leygardagur 25. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 60 - 25. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 60 - 25. mars 2000
Grundlógin á netinum
– Grundlógararbeiðið hevur verið ótrúliga mennandi fyri øll, sum hava tikið
lut í arbeiðinum, og tað kann samanberast við eina eftirútbúgving fyri okkum,
sum hava verið við, sigur formaðurin, Jóan Pauli Joensen, sum fyrrapartin í
gjár beyð fjølmiðlum til tíðindafundar
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyrrapartin í gjár beyð
Grundlógarnevndin til tíð-
indafundar í Sjó- og vekt-
arbúðini í Tinganesi.
Jóan Pauli Joensen, for-
maður, og Kári á Rógvu Ol-
sen, skrivari í nevndini,
tóku ímóti, og teir greiddu
frá arbeiðsgongdini hjá
nevndini umframt, at teir
vildu kunna fjølmiðlarnar
um, at nevndin nú hevur
fingið sína egnu heimasíðu.
Hugaligt arbeiði
Jóan Pauli Joensen, nevnd-
arformaður í Grundlógar-
nevndini greiddi frá nevnd-
ararbeiðinum, sum hann
segði hevði verið serstakl-
iga hugaligt.
Í nevndini sita politikarar
úr øllum flokkum, saman
við samfelags- og løgfrøð-
ingum, og tað hevur víst seg
at vera eitt sera vælegnað
forum til gott kjak.
– Tað gevur eina breidd í
kjakinum soleiðis, at vit fáa
sera nógv sjónarmið á borð-
ið, og tað hevur verið sera
hugaligt arbeiði, sigur for-
maðurin.
Jóan Pauli greiðir frá, at
teirra niðurstøða, tá nevndin
byrjaði at arbeiða, var, at tey
ikki bara kundu seta seg
niður at skriva uppskot til
eina Grundlóg, tí tað sum í
eini slíkari lóg býr, skal
helst vera væl og virðiliga
gjøgnumarbeitt.
So
er
spurningurin um tíðarbilið,
sum
Grundlógarnevndin
hevur fingið er nóg langt,
til at tey kunnu gjøgnumar-
beiða tilfarið.
– Vit hava kortini mett,
at vit kunnu gera eitt útkast
til eina grundlóg, men tað
skal so til almenna hoyring
tá vit eru liðug við uppskot-
ið, sigur formaðurin.
www.grundlog.fo
At gera eina grundlóg er tí
ikki bara løtuverk og av-
gjørt ikki nakað, sum bara
ein persónur far til uppgávu
at fara í holt við.
Nevndin, sum situr við ar-
beiðinum, er tí ein stór
nevnd, men kortini meta tey
tað kortini neyðugt, at tey
fáa upplýsingar frá fólki,
sum hava áhugað fyri
Grundlógararbeiðinum.
Í tí sambandinum og eis-
ini sum ein kunning, hevur
Grundlógarnevndin fingið
sær eina heimasíðu á alnet-
inum.
– Har ber til at kunna seg
um mangt og hvat, siga teir
báðir og vísa m. a. á, at tað
fer at bera til at síggja úrsl-
itið hjá teimum 18 arbeiðs-
bólkunum, sum settir eru,
so hvørt, sum tað verður
liðugt.
– Men tað ber eisini til,
at kunna seg um grundlógir
hjá øðrum londum í heim-
inum, sigur Kári og greiðir
frá, at ein tann mest áhuga-
verda Grundlógin í so máta
er tann estiska.
– Hon er spildurnýggj so
at siga, og tí er hon sera
áhugaverd. Annars er tann
danska eisini sera áhuga-
verd. Hon hevur víst í verki,
at hon virkar og tí er hon
altíð áhugaverd, hóast hon
er rættuliga gomul, sigur
Kári.
Gevandi kjak
Aðrastaðni á síðuni greiðir
Jóan Pauli frá, at arbeiðið í
Grundlógarnevndini hevur
verið áhugavert.
Hann vísir m. a. á sam-
starvið við politikararnar,
sum hevur verið mennandi.
Serliga tí, at politikararnir
hava dugað, at latið parta-
politikkin verða liggjandi.
– Eftir tær fyrstu politisku
markeringarnar, sum sjálv-
sagt áttu at koma, hevur tað
verið ein fragd at arbeiða
saman við teimum, kanska
serliga tá vit hava kjakast
um serstøk evni, sigur Jóan
Pauli.
Kári tekur undir við hon-
um og sigur, at tað í veru-
leikanum eru »casirnar«,
sum hava verið tær mest
gevandi, tí tá er nakað ver-
uligt at taka fatur í, sigur
Kári.
Fyri at geva nevndarlim-
unum enn betri førleika
hevur nevndin eisini sam-
band við fleiri føroyskar og
útlendskar
serfrøðingar,
sum hava verið og sum
koma at halda skeið fyri
nevndarlimunum, sum ein
partur av arbeiðinum.
– Og hetta er sjálvsagt
eisini sera mennandi fyri
okkum øll. Ikki bara polit-
ikararnar, sigur Jóan Pauli.
Arbeiði seinkað
Tá Grundlógarnevndin varð
sett, fekk hon freist til fyrst
í juni at vera liðug við ar-
beiði, men so verður ikki.
– Sum tað sær út í løtuni,
so verað vit ikki liðug við
arbeiðið til tíðina. Eg rokni
við, at vit mugu biða um
útsetilsi, so fáa vit tað, tí
arbeiðið hjá okkum hongur
saman við samráðingunum
hjá landsstýrinum, sigur Jó-
an Pauli Joensen.
Men nær roknar tú so við,
at arbeiðið verður liðugt?
– Eg rokni við, at vit vera
liðug við eitt útkast um tað
mundi tá freistin er og aft-
aná skulu so hoyringarnar
verða. Hvussu tað verður
gjørt er ikki greitt enn, men
sjálvur vænti eg, at nevndin
verður liðug við sítt arbeiði
einaferð í heyst, sigur Jóan
Pauli.
Tey, sum hava hug at lesa
meir um Grundlógarnevnd-
ina, kunnu leita sær inn á
www.grundlog.fo.
Jóan Pauli Joensen, formaður í Grundlógarnevndini, beyð fjølmiðlunum til tíðindafundar í gjár, í sambandi við, at
mevndin nú hevur fingið sína egnu heimasíðu. Samstundis nýtti hann so høvi, til at greiða miðlunum frá arbeiðinum
í nevndini, sum hann sigur hevur verið mennandi fyri allar nevndarlimirnar, óansæð politiskan lit
Mynd: Álvur Haraldsen
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
REYNI SERVICE
OpiÝ: Mn.-fr. 8.00-17.00
TOYOTA CAMRY
2,2 GL
Skrás.: 02-04-98
Km.: 24.000
Prísur: 218.600,- Garanti**
CITROEN ZX
1,9 DIESEL
Skrás.: 12-12-96
Km.: 85.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
FIAT PUNTO
60 S
Skrás.: 30-01-97
Km.: 42.000
Prísur: 79.600,- Garanti*
FORD FIESTA
1,3
Skrás.: 29-04-96
Km.: 104.000
Prísur: 66.600,-
TOYOTA CAMRY
2,2 XL
Skrás.: 21-12-91
Km.: 80.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
2,0 Gli
Skrás.: 05-02-98
Km.: 19.000
Prísur: 154.600,- Garanti**
TOYOTA CARINA
1,8 Gli
Skrás.: 23-04-97
Km.: 23.000
Prísur: 138.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,6 H/B GINZA
Skrás.: 30-04-96
Km.: 34.000
Prísur: 112.600,- Garanti*
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
Sosialurin - 311820
Sýnaður
04-98
Sýnaður
10-98
Sýnaður
04-96
Sýnaður
10-96
TOYOTA CARINA
1,6 STATION
Skrás.: 18-06-90
Km.: 59.000
Prísur: 59.600,-
Sýnaður
02-99
NISSAN MAXIMA
3,0 AUT. GEAR
Skrás.: 15-12-87
Km.: 135.000
Prísur: 69.600,-
HONDA CIVIC
1,4 IS
Skrás.: 01-10-96
Km.: 52.000
Prísur: 117.600,- Garanti*
TOYOTA
STARLET
Skrás.: 18-10-95
Km.: 22.000
Prísur: 67.600,-
TOYOTA COROLLA
1,6Xli H/B
Skrás.: 31-10-96
Km.: 35.000
Prísur: 108.600,- Garanti*
Sýnaður
12-99
Sýnaður
01-97
Sýnaður
04-96
Sýnaður
12-98
Sýnaður
11-97
TOYOTA CAMRY
1,8 XL
Skrás.: 28-01-87
Km.: 197.000
Prísur: 10.000,-
HONDA
CIVIC 1,5
Skrás.: 01-06-86
Km.: 175.000
Prísur: 12.000,-
Støkkið inn
á gólvið!
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKT-
BILAVÁTTAN
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato
AVHEINTINGARTILBOÐ
..
Løgmaður fer at
kanna Signar
JOHN JOHANNESSEN
Løgmaður hevur ikki havt
stundir at lisið frágreiðing-
ina frá løgtingsgrannskoð-
arunum, ið sigur, at Signar
á Brúnni, landsstýrismaður,
breyt landsins lógir, tá hann
í juni játtaði pening til Sjón-
varp Føroya uttan heimild.
Men løgmaður ætlar sær
at lesa frágreiðingina gjølla.
Og verður niðurstøða løg-
mans tann sama, sum tann
hjá Bjørn á Heygum í fjøl-
miðlunum hóskvøldið, skal
Signar á Brúnni frá.
Anfinn Kallsberg vísir á,
at reglurnar fyri ábyrgd
landsstýrismanna
eru
greiðar. Hevur landsstýris-
maðurin brotið hesar reglur,
eru
sanktiónsreglurnar,
sambært løgmanni, eisini
greiðar.
Tjóðveldisflokkurin við-
gjørdi seinnapartin í gjár,
beint áðrenn blaðið fór til
prentingar, málið. Á fund-
inum slapp Signar á Brúnni
at greiða frá síni støðu.
Bæði Tjóðveldisflokkur-
in og løgmaður eru samdir
um, at málið snýr seg um
álit ella misálit á landsstýr-
ið, og tí er tað álvarsamt.
ÓLAVUR Í BEITI
Herfyri søkti JFK Trol um
loyvi at taka annað skip inn
fyri teir báðar trolararnar
»Fram« og »Pelagos« at
fiska svartkjaft, men fiski-
málaráðharrin hevur ikki
gingið umsóknini hjá JFK
Trol á møti. Í brævi til JFK
Trol boðar fiskimálaráð-
JFK Trol noktandi svar
harrin frá, at fyribils verður
hetta ikki góðtikið, tí mett
verður at veiðiorkan er nóg
stór í løtuni.
Hanus Hansen, stjóri í
JFK Trol, sigur við blaðið,
at ætlanin er so antin at selja
trolararnar ella at fara á
rækjuveiði við teimum. JFK
Trol hevur tvey rækjuloyvi.
»Fram« og »Pelagos«, sum JFK Trol
keypti herfyri, verða antin seldir ella
fara teir á rækjuveiði
EDVARD JOENSEN
frá landsfundi
Sambandsfloksins í Øravík
Tað er friðaligt í Øravík nú
stutt undan fundinum, sum
verður settur eftir, at blaðið
er farið til prentingar. Og
fyrireikararnir vænta eisini
ein friðaligan fund.
Ein fyrrverandi tingmað-
ur Sambandsfloksins, Atli
Hansen, hevði herfyri onkr-
ar atfinningar at formanni
floksins, Edmundi Joensen.
Men líkt er til, at hetta var
eitt einsamalt gleps, sum
ikki fær ta stóru undirtøku-
na millum vanlig sam-
bandsfólk.
Sambandsfólk, Tíðinda-
blaðið Sosialurin hevur tos-
að við upp undir landsfund-
in í Øravík, siga seg ikki
vita nakað um, at serlig mis-
nøgd skal vera við floks-
leiðsluna. Fólk vænta ein
stillan og siðiligan fund,
sum fer at ganga, sum
leiðslan vil hava hann.
Fyri tveimum árum síðan
varð gjørd ein roynd at fáa
formannin, Edmund Joen-
sen, frá. Men Edmund vann
atkvøðugreiðsluna ta ferð-
ina, og sum skilst er einki,
sum bendir á, at nakað slíkt
verður aftur hesaferð.
Eftir skránni skuldi fund-
urin verða settur í gjár-
kvøldi klokkan hálvgum
níggju. Men beint áðrenn
blaðið fór til prentingar var
eitt sindur ivasamt, um
Smyril fór at klára suður til
tíðina, tí veðrið var heldur
keðiligt. Tað var væl av
vindi av landsynningi, sum
er ringasta ætt at koma suð-
ur. Og av tí, at tey flestu
búgva norðan fyri Suðuroy-
arfjørð, varð væntað, at
hetta fór at ávirka uppmøt-
ingina.
Sjálvur
aðalfundurin
skuldi vera í gjárkvøldi, og
í dag verður so politiskt orð-
askifti. Seinnapartin fer ES
tinglimurin
hjá
danska
Vinstraflokkinum, Anne E.
Jensen, at halda røðu fyri
landsfundinum.
Landsfundur Sambands-
floksins í Øravík ár 2.000
endar við veitslu í kvøld
klokkan 19.30.
Hesin landsfundur Sam-
bandsfloksins er søguligur
á tann hátt, at hetta er fyrstu
ferð, pressan er boðin at
verða við alla tíðina.
Vænta friðaligan fund
Hóast okkurt nos hevur verið at hoyrt frá onkrum ein-
støkum sambandsmanni, verður ikki roknað við uppreistri
Sunnunáttin gerst
ein tíma styttri
JOHN JOHANNESSEN
Sunnunáttin verður ein
tíma styttri enn allar
aðrar nætur í árinum.
Orsøkin er, at klokkan
eitt sunnunáttina skal
klokkan førkast frá vetr-
artíð til summartíð. Tað
merkir, at hon skal flyt-
ast ein tíma fram.
Avleiðingin av hesum
verður, at tey, sum ætla
sær út at mála býin
reyðan sunnunáttina,
fáa ein tíma enn vanligt
til høvið.
Tó kunnu fólk ugga
seg við, at tað eftir
sunnudagin fer at verða
ein tíma longur ljóst um
kvøldarnar. Harafturat
nærkast summarið og
ljósu næturnar…