mikudagur 27. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 60 - 27. mars 2002
Nr. 60 - 27. mars 2002
17
–Eg haldi ikki, at
mann eigur at klaga
yvir sína útbúgving.
Er tað ov kostnaðar-
mikið ella passar tað
ikki til ein, so ber
altíð til at royna okk-
urt annað stað, sigur
Eystein Elttør, sum í
summar verður liðug-
ur við sína honours
degree á Robert
Gordon University í
Aberdeen. Hóast
kostnaðurin er nógv-
ur, so trívist hann
óføra væl
ÚTBÚGVING/
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Aberdeen: Eystein Elttør
situr í hesum døgum og
fyrireikar seg til endaspurt-
in á sínari útbúgving. Hann
er lesandi við Robert Gord-
on University í Aberdeen.
Útbúgvingin hjá honum
kallast fyri Business Studi-
es, og hon er mest at líkna
við økonomi lesnaðin eftir
donskum mátistokki, har
dentur verður lagdur á bú-
skap, umsiting og leiðslu.
Hetta er triðja árið hjá
honum í Aberdeen og hjá
Robert Gordon University.
Heitið og útbúgvingin, ið
Eystein í hesum døgum
strembar eftir, er honours
degree í Business Studies. Í
orðabókini stendur at lesa,
at ein honours degree er eitt
B.A. (bachelor) heiti, ið
verður latið eftir ávísan
serlestur.
Tað tekur fýra ár at fáa
snøgga honours heitið. Or-
sakað av, at skúlaskipanin í
Bretlandi er øðrvísi í
Føroyum, so fara fólk aloft-
ast á universitet sum 17-18
ára gomul, og hetta ger, at
støðið tað fyrsta árið ikki er
heilt at javnmeta við fyrsta
árið á eitt nú einum donsk-
um universiteti. Soleiðis
gjørdist møguligt hjá Ey-
stein at sleppa undan at
ganga fyrsta árið, tí hann
hevði savnað sær neyðuga
førleikan aðrastaðni. Út-
búgvingin hjá Eysteini er
soleiðis háttað, at triðja árið
fara tey lesandi út til
fyritøkur at arbeiða. Hetta
er eitt sereyðkenni við júst
hesari útbúgvingini. Ey-
stein heldur hetta árið vera
eitt tað læruríkasta og týdn-
ingarmiklasta av øllum.
– Hetta árið fekk eg veru-
liga møguleikan at royna
meg. Tað er annað lív, tá tú
fert av skúlabeinkinum, og
tá fært tú veruliga gjørt tær
nakrar royndir, og sam-
stundis gjørt tær eina betri
mynd av, hvussu vinnulívið
veruliga
virkar,
heldur
Eystein.
Eystein var so mikið
heppin, at hann fekk boðið
pláss hjá fleiri oljufeløgini.
Frammanundan hevði hann
avgjørt, at tað var oljufel-
øgini, ið høvdu hansara
stóra áhuga, og hann hevur
eisini í lesnaðinum lagt seg
nógv eftir oljuvinnuni.
Endin gjørdist, at hann og
konan fóru til mæta stór-
býin London, har Eystein
fór í starv hjá Texaco.
– Hetta var veruliga eitt
stórt upplivilsi. Teir tóku
sær av at skaffa okkum eitt
gott stað at búgva, og eg
fekk veruliga møguleikan
at royna meg, og teir høvdu
so mikið stórt álit á mær, at
eg fekk innlit í týdningar-
miklar sakir, og eg skuldi
arbeiða við týðandi avgerð-
um og raportera beint til
stjórarnar, sigur Eystein.
Eystein var eisini í starvi
hjá teimum, tá tað gjørdist
greitt, at teir ikki fingu lut í
fyrsta útbjóðingarumfari í
Føroyum.
– Teir vóru ógvuliga pro-
fessionellir, og eg kom á
ongan hátt at merkja mis-
nøgd ella annað, tí eg var
føroyingur, sigur Eystein
Elttør.
Eftir árið í London vendi
hann aftur til Aberdeen og
Robert Gordon University,
har hann nú stríðist við at
gera seg lidnan við útbúgv-
ingina.
