Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 60 - 25. mars 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Tað var væntandi, at ein skipan við handilskvotum ella fiskidøgum fór at elva til løgnar sølur og iving- arsamar transaktiónir. Vit hava sæð og hoyrt, at menn hava keypt gomul skip fyri at fáa fatur á veiðiloyvum at selja til aðrar. Eisini menn og fyritøkur, sum ikki hava við fiskivinnu at gera. Hetta merkir, at veiðiloyvi eru vorð- in ein handilsvøra í sjálvum sær. Tað var ikki ætlanin, men kortini eitt fyribrigdi, sum summi spáddu um. Hetta hevur eisini gjørt seg galdandi í Íslandi, har kvotubárónar vinna hópin av peningi at leggja kvotur undir seg at selja øðrum. Hetta er neyvan í samljóð við and- an í lógini um vinnuligan fiskiskap, har tað verður sligið fast, at tilfeingið í sjónum er ogn Føroya fólks. Tí er tað gott, um lóg og reglur verða gjørdar neyvari. Men tað mundi koma óvart á mong, at Fiskimálastýrið eisini er við í ó- hepnum avgerðum, sum tíðindini um Fram og Pelagos benda á. Hevur Fiskimálastýrið latið hesum skipum eina størri kvotu fyri at geva teimum eitt størri søluvirði, eru vit komin út um alt sømiligt mark. Nú sigur formaður í felagnum Nót- askip eitt og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eitt annað. Uttan at taka dagar ímillum er í øllum førum talan um ein spurning, sum eigur at verða kannaður til botns, tí slíka mannagongd kann eitt rættarsamfelag ikki góðtaka. Uttan fyri alt sømiligt mark DAGFINN OLSEN Nú frættist um tómar skúl- astovur kring landið. Næm- ingar, serliga í framhalds- deildunum, eru eisini farnir at mótmæla arbeiðssteðgi- num, ið er íkomin orsakað av ósemjuni millum Fíggj- armálastýrið og Lærarafel- agið. Næmingarnir halda seg burtur. Eisini frættist, at næming- ar hava sent Signari á Brúnni, landsstyrismanni, mótmælisskriv. Felagið veit einki Elsa Birgitta Petersen, for- kvinna í Føroya Lærara- felag, sigur at felagið ikki hevur ein fingur við í spæl- inum, tá næmingar nú eru í verkfalli, men felagið hevur eisini hoyrt tíðindini. Hon metir, at slíkt kemur spontant og at forholdið millum næmingar og lær- arar er tættari, enn fleiri kanska halda. Eisini metir hon, at næmingar duga at síggja, hvat lærarin leggur í sítt starv og at tað er ein vanlukka, um nýggja lógin dettur niðurfyri. - Næmingarnir eru bevíst- ir, sigur Elsa Birgitta Peter- sen. Pengar eingin trupulleiki Elsa Birgita Petersen vil ikki siga, hvussu longi Før- oya Lærarafelag hevur ráð at halda fram við arbeiðs- steðginum. Hon leggur tó dent á, at peningur er eingin trupulleiki og at felagið hev- ur ráð til verandi støðu í langa tíð. Skaalum arbeiðir Tað skilst, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur gjørt eitt uppskot til partar- nar at góðtaka ella vraka ella samráðast útfrá. Stýrið væntaði, at Lærarafelagið fekk uppskotið í gjár, men uppskotið skal fyrst út at venda hjá Fíggjarmálastýr- inum. Elsa Birgitta Petersen sig- ur, at hon hevur skilt, at Fíggjarmálastýrið og sem- ingsmaðurin Allan Skaalum arbeiða við hesum. Allan Skaalum hevði í gjár verið í samband við Lærarafelagið, men visti ikki neyvt at siga, nær fel- agið fekk uppskotið. Felagið hevur kravt at fáa uppskotið skrivligt. Ikki semingsuppskot Forkvinnan í Lærarafelag- num leggur dent á, at talan er ikki um semingsuppskot, tí tað er Fíggjarmálastýrið og semingsmaðurin, ið ar- beiða. Ikki Føroya Lærara- felag. Hetta hóskar eisini væl Tómar skúlastovur Forkvinnan í Føroya Lærarafelag sigur, at felagið ikki hevur fingur við í spælinum, tá næmingar nú eisini eru í verkfalli. Hon metir, at forholdið millum næmingar og lærarar er tætt, og at næmingar duga at síggja, hvat lærarin leggur í sítt starv Kunna um fullveldi í donskum fjølmiðlum Landsstýrið rindar internetavísini hjá Jyllands-Posten 15 túsund krónur fyri eina lýsing, ið vísir til fullveldisheimasíðuna hjá landsstýrinum JOHN JOHANNESSEN Tey, ið lesa danskar avísir á internetinum hava helst lagt til merkis, at ein lýsing fyri føroyskum fullveldi av og á kemur til sjóndar ovast á breddanum á internetútgáv- uni av Jyllands-Posten. Talan er um eina stóra lýsing, ið stendur beint við síðuna av blaðhøvdinum og tískil á dýrasta og besta lýs- ingaplássinum. Frá lýsingadeildini hjá donsku avísini fáa vit at vita, at ein slík lýsing kostar 15 túsund krónur hvørja ferð hon er við. Bert til kunning Høgni Hoydal, landsstýris- maður í sjálvstýrismálum, heldur einki skeivt vera í at brúka pening til at kunna um fullveldisætlanina í Danmark. – Vit skulu minnast til, at talan er um kunning og ikki um eina lýsingaherferð, sig- ur landsstýrismaðurin og vísir á, at lýsingin bert er eitt sokallað link, ið vísir til objektivu fullveldisheima- síðuna hjá landsstýrinum. Hetta merkir, at tá tú við músini klikkir á lýsingina, kemur tú inn á fullveldis- heimasíðuna. Landsstýrismaðurin vísir á, at avtalan við Jyllands- Posten er, at landsstýrið rindar 15 túsund krónur fyri lýsingina eina ferð. Talan er ikki um, at landsstýrið skal rinda fyri hvønn dag, lýs- ingin er á internetavísini. At kunna við tíðinda- skrivum, tíðindafundum og øðrum líknandi kring Dan- mark er nógv dýrari enn at kunna á internetinum fyri hesar 15 túsund krónurnar, er Høgni Hoydal sannførdur um. Skulu hava atgongd til tilfar Sambært Høgna Hoydal leggur landsstýrið ógvuliga stóran dent á, at vanligi borgarin, bæði í Føroyum og aðrastaðni, skal hava at- gongd til alt alment tilfar í fullveldismálinum. Tí hevur landsstýrið fullveldisheima- síðuna, har allar frágreið- ingar og útrokningar eru at finna. – Trupulleikin í fullveld- ismálinum hevur júst verið vantandi kunning, og tað er hetta vit nú royna at betra um, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrið hevur eisini sokallað link til fullveldis- heimasíðuna á lýsingabjálk- anum hjá internetsosialin- um. Forsíðan á internetútgáv- uni av Jyllands Postinum við tað, ið felagið hevir hild- ið uppá, nevniliga, at mynd- ugleikarnir eiga at spæla út. Í Føroya Lærarafelag eru tey annars væl við tiltøkini hósdagin. Sáttmálasettir lærarar úr øllum landinum tóku lut og spontant komu næmingar eisini uppí mót- mælisgonguna og hetta heldur forkvinnan í Føroya Lærarafelag eydnaðist væl. Ein tómur skúli… - Næmingarnir eru bevístir, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag