Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mars 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2002 15 Tað verður gjørt nógv burturúr, at ein skúli liggur ovarliga á hit- listanum yvir skúlar. Tað er so ymiskt, hvat skúlarnir leggja dent á, men tær dáma allir líka væl at fortelja um rókaplássini á teim ymsu tindunum ÚTBÚGVINGAR / HUGLEIÐINGAR Heri á Rógvi Aberdeen: Í skotska stór- býnum og føroyska ferða- málið Aberdeen eru nógv lesandi. So nógv, at býurin líkist ein lestrar býi burtur- av. Gamli fiskivinnubýurin hevur upplivað eina stóra innrás frá oljuvinnuni. Hetta merkist allastaðni – eisini innan skúlaverkið. Hægri lærustovnarnir eru farnir undir at bjóða fleiri og fleiri útbúgvingar, ið eru serliga ætlaðar til olju- vinnuna. Nakað, ið alsamt er við at gerast meira vanligt í Før- oyum, er, at skúlar eru far- nir at kappast um næming- ar, og hetta ger seg í alstór- an mun eisini galdandi í Skotlandi. Ikki nokk við tí, at næmingarnir eru vorðnir vøra, men lærdu stovnarnir eru eisini farnir at hugsa øðrvísi, tá næmingarnir koma inn á skúlan. Tað er kapping á marknaðinum, og tá er neyðugt at hava nakað at lokka næmingar við. Landsins myndugleik- ar royna eisini skúlarnir fyri at vita eftir, hvussu m.a. frálærustøðið er. Eisini verður fylgt væl, hvussu væl ella illa teir útbúgnu næmingarnir, ið fara frá skúlunum klára seg. Vit hyggja nærri at tveimum lærdu háskúlum í Aberdeen. University of Aberdeen Tað gamla, kenda og etab- leraða universiteti í Aber- deen er University of Aber- deen. Tað er ógvuliga týdn- ingarmikið ikki at siga Aberdeen University, men University of Aberdeen. Tað var í 1495, at tað, ið seinni skuldi eita Univers- ity of Aberdeen, varð sett á stovn. Søgan hjá hesum lærda háskúlanum er so- statt ógvuliga rík og gomul. Talan er um triðelsta uni- versiteti í Skotlandi. Universiteti er í nógvar mátar eisini ein blandingur av nógvum ymiskum. Fyrst og fremst ein blandingur millum gamalt og nýtt. Fyrsti bygningurin, ið vitj- aðu fekk ikki beinleiðis tey mest superlativu lýsingar- orðini fram, tí bygningurin virkar slitin, og hølini tykist ómodernað. Blíðskapurin bilar tó einki, og vit fáa bæði vátt og turt. Fyrst á skránni er ein kunning um Geoschience og Geology og Petroleum Geology. Sum vera mann, tá olju- vinnan er beint uttanfyri dyrnar, so hava skotarnir á University of Aberdeen eis- ini gjørt sær útbúgvingar, ið eru serliga ætlaðar til olju- vinna. Hetta lokkar eisini fólk til universiteti. Saman- lagt eru yvir 10.000 lesandi á University of Aberdeen. Vanligt er, at skotskir ung- dómar byrja á universiteti um 17-18 ára aldur. An- drew Hurst greiðir okkum frá um teir meira oljurela- teraða útbúgvingar, ið skúl- in bjóðar. Hann sigur, at ein av orsøkunum til, at áhugin er so stórur fyri hesum slagnum av útbúgving er, at sjónvarpsrásir hava víst sendingar um jarðfrøði í prime-time, sum tað kall- ast. Hetta er um 7-8 tíðina á kvøldið. Eisini eru nógvir pengar í oljuvinnuni, og hetta er nakað, ið dregur. Eisini fara tey, ið lesa tey ymsu sløgini av jarðfrøði, nógvar ferðir uttanlands. USA og Frakland teljast millum mest vanligu støð- ini hjá teimum at vitja. Á University of Aber- deen kanst tú lesa mestsum hvat tú vilt. Her er frálæra í øllum møguligum fakum. Á rundferð varnast tú eisini tær framúr vøkru bygning- arnar rundanum universi- teti. Her er nógv søga at hóma, og traditiónirna viga nógv her. Vit verða m.a. víst í kapel, sum drótningin plagar at vitja. Alt hetta er ein partur av søguni hjá skúlanum. Eitt søguliga ríkt og dygdargott universitet. Robert Gordon University Á University of Aberdeen leggja tey stóran dent á at vísa okkum á, at teirra frá- lærustøði er sera høgt. UK Quality Assurance Agency for Higher Education (QAA) hevur University of Aberdeen í teirra topp tíggju, og hetta hava tey einki ímóti at fortelja tær sum vitjandi. Myndin er tó