Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Viljin til gott verk er grundarlagið undir einhvørjum samstarvi við meining. Viljin hjá øllum pørtum við makt at avgeva part av síni makt í tænastuni hjá framburðinum er treytin fyri einhvørjum málsetningi, sum skal hava bert ein lítlan møguleika fyri at eydnast. Evnini hjá tí einstaka við makt - t. e. við heimildum yvir øðrum menniskjum og felags tilfeingi – at skapa felags stev hjá teimum, sum vilja tað góða, er kjarnin ´‘i góðum leiðslueginleikum. Soleiðis verður tað viljin og evnini hjá teimum, sum á avgerandi hátt ávirka gerandisdagin hjá øðrum menniskjum, sum avger, um tað ber til at fremja gott verk. Hetta er persónligt. Situr onkur á ovastu rók, sum annaðhvørt ikki hevur viljan ella ikki hevur evnini til gott verk, so er støðan vónleys - teoretiskt og praktiskt. Har lekur ikki dropin millum teori og praksis. Tí er tað eisini av avgerandi týdningi at hava ein mátistokk fyri hendan viljan og hesi evnini. Í tí privata er botnlinjan ein máti stokkur, sum ofta verður brúktur í hesum sambandi. Í tí almenna er tað væl truplari. Men her finst ein mátistokkur fyri viljan til gott verk, sum er rættiliga vísur – kanska serliga brúkiligur í almennum høpi, har kapping millum virki ikki er ein forðing. Tann, sum vil gott verk, vil eisini vera opin. Tann, sum ikki vil gott verk, hevur ongan møguleika at vera opin. Hesin mátistokkurin hevur tann góða eginleikan, at vit kunnu venda honum við. Hevur ein persónur ikki viljan til at vera opin, so er heldur eingin vilji til gott verk. Fyri slík fólk hevur Viljin til gott verk orðið »samstarv« ein heilt annan týdn8ing enn tað hevur fyri tey, sum vilja gott verk. At sita á lønarlista hjá tí, sum ikki vil gott verk, er ikki stuttligt. At hava ein, sum ikki vil gott verk, á sínum lønarlista er heldur ikki stuttligt. So óstuttligt, at leiðslulæran beinleiðis frámælir báðum. Signar P. Heinesen ÓLAVUR Í BEITI Signar á Brúnni hevur lagt uppskot fram um eftirskúlar í Føroyum, og í lógini verð- ur sagt, at endamálið við lógini er at skipa viður- skiftini, áseta karmarnar og tann almenna stuðulin til eftirskúlar í Føroyum, so- leiðis at áhugað kunnu fara undir virksemið. Og lógin er galdandi fyri eftirskúlar, sum undirvísa aldursbólk- um samsvarandi 8.- 10. flokki í fólkaskúlanum. Høvuðsreglan er, at næm- ingarnir búgva á skúlanum. Í viðmerkingunum sigur Signar á Brúnni, at í nýggju fólkaskúlalógini, er undir- vísingarskyldan longd til 9 ár, og tí eru ásetingarnar í lógini, um at næmingar í 8. – 10. fl. kunnu lúka undir- vísingarskylduna á annan hátt, neyðugar. Tað ber illa til at noyða næmingar, sum av onkrari orsøk ikki trívast í fólkaskúlanum ella ikki megna at fylgja undirvísing- ini, at halda á, til 9 ára und- irvísingarskyldan er lokin, uttan at hava serlig undir- vísingartilboð at bjóða. Eft- irskúli er tí ein góður val- møguleiki hjá hesum næm- ingum og er eisini nevndur í fólkaskúlalógini, uttan tó at nakar eftirskúli er í Før- oyum. Sjálvognarstovnar Upplýst verður í viðmerk- ingunum, at lógin ásetir, at eftirskúlar verða stovnaðir sum sjálvsognarstovnar, har foreldrini, ein áhugabólkur, næmingar og starvsfólk manna stýrið. Stýrið er ov- asti myndugleiki. Tað setir og loysir starvsfólk úr starvi. Rætturin hjá næm- ingum og starvsfólki verður tryggjaður á fleiri økjum, og mark verður sett fyri, hvussu lágt næmingatalið kann vera fyri at fara undir virksemið. Og viðvíkjandi rakstri- num, sigur Signar á brúnni, at hann verður tryggjaður við stuðli frá landsstýri og kommunum eftir føstum reglum. Hesar reglur áseta stuðulin frá landsstýrinum til 70% av øllum rakstrar- útreiðslum til skúla og skúl- aheim. Samstundis verða latin 50% av byggiútreiðsl- um í rentu- og avdráttarfrí- um lánum. Til undirvísing- aramboð verða latin 50% av kostnaðinum. Stuðulin frá landsstýrinum samsvarar við stuðulin til fólkahásk- úlar. – Kommunurnar lata 70% í stuðli til hvønn næming av tí upphædd, sum ein mið- alnæmingur kostar komm- ununi í teirra egna fólka- skúla, sigur Signar á Brúnni.. Fíggjarligar avleiðingar Verður lógin samtykt, skulu kommunurnar gjalda 70 % av rakstrarútreiðslunum fyri hvønn næming í fólkaskúl- anum, og tað kundi tí hugs- ast, at talan var um eina sparing fyri kommununa, tá ið næmingar fara í eftirskúla í staðin fyri í kommunala skúlan, metir undirvísingar- málaráðharrin. – Fara 100 næmingar í 2 eftirskúlar, og gjaldið verð- ur ásett til 9.000 kr. fyri hvønn næming um árið, verður samlaða útreiðslan hjá føroysku