mikudagur 27. mars 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 27. mars 2002
33
EM liðini skipa saman við
Føroya Tele fyri stórfingn-
ari parakapping í Bridge-
húsinum í Havn 6.
apríl kl 10.00.
Pláss er fyri 40 pørum til
kappingina.
Seinasta freist at boða frá
luttøku er mikukvøldið 3.
apríl hjá Boga Simonsen
(tel 318811 ella 228596)
ella hjá Marjun Restorff
(tel 319142).
Spæld verða umleið 60
spøl, og kappingin verður
ein barometerkapping.
Vinnandi parið fær eina
GSM Nokia 3030 við 300
kr í talitíð í part. Parið, ið
endar sum nr 2, fær eina
tráðleysa fastnetstelefon í
part. Harafturat verða nógv
gávukort
frá
ymsum
handlum at vinna.
Møtið upp 6. apríl og
verið við til at stuðla EM
luttøkuni
hjá
føroysku
landsliðunum!
Bogi Simonsen og Arnbjørn
Sivertsen
Føroysku landsliðini skulu
um páskirnar til Graasten í
Suðurjútlandi at leika í
kapping.
Mótstøðuliðini
verða Svøríki, Týskland og
Danmark, ið øll teljast
millum stinnastu bridge-
tjóðir í heiminum.
Kappingin í Graasten er
liður í venjingin og upphit-
ingin til EM kappingina í
Italia í summar. Spælt verð-
ur leygardagin og sunnu-
dagin 30. og 31. mars.
Danmark og Føroyar taka
lut við tveimum liðum í
part í opnum rað og einum í
kvinnurað. Hini bæði lond-
ini koma við einum liði í
hvørjum raði.
Tey føroysku liðini síggja
soleiðis út:
Føroyar I: Bogi Simonsen -
Rói á Rógvu Joensen, Jóan-
nes Mouritsen - Heðin
Mouritsen.
Føroyar II: Arnbjørn Siv-
ertsen - Hans Jacob Peter-
sen, Árant Berjastein -
Magni Jøkladal.
Føroyar kvinnur: Marjun
Restorff - Arnleyg Mikkel-
sen, Jóna Grunnveit -
Majken Johansen, Maria
Christiansen - Laila Daniel-
sen.
Jóannes er veteranurin á
føroyska liðnum. Hann
hevur leikt flestar lands-
dystir fyri Føroyar, 49 í tali,
men eisini Bogi (30 dystir)
og Heðin (19) eru royndir í
altjóða leiki. Einasti de-
butantur á føroyska lands-
liðnum verður Magni. Á
kvinnuliðnum eru Majken,
Maria og Laila við á fyrsta
sinni.
Teir kendastu leikararnir
eru teir á danska A liðnum.
Peter og Dorthe Schaltz
hava bæði fleiri hundrað
landsdystir á baki, og ikki
so nógv minni kendir eru
Jens Auken, Lars Blakset,
Lauge Schaffer og Mathias
Bruun.
Tey føroysku landsliðini
arbeiða hart við at fáa end-
arnar at røkka saman til EM
luttøkuna. Uttan stuðul
høvdu útreiðslurnar farið
upp um 300.000 kr. Vit
hava møtt vælvild frá EM
fyrireikarunum, sum hava
givið stóran avsláttur í kost
og logi, og fleiri stuðlar her
heima hava longu bjóða seg
fram. Men enn er langt eftir
á mál, um ikki leikararnir
sjálvir skulu gjalda bróður-
partin av útreiðslunum.
Fleiri tiltøk verða í næstu
framtíð, m.a. Føroya Tele
Cup 6. apríl og eitt tiltak í
SMS 21. - 25. maj.
Føroyska landsliðið hev-
ur tikið lut í NM 9 ferðir, og
tað er vorðið til 90 lands-
dystir tilsamans. Fyrstu
ferð var í Helsingør í 1984,
og eftir øllum at døma
verður kappingin í Íslandi í
2000 tann seinasta NM
kappingin. Orsøkin er tann,
at EM nú verður spælt
hvørt ár í staðin fyri annað-
hvørt, og tí verða helst ikki
stundir og ráð eisini at
spæla NM.
BRIDGE:
Landsliðini hita upp til EM í Suðurjútlandi
Føroyskir landsdystir
Opið rað
Navn
dystir
Jóannes Mouritsen
49
Helgi Joensen
46
Rúni Mouritsen
40
Niels Nielsen
38
Per Kallsberg
38
Bogi Simonsen
30
Egil Sondum
30
Dánjal Pauli Mohr
28
Árni Dam
19
Heðin Mouritsen
19
Marner Joensen
19
Egil Helmsdal
19
Ingi Helmsdal
19
Eyðun Jensen
19
Pól Joensen
18
Arne Mikkelsen
10
Rói á Rógvu Joensen
9
Áki Mouritsen
9
Trygvi Vestergaard
9
Árant Berjastein
7
Símin Lassaberg
7
Hans Jacob Petersen
6
Arnbjørn Sivertsen
6
Danskir fjølmiðlar
vistu týsdagin at siga,
at fyrrverandi danski
landsliðsspælarin Jan
Mølby verður nýggjur
venjari hjá Julian
Johnsson í Hull City.
Hvørki felagið ella
Mølby hava tó váttað
tíðindini enn
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Julian Johnsson fær møgu-
liga ein navnframan dansk-
an venjara í teimum sein-
astu dystunum í hesum
kappingarárinum.
Tey donsku bløðini B.T.
og Ekstrablaðið skrivaðu
týsdagin, at Jan Mølby
verður eftir ætlan nýggjur
venjari í Hull City, har
Julian hevur spælt síðan
fjørsummar.
Enn er eingin sáttmáli
undirskrivaður, og tí eru
hesi tíðindini enn at meta
sum leysatíðindi.
Brian Little segði seg úr
starvi, eftir at Hull hevði
verið í einum aldudali, og
síðani tað hevur ungdóms-
venjarin verið í fyribils
starvi. Nú ganga tíðindi so
um, at tað er Jan Mølby,
sum skal í heita sessin.
Jan Mølby er í løtuni
venjari hjá Kidderminster
Harriers, sum eisini spælir í
ensku 3. deild. Kidder-
minster og Hull liggja lið
um lið í stigatalvuni, og tey
kappast um møguleikan at
spæla uppflytingardyst.
Jan Mølby var kendur
spælari í sínari tíð, tá hann
spældi við Liverpool og
Ajax. Harumframt hevur
hann spælt fleiri dystir við
danska landsliðnum.
Mølby til Hull
Mansliðið hjá StÍF
vann týdningarleysa
dystin móti Neistan-
um mánakvøldið. Úr-
slitið av dystinum
broytti einki uppá
stigatalvuna
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Seinasti dysturin í lands-
kappingini hjá monnum
varð leiktur í høllini á Skála
mánakvøldið millum StÍF
og Neistan. Dysturin varð
útsettur frá vikuskiftinum
vegna jarðarferð.
StÍF vann dystin við
trimum málum eftir at hava
verið á odda við einum
máli við steðgin.
Dysturin var merktur av,
at einki var at spæla fyri.
StÍF fekk bronsuna, og
Neistin fekk silvurmerkini
eftir dystin. Eftir var bara
æran at spæla fyri, og
strandingar vóru tó stinnari
tá avtornaði.
Neistin betri byrjan
Tað vóru havnarmenn, ið
komu best frá byrjan, og
teir løgdu sjógv ímillum
beinanvegin. Tá hálvleikur-
in var hálvrunnin, var
Neistin frammanfyri við
fýra málum.
Dysturin vendi brádliga,
tá StÍF tók annað skinn um
bak. Eftir lítlari løtu hevði
heimaliðið vent dystinum
og var frammanfyri við
hálvleikssteðgin.
Neistin megnaði ongan-
tíð at fáa StÍF aftur í seinna
hálvleiki, og heimaliði
førdi frá byrjan til enda.
Heini Joensen hevði eina-
ferð møguleikan, men hann
brendi brotsskastið.
