Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mars 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2002 29 Flogbóltur, útisetar: Sjálvt um endaspælið fyri Bárð og hansara menn í Holte mest minti um oyði- markargongd, er nú aftur farið at bragda í hjá Holte. Um vikuskiftið vunnu teir fyrru hálvfinaluna móti DHG og tað sjálvt um dysturin varð leiktur á útivølli Sveinur Tróndarson Ein vísur maður segði einaferð, at tað er torført at spáa - serliga um fram- tíðina. Væl vitandi, at henda orðing passar í nógvum førum loyva vit okkum at siga, at hon pass- ar serliga væl í ítróttarhøpi, tí tað er jú ein veruleiki, at nógv úrslit eru so løgin, tí tey ganga ímóti øllum sunnum skili. Nú er tað kanska at gera í so nógv av at siga, at sigurin hjá Holte á DHG um vikuskiftið var móti øllum skili, men veruleiki er tað í øllum førum, at Holte í fyrra parti av endaspælinum hevur staðið seg serstakliga illa. Grundspælið gekk annars upp á stás, burtursæð frá at tað ikki eydnaðist at fáa spakan undir HIK Ålborg. Jútska liðið hevur verið klassar betri enn hini liðini í donsku kappingini í fleiri ár, og í ár hava teir m.a. víst tað við at vinna steypa- finaluna í ár móti - Holte. Miðskeiðis í endaspæl- inum vóru Holteleikararnir gyrdir í brøkur. Fleiri ósigrar høvdu havt við sær, at skuldu teir gera sær tankar um at koma í hálvfinalurnar var alneyð- ugt, at teir vunnu dystirnar sum eftir vóru, og tað var júst tað teir gjørdu. Tó kann sigast at seinasti sigurin var ikki neyðugur fyri at koma í hálvfinalurnar, men hann skuldi gera, at Holte slapp at hitta DHG heldur enn HIK og tað eydnaðist. Um vikuskiftið var so fyrra hálvfinalan leikt. Av tí at DHG var endað fremri í endaspælinum áttu teir heimavøll í tí varð dysturin leiktur í Dalumhøllini í Odense. Stórur spenningur var sjálvsagt undan dyst- inum, tí í endaspælinum hevði DHG gjørt stutta prosess móti Holte. Odensebúgvarnir vunnu báðar dystirnar 3-1 og tí vóru tað Bárður og teir sum áttu nakað á. Og tað sluppu teir eisini av við. Holte framdi nevniliga tað bragd, at vinna ein greiðan 3-1 sigur á DHG og harvið hava teir givið sær sjálvum tað best møguliga útgangs- støði undan seinnu hálv- finaluni, sum tó ikki verður leikt fyrr enn eftir páskir. Um dystin kann sigast, at Holte kom betur frá byrjan. Menninir av høvuðsstaðar- leiðini vildu vísa, at gongd- in higartil í endaspælinum hevur verið eitt undantak, og tí løgdu teir doyðin á at vinna. Hetta eydnaðist so mikið væl, at tá tvey sett vóru farin aftur um, var Holte framman fyri 2-0. Í triðja setti fótaði DHG sær so mikið, at teir fingu lagt eitt størri trýst á Holte. Trýstið var ikki størri enn so, at liðini fylgdust heilt til bara nakrir fáir bóltar vóru eftir. Tá gjørdi Holte nakrar feilir sum kostaðu ov nógv og tí eydnaðist DHG at minka um munin. Fjórða sett var akkurát líka sum triðja sett. Einasti munur var, at tað hesuferð var DHG sum misti takið móti endanum og tí gjørdist Holte vinnari av dystinum við trimum settum móti einum. Settúrslitini í dyst- inum vóru annars 19-25, 20-25, 25-22, 21-25. Bárður B. Mikkelsen upplýsir úr Keypmanna- havn, at tað serliga var móttøkuspælið og verju- spælið sum vóru orsøkin til, at teir hálaður sigurin heim. - Í fjórða setti sá út til, at DHG skuldi klára at javna, men við góðum blokaduspæli og eitt sindur av eydnu megnaðu vit at vinna, sigur Bárður, sum nú gleðir seg til dyst nummar tvey. Vinna teir hann er Holte í finaluni og tað er framúr gott hjá Bárði fyrsta árið í Holte. Seinna hálvfinalan verð- ur leikt 4. apríl og tann dysturin verður sendur beinleiðis í nýggju ítróttar- rásini Viasat Sport. Annars kunnu vit upp- lýsa, at HIK Ålborg í hinari hálvfinaluni vann 3-1 á útivølli á Skovbakken Volley. Holte vann fyrru hálvfinaluna Liðið hjá Bárði Mikkelsen, Holte, vann fyrru hálvfinaluna móti DHG um vikuskiftið Tá Flogbóltssamband Føroya hevur aðal- fund í næsta mánað verður tað seinastu ferð undir leiðslu av Niclasi Joensen. Hann hevur nú alment boðað frá, at hann ikki tekur við aftur- vali FLOGBÓLTUR, AÐALFUNDUR Sveinur Tróndarson Um ein knappan mánað eitur formaðurin í Flog- bóltssambandi Føroya ikki longur Niclas Joensen. Hesa avgerð hevur hann tikið í samband við, at FBF hevur aðalfund og at hann sjálvur stendur fyri vali, og hetta hevur hann sagt feløgunum í brævinum, har FBF boðar feløgunum frá, at aðalfundurin verður. Umframt formansvalið verður skráin samsvarandi lógum sambandsins og tað merkir, at Niclas - fyri sein- astu ferð í hesum umfari í hvussu er - sleppur at leggja formansfrágreið- ingina fyri aðalfundin. Har- umframt skal roknskapur leggjast fram áðrenn farið verður til innkomin mál og val av nevndarlimum og grannskoðarum. Gott ár Tað er einki at ivast í, at formaðurin í fyrsta umfari fer at taka aftur í tað góða, sum er hent í hesum kapp- ingarárinum. Tað byrjaði við, at kvinnurnar vunnu gull á Oyggjaleikunum meðan menninir gjørdust nummar tvey. Landskappingarnar eru væl úr hondum greiddar og hava fingið teir vinnararnar tær hava uppiborið. TB hjá kvinnum og Fram hjá monnum kunnu næsta árið kalla seg Føroyameistarar og tað kunnu tey gera við góðari samvitsku. TB vann landskapping- ina við rættiliga góðari margu meðan Fram vann ta mest spennandi lands- kappingina vit hava sæð í mansdeildini í fleiri harrans ár. Tvørákvinnur vunnu eisini steypakappingina, uppiborið, má sigast. Tær høvdu heilt einfalt tað besta liðið í ár og tær brúktu høvið til at staðfesta hetta við at vinna greipuna. Sør- vingarnir fingu eitt plástur á sárið við at vinna steypakappingina, sum var spæld í góðum umhvørvi. Okkurt óljóð var Sjálvt um formaðurin helst hevði vilja verið tað fyri uttan, er hann noyddur at staðfesta, at okkurt óljóð var hetta kappingarárið. Ein kæra er ikki stórvegis, men hon varpaði ljós á eitt evni, sum er neyðugt at loysa, um flogbóltinum skal vera lív lagað her á landi. Tað er upp til feløgini og FBF at loysa henda trupul- leikan og tað verður ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggju nevndini at seta hol á henda trupulleikan. Eitt annað óljóð, sum kanska ikki varð tosað so nógv um var, at atgongdin til steypakappingina má broytast. Onkur fýltist á, at ÍF, sum bert var við í einari steypakapping, slapp í finaluna, men av tí at regl- urnar einki annað søgdu, høvdu fuglfirðingar rættin á sínari síðu. Tí er ikki óhugsandi, at okkurt uppskot kemur um broytingar av júst atgongd- ini til steypakappingina, men tey sum ætla sær at leggja hesi uppskot fram, skulu hava gjørt tað áðrenn 6. apríl er farin afturum, tí tá er seinasta freist. FBF skal hava nýggjan formann 29 28 Nr. 60 - 27. mars 2002 C M Y K 28 Kvinnuliðið hjá Neistanum misti silvurmerkini, sum nú fara til Klaksvíkar, í seinasta dystinum. Favorittarnir úr Havn megnaðu ikki at basa StÍF HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Hóast StÍF-liðið var skert, tí Ileana Manulescu ikki var tøk til henda dystin, megnaði heimaliðið at vinna á Neistaum, sum hevði nógv meira at berjast fyri. Um Neistin vann dystin, høvdu neistakvinnur fingið silvurmerkini, men hesi fara ístaðin til Klaksvíkar. Tað megnaðu tær ikki, og tí mugu tær taka til takkar við bronsuni. StÍF stýrdi Tað var heimaliðið, ið stýrdi dystinum frá byrjan til enda. StÍF legði hart út og førdi 8-2, tá fyrsta korterið var farið aftur um bak. Hóast Neistin minkaði um munin, megnaði liðið ongantíð at taka stinnu strandingarnar aftur. StÍF hevði óvanliga fáar málskjúttar, tí bara tríggir leikarar skoraðu øll 19 málini hjá heimaliðnum. Hjá Neistanum var tað hinvegin býtt út á fleiri leikarar. Dysturin í tølum: StÍF-Neistin 19-16 (12-9) StÍF: Alina Olaru 9, Poula D. Olsen 7, Sunfríð B. Jacobsen 3 Neistin: Gunnleyg Berg 4, Kartin á Neystabø 3, Mildrid Jacobsen 2, Kára á Dunga 2, Annika Thomsen 2, Birita Wardum 1, Rakul Augustinussen 1, Súna Mørk 1 Útvísingar: StÍF 1, Neistin 2 Brotskøst: StÍF 1, Neistin 3 Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum Á útvølli taptu hesi bæði liðini ímóti teimum, sum tey í fyrsta umfari í landskappingini skulu spæla ímóti á heimavølli LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Í fyrsta umfarinum í lands- kappingini skal KÍ spæla á heimavølli ímóti Skála. Veteranarnir í bestu deild- ini kundu fingið eina hepnari byrjan. At spæla fyrsta dystin í bestu deildini er altíð nakað serligt. Tí er eingin ivi í, at skálamann fara at leggja alt í, tá teir fyrsta sunnudagin í mai fara til Klaksvíkar. Um Skála fer at fáa stig ta ferðina, so verður tað framúr. Um teir tapa, so verður tað ikki øðrvísi, enn tað kann roknast við. Generalroyndin hjá skálamonnum í Klaksvík skuldi havt verið leygar- dagin. Men kavin hevur verið nógvur í Klaksvík. Tí varð avgjørt at útseta til sunnudagin, og at dysturin skuldi spælast á Skála. Skála vann 4–2, og í Klaksvík man marran um fyrsta landskappingar- dystin vera vorðin uppaftur størri. Í fjør tapti KÍ báðu ferðirnar ímóti uppflytar- unum úr EB/Streymi, og tað tók rættuliga luftina úr KÍ. Ta ferðina hildu teir í KÍ, at teir taptu ímóti ein- um betri liði. Hesa ferð halda teir, at teir orduliga lorkaðu tað burtur. Lítil broddur Klaksvíkingar høvdu bóltin meiri enn heimaliðið, men tað var ikki nógvur broddur í. Hjalgrím Elttør (í Ong- landi), Allan Joensen (leik- bann) og Allan Mørkøre (skaddur) vóru ikki við, men tað eigur ikki at vera nøkur umbering. Í verjupartinum var KÍ í gávuhýri. Tað kom til sjóndar beinanvegin, tá Ove Nystend ópressaður sendi bóltin í egið mál. Og tá Skála fram ímóti dystar- enda økti til 4–2, var talan um stóra málverjuvillu. Áki Petersen, sum er komin úr Fuglafirði og út á Skála, sendi høgt undan vindinum úr 60!! metra fjarstøðu. Bólturin