Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mars 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 60 - 25. mars 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 60 - 25. mars 2000 Heldur seg einki skeivt hava gjørt Signar á Brúnni, lanndsstýrismaður, sigur, at hann ráðførdi seg væl og virði- liga áðrenn hann í juni játtaði sjónvarpinum pening uttan heimild. Tí metir hann seg hava ryggin frían JOHN JOHANNESSEN Frágreiðing frá løgtings- grannskoðarunum stað- festir, at Signar á Brúnni, landsstýrismaður, breyt landsins lógir, tá hann í juni játtaði Sjónvarpi Føroya pening uttan heimild. Advokaturin, Bjørn á Heygum, ið hevur verið við til at gjørt stýrisskipanarlóg- ina, heldur brotið vera so stórt, at landsstýrismaðurin má frá, skal álitið á rættar- trygdina halda fram. Landsstýrismaðurin stendur kortini fast við, at hann hevur sín rygg frían. – Tá eg játtaði sjónvarp- inum peningin, ráðførdi eg meg við fíggjarfrøðingar og lógarkøn fólk bæði innan mítt egna stýri og uttanfyri. Hesi vóru øll samd um, at eg skuldi gera, sum eg gjørdi. Tí meti eg meg ikki hava gjørt nakað skeivt, sig- ur Signar á Brúnni. Fíggjarnevndin sveik Tað er staðfest, at landsstýr- ismaðurin játtaði peningin til sjónvarpið uttan um játt- andi myndugleikan, nevni- liga løgtingið. Men landsstýrismaðurin hevur eina frágreiðing til hetta. Signar á Brúnni vísir á, at hann áðrenn hann játt- aði peningin bað um fund við fíggjarnevnd løgtings- ins. – Eg vildi nevniliga, at alt skuldi ganga eftir lógini í hesum máli, og fyri tí gjørdi eg alt tað, eg kundi, sigur landsstýrismaðurin. Signar á Brúnni sigur, at fundurin í fíggjarnevndini aldi bleiv til nakað, hóast fíggjarnevndin í fyrstu at- løgu hevði játtað at taka málið upp. – Brádliga vísti fíggjar- nevndin málinum frá sær, og so var ikki annað at gera, enn at játta peningin, sigur Signar á Brúnni og vísir á, at talan var um eina ógvu- liga akutta støðu, og tí mátti handlast skjótt. Stjórin fingið nøs Osrøkin til, at Signar á Brúnni játtaði peningin til Sjónvarp Føroya var, at sjónvarpið brádliga var komið í ógvusligar fíggj- arligar trupulleikar. Sjónvarpsstjórin boðaði frá stórum undirskoti í rakstrinum og boðaði frá, at hetta komst av, at útreiðslu- síðan á fíggjarætlan stovns- ins hevði hildið, meðan út- reiðslusíðan ikki hevði hild- ið. Spurningurin til lands- stýrismannin er tískil, um hann ikki heldur átti at um- hugsa leiðsluevni stjórans í staðin fyri at bróta sína ráð- harraábyrgd. – Satt at siga, var møgu- leikin fyri at koyra sjónvarp- sstjóran frá viðgjørdur. Men vit valdu, at stjórin heldur skuldi fáa ein nøs, sigur Signar á Brúnni. Viðgera málið Tjóðveldisflokkurin við- gjørdi á fundi hóskvøldið og aftur seinnapartin fríggja- dagin niðurstøðu løgtings- grannskoðaranna. Áðrenn blaðið fór til prentingar var fundurin ikki komin til nakra niðurstøðu. Men Signar á Brúnni váttar, at hann var viðgjørdur á fundinum hóskvøldið. Hann sigur, at hann á fundinum slapp at greiða frá støðu síni, og síðani var kjakast um málið. Meira vil hann ikki siga. Eisini Høgni Hoydal og Heini O. Heinesen vátta, at hesir fundir hava verið, men heldur ikki teir vilja siga, um flokkurin hevur tosað um, at heita á Signar á Brúnni um at siga seg úr landsstýrissessinunm, fyri at tryggja álitið á flokkin. Tó sigur Heini O. Heine- sen, formaður Tjóðveldis- floksins, so mikið, at hann ikki kann góðtaka, lands- stýrismenn bróta landsins lógir. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerkingar frá løg- manni, áðrenn blaðið fór til prentingar. Signar á Brúnni metir seg einki skeivt hava gjørt, tá hann játtaði sjónvapinum pening TV2 eru komnir at mekla – Nyrup hevur ikki sent okkum higar, men tað hevði verið skilagott, um hann hevði gjørt tað, sigur Steffen Brandt, oddamaðurin í danska popp- bólkinum TV2 Flogfelagið gjørt avtalu við tyrlufelag Flogfelag Føroya er farið undir samstarv við Scotia Heli- copters, sum ætlar sær við í oljuvinnuna á føroyskum øki EYÐUN KLAKSTEIN Flogfelag Føroya hevur gjørt ein avtalu við skotska felagið Scotia Helicopters um samstarv á føroyskum øki. Scotia Helicopters er á- hugað at sleppa við í virk- semi, sum oljuleitingin í Føroyum fer at hava við sær, og saman við Flog- felagi Føroya ætlar skotska felagið at etablera seg í Før- oyum. – Hetta er ein natúrlig víðkan av okkara virksemi, og avtalan fer at hava eitt fíggjarligt íkast við sær til okkara felag, sigur Uni Danielsen, stjóri í Flogfelag Føroya. Scotia Helicopters, sum hevur høvuðsstøð í Aber- deen, er eitt dóttirfelag hjá stóra kanadiska felagnum Canadian Helicopter Cor- poration, og samanlagt hev- ur hetta felagið 370 tyrlur undir sínum veingjabreiði. Støð í Føroyum Enn er ikki greitt, hvussu stórt virksemi hjá Scotia Helicopters verður í Føroy- um, tað veldst um, hvat úrs- litið verður av fyrstu útbjóð- ingarumfarinum. Skotarnir flúgva í løtuni fyri fleiri av teimum feløg- unum, sum eru áhugað í at sleppa við í eina føroyska oljuvinnu, og um tað eydn- ast onkrum av hesum fel- øgum at sleppa upp í part í Føroyum, er tað ein natúr- lig avleiðing, at Scotia Heli- copters skal taka sær av neyðugu flúgvingini. – Men skotarnir koma helst at hava eina støð í Før- oyum við einari ella fleiri Super Puma tyrlum. Enn vit vita ikki, hvussu umfatandi virksemi er, men vit verða helst noyddir at gera útbyggingar í Vágum fyri at fáa meira hangarpláss til tyrlurnar, sigur Uni Daniel- sen. Hann heldur, at í longdini fer samstarvið við Scotia Helicopters at hava við sær, at fleiri kunnu fáa størv hjá Flogfelagnum. Brúka føroyingar Scotia Helicopters ger nógv burtur úr at brúka lokal fólk, har teir hava sínar støðir. Soleiðis er til dømis í Es- bjerg, har nógvir danir starvast hjá skotunum. – Og soleiðis verður eis- ini í Føroyum. Scotia Heli- copters fer at bjóða bæði lærlingapláss og arbeiði til føroyingar, sigur Uni Dan- ielsen. – Alt veldst sjálvandi um, hvussu nógvar aktiviteturin verður á føroyskum øki, men vit vænta, at tað fer at spyrjast okkurt munagott burtur úr samstarinum. Flogfelag Føroya, sum varð stovnað í 1963, tekur sær av øllum virkseminum hjá Maersk í Føroyum, og tí skulu fáa íløgur til, nú felagið skal taka sær av virkseminum hjá Scotia Helicopters. Støðin í Føroyum verður í Føroyum, og har er ætl- anin at Flogfelagið skal taka sær av check-in, umsiting, trygd og øðrum, sum Scotia Helicopters hava fyri neyð- ini. – Hetta er einki nýtt fyri okkum, tí vit umsita dagliga alt virksemi hjá Maersk, og vit hava áður havt smærri flogfør sjálvi, sigur Uni Danielsen. TV2 á tíðindafundi í Svimjihøllini í Havn í gjár. Steffen Brandt tosaði fyri tað mesta, og hann segði seg vera komin til føroyar at mekla millum føroyingar og danir. Mynd: Jens Kristian Vang EYÐUN KLAKSTEIN Í gjárkvøldið fór danski poppbólkurin TV2 á pallin í Havn, og sambært odda- manninum í bólkinum skuldi hjáveran hjá TV2 skiljast sum ein meklingar- roynd, nú viðurskiftini mill- um Føroyar og Danmark hava verið nakað heit sein- astu dagarnar. – Nyrup hevur ikki sent okkum higar, men tað hevði verið skilagott, um hann hevði gjørt tað, sigur Steff- en Brandt, leiðari í TV2. – Vit hava stúrt eitt sindur fyri ferðini til Føroya, tí støðan er eitt sindur undar- lig í løtuni, men vit eru sera væl móttiknir, hóast tað fer fram ein politisk uppgerð millum Føroyar og Dan- mark í løtuni. Vit hava nakað í felag TV2 løgdu arbeiði við nýggju fløguni til síðis fyri at sleppa aftur til Føroya, her teir ikki hava verið síð- ani 1992. – Vit kundu havt vunnið fleiri pengar lættari aðra- staðni, men tað hevur týdn- ing fyri okkum, at vit fáa samband við føroyingar aft- ur, segði Steffen Brandt á tíðindafundinum, sum var hildin í Svimjihøllini í Havn fyrrapartin í gjár. – Vónandi kann TV2 vera við til at minna, at føroy- ingar og danir hava nakað í felag, og tað er ikki bara nakað, sum vit kunnu við- fara soleiðis, sum politikar- arnir gjørdu undir samráð- ingunum í síðstu viku. – Eg fari at geva Anfinni Kallsberg rætt í, at hetta eru samráðingar, sum skulu før- ast yvir eina longri tíð, og tí er tað óhóskandi, at kjakið skal fara fram sum yvir- skiftir í bløðunum, heldur Steffen Brandt. Meira verdugt Steffen Brandt væntaði sær nógv av framførsluni í gjárkvøldið, og hann ætlaði sær ikki at gera so nógv burtur úr støðuni millum Føroyar og Danmark við orðum, men meira við hjá- veruni. – Eg haldi ikki, at vanliga fólkið í Danmark og Før- oyum eru í stríði við hvør annan, soleiðis sum politik- ararnir kanska hava verið seinastu dagarnar. Eg kenni bara til beinasemi mótvegis føroyingum millum vanliga danan. – Eftir allar hesir øldirnar saman, haldi eg, at tað er burturvið, at slíkt stríð skal taka seg upp, nú Føroyar ynskja at sleppa úr ríkis- felagsskapinum. Tað er eingin natúrlóg sum sigur, at Føroyar og Danmark hoyra saman, og eg haldi, at politikararnir eiga finna eina meira verduga loysn, enn tað var lagt upp til undir fyrstu samráðingunum.