeiðið ment meira. Lagt
er upp til lógarbroytingar
og fann tann sitandi OL-
nevndin útav at leggja frá
sær.
Sjálvur kom eg inn í
stjórn ÍSF’s í 1997 og havi
eg fleiri ferðir spurt um
arbeiðið í OL-nevndini
o.s.fr., men har hevur verið
púra deytt.
Tað er heilt greitt – síðan
starvsnevnd ÍSF’s tók yvir
er gongd komin á av álvara.
Hvør sat í hesi síðstu
nevnd, sum fekk so lítið av
skafti?
Magni Arge var for-
maður og Finnur Helmsdal
var nevndarlimur.
Eg ætli mær ikki at skíra
nakað politiskt, men tá man
sær hesi nøvn, kann man
freistast at trúgva, at hugs-
anin eisini hevur verið
politisk, men lat tað liggja.
Men hvat gjørdi henda
nevnd?
Hóast fyrispurningar í
stjórn ÍSF’s, havi eg tann
dag í dag bert sæð ein
faldara frá 1992 av tí
arbeiði OL-nevndin hevur
fram – hvat annað hevur
OL-nevndin framt?
Munurin í dag er tann, at
innanhýsis í stjórn ÍSF’s er
nógv hent, sum hvørki
Finnur Helmsdal ella aðrir
atfinnarar vita um. Nógv
tilfar er lagt fram og við-
gjørt, og fyrst nú vita vit
nógv meiri í mun til áðr-
enn.
So til tykkum mótar-
beiðandi fullveldissinnaðu
– latið vera at grugga
málið.
Hví limaskpa í IOC?
Fyrst og fremst fyri at
menna ítróttin her á landi.
Vit vita øll, at tað bert
verða tey heilt fáu, sum
nakrantíð koma so langt, at
tey kunnu luttaka til OL.
Men hvat gevur tað
øllum hinum ítróttarfólkun-
um?
Vit fara at fáa stuðul til
menning
og
útbúgving
innan ítróttin. Tað fer at
geva okkum betri førleika
til luttøku millum størri og
sterkari lond. Hetta kastar
so heilt avgjørt eisini av
sær til øll, sum eru kring ta
ítróttargreinina, sum fær
luttøku og sum roynir at
menna teirra ítrótt her á
landi.
Henda stuðul fara vit so
avgjørt at hava fyri neyðuni
– serliga um vit koma undir
ólukku fullveldið.
Einasta
vón
er,
at
Mentamálastýrið
ikki
blandar seg her eisini, fyri
at taka burtur av tí, sum ÍSF
skavar inn til sínar limir,
eins og gjørt varð við vedd-
ingarpengarnar.
OL-viðurkenning og
fullveldi
Tað kann vera, at nógv ung
hoyra til fullveldisveingin,
men mín áheitan er: - halt
politikk og ítrótt frá hvørj-
um øðrum.
Latið vera við at velja
nakran fullveldisflokk bert
fyri at fáa IOC-limaskap, tí
tað er reinur galskapur.
Sjálvandi megna vit at
fáa limaskap uttan full-
veldi!
Latið vera við at hoppa
uppá, at onkrar fullveldis-
hetjur hava funnið ein
"Charter", sum hevur nak-
að í sær, sum kanska kann
krevja fullveldi.
Hvussu nógvir "chartrar"
eru ikki?
Hvussu
nógvar
"Bi-
Laws" eru ikki?
Hvussu nógv "Appen-
dix" eru ikki?
Tað er har allir krókarnir
eru, sum vit skulu leita í –
uttan fullveldi.
Hans Birgir Hansen
Tað eru nøkur ár síðani, at
ein alment gjørdi vart við,
at fólkapensjónistar ikki
hava ráð at sita í egnum set-
húsum, við tí fólkapensjón
hesi fáa í dag.
Tað hevði tí verið eitt
gott hugskot um hesi fingu
innrættað kjallaran og flutt
niður í hendan. So kundu
børnini flutt inn í sethúsini
hjá foreldrunum.