støkk í vøllin og upp um málverjan! Undan steðginum hevði KÍ nógva vindin undan. Ove Nysted javnaði til 1–1 eftir horna, og Kurt Mørk- øre rættaði langskot av, tá hann skoraði til 2–1. Í 2. hálvleiki var Skála meiri ágangandi. Mann- garðurin hjá KÍ var einki serligur, tá Dánial Hansen úr stórari fjarstøðu í vinstru sendi fríspark í mótsatta hornið til 2–2. Jonhard Frederiksberg hevur spælt lítið seinnu árini, tí hann hevur verið skipsmaður. At hann nú hevur lagt seg heima er komið væl við hjá Skála. Hann stýrdi innleggi í málið til 3–2, og so var tað 65 metra málið. Skála: Leivur Justinussen – Ronnie Hansen, Pauli Poulsen, Dánial Hansen, Áki Petersen, Kaysten Rasmussen – Jan Nónklett, Kári Nielsen, Pauli Hansen – Alexander Johansen, Jonhard Frederiksberg. KÍ: Meinhardt Joensen – Fríðin Ziskason, Jan Andreasen, Ove Nysted – Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Atli Danielsen, Bárður á Lakjuni – Erling Fles, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni. Tvær ferðir Uni Arge At B68 tapti 3–1 í Gunda- dali var ikki so illa í tráð við hagtølini. Men tofta- menn vóru kanska smáir favorittar, eftir at teir á heimavølli fyrr í ár vunnu venjngardyst sannførandi 3–0 ímóti HB. Bæði liðini tóktust at vera so at siga fullmannað. Hjá B68 var eingin Mar- cello – hann er framvegis skaddur – meðan HB hevði alt skjútsið á vøllinum. Hjá teimum var tað ikki minst hugaligt, at Hans á Lag, sum hevur verið skaddur tað mesta av einum ári, kom á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki. Lyklaspælararnir hjá B68 var ikki serliga eyðsýndir. Men tað var Øssur Hansen, sum setti hol á eftir horna og út frá. Uni Arge javnaði, tá hann var einsamallur eftir langa sending frá Jó- hannesi Joensen. Tofta- menn vóru ikki nøgdir við linjuverjan í tí førinum, og HB var ofta ónøgt við síðumannin, sum ikki tóktist vera í fullgóðari dystarvenjing. Í 2. hálvleiki ruku Oleif Joensen og Rógvi Joensen av vøllinum eftir innan- hýsis avrokning. Tá varð HB leikliga greitt omaná. Teir fingu tvey mál ímóti dystarenda. Fyrst var tað Jón Rói Jacobsen, sum takkaði fyri uppspæl frá Una Arge, og so var tað Uni Arge, sum fekk nyttu úr sending frá Andrew av Fløtum. Toftamenn fingu stað- fest, at teir hava stórar trupulleikar av at spæla við flatari verju. HB spældi 3–5–2. Eftir útvísingarnar høvdu teir flata verju, og tað tóktist ikki nerva spælið hjá teimum. HB: Bárður Johannesen – Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Jón Rói Jacobsen – Tór–Ingar Akselsen, Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Vagnur Mohr Mortensen – Uni Arge, Andrew av Fløtum B68: Kjartan Nesá – Marlon Jorge, Messias Perreira, Hans Fróði Hansen, John Heri Dam – Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Oleif Joen- sen, Øssur Hansen – Arnold Joensen, Anders Nygaard Skála–KÍ 4–2 (1–2) 1–0: sjálvmál Ove Nysted 1–1: Ove Nysted 1–2: Kurt Mørkøre 2–2: Dánial Hansen 3–2: Jonhard Frederiksberg 4–2: Áki Petersen HB–B68 3–1 (1–1) 0–1: Øssur Hansen 9. 1–1: Uni Arge 30. 2–1: Jón Rói Jacobsen 84. 3–1: Uni Arge 89. Reytt kort: Rógvi Jacobsen, HB, og Oleif Joensen, B68 B68 og KÍ fingu skot fyri bógvin StÍF – Neistin 19-16 (12-9) Neistin misti silvurmerkini