mikudagur 27. mars 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
26
Nr. 60 - 27. mars 2002
FRÍÐKAN
Turið Kjølbro
Tað eru ikki nógv serlig
pláss, tú hevur hug at
steðga á, tá ið tú kemur út á
Argir. Men í framtíðini
verður bøtt um hetta, tí økið
við gamla spinnaríið á
Argjum verður nú fríðkað.
Moldgarður verður gjørdur
fyri at verja tey, sum eru
inni á økinum ímóti ferðslu
og bilóljóði. Skráin verður
grasaður á síðuni, ið vendir
út ímóti vegnum, og runnar
verða plantaðir á síðuni, ið
vendir ímóti spinnarínum.
Gongugøta framvið Sandá
er í umbúna og gongubrúgv
tvørtur um ánna verður
helst eisini gjørd.
- Tankin at fríðka økið er
ikki heilt nýggjur. Fyrrver-
andi borgarstjórin í Havn
helt, at staðið, har jólatræið
stendur á Argjum, er keði-
ligt og jánkasligt. Í fjør stóð
tað á einum parkerings
plássi úti við kirkjuna. Tí
ætla vit at gera eitt pláss
niðri við ánna, har slættað
verður við skervi, og har
sleppur jólatræið at standa í
framtíðini. Bonkur verður
eisini settur á tað økið.
Veitirnar eru reinsaðar, áin
er so at siga rein, og gøtur
verða gjørdar ymsastaðni.
Ætlanin er at gera gøtur
allan vegin fram við Sandá,
men tað er ein størri fyri-
tøka, sigur Tóri í Hoyvík,
býargartnari.
Býargartnarin roknar við,
at arbeiðið at fríðka økið
við gamla spinnaríið verður
liðugt í vár.
- Vit kundu eisini hugsað
okkum at fríðka økið
omaneftir Sandá og undir
brúnni, men enn eru hetta
bara tankar.
Húsið hjá Sílaveiðufe-
lagnum, sum liggur beint
við síðuna av spinnarínum,
verður eisini umvælt. Tey
verða takt við nýggjari
flagtekju, húsini fáa nýggja
hurð og annað verður gjørt.
Tórshavnar býráð fer síðani
at gera eina brúksavtalu við
Sílaveiðufelagið.
- Í sambandi við, at jóla-
træið verður tendrað, kann
húsið brúkast til kaffisølu
og annað. Barnagarðar,
sum fara útferð í økinum,
kunnu hava amboð liggj-
andi til børnini at brúka,
sigur Tóri í Hoyvík.
Turið Kjølbro
Ikki so sjáldan kasta po-
litikarar og onnur blaðfólk
fyri at leggja annað í tað,
tey hava sagt undir eini
blaðsamrøðu, siga seg vera
skeivt siterað og misskilt.
Sjáldan tímir ein at svara
slíkum aftur, men hesa ferð
skal afturmeldingin hjá
Jógvani
á
Lakjuni
í
Dimmalætting
týsdagin
ikki standa ósvarað. Gjørdi
viðtal við formannin í
mentunarnevnd
Føroya
Løgtings dagin eftir aðal-
orðaskiftið um mentun-
arálitið, hægsta lóggevandi
persónin í landinum, tá ið
umræður mentan, fyri at
útgreina nærri hansara
sjónarmið til list og lista-
fólk, sum hann í seinastuni
ikki hevur dult fyri. Hans-
ara sjónarmið eru rættiliga
provokerandi, tey liggja
langt frá teimum tankum,
ið dagsins listafólk ganga
við, og kunnu ikki sigast
slóða fyri nøkrum frukta-
góðum samskifti ella orða-
skifti um list og kor hjá
listafólki. Viðtalan prógv-
aði bara enn eina ferð tey
sjónarmið,
formaðurin
hevur um listafólk. Gjørdi
Jógvani tann beina, fyri tað
fyrsta at pilka øll tey
sitatini út, sum rætt og slætt
ikki vóru borðbær og tey
vóru ikki fá, umframt at eg
segði honum, hvussu grein-
in varð skrivað og hvør
yvirskriftin varð. “Tað mást
tú um”, var svarið og
greinin fór í blaðið. At
Jógvan síðani sigur seg ikki
“heilt kenna yvirskriftina
aftur”, er beinleiðis ósatt.