StÍF fór sostatt við báð-
um stigunum og endaði á
triðja plássi. Neistin mátti
taka til takkar við silvur-
merkjunum í landskapping-
ini eins og í steypakapp-
ingini. Havnarliðið mundi
hava væntað sær í minsta
lagi eitt gullmerki undan
kappingarárinum.
Dysturin í tølum:
StÍF – Neistin 29-26 (13-
12)
StÍF: Bent Djurhuus 7,
Alexandur Johansen 6,
Artur Johansen 6, Leivur
Justinussen 4, Jón Rasmus-
sen 3, Andre F. Danielsen
2, Anfinnur Joensen 1
Neistin: Heini Joensen 11,
Kári Mortensen 4, Jacob
Jónsson 3, Birgir Kass 3,
Helgi Justinussen 2, Ragn-
ar Stakksund 1
Útvísingar: StÍF 2, Neistin
2
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 2
Dómarar: Uni Wardum og
Hannis Wardum
StÍF-Neistin 29-26 (13-12)
StÍF basti Neistanum
Savnsmynd
33
32
Nr. 60 - 27. mars 2002
Við at vinna á Eyðuni
Nolsøe er unglingurin
úr Kollafirði á odda
saman við John Rød-
gaard, sum vann á
Rana Nolsøe
TALV
Jóannes Hansen
Í amerikanskum politikki
hava teir hugtakið "Super
Tuesday". Hetta hevur við
uppstillingina til forsetaval-
ið at gera. Síðani 1988 hava
nógvir av Suðurstatunum –
upp í sekstan – hildið upp-
stillingarval annan týsdagin
í mars. Stórur áhugi hevur
verið fyri hesum degnum.
Um ein og sami kandidatur
megnar at gera seg væl
galdandi í øllum ella nógv-
um statum, so verður sagt,
at hann hevur góðan møgu-
leika at vinna í statunum,
sum koma aftaná og harvið
at gerast forsetavalevni.
FM í talvi fyri einstak-
lingar er sjálvandi bæði so
og so nógv øðrvísi enn upp-
stillingarvalini til forseta-
valið í USA. Men hugatkið
"Super Tuesday" hava teir í
ár fingið til Sandavágs.
Undanfarnu árini hava
tey níggju umførini verið
frá fríggjadegi og til páska-
aftan. Hesa ferð varð fyrsta
umfarið telvað leygardagin.
Tí so at siga manglaði ein
dagur í. Tí vóru tvey umfør
á skránni í gjár, og tað var
orsøkin til, at føroyski talv-
heimurin um vikuskiftið
fór at tosa um henda øgiliga
týsdagin.
Einki hongur longur
Undanfarnu árini hevur tað
ofta verið soleiðis, at eitt
ella fleiri talv hava hingið
frá undanfarnu døgunum.
Hesi hava so verið telvað
liðug fyrrapartarnar. Nú
eru reglurnar broyttar so-
leiðis, at einki talvið hong-
ur longur.
Telvararnir hava tveir
tímar í part til teir fyrstu
fjøruti leikirnar. Síðani
hava teir ein tíma í part til
tjúgu leikir, og so hava teir
ein hálvan tíma í part til at
gera talvið liðugt í. Tað vil
við øðrum orðum siga, at
mesta tíðin, sum kann
brúkast til eitt talv, er sjey
tímar. Og so er lætt at rokna
út, at í gjár bar tað til hjá
telvarunum at siga fjúrtan
tímar við talvborðið. Hvus-
su tað gekk við tí, venda vit
aftur til í morgin.
Sum vit søgdu í blaðnum
í gjár, so hittust telvararnir
soleiðis í gjár. Í fjórða um-
farinum fyrrapartin: Terji
Petersen–Hans
Kristian
Simonsen,
Rani
Nols-
øe–Olaf Berg, Eyðun Nols-
øe–Martin Poulsen, Ólavur
Simonsen–Carl Eli Nolsøe
Samuelsen og John Rød-
gaard–Torkil Nielsen. Í
fimta umfarinum seinna-
partin:
Martin
Poul-
sen–Terji Petersen, Hans
Kristian
Simonsen–Rani
Nolsøe, Olaf Berg–John
Rødgaard, Carl Eli Nolsøe
Samuelsen–Eyðun
Høj-
gaard og Torkil Niel-
sen–Ólavur Simonsen.
