mikudagur 27. mars 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Endaumfarið í liðkappingini í dart varð spælt
í B36-húsinum síðsta vikuskifti.
2. deild
Í 2. deild lá Havnar Róðrarfelag 4 best fyri at vinna gull.
Undan síðsta umfarinum vóru teir 4 stig framman fyri
Havnar Dartfelag 2. Men Havnar Róðrarfelag 4 megnaði
bert at vinna tveir dystir í síðsta umfarinum, meðan
Havnar Dartgelag 2 vann allar fimm. Tískil streyk Havnar
Dartfelag 2 avstað gullinum framman fyri nøsini á trimum
sera skuffaðum ungum monnum á liðnum hjá Havnar
Róðrarfelag 4. Og tað var líka við at Havnar Róðrarfelag
4 eisini spældi av við silvuri, tí teir endaðu púra javnir við
Havnar Róðrarfelag 2, sum tó mátti taka til takka við
bronsu orsakað av innanhýsis úrslitum.
Endaliga støðan í 2. deild gjørdist henda:
Nr. Felag
Settmunur
Stig
1
Havnar Dartfelag 2
96-39
24
2
Havnar Róðrarfelag 4
84-51
22
3
Havnar Róðrarfelag 2
84-51
22
4
Balslev 2
57-78
12
5
Havnar Róðrarfelag 3
48-87
6
6
Pílar 2
36-99
4
1. deild
Í 1. deild dysturin stóð um FM-heitið millum Havnar
Dartfelag og Argja Dartfelag.
Kravið til Argja Dartfelag var, at teir vunnu allar sínar
dystir og at teir so fingu hjálp frá onkrum øðrum liðið, ið
kundi taka stig frá Havnar Dartfelag. Argja Dartfelag
greiddi sín part av setninginum, og spenningurin var
øgiligur, tá Havnar Róðrarfelag í síðsta dystinum gav
Havnar Dartfelag harða mótstøðu. Havnar Róðrarfelag
kom á odda 4-2 og hevði góðar møguleikar at vinna fimta
dystin eisini og harvið tryggja Argja Dartfelag FM-heitið.
Men leikararnir hjá Havnar Dartfelag hildu høvdu kalt og
javnaðu til 4-4. Tískil varð upp til Alvin Egholm (HR) og
Jens Petur Poulsen (HDF) at avgera, hvar FM-heitið
endaði. Báðir eru teir garvaðir leikarar, ið áður hava verið
FM-vinnarar bæði fyri lið og einstaklingar; men tað var
skjótt greitt, at tað stóð
nógv á teimum. Havnar
Róðrarfelag hevði tryggja
sær bronsuna og tískil
hevði Alvin ikki so nógv at
spæla fyri, men hann var tó
harðari raktur av nervum
og megnaði ikki at sláa til í
avgerandi løtunum, so Jens
Petur vann dystin og harvið
endurvann
Havnar
Dartfelag FM-heitið.
Strálan lá til bronsuna
undan síðsta umfarinum,
men eitt heldur óvæntað
tap móti Vága Dartfelag
kostaði teimum bronsuna.
Pílar var eisini var við í
kappingini um bronsuna
undan síðsta umfarinum,
men teir vóru ikki full-
mannaðir henda dagin og
tað kostaði teimum 6
ósigrar. Annars gjørdist
endaliga støðan í 1. deild
henda:
Dart:
Endaliga støðan í liðkappingini
Nakrir fegnir heiðursmerkjavinnarar í 1. deild, nú kappingarárið er av
Havnar Dartfelag vann eisini kappingina í 2. deild frammanfyri Havnar Róðrarfelag
Havnar Dartfelag vann
tepurt kappingina í 1. deild
frammanfyri Argja Dartfelag
Nr. Felag
Settmunur
Stig
1
Havnar Dartfelag
116- 46
32
2
Argja Dartfelag
111- 51
32
3
Havnar Róðrarfelag
94- 68
20
4
Strálan
82- 80
18
5
Pílar
67- 95
12
6
Klaksvíkar Dartfelag
65- 97
8
7
Vága Dartfelag
32-130
4
Nr. 60 - 27. mars 2002
31
31
30
Nr. 60 - 27. mars 2002
Um vikuskiftið vóru
Føroyameistararnir í
yngru deildunum
kosnir og tiltakið
prógvaði, at tað ikki
er av tilvild, at TB, SÍ
og ÍF klára seg væl í
eldru deildunum.
Útjaðarin fór nevni-
liga við flestu meist-
araheitunum
FLOGBÓLTUR
Sveinur Tróndarson
Seinastu FM-kappingarnar
í flogbólti vórðu avgreiddar
um vikuskiftið. Hetta hendi
tá skipað var fyri stórari
FM kapping í Tórshavn fyri
tær yngru deildirnar.
Sum ikki einaferð var
undirtøkan sera stór. Ikki
færri enn 95 lið høvdu boð-
að frá luttøku og tað vil
siga, at gott og væl 600
ungir flogbóltsleikarar hava
stríðst innanhýsis um, hvør
teirra skuldi hava møgu-
leikan at kalla seg Føroya-
meistara tað næsta árið.
Av tí at undirtøkan til
kappingina var so stór, var
neyðugt at leggja kapping-
ina í næstan allar skúlarnar
í Havn, og samstundis var
eisini neyðugt at brúka allar
tríggjar dagarnar í viku-
skiftinum, fyri at klára at
avgreiða alt samalt. Hetta
gekk tó upp á stás og
sunnukvøldið vóru allir
meistararnir kosnir.
Samanumtikið kann sig-
ast, at kappingin eydnaðist
sera væl. FM-kappingin um
vikuskiftið var bara ein av
fleiri
kappingum,
sum
samanlagt geva FM-heitið
tá árið er farið. Skipanin er
soleiðis sett saman, at liðini
fáa stig fyri avrikið í teim-
um ymsu kappingunum, alt
eftir, hvar tey enda og tað
liðið sum hevur flest stig, tá
árið er av, er Føroyameist-
ari.
Eingin
skipan
uttan
onkra ónøgd og soleiðis er
eisini við hesari. Høvuðsor-
søkin er tann, at onkur lið,
vegna veður, ikki eru
sloppin til onkra kapping,
og tí hava tey einki stig
fingið í onkrari kapping, og
tí er skilligt, at onkur er
ónøgdur.
Sum skilst verður tó skot-
ið upp at halda fram við
verandi skipan næsta kapp-
ingarár. FBF heldur eftir
øllum at døma, at henda
skipanin er tann frægasta
sum finst, men heldur tó, at
tað hevði verið vert at gjørt
ta broyting, at tey bæði
fremstu liðini í hvørjum
aldursbólki, spældu eina
finalu eftir at seinasta
kappingin var farin aftur
um.
Útjaðarin fremstur
Annars kann staðfestast, at
kappingin í Havn var ein
stórsigur fyri útjaðaran.
Ikki ber longur til at siga, at
TB og SÍ eru smá feløg, tí í
fleiri ár hava tey verið mill-
um tey fremstu feløgini
hvat ungdóminum viðvík-
ur, og í ár hava tey eisini
staðfest seg millum fremstu
liðini í vaksnamannaflog-
bólti.
Úrslitini hjá hesum báð-
um feløgunum – og hjá ÍF,
sum vann tvey meistara-
heitir – er eitt greitt tekin
um, at flogbólturin hevur
fingið fastatøkur á fólki
kring alt landið.
Kappingin vísir eisini, at
flogbólturin – um rætt
verður atborið – hevur gott
í væntu, men hon staðfestir
eisini, at tað verður neyðugt
at geva teimum ungu leik-
arunum tær avbjóðingar
teimum tørvar, fyri at halda
fast í teimum sum flog-
bóltsleikarar.
Bæði TB, SÍ, ÍF og KÍF
hava í fleiri ár megnað at
hála alsamt fleiri ungar
leikarar til, og stuttligt er at
síggja, at eitt lið sum SÍ,
sum annars er serliga kent
fyri mans- og dreingjaflog-
bólt, er farið at gera so
nógv um seg í gentuflog-
bólti. Uttan at vita, hvussu
kvinnuflogbóltur í Vágum
verður skipaður í framtíð-
ini, loyva vit okkum tó at
staðfesta, at verður rætt at-
borið, sær framtíðin hjá
vágagentunum sera spenn-
andi út.
Tað sama má sigast um
unglingarnar hjá ÍF og
genturnar hjá TB. Fleiri av
unglingunum hjá ÍF hava
longu í ár verið partur av
meistaradeildarliðnum hjá
felagnum, og sjálvt um tað
ikki altíð var so tespiligt í
byrjanini av kappingarári-
num, hava dystirnir í bestu
deildini hjá monnum skap-
að leikararnar til meira
heilar leikarar. Tí eigur
framtíðin hjá at verða
nøkunlunda tryggjað, tá
hugsað verður um, at onkur
av teimum eldru leikaru-
num, sum vóru við í ár,
kanska ikki vera tøkir
næsta ár.
Miðvíst
ungdómsarbeiði
Úrslitini hjá hesum trimum
feløgunum er partur av
miðvísum ungdómsarbeiði.
Hjá TB er hetta bara enn
eitt prógv um, at stríðið
undanfarin ár hevur borið
ávøkst, og hesi trý meistar-
aheitini gera bara kapping-
arárið til eitt enn betri
kappingarár.
Seinastu nógvu árini hev-
ur TB verið undangongu-
felag tá hugsað verður um
yngru deildirnar og meist-
araheitini, sum eru endað
sunnanfjørðs eru ikki so fá.
Avrikið hjá besta liði
felagsins í kvinnudeildini
vísir eisini, at arbeiðið als
ikki hevur verið til fánýtis
og tí eigur tað - saman við
úrslitunum hjá SÍ - at eggja
øðrum at fara undir tað
sama.
Samstundis sum vit at
enda ynskja teimum tíggju
meistaraliðunum hjartaliga
tillukku við FM-heitunum
kunnu vit nevna trý tey
fremstu liðini í bestu deild-
unum:
Gentur 10:
Nøvan, Fleyr og KÍF.
Gentur 12:
TB, Dráttur og KÍF.
Gentur 14:
TB, KÍF og Mjølnir.
Gentur 16:
SÍ, TB og Dráttur.
Kvinnuunglingar:
SÍ, TB og KÍF.
Dreingir 10:
Fleyr, TB og SÍ.
Dreingir 12:
TB, ÍF og SÍ.
Dreingir 14:
ÍF, Fleyr og SÍ.
Dreingir 16:
SÍ, Fleyr og TB.
Mansunlingar:
ÍF, SÍ og Fleyr.
Útjaðarin eigur bestu
ungdómsleikararnar
Dreingir 12 ár
Gentir 14 ár
Gentur 12 ár
C
M
Y
K
30