Leggi altíð størstan dentin
á at sitera fólk rætt. Yvir-
skriftin er orðarøtt, sam-
røðan er bandað, og Jógvan
visti, hvat varð skrivað.
Spurningurin er so, um
Jógvan visti, hvat hann
segði. Hetta er enn eitt
dømi um, at politikarar
serliga, ikki vita, hvat tey
siga, tá ið tey tosa við
tíðindafólk, enn minni vita
og kenna avleiðingarnar av
tí, tey siga.
Stuðul og mentan
Viðmerking til Jógvan á Lakjuni
Økið við gamla
spinnaríið
fríðkast
VIÐMERKINGAR
framtíðini kunnu argjafólk leita sær á økið við gamla spinnaríið, tá ið jólatræið verður tendrað
Mynd: Jens Kristian Vang
B36 og VB komu væl
frá byrjan, tá tey
vunnu sínar dystir
móti ávikavist Sumba
og NSÍ. Báðir dyst-
irnir endaðu 2-1. B36
var tó als ikki sann-
førandi í 2-1
sigrinum á Kross-
inum, og VB fekk
hjálp frá Jens Martini,
tá vágbingar vunnu á
NSÍ
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
VB og B36 komu best frá
byrjan eftir fyrsta dystin í
bólki 1. B36 vann 2-1 í
Sumba og VB basti NSÍ á
heimavølli við sama úrsliti.
NSÍ hevði eina torførar
byrjan uppá bólkaspælið í
steypakappingini í ár, tá
liðið skuldi til Vágs. Og tað
vísti seg, at vágbingar vóru
ov stinnir.
Tað var annars NSÍ, ið
kom best frá byrjan, tá
Sonni L. Petersen legði
útiliðið framum, tá tveir
minuttir vóru leiktir. Sonni
gjørdist leysur beint undir
málinum, og hann hevði
lætt við at seta bóltin í
netið.
NSÍ var við yvirlutan fyri
steðgin, men runavíkingar
megnaðu ikki at økja um
leiðsluna. Vantandi neyv-
leikin hjá NSÍ gav vágbing-
um møguleikan at venda
dystinum, og heimaliðið
var
nógv
vandamiklari
frammanfyri málinum, tá
teir einaferð spældu seg til
nakrar veruligar málmøgu-
leikar.
Tað var Tórur Holm, ið
javnaði, tá fimtan minuttir
vóru eftir. Eitt fríspark varð
trillað stutt til Tór, sum
langaði til, og málverjin
hevði ongan møguleika.
Tað síðsta málið má Jens
Martin Knudsen taka á sín
kappa. Málverjin hjá VB
sparkar bóltin langt niðan á
hálvuna hjá NSÍ, har Jens
Martin letur bóltin hoppa.
Bólturin støkkur á tvør-
stongina og eftir trunka-
spæl frammanfyri málinum
skorar nýggi jugoslavin
Nenad Zivanovic sigurs-
málið.
Hóast NSÍ hevði yvirvág
meginpartin av dystinum,
fór VB við øllum stigunum.
B36 vann tepurt
Stutt sunnanfyri var dystur
millum Sumba og B36.
Greipuvinnararnir úr Havn
fóru við einum sera skerd-
um liði at møta Sumba.
Jákup á Borg, John Peter-
sen kunnu nevnast sum
týdningarmiklastu leikar-
arnir, ið ikki vóru við.
Tilsamans vóru eini seks
leikarar, ið ikki vóru tøkir.
Hóast B36 var stórfavo-
rittur, var sigurin sera tepur,
og dysturin kundi farið
báðar vegir í seinna hálv-
leiki.
Jens Kristian Hansen
legði B36 framum mið-
skeiðis í fyrra hálvleiki, tá
setti høvdið á eitt horna-
spark. 1-0 var eisini støðan
við steðgin.
Í seinna hálvleiki megn-
aði Sumba at javna. B36
missir bóltin á miðvøll-
inum, Sumba fer í kontra.
Aftasti maðurin hjá B36
Egil
Zachariasen
fellir
áleyparan hjá Sumba, og
hóast B36-ararnir vildu
vera við, at tað var uttanfyri
brotsteigin, dømir dómarin
brotsspark.
Eirik
Joensen
skorar
trygt og so stóð á jøvnum.