Tað hevði tá verið møgu-
ligt hjá børnunum at selt
síni egnu sethús og fingið
meira tíð at taka sær av
sínum foreldrum, sum hesi
hava slept uppá fjall.
Tað ber væl til hjá fólka-
pensjónistum at flyta niður
í kjallaraíbúð og leiga set-
húsini út um børnini ikki
vilja flyta inn og selja síni
sethús.
Tað er stak vánaligt, at
leigulógin frá 40-árunum
ikki verður endurskoðað av
lands-/kommunal politikar-
um, ið bert hugsa um løtu-
vinning.
Tað eru slíkar loysnir,
okkum tørvar at fáa skipað
í Tórshavnar kommunu, ið
kann sleppa okkum undan
byggjan av ellis- og røktar-
heimum.
Tað er ein ómenniskjalig
viðferð, sum lands-/komm-
unal politikarar geva fólka-
pensjónistum undan hvørj-
um tí einasta løgtings-
/kommunuvalið.
Tað hevði verið uppá sítt
pláss, at allir fólkapensjón-
istar fingu innlit/forstá-
ilsi/tilvitan við atliti til
politisku stevnuskráirnar.
Tað hevði verið uppá sítt
plássl, at allir fólkapensjón-
istar, ið eru limir í politisku
flokkunum, tóku lut í
uppstillingarfundunum.
Tað hevði verið uppá sítt
pláss at funnið tey fólk,
sum tit vilja skulu stilla upp
til løgtings-/kommunuvalið
hjá politisku flokkunum.
Tað skal verða mín al-
menna áheitan á allar
fólkapensjónistar kring alt
landið.
PS: Eg komi aftur til
tykkum í blaðnum.
Fullveldis IOC-politikkur
Fólkapensjónistar ómenniskjaliga viðferð!
C
M
Y
K
13
12
GÓ IR
BRÚKTIR
BILAR
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1997, 151.000 km.
94.000
Nissan Almera 2,0 Diesel SR
grønur, 4 hurðar,
árg. 1999, 75.000 km.
125.000
Nissan Almera 1,6 SR
grønur, 4 hurðar,
árg. 1998, 44.000 km.
109.000
Nissan Sunny 1,6 Coupé
hvítur, 3 hurðar,
árg. 1986, 305.000 km.
8.000
Nissan Primera 2,0 SLX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1998.
135.000
Nissan Primera 2,0
rey ur, 4 hurðar,
árg. 1991, 121.000 km.
47.000
Peugeot 405 GTX 1,9
rey ur, 4 hurðar,
árg. 1993, 30.000 km.
59.000
Peugeot Expert 1,9 Diesel
rey ur, 4 hurðar,
árg. 1995, 60.000 km.
85.000
Peugeot 306 Diesel Aircon
bláur, 4 hurðar,
árg. 1999, 47.000 km.
125.000
Peugeot 306 XS 2,0 St.Car
ljósa bláur, 5 hurðar,
árg. 1999.
130.000
Opel Astra 1,8 Club Wagon
grønur, 5 hurðar,
árg. 1995, 104.000 km.
70.000
Opel Astra 1,4
bláur, 3 hurðar,
árg. 1997, 97.000 km.
70.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 109.000 km.
67.000
Opel Astra 1,7TD Wagon
grønur, 5 hurðar,
árg. 1995, 99.000 km.
65.000
Opel Zafira 2,0 Dti Comfort
gráur, 5 hurðar,
árg. 2001, 18.000 km.
196.000
Toyota Carina E 1,6 CDX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1997, 50.000 km.
117.000
Toyota Carina E 2,0 DT
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 243.000 km.
110.000
Opel Astra 1,6 Club
grønur, 4 hurðar,
árg. 2000.
119.000
Opel Astra 1,7Dtl Wagon
grønur, 4 hurðar,
árg. 1997, 108.000 km.
99.000
Opel Astra 1,7Dtl Wagon
grønur, 5 hurðar,
árg. 1997, 42.000 km.
105.000