John og Hans
Kristian á odda
Undan stóra týsdegnum
vóru tað elsti og royndasti
maður, John Rødgaard, og
unglingurin Hans Kristian
Simonsen, sum vóru á
odda. Eftir trý tey fyrstu
umførini høvdu teir 2 1/2
stig í part.
Í triðja umfarinum telv-
aði John Rødgaard ímóti
1997 meistaranum Rana
Nolsøe. Talan var um sera
javna støðu, tá Rani við
hvíta fólkinum skuldi gera
40. og síðsta leikin, áðrenn
teir skuldu fáa nýggja tíð
tillutaða. Ein sovorðin leik-
ur plagar ikki at vera ser-
liga ógvusligur – hvørki ein
veg ella annan – men Rani
setti eina finnu í deyða, og
tað ger eingin ósektaður á
hesum støðinum. Tí vann
John Rødgaard lættliga við
svarta fólkinum.
Eftir tvey tey fyrstu um-
førini var Eyðun Nolsøe
einsamallur á odda. Í triðja
umfarinum
hevði
hnn
svarta fólkið ímóti Hans
Kristiani Simosnen. Ung-
lingurin úr Kollafirði, sum
gjørdist eitt kent føroyskt
talvnavn og andlit, tá hann
syfti sjálvum Kasparov,
hevur síðani tá ferð eftir
ferð staðfest, at hann hevur
frágera góð evni at telva, og
hann tykist eisini hava
sinniliga yvirskotið, sum
skal til. Hans Kristian vann
á Eyðuni. Harvið vóru und-
an stóra týsdegnum John
Rødgaard og Hans Kristian
Simonsen á odda.
Nú valdast um, hvussu
tað spældi av í gjár. Men í
Sandavági eru teir við
spenningi farnir at hyggja
fram ímóti sjeynda umfari-
num, sum er á skránni
skírisdag. Tá skal Hans
Kristian við hvíta fólkinum
telva ímóti John Rødgaard.
Av góðum grundum hevur
Hans Kristian Simonsen
ongantíð vunnið FM í
landsliðsbólkinum.
Tað
hevur John Rødgaard roynt
tvær ferðir – í 1998 og í
2001.
Ungu menninir væl við
Umframt John Rødgaard er
Torkil Nielsen mest royndi
maðurin í FM kappingini
hesa ferð. Torkil vann í
áttati árunum FM tríggjar
ferðir – í 1984, 1986 og í
1988. Seinastu árini hevur
hann ikki tikið so nógv lut,
men nú nýtir hann høvið á
heimavølli at royna seg
eina ferð enn.
Undan týsdegnum hevði
hann ikki vunnið, men
hann hevði heldur ikki tapt.
Ímóti einum av ungu
monnunum, Carl Eli Nols-
øe Samuelsen, fekk hann í
triðja umfairnum remis.
Fleiri av hinum ungu
monnunum vóru undan
gjárdegnum so mikið væl
við, at tað væl kundi hugs-
ast, at teir kundu fara at
gera seg galdandi. Her
verður hugsað um Olaf
Berg, Martin Poulsen og
Ólavur Simonsen. Eingin
av teimum hevur áður
vunnið FM. Ólavur var ikki
serliga heppin í fyrstu um-
førunum, men við sigrinum
við svarta fólkinum á Mart-
ini Poulsen, kom hann upp
á síðuna av Martini og
Olafi. Hesin síðsti vann í
triðja umfarinum á Terja
Petersen, sum eftir trý um-
før var einasti maður uttan
stig. At koma afturíaftur
eftir soltna byrjan, er ofta
sera torført.
Upp og niður
Úr Sandavági frættist, at
telvararnir so at siga spilla
ikki tíðina burtur. Talvini,
tá støðan eftir fáar leikir og
harvið stutta tíð, eru avklár-
að, eru fá. Í flestu førum
verður størsti parturin av
teimum
sjey
tímunum
brúktur, og tá er tað ofta
ikki fyrrenn í tíðarneyðini,
at tað koppar annan vegin.
Miðal
styrkistalið
í
landsliðsbólkinum er 2141.
Seks av teimum telvaru-
num, sum hava hægstu
styrkistølini, eru ikki við
hesa ferð. Her verður hugs-
að um John Arna Nilssen,
Heina Olsen, Flóvin Þór
Næs, Rógva W. Rasmussen,
Jens Kristian Hansen og
Torbjørn Thomsen. Tá vit
fregnast eftir, hvussu teir
meta um støðið í kapping-
ini hesa ferð, verður sagt, at
tað er eitt sindur upp og
niður. Onkuntíð hevur tað
verið hægri. Fyrstu umfør-
ini hava verið merkt av
nervum og mistøkum í tíð-
arneyðini, sum flestu hava
verið í.
Klaksvíkingar eiga
tríggjar teir fremstu í
unglingadeildini og
fremsta mannin í
almenna bólkinum
TALV
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar hava stóran
áhuga í talvi, og ungu
menninir fáa góða venjing
har norðuri. Tað sást aftur í
luttøkuni í FM fyri einstak-
lingar – ikki minst í ung-
lingabólkinum. Í hesum
bólkinum eru 26 luttakarar.
Átta umfør eru á skránni,
og eitt umfar er á skránni
hvønn dagin fram til og við
páskaaftan.
Eftir trý tey fyrstu umfør-
ini vóru tað tveir telvarar,
sum høvdu fingið fulla úr-
tøku. Teir vóru Rúni Draga-
berg og Ebbe F. Petersen.
Teir eru báðir úr Klaksvíkar
Talvfelag. Tað er Rani
Baldursson eisini. Hann
hevði eftir trý umfør 2 1/2
stig og var einsamallur á
triðja plássinum. So fæst at
síggja, hvussu tað fer at hil-
nast. Í fjør var Rúni Draga-
berg leingi á odda, men
hann kiksaði fram ímóti
kappingarenda.
Tá unglingarnir verða
umrøddir, eigur at verða
lagt afturat, at í landsliðs-
bólkinum eru tríggir luttak-
arar, sum hava aldur at
kappast í unglingadeildini.
Men rímuligt vilja Hans
Kristian
Simonsen
úr
Kollafirði og havnamenni-
nir Olaf Berg og Martin
Poulsen heldur kappast, har
teir hava møguleika fyri
størstu avbjóðingunum.
Finnbjørn
einsamallur
Í almenna bólkinum eru
seytjan
luttakarar.
Har
verður telvað átta umfør.
Síðsta umfarið verður á
skránni páskaaftan.
Eftir trý tey fyrstu umførini
var Finnbjørn Vang úr
Klaksvíkar Talvfelag einsa-
mallur á odda við fullum
stigatali. Bernhard August-
inussen var næstfremstur
við 2 1/2 stigi. Hann er úr
Sandavági. Sjey telvarar
høvdu tvey stig: Andrias
Ziska, HT, Ingolf Gaard,
KTF,
Jákup
á
Rógvu
Andreasen, VT, Jákup D.
Joensen, HT, Bárður Joen-
sen, VT, Heðin Joensen, ST
og Jóannes Ortind, ST.
Hans Kristian bjóðar John av
3. umfar
Rani Nolsøe–John Rødgaard 0–1
Olaaf Berg–Terji Petersen 1–0
Hans Kristian Simonsen–Eyðun Nolsøe 1–0
Martin Poulsen–Ólavur Simonsen 0–1
Carl Eli Nolsøe Samuelsen–Torkil Nielsen 1/2–1/2
Støðan eftir trý umfør:
John Rødgaard
VT
2 1/2 stig
Hans Kristian Simonsen
KT
2 1/2 stig
Eyðun Nolsøe
KTF
2 stig
Olaf Berg
HT
1 1/2 stig
Torkil Nielsen
ST
1 1/2 stig
Martin Poulsen
HT
1 1/2 stig
Ólavur Simonsen
KTF
1 1/2 stig
Rani Nolsøe
KTF
1 stig
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
HT
1 stig
Terji Petersen
KTF
0 stig
Fleiri framvegis fult
C
M
Y
K
32