Mentanarbroyting
Tann higartil nógv umtalaði
høvuðspersónurin í søguni
er 27 ára gamal og klaks-
víkingur. Á einari síðugøtu
til høvuðsgøtuna í Aber-
deen, Union Street, búleik-
ast lesandi klaksvíkingurin
í Aberdeen. At síggja til eru
húsini ikki nøkur glæsilig
sjón. Tað fyrsta, ið møtir
tær, tá tú trínur inn um eru
eisini hesi teppini, ið skotar
tykjast hava ein ógvuliga
løgnan tokka til. Trappur-
nar eru gamlar, og tær virka
meira sum um, at tær fara
at detta saman enn nakað
annað.
Eftir styttri gonguferð í
trappunum møtir mær ein
meira frískligur litur frá
einari íbúð, og Eystein
heilsar mær vælkomnum.
Her er á meira enn ein hátt
meira føroyskt. Í føroysk-
um tropum í Aberdeen
sessast vit til eitt prát.
Eystein hevur sum sagt
verið í Aberdeen tvey ár
umframt árið í London.
Hann er sonur føroyska
oljuminastaran og eigur
eina ikki minni kenda konu
í Tóru við Keldu. Hon býr í
løtuni íFøroyum, men hon
hevur eisini verið í bæði
London og Aberdeen. Áðr-
enn Eystein byrjaði á Ro-
bert Gordon hevur hann
gingið á handilsskúla, verið
sjómaður og arbeitt á Hotel
Føroyum.
Sum heild sigur Eystein,
at hann hevur havt rættiliga
lætt við at venja seg við at
liva í Skotlandi og Aber-
deen. Tað er bara tað før-
oyska breyðið, ið hann
saknar, men tað eru ráð fyri
tí, og hann er nevniliga
sjálvur farin at baka breyð.
– Fólkið her er ótrúliga
fitt, og eg havi havt lætt við
at koma í samband við fólk,
og veðrið er ikki stórt øðr-
vísi enn tað, ið eg eri vanur
við, sigur Eystein.
Tey nógvu gráu húsini
eru eisini vorðin ein partur
av dagligdegnum hjá Ey-
steini. Hann sigur seg
halda saman við bæði skot-
um og føroyingum. Hann
gongur á einari samkomu í
Aberdeen, har hittir hann
eisini nógv fólk, og teir,
hann lesur saman við, eru
eisini óføra fittir at vera
saman við.
Kostnaðarmikið
Tað er ikki ókeypist at
ganga í skúla í Bretlandi.
Sum borgarar uttanfyri ES
skulu føroyingar av við góð
7.000 pund fyri árið á
Robert Gordon Univertsity.
Hetta svarar til einari
85.000 kr. um árið. Sum
støðan er nú, letur landið
60.000 kr. í stuðuli, og
føroysk lesandi hava eisini
rætt til SU. Afturat á kostn-
aðarsíðuni koma so aðrar
útreiðslur, sum íbúð og
matur. Eystein má av við
fleiri túsund krónur í leigu
hvønn mánað.
Hóast Eyðstein var greið-
ur um hetta, so helt hann
seg ikki aftur við at fara til
Skotlands.
– Eg hevði hoyrt nógv
gott um Robert Gordon
University.
Samstundis
vildi eg fegin læra meg
enskt, so eg valdi at søkja,
og eg slap inn, sigur
Eystein.
– Nógv tað torførasta var
at søkja. Eg mátti gera alt
sjálvur uttan at fáa hjálp
nakrastaðni frá, og fyrst
søkti eg eisini til skeivt uni-
versitet, og tað var sum
heild rættiliga torført at fáa
alt í rættlag, sigur Eystein.
Eystein dylur heldur ikki
fyri, at hann helst vil ar-
beiða í oljuvinnuni, har
hann eisini hevur savnað
sær royndir. Í løtunin ar-
beiðir hann eisini við einari
høvuðsuppgávu um sama
evnið.
– Sæð yvir eitt longri tíð-
arskeið, ætli eg mær aftur
til Føroya, men fyribils er
tað óvist, hvar framtíðin hjá
mær liggur, sigur Eystein.
Strævið og gott
– Eg haldi ikki, at mann
eigur at klaga yvir sína út-
búgving. Er tað ov kostnað-
armikið ella passar tað ikki
til ein, so ber altíð til at
royna okkurt annað stað,
sigur Eystein Elttør.
Hann vísir á, at tað stund-
um er strævið at ganga á
universitetinum. Ein dagin
sat hann frá kl. ellivu á
morgni til næsta morgun út
í eitt og arbeiddi við einari
uppgávu. At byrja við hevði
hann stóran tørv á orðabók-
ini, tá hann las fakið hjá
sær, tí talan er um fakmál ið
hann fremmandafólk ikki
hava eins gott innlit í, men
nú gongur strúkandi við tí
enska. Útbúgvingarvalið er
hann eisini ógvuliga fegin
um, tí hetta gevur honum
fjølltáttaðar arbeiðsmøgu-
leikar.
– Eg vil ráða øllum til at
leita útum Danmark, tá tey
fara at velja sær útbúgving,
sigur Eystein Elttør at enda.
Viljin drívur verkið
Tað er nógv arbeiði í sambandi við lesnaðin hjá Eysteini. Hann brúkar ógvuliga nógva tíð
frammanfyri telduni við bókunum.
Mynd: Heri á Rògvi
At ganga á pub er partur av mentanini í Skotlandi. Ung sum
gomul leita sær á pub, og Eystein heldur talan vera um eina
ógvuliga sosiala mentan.
Mynd: Heri á Rògvi
Eisini í Aberdeen finna vit eina Hebron-samkomu. Her plagar
Eystein at vitja, og hann hevur hitt nógv fólk í samkomuni.
Mynd: Heri á Rògvi
ÚTBÚGVING
Kitty May Ellefsen, Cand
merc jur. og stud. LLM,
The University of
Aberdeen
Í 1495 meðan Kolumbus
ferðast víða um høv og
opinberaði ta nýggju verð-
ina, var Elpinstone biskop-
ur, sum so mong onnur í
Europa um hettar mundi,
inspereraður av tí nýggju
læruni
hjá
Kolumbusi.
Hetta førdi við sær, at hann
stovnaði Kings Collage,
sum seinni varð fundamenti
undir universitetinum í
Aberdeen.
Universiteti í Aberdeen
liggur í tí gamla býarpartin-
um og karmurin um uni-
versiteti eru nakrir gamlir
bygningar, sum minna mest
av øllum um nakrar gamlar
kirkjur ella gomul slott.
Men lat ikki tí gomlu, rom-
antisku fasaduna lumpa
nakran. Innanfyri múrarnar
fjalir eitt modernað uni-
versitet seg við øllum nú-
tímans hentleikum. Meira
enn 1000 teldur til ókeypis
nýtslu fyri tey lesandi, stór
bókasøvn
við
yvir
1.505.000 bókum og meira
enn 6.000 journalum og
tíðarritum, fleiri gransk-
ingardeplar, yvir 150 ítrótta
og sosialir felagsskapir, har
lesandi kunnu hugna sær í
frítíðini.
Universiteti útbjóðar eina
ørgrynnu av lærugreinum.
”You name it” og tú skalt
nokk finna lærugreinina, ið
tú leitar eftir. Sum dømi
kann nevnast: Løgfrøði,
medisin, theologi, techono-
logi, management, busi-
ness, ecologi, sálarfrøði,
heimspeki, anthropologi,
sosiologi og mangt annað.
À universitetinum gingu í
2001 10,788 næmingar. Av
hesum tóku 9.091 eina
undergraduate degree, ella
sum vit á okkara leiðum
kalla bachelor, og 1,697
tóku eina master degree.
LLM útbúgvingin
LLM
útbúgvingin
ella
Master of Law, sum tað so
rætt kallast, er ein av teim-
um mongu útbúgvingun-
um, sum møguleiki er fyri
at lesa á universitetinum í
Aberdeen. Universiteti hev-
ur drúgvar og meira enn
500 ára gamlar royndir í at
undirvísa og granska í løg-
frøði. Lógardeildin er kend
fyri sína vítt fevnandi
gransking, og varð í 2000
nummar 5 á listanum hjá
“Reserch Assessment Exer-
cise” yvir gransking og
góðsku í Stóra Bretlandi.
Lógardeildin hevur sítt
egna bókasavn, sum fevnir
um keldur úr nærum øllum
heiminum.
Á bókasavninum er eisini
eitt “European Documenta-
tion Centre”, ið gevur at-
gongd
til
løgfrøðiligar
bókmentir innan EU. Um-
framt bøkur, journalir, re-
views og lógarsavn, er eis-
ini atgongd til teir kendu
løgfrøðiligu alnet datábas-
urnar Lexis og WestLaw.
Á LLM útbúgvingini
kanst tú velja millum sjey
serlinjur. Hesar serlinjur
eru: 1. LLM Commercial
Law, 2. LLM Criminal
Justice 3. LLM Criminal
Justice and Human Rights
4. LLM European Law 5.
LLM International Law 6.
LLM International and
European Law 7. LLM
Property Law.
Fyri at fáa LLM prógvið
skal tann lesandi standa
fýra lærugreinir, har tríggj-
ar skulu takast innan fyri
valdu sergrein. Fyri at
standa lærugreinirnar, skal
tann lesandi lata inn og
standa tvær assignments
(uppgávur)
fyri
hvørja
lærugrein. Harafturat er ein
skrivlig próvtøka í hvørjari
lærugrein. Tann lesandi
skal eisini standa eina
granskingar grein. At enda
skal ein dissertation (høv-
uðsuppgáva) skrivast innan
okkurt øki, ið tann lesandi
sjálvur velur, men sum
vegleiðarin skal góðkenna.
Í alt tekur útbúgvingin 1 ár.
Byrjast kann í september
ella januar.
Dygd fyri pengarnar
Fyri ein borgara, sum ikki
er limur í EU, er LLM út-
búgvingin ikki lítið kostn-
aðarmikil. Føroyar eru sum
kunnugt ikki limir í EU, og
tí mugu føroyingar gjalda
fult gjald ella tað, sum
kallað verður “overseas
tuition”. Fyri LLM útbúgv-
ingina er gjaldið 7.020 £, ið
svarar til umleið 84.000 kr.
Av hesum veitir Stuðuls-
stovnurin 60.000 kr. í
stuðli.
Afturat lestrargjaldinum
koma bøkur og annað tilfar,
ið tann lesandi noyðist at
ogna sær, og so sjálvandi
eisini búðstaðar kostnaður
og annað. Men miss ikki
mótið - tað ber til at søkja
um stuðul frá fleiri fondum.
Og SU veitir stuðul til
útbúgvingina - um tú also
hevur nøkur klip eftir frá
lestrartíðini í Danmark!!!
Tað, at útbúgvingin er
kostnaðarmikil, er ivaleyst
við til at geva tí lesandi
dygd fyri pengarnar. Flokk-
arnir eru smáir, eini 5 til 12
næmingar í hvørjum flokki.
Hetta viðførir eitt tætt sam-
band millum professaran
og tann einstaka næmingin.
Næmingurin skal sjálvur
taka aktivan lut í undirvís-
ingini, tað verið seg við
diskutionum ella, at næm-
ingurin verður biðin um at
greiða frá einum ávísum
evni. Tað, at næmingarnir
koma úr ymiskum londum
við ymiskum rættarskipan-
um og lógum, ger, at
orðaskiftinik ofta eru sera
áhugaverd og gevandi. Um
ein hevur hug og tíð, er
eisini møguleiki fyri at
ganga til stórfyrilestrar á
universitetinum, har gestir,
professarar og næmingar
hava fyrilestrar um ymisk
evni.
Afturat skal nevnast, at
um tú hevur gjoldið “over-
seas tuition” kanst tú taka
øll tey málskeið í enskum,
sum tú hevur hug og tíð til,
uttan at gjalda eyka fyri
hesa tænastu. Máldeildin á
universitetinum hevur eitt
stórt úrval av málskeiðum.
Nógv fólkasløg
møtast.
Eitt tað mest áhugaverdara
við at lesa á universitetin-
um á Aberdeen, aftaná løg-
frøðina sjálvandi, er eftir
mínari metan, øll tey ymsu
fólkasløgini, ið har møtast.
Í 2001 vóru 115 tjóðir um-
boðaðar á universitetinum.
Í 2001 byrjaðu 80 LLM les-
andi. Herav vóru bert
fimm, ið komu úr Stóra
Bretlandi. Restin kemur
stórt sæð úr allari verðini.
Hettar er við til at gera um-
hvørvið sera áhugavert og
gevandi. Afturat tí fakligu
vitanini, ið ein hevur
møguleika fyri at ogna sær
á universitetinum, fær ein
tann mennandi møguleikan
at læra onnur fólkasløg og
aðrar mentanir at kenna. Av
tí at øll eru í einum fremm-
andum landi er sera lætt at
knýta nýggj vinarbond, og
longu eftir stutta tíð vórðu
tey knýtt líka frá Føroyum
til Kina, til Ruslands, USA,
Venuzuela, ja sjálvt til
Kasakstan.
Sum dømi um ein lang-
faralesandi kann eg nevna
Nataliya Drozdova. Hon
kemur úr Russlandi, har
hon hevur tikið lógfrøðis-
ligt embætisprógv á Ivan
Franko Lviv State Uni-
versitetinum í 1998. Eftir
lokna útbúgving var vón-
leyst at fáa starv hjá henni í
heimlandinum. Tí valdi hon
at koma til Stóra Bretland
fyri tveimum árum síðani.
Um hetta mundið dugdi
hon ikki at siga ein heilan
setning á enskum; men sum
tann arbeiðshesturin hon er,
gekk hon til enskt undirvís-
ing, meðan hon hevði trý
ymisk arbeiði fyri at samla
tey 7.020 £ saman, sum út-
búgvingin kostar. Ì dag
tosar og skrivar hon flót-
andi enskt og hevur góð út-
lit fyri at fáa starv eftir
lokna útbúgving. Hennara
ynski er at fáa starv hjá ein-
um enskum oljufelag so-
leiðis, at hon fær møgu-
leika fyri at vera verandi í
Aberdeen. Heima í Russ-
landi eigur hon eina 3 ára
gamla dóttir, ið hon ætlar at
taka til Aberdeen, um hon
fær arbeiði her. Good luck,
Nataliya, ynski eg henni.
Hægri útbúgving í
Danmark er ikki ein-
asti møguleikin
Tá ein hevur lisið eina tíð í
Aberdeen kemur tað einum
til hugs, at tað er ikki ein
sjálvsøgd sjálvfylgja, at
stórt sæð allur hægri lesn-
aður hjá Føroyingum skal
verða í Danmark.
Tað er eingin ivi um, at
hægri
lærustovnarnir
í
Danmark eru dygdar skúl-
ar, ið eisini njóta altjóða
viðurkenning. Men á ein
ella annan hátt er tað sum
um, at tá vit føroyingar
hugsa
um
útlond,
so
strekkjur hugaheimurin seg
ikki nógv longur enn til
Danmarkar. Í so máta tykist
tað sum um okkara sterku
bond til Danmarkar eru eitt
haft, meira enn ein fyri-
munur.
Eg eri avgjørt samd við
teimum, sum halda, at vit
eiga at hyggja aðrar vegir
enn til Danmark, tá vit
senda okkara ungu avstað í
lestrar ørinum.
Fyri eitt lítið land sum
Føroyar skuldi tað verið ein
fyrimunur, at ungdómur
okkara fær fjølbroyttar út-
búgvingar, ikki bert úr
Danmark, men eisini aðra-
staðni frá. Hetta vil verða
við til at styrkja um altjóða-
gering okkara, ið er so
týdningarmikil í tíðini vit
liva í. Og Aberdeen liggur
bert 1 tíma við flogfari úr
Føroyum; og tí betur, so
kann nú flúgvast til Skot-
land alt árið.
LLM lestnaður á universitetinum í Aberdeen:
Ein avbjóðing- bæði útbúgvingarliga og
mentanarliga
–Í 2001 vóru 115 tjóðir umboðaðar á universitetinum. Í 2001 byrjaðu 80 LLM lesandi. Herav
vóru bert fimm, ið komu úr Stóra Bretlandi. Á myndini sæst flokkurin hjá Kitty May, har tað
ikki er mangul upp á nationalitetir.
Mynd: Kitty May Ellefsen
Ein av meira stásiligu bygningunum hjá Aberdeen University.
Mynd: Heri á Rógvi
C
M
Y
K
17
16