Hesa løtuni í seinna hálv-
leiki stóð á gomlum nøgl-
um hjá meistaraliðnum úr
Havn.
Lítla løtu seinni var
Sumba nær við at leggja
seg á odda. Ein sumbingur
roynir seg við skoti, sum
ber við eitt B36-bein, og
bólturin brestur á tvør-
stongina og útaftur í spælið.
B36 reið tó stormin av og
megnaði at fáa sigursmálið.
Útiliðið fekk fríspark í
høgu síðu, sum Magni á
Lakjuni sendi innfyri. Eftir
trunkaspæl datt bólturin
fyri føturnar Karl Leons-
son, sum langaði til úr
stuttari fjarstøðu. Ikki ser-
liga sannførandi hjá B36 í
fyrsta dystinum í hesum
kappingarárinum, men trý
stig hóast alt.
Nr. 60 • mikudagur • 27. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
TB vann sín fyrsta
dyst í steypakapping-
ini, tá uppflytararnir
vunnu 2-1 á EB/
Streymi við máli í
seinastu løtu. Heldur
óvæntað megnaði FS
Vágar at taka stig frá
GÍ
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
TB vann sín fyrsta dyst í
steypakappingini
um
Løgmasssteypið á hesum
sinni.
Tvøroyrarmenn
vunnu 2-1 á EB/Streymi,
men spenningur var til
síðstu løtu, tí TB fekk ikki
sigursmálið fyrr enn í
seinasta minutti.
TB legði seg framum
stutt fyri steðgin, tá ungi
leikarin Rasmus Nolsøe
gjørdist leysur við mál-
verjanum. Hann skoraði
trygt og TB hevði eitt gott
útgansstøði
til
seinna
hálvleiki.
EB/Streymur svaraði tó
aftur, og tað var aftur ein
blaðungur leikari, ið setti
bóltin í netið. Hesuferð var
tað Marni Djurhuus, sum
javnaði fyri sundalags-
menn.
Stutt fyri leiklok var tað
ein av útlendsku leikar-
unum hjá TB, ið avgjørdi
dystin. Alexander Radosav-
levic hevði seinasta fótin á
bóltinum,
tá
bert
ein
minuttur var eftir at spæla.
TB tryggjaði sær harvið trý
stig í fyrsta dystinum í
bólkaspælinum.
FS Vágar tók stig frá
GÍ
Silvurvinnararnir frá í fjør,
GÍ, var á vitjan í Vágunum,
og gøtumenn vóru favo-
rittar undan dystinum.
Tað var gamla landsliðs-
hetjan Albert Ari Thomas-
sen, sum legði heimaliðið
framum eftir eitt korter,
men tíggju minuttir fyri
steðgin
javnaði
Bartal
Eliassen fyri GÍ. Einki mál
kom eftir steðgin, og dyst-
urin endaði við javnleiki.
Gøtumenn komu sostatt
ikki serliga væl frá byrjan í
hesari
steypakappingini,
men liðið er framvegis
stórfavorittur
at
vinna
bólkin. Í Vágunum munnu
tey hinvegin hava góðar
vónir um at vinna 2. deild í
ár.
Bólkaspælið í kappingini
um løgmanssteypið
Bólkur 1
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 B36
1
1 - 0 - 0
2
1
1
3
2 VB
1
1 - 0 - 0
2
1
1
3
3 NSÍ
1
0 - 0 - 1
1
2
-1
0
4 Sumba 1
0 - 0 - 1
1
2
-1
0
Bólkur 2
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 TB
1
1 - 0 - 0
2
1
1
3
2 FSV
1
0 - 1 - 0
1
1
0
1
3 GÍ
1
0 - 1 - 0
1
1
0
1
4 EB/Str. 1
0 - 0 - 1
1
2
-1
0
Bólkur 3
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Skála
1
1 - 0 - 0
4
2
2
3
2 HB
1
1 - 0 - 0
3
1
2
3
3 KÍ
1
0 - 0 - 1
2
4
-2
0
4 B68
1
0 - 0 - 1
1
3
-2
0
Bólkur 1:
B36 greiddi sína skyldu
Bólkur 2:
TB best frá
byrjan
Ari Thomassen skoraði
málið hjá FS Vágum í
dystinum móti GÍ um
vikuskiftið. Dysturin endaði
við javnleiki 1-1
C
M
Y
K
26