ein onnur á Robert Gordon University. Fyrsta myndin, ið møtir tær, eru vakrir eldri bygn- ingar og ungdómar í skúla- búnum. Fyrsti orðið, ið vit hoyra frá fólkunum á skúla- num, er arbeiðsmøguleikar. Beinanvegin verður tað gjørt púra greitt, at her verður hugsað nógv ar- beiðsmøguleikarnar hjá teimum lesandi, tá hesi verða liðug við teirra út- búgving. Teir kalla seg fyri eitt vocational ella arbeiðs- søkjandi universitet, sum finnur sína topp tíggju plas- ering í listanum yvir uni- versitet, har tey júst lidnu finna arbeiði innanfyri eina ávísa tíðarfreist. Hetta leggja tey stóran dent á. Skúlin hevur eitt stórt kont- ór, ið bara tekur sær av at hyggja at arbeiðsmøguleik- um. Gjørt verður upp fyri hvørja fyritøka sær. Tey siga okkum, at tað kann gott betala seg at koma frá Robert Gordon University, tá tú skal leita eftir arbeiði. Á University of Aberdeen hildu tey ikki so nógv um Robert Gordon University, men á Robert Gordon University vilja tey ikki so fegin gera viðmerkingar til starvsfelagarnar á Univers- ity of Aberdeen. Stórur dentur verður lagdur á at vera modernað- ur. Alt skal vera nýtt sum gjørligt. Útbúgvingarnar, teir bjóða, eru mest hand- ils- og búskaparútbúgving- ar, ið tað eisini er eftir- spurningur eftir. Har ber ikki til at lesa heimspeki, men har eru góðir arbeiðs- møguleikar. Skúlar á hitlistum – millum lærdar háskúlar í Aberdeen Klassi av Studentaskúlanum í Hoydølum vitjaði fyri kortum í Aberdeen. Fremst til høgru á myndini sæst Scott Styles, ið er professari í løgfrøði. Aftanfyri næmingarnar sæst gamla áskriftin á latíni. Mynd: Heri á Rógvi Andrew Hurst er lektari á University of Aberdeen. Hann undirvísir og granskar serliga í petroleum jarðfrøði. Mynd: Heri á Rógvi Vakurt sær tað út; Robert Gordon University. Robert Gordon er bæði college og university, og tað skortar heldur ikki við skúlabúnum. Skúlin leggur stóran dent á at vera modernaður. Mynd: Heri á Rógvi 15 14 Nr. 60 - 27. mars 2002 Selskab for Vestjysk Ølkultur hevur smakkað tey nógvu ymsu sløgini av páskabryggini. Har- ímillum var páska- bryggi hjá Føroya Bjór, ið varð sagt at vera hitt næstbesta ØL-KAPPING Heri á Rógvi Selskab for Vestjysk Øl- kultur hevur kosið Føroya Bjór páskabryggi sum hitt næst besta páskabryggi í gullstyrki klassanum. Sam- bært Dimmalætting hittast limirnir í Selskab for Vest- jysk Ølkultur til ølsmakk- ing av og á. Teir fáa blind fyri eyguni, soleiðis at teir ikki vita, hvat slag teir smakka. Um hetta var tað, ið gjørdi útslagið, er ikki gott at vita, men í øllum førum fekk ølið frá Føroya Bjór eitt flott annað pláss fyri teirra páskabryggj í gullstyrki klassanum. Sam- anlagt varð tað til eitt fjórða pláss fyri allar ølirnar í øllum klassanum. Tað er føroyingurin Bjarne Juul Pedersen, sum hevur syrgt fyri, at teir í vestur Jútlandi sluppu at smakka tað før- oyska bjórið eisini. Hann er búsitandi í Føroyum, men er limur í Selskab for Vest- jysk Ølkultur kortini, og hann var eisini við til smakkingina. Tað er vert at leggja til merkist, at tað so kenda páskabryggi hjá Tuborg endaði á einum aftasta plássi í tí klassanum, har Føroya Bjór fekk heiðurin at verða nummar tvey. Nummar eitt í kappingini gjørdist Hancock Påske Beer, ið er eitt lokalt merki í Jútlandi. Herðaklapp Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, sigur, at hann tekur hetta sum eitt herðaklapp. – Eg eri serliga stoltur av, at vit vunnu á so kendum merkjum sum Ceres og Tu- borg, sigur Einar Waag. Hann upplýsir, at teir longu útflyta eitt sindur til Íslands og til Danmarkar. Tað er Føroya húsið, sum stendur fyri søluni av Før- oya Bjór í Danmark, sum tó – enn – bert er til nakrar fáar barrir og matstovur. Einar Waag roknar ikki við, at útflutningurin fer at veksa nakað munandi av hesum, men hann er glaður fyri at hava fingið hesa við- urkenningina. 2. páskakvøld verður skipað fyri einari Free Føroyar konsert í Klaksvík. Millum lut- takandi bólkarnar verður Frændur KONSERT Heri á Rógvi Unga Tjóðveldið og teirra Tónleikarar fyri loysing fara nú aftur í eldin. Hesa- ferð stendur Klaksvíkin fyri tørni. Free Føroyar eitur tiltakið, ið hevur verið fleiri ferðir áður. Konsertini hava verið hildnar fyri tað nógva í Havn, men fyri góðum tveimum vikum síðani varð skipað fyri einari Free Før- oyar konsert í Skopun. Henda konsertin eins og fleiri av teimum undan- farnu hava verið væl vitj- aðar. Hesaferð ætlar Unga Tjóðveldið og teirra fólk at spíla seg enn meira út. Luttakandi bólkar verða: Frændur, Flux, Marigold, Side Effect, Iris, Human Caos og Tourist. Millum hesar eru fleiri kendir bólkar. Fleiri av bólkunum hava eisini roynt seg í Free Føroyar høpi áður. Tað er heldur ikki á hvørjum degi longur, at Frændur trína fram á pallin. Teir tríggir, Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen, mannað nokk best umtókta føroyska bólkin nakrantíð, sum myndar ein stóran part av nýggjari føroyskari tón- leikasøgu. Tað er tó vorðið longur og longur ímillum, at allir í bólkinum saman trína á pallin. Seinast vit sóu bólki var á ólavsøku- konsertini, tá teir vóru høvuðsnavn. Teir finna so eftir øllum at døma saman- aftur annað páskakvøld, 1. apríl, saman við hinum seks bólkunum til Free Føroyar konsertina. Konsertin verður hildin í KÍ-høllini. Tiltakið byrjar kl. 22, og fyrireikararnir lova eina góða og frælsa konsert. Kostnaðurin fyri atgongumerkið er 50 kr. Føroya Bjór heiðrað fyri páskabryggi Free Føroyar við Frændum Tað er ikki á hvørjum degi, at Frændur eru á pallinum alment saman, men sjálvan fyrsta apríl vera teir á pallinum í KÍ-høllini. Einar Waag og hansara páskabryggj vórðu heiðraði við aðru viðursløn av Selskab for Vestjysk Ølkultur. Fimm av politisku ungmannafeløgunum í Føroyum eru farin undir eina røð av pol- itiskum kjaksending- um á Rás 2 ÚTVARP Heri á Rógvi Fimm politisk ungmanna- feløg í Føroyum hava nú tikið til annan miðil fyri at kjakast teirra millum. Polit- isku ungmannafeløgini skipa saman við Rás 2 fyri fimm politiskum sending- um. Fyrsti tvær sending- arnar hava longu verið. Sendingarnar eru skipað- ar á tann hátt, at eitt ella tvey umboð fyri eitt polit- iskt ungmannafelag leggja fram í einar tjúgu minuttir. Hini politisku ungmanna- feløgini hava so eitt umboð hvør í útvarpsstovuni. Ætl- anin er so, at øll umboðini skulu kjakast um tað, ið er lagt fram. Tú sleppur ikki undan, at tað verður tað eitt felag, ið er í andgletti. Tað er bannað valevnum at vera við í sendingunum, men hetta forðar ikki fyri lívlig- um kjaki. Higartil hava Fólkafloksungdómur og Sjálvstýrisungdómur (sent týsdag og endursent miku- morgun) verið í útvarps- stovuni og lagt fram. Eftir páskir, týsdagin 2. apríl, eigur fyrst Ungmannafel- agið Samband, síðani Sosialistiskt Ungmannafel- ag og síðsta sendingin verður hósdagin 4. apríl, tá Unga Tjóðveldið fer at leggja sín boðskap fram. Sendingar verða vanliga sendar kl. 15.30. Kjans at upplýsa Sonne Smith frá Rás 2 upp- lýsir, at teir eru farnir undir hesar sendingarnar fyrst og fremst tí, at teir ætla at geva politisku ungmannafeløg- unum ein møguleika at upplýsa um seg sjálvi og arbeiði hjá teimum. Tað vóru feløgini sjálvi, ið tóku stig til sendingarnar. – Eg haldi tað hevur týdning, at ungdómurin veit, hvat tað er, sum gong- ur fyri seg í politikki í Før- oyum. Eg haldi, at fyri tað nógva er ungdómurin ógvuliga óvitandi um hesi fyribrigdi, sigur Sonne Smith. Hóast einki valevni er við í sendingunum, so ivast Sonne Smith ikki í, at tað verður eitt sindur av val- agni, men hesum slepst ikki undan, heldur hann. Tað er eisini í sambandi við valið, at Rás 2 saman við feløg- unum hevur tikið stig til hesar sendingarnar. Politisku ungamanna- feløgini kjakast á Rás 2 Politisku ungmannafeløgini eru farin at dystast í útvarpi, og tey eru til dystin fús. C M Y K 14