Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mars 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 18 Nr. 60 - 27. mars 2002 Amerikansku myndugleikarnir eru sinnaðir at geva umleið 1.000 vietnamesarum friðskjól, men Vietnam sigur nei. FLÓTTAFÓLK Árni Joensen Teir umleið 1.000 vietnam- esararnir eru í Kambodja, eftir at tað eydnaðist teim- um at flýggja hagar úr Vietnam. Amerikanska uttanríkisráðið hevur boðað frá, at vietnamesararnir eru væl komnir til USA, men fólkini sleppa ikki avstað, fyrr enn teir kambodisku myndugleikarnir geva teimum loyvi at fara. Amerikanski sendiharrin í Pnom Penh, Kent Wiede- mann, sigur, at hann hevur søkt kambodisku myndug- leikarnar um útferðarloyvi til vietnamesararnar, men at hann hevur ikki fingið svar enn. Tey umleið 1.000 flótta- fólkini eru á einum fjar- skotnum staði, men myndugleikarnir ætla at flyta tey til Phnom Penh, tí teir bera ótta fyri, at vietnamesisku myndug- leikarnir fara at noyða tey at venda heimaftur. Flóttafólkini eru úr einum fjallalendi í Viet- nam, og tey valdu at flýggja, tá vietnamesiska stjórnin sendi herin niðan í fjøllini, eftir at fólkið har hevði kravt størri trúar- frælsi og rætt til jørð. Stjórnin í Vietnam hevur boðað kambodisku mynd- ugleikunum frá, at hon vil hava flóttafólkini send heimaftur. UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Færri klædna- handlar Ein nýggj kanning vísir, at talið á klædna- handlum í Danmark fer at minka nógv tey næstu árini. Í dag eru umleið 2.500 klædna- handlar í Danmark, men sambært kanning- ini verða teir bara einir 450 í tali um átta ár. Orsøkin er ikki, at danir keypa minni klæðir, men heldur, at fólk fara at keypa klæð- ini í stórhandlum sum Bilka, Føtex, Kvickly og Obs. Stórhandlarnir hava tey seinnu árini tikið ein altsamt størri part av klædnamarknaðin- um, og hetta er tann sama gongdin sum í flestu øðrum evropisku londunum. Royndirnar aðrastaðni vísa, at nakr- ir fáir av teimum stóru klædnahandlunum standa seg í kappingini, men at teir flestu smáu noyðast at lata aftur. Fellur enn Virðið á argentinska gjaldoyranum peso fellur framvegis, og mánadagin var tað komið niður á fýra peso fyri ein amerikanskan dollara. So lítið virði hevur argentinska gjaldoyrað ikki havt í mong ár, og síðani krepputiltøkini í januar er virðið fallið 75 prosent. Búskapar- frøðingar bera ótta fyri, at tað stóra fallið kann elva til stóra inflasjón eins og í kreppuni fyrst í nítiárunum. Stórur bókahandil Tey bæði donsku fe- løgini CEC Gads Bog- lader og B. O. Bøger A/S hava sett sær fyri at leggja saman. Tey bæði feløgini hava í dag ávikavist 18 og 12 bókahandlar ymsa- staðni í Danmark, og ætlanin er, at allir 30 handlarnir skulu halda fram í nýggja felag- num. Hildið verður, at umsetningurin hjá nýggja felagnum verð- ur um 475 mió. krónur. Í fjør høvdu bæði feløgini hall. Úr Norðurlondum: Vænta ófrið Norska løgreglumanna- felagið ber ótta fyri ófriði í sambandi við ein fund, sum Heims- bankin ætlar at hava í Oslo í summar. Felagið hjá løgreglu- monnunum fer so langt sum at mæla til, at fundurin verður av- lýstur, og felagið vil vera við, at tað fer at kosta norsku skatt- gjaldarunum óneyðuga nógvan pening at skipa fyri fundinum og teim- um neyðugu trygdar- tiltøkunum. Harafturat væntar felagið ófrið, og at nógv fólk fara at fáa skaða í samanbrestum. Í fjør skuldi Heims- bankin halda ráðstevnu í Barcelona, men fund- urin varð avlýstur, tí myndugleikarnir vænt- aðu ó frið. Ráðstevnan í ár skuldi upprunaliga verða í Stockholm, men seinni varð avgjørt at flyta hana til Oslo. Norska stjórnin hevur játtað at skipa fyri fundinum. Nýggj sálmabók Tíðliga í mai fær danski kirkjumálaráðharrin Tove Fergo eitt uppskot um nýggja sálmabók til donsku fólkakirkjuna. Arbeiðið við nýggju sálmabókini hevur tikið drúgva tíð og hevur elvt til togan aftur og fram, og biskuppurin í Keyp- mannahavn, Erik Nor- man Svendsen, sum er formaður í sálmabóka- nevndini, sigur, at nevndin hevur fingið nógvar viðmerkingar. Í teirri sálmabókini, sum danska kirkjan nýtir í dag, eru 745 sálmar. Í teirri nýggju verða 775. Hald á konto Norska felagið Norsk Hydro vil ikki finna seg í, at myndugleikarnir í Ukraina hava sýtt fyri at rinda felagnum meiri enn 100 mió. krónur, sum felagið eigur til góðar í Ukraina. Tí hevur fealgið sett sak- førarar at leggja hald á ukrainsk virði uttan- lands, og í síðstu viku legði felagið hald á eina konto í einum banka í París. Tað var ivaleyst onkra avleiðing, tí talan er um kontoina hjá ukrainsku sendistovuni í franska høvuðs- staðnum. Tann víðgongdi palestinski bólkurin Al-Aqsa boðar frá fleiri sjálvmorðs- atsóknum í Ísrael MIÐEYSTUR Árni Joensen Al-Aqsa er ein felagsskap- ur, sum hevur sín uppruna í Fatah-rørsluni hjá Yasser Arafat. Felagsskapurin hev- ur seinastu tíðina skipað fyri fleiri atsóknum at mál- um í Ísrael og ísraelskum hermonnum, og tað fekk í februar amerikanska verju- málaráðið at seta felags- skapin á listan yvir altjóða yvirgangsfelagsskapir. Hann er tann fyrsti pale- stinski felagsskapurin, sum er komin á hendan listan, síðani palestinski uppreist- urin byrjaði fyri hálvum øðrum ári síðani. Amerikanska avgerðin hevur ikki havt stórvegis ávirkan á leiðsluna í Al- Aqsa, sum tvørturímóti hevur boðað frá, at hon tekur tað sum ein heiður, at felagsskapurin er komin á svartalista hjá USA. Yasser Arafat og teir pa- lestinsku sjálvsstýrismynd- ugleikarnir hava ferð eftir ferð kravt, at Al-Aqsa skal gevast við sínum atsóknum at sivilum ísraelsmonnum, men tí hevur leiðslan sýtt fyri. - Tað finnast eingi sivil- fólk í ísraelska samfelag- num, segði politiski leið- arin í Al-Aqsa, Naser Bada- wi, við New York Times í gjár. Kapping við Hamas Al-Aqsa varð stovnaður á sumri í 2001, og stigtakar- arnir vóru menn, sum hildu, at Arafat var ov veik- ur. Tað vísti seg, at nógvir palestinar tóku undir við hesum sjónarmiði, og tí fekk felagsskapurin eftir stuttari tíð nógvar limir bæði á Vestara Áarbakka og í Gaza-geiranum. Síðsta heyst boðaði fe- lagsskapurin frá, at hann fór bert at søkja at ísraelsk- um hermonnum og jødisk- um niðursetumonnum, men í januar broytti felags- skapurin kós, tá tað gjørdist greitt, at ein annar felags- skapur, Hamas, fekk størri og størri undirtøku eftir at hava skipað fyri sjálv- morðsatsóknum í Ísrael. Tí valdi Al-Aqsa at gera tað sama. Al-Aqsa hevur skipað fyri fleiri sjálvmorðsat- sóknum í Ísrael seinastu mánaðarnar. M.a. skipaði felagsskapurin fyri einari atsókn í Jerusalem, sum kostaði níggju ísraels- monnum lívið tann 2. mars. USA og Vietnam stríðast um flóttafólk Tað finnast ikki sivilfólk í Ísrael Limir í Al-Aqsa í gøtunum í Gaza-býi seinasta vikuskiftið Mynd: Reuters 27/03/2002 blað nr. 60 Fj Fjøltltátta ttað ív í gomlu bommfabrikkini gomlu bommfabrikkini Hú øllll havnafólk, kenna sum gomlu bommfabrikk- ina, eru nú vorðin til ein handilsbygning við ríkum og fjølbroyttum úrvali. Í hesum bygningi halda í løtuni Frú S, PAU og Drós til HANDILSLÍV Ingrid Bjarnastein PAU er eitt føroyskt vørumerki, sum tær báðar Dania Danielsen og Anna Mortensen standa aftanfyri. Tær hava verið í hesi vinn- uni í samfull trý ár, og hava tær hildið til í Dr. Jakobsensgøtu síðani desember mánaða í fjør. – Tað tekur sera langa tíð at koma rættiliga í gongd, greiðir Dania frá. – Vit hava verið í gongd í fleiri ár, men ikki fyrr enn fyri nøkrum fáum mánaðum síðani hava vit fingið hølir her í havnagøtum, og mugu vit sigast, at vera rættiliga hepnar. PAU hevur nógvar vørubíleggingar. Millum annað verður seymað til útisetak tisetakóririð Mpiri, Mpiri, á Sunnleivi Rasmussen í Keypmannahavn, og henda vegin hava tær eisini fingið nógvar aðrar bíleggingar. – Men fyri nú, so hava vit lagt uttanlands- handilin á hillina, sigur Dania. – Eftirspurningurin er so stórur í Føroyum, at vit hava valt at nøkta henda tørvin fyrst og fremst, men vit ætla uttan iva at taka virksemið í útlandinum uppaftur. Stílurin PAU leggur seg eftir er tað altjóða sniðið. Hildið verður ikki beinleiðis fast um tað gamla – tað at ein troyggja skal síggja út soleiðis ella soleiðis. Nýmótans føroysk klæðir, virkað úr føroyskari ull, sum sita væl á kroppinum. PAU hevur havt nógv úrval til kvinnur, ung og børn, og nú eru menninir eisini slopnir upp í part. – Vit hava ikki havt nakað serligt til menn- inar, men nú hava vit fingið okkurt til teirra eisini, sigur Dania Danielsen. y j lítlum kjallara í Jónas Broncks gøtu. Kjallarin var ikki meira enn eini 18 m2 til støddar. Tí helt Susan Stakksund, at tørvurin fyri plássi var ikki so stórur, men nú vísir tað seg, at Frú S verður noydd at víð- ka um gólvvíddina í handlinum. Frú S fyllir trý tann 28. apríl, og tað handilin leggur seg eftir er tann trend- stílurin, sum er í dag. Litirnir eru ljósir og lættir, og gávulutirnir tú fært hjá Frú S, eru ikki sovorðnir tú sært allastaðni. Innbúgv, møblar, brúksting, barnaklæðir, metur- vøra eru bara eitt lítið brot úr lutunum, ið verða seldir inni í gávubúðini í Dr. Jak- obsens gøtu. Barna- klæðini, ið seld verða, eru av vælumtókta danska merkinum, Okker Gokker. – Eg fari at fáa meira møblar, tí tað vísir seg at vera tað, sum fólk eru ógvuliga áhuga í, greiðir Susan Stakk- f fær nýtt inn allatíð- ina, og tað ger, at hann hongur ikki í tí sama leingi. Hugnaligu hølini í Dr. Jakobsens gøtu síggja ikki rættiliga út sum ein handil. Har eru fleiri 1000 ting inni, sum øll hava sín ser- staka dám. Frú S og PAU noyðast nú at víðka um virk- semið. Susan hevur tørv á meira plássi, og tað hevur við sær, at PAU fær hølini við síðuna av, ístaðin fyri bakhølini hjá Frú S. Soleiðis fær PAU eisini sín egna sýnis- glugga. Tær báðar, sum halda til í gomlu bommfabrikkini, lata serstakliga væl at. Sølan gongur væl, og tær eru fegnar um, at kunna vera við í einum nútímans og altjóða høpi. Ei Ein Ein øð øð øðrv rví isi g si gá b vub vubúð úð úð termokannur: 159,- stk glasamplir: 79,- stk C M Y K 18