Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mars 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 20 Nr. 60 - 27. mars 2002 Hvítvørur til føroyska húsarhaldið Turkitrumla 5 kg av klæðum Tíðarstýrd til lágan og høgan tempereatur prísur fyrr 5.395,- Nú 4.795,- Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrasystrar til B6 Hesi størv á B6 eru leys at søkja: • fast starv á starvsbrøki 0,7 í blandaðum vaktum frá 1. mai, ella eftir avtalu • avloysarastarv á starvsbrøki 0,7 í blandaðum vaktum frá 1. mai til og við 28. februar 2003 • avloysarastarv á starvsbrøki 0,7 í blandaðum vaktum frá 1.september til og við 30.apríl 2003 Deildin tekur ímóti innkallaðum og akuttum sjúklingum. Hon hevur 18 seingjarpláss og hevur hesar sergreinar: • gastroenerologi • neurologi • endokrinologi • onkologi • hæmatologi Arbeitt verður eftir kontaktpersónsskipanini. Deildarsjúkrasystirin hevur við tilvísing til yvirsjúkrasystrina á med. deplinum ábyrgdina av sjúkrarøktini, starvsfólkaleiðslu, tí fíggjarliga og menning av deildini. . Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrasystir • fakligan áhuga innan medisinsku sjúkrarøktina • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samarbeiði • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu (introduktión) Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Ásu Poulsen, yvirsjúkrasystir, lokal 300 ella e-post asap@ahs.fo Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Umsóknarfreistin er 12. apríl 2002 kl. 12.00. Er hetta nakað fyri teg, so send eina skivliga um- sókn við avriti av prógvum, autorisatión og við- mælum til: Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Ársaðalfundur Lýst verður til ársaðalfund í Fylking leygardagin 13. apríl kl. 15.00. Skrá sambært lóg felagsins. Nevndin Ein av stóru avbjóðingunum hjá Strand- faraskipum Landsins er at hækka tænastu- og góðskustøðið innan fólka- flutningin. Í hesum sambandi verður søkt eftir skrivstovufólki (M/K) til fólka- flutningsdeildina – Oyggjaleiðir og Bygdaleiðir. Tað er ynskiligt, at tann, sum settur verð- ur kann byrja skjótast gjørligt. Uppgávurnar hjá fólkaflutningsdeildini Fólkaflutningsdeildin skal veita eina úrslitagóða fyrisiting innan fólkaflutn- ingstænastu, herundir samskipa, viðlíka- halda og menna stýringina innan fólka- og akfarsflutningin hjá fyritøkuni. Virksemið á deildini fevnir um hesar høvuðsfunktiónir: • Planlegging • Rakstur (skip og bussar) • Ferðslusamskipan • Ferðaseðlasamskipan Uppgávur hjá tí, ið sett/ur verður Uppgávur hjá skrivstovufólkinum verða m.a. at taka sær av: • Avrokningum til privatu arbeiðstakar- arnar • Elektronisku skúlakortunum • At avlesa modulir til Buscom-skipan- ina • Skaðafrágreiðinum v.m. • Fyrifallandi uppgávum á skrivstovuni • Vanligari kundavgreiðslu Førleikakrøv • Góðan tænastuhugburð • Góðan edv-kunnleika • Málrættaður • Góðan røkjuskap • Góð samstarvsevni • Fyrimunur er um tann, ið settur verður hevur royndir og kunnleika innan bók- haldsskipanina Navision • Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum. Setanartreytir Talan er um eitt starv við spennandi av- bjóðingum. Starvið gevur góðar møgu- leikar fyri persónligari og fakligari menn- ing. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag. Umsóknir Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 15. apríl 2002. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Guðrið Ellefsen, á tlf. 34 30 00 ella á e-post: gue@ssl.fo. Starv Skrivstovufólk Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Vinnumálastýrinum / Samskiftisdeildini. Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi, og skal fyri- tøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutn- ingurin setir stór krøv um eina góða kunda- tænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 150 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 11 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Sjúkrasystrastørv leys at søkja á Lágargarði Talan er um eitt sjúkrasystrastarv sum kvøldvakt á Miðstovu lønarbrøk 0,5 ella 0,7 og sjúkrasystrar annars í skiftandi vaktir, til setan eftir nærri avtalu. Størvini eru lønt sambært sáttmála millum Sjúkra- systrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Meira fæst at vita um størvini við at ringja 316788. Skrivligar umsóknir við prógvum, skulu sendast til: Leiðaran fyri LÁGARGARÐ Stoffalág 84 Box 1188 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er til 15. apríl 2002. -har tað hendir Týskvøldið 12 og mikukvøldið 13 mars, høvdu umboð frá donsku fyritøkuni, Axel Ketner A/S, ið m.a. selja autoelek- triska útgerð til bilkverkstøð, eitt evniskvøld á bil- deildini á Tekniska Skúla í Havn. Høvuðsevnið hesi kvøldini var OBD og EOBD, ið er ein skipan sum sigur frá um bilarnir dálka ov nógv. EVNISKVØLD Magnus Gunnarsson Trý umboð frá donsku Ketner fyritøkuni vóru her og sýndu fram tað nýggj- asta innan útgerð til at finna brek í bilunum, sum gera at teir dálka meira enn teir eiga. Endamálið við OBD (On Bord Diagnosis) og EOBD (Europæisk On Board Diagnosis) er til dømis eitt støðugt eftirlit við øllum komponentum, ið kunnu ávirka dálkingina úr útstoytinum, skráseting av brekum, sum hava við útstoytsgassið at gera, goymsla av upplýsingum um brek, sum koma fyri, og møguleikan at fyri at avlesa goymd brek. Onnur útgerð Eisini varð útgerð sýnd fram, ið verður brúkt til onnur endamál, eitt nú til at finna brek í elektriska kervinum, sum til dømis í ABS, EDS og ESB bremsu- skipanum, eisini hentleika- skipanum, so sum sentral- lásum, el-rútavindarum, tjóvaríalarmum o.a. ið er ávirkað av dataskipanini, ið kallast CAN-Bus. OBD EOBD og MIL Amerikanska OBD skip- anin, ið kom í gildi fyrst í 90-árunum, og evropeiska skipanin, EOBD, skulu skiljast sum diagnosu- skipanir, ið eru innbygdar í bilin, til at ansa eftir at tær skipanir sum avmarka útlátið, og harvið umhvørv- ið, virka sum tær skula. EOBD kravið sigur, at allir bilar skulu vera útgjørdir við MIL (Malfunction In- dicator Light), ið er ein gul lampa, sum sigur frá um brek er í skipanini. Skip- anin ansar t.d. eftir kata- lysatorinum, luftslanguni til bensintangan og motor- gongdini. Strong krøv Orsakað av tí alsamt vaks- andi dálkingini verða sera strong krøv sett til bil- verksmiðjurnar og harvið eisini til tey, sum skulu umvæla bilarnar. Arbeiði sum bilmekanikari er ómetaliga nógv broytt tey seinnu árini. Umframt tað at bilmekanikarar ofta eru uttanlanda á skeiði, innan tað nýggjasta sum kemur fram innan teirra egnu bilmerkir, verða við jøvn- um millumbilum hildin skeið í Føroyum. Tá er tað ofta bildeildin á Tekniska Skúla sum skipar fyri hesum skeiðum. Fyriskip- arar á hesum skeiðinum vóru, Eirikur Ólason Sim- onsen og Bergur Danielsen, lærarar á bildeildini á skúlanum. Nr. 60 • mikudagur • 27. mars 2002 • 76. árg. Ketner skeið á Tekniska Skúla Tíðindaskrivið Ellisakfør er nú at fáa á Shellstøðunum kring landið Shell Støðin Shell Støðin Shell Støðin á Frælsinum Norðari Ringvegur Vestmanna Shell Støðin Shell Støðin Shell Quick Service við Streymin í Gøtudali Klaksvík Shell Støðin á Sandi Myllan Shell Støðin á Oyri Sandur v/ Jógvan H. Joensen Vágur Miðvágur Shell Støðin v/ Mogens Petersen Trongisvágur Áhugin var stórur fyri hesum skeiði. Her eru nakrir av skeiðluttakarunum, frá vinstru: Torberg Johannesen, Eyðun Johansen, Ole Bjerg frá Ketner, Ívar Ellendersen, Leivur Torvadal, Hendrik Weihe og Heri Guttesen Trý umboð frá donsku fyritøkuni, Aksel Ketner A/S, sýndu fram tað nýggjasta innan útgerð til at finna brek í bilunum. Teir eru frá vinstru, Ole Bjerg, tekniskur stjóri, Dan Busch-Møller, produktleiðari og Jan Thy sølukonsulentur C M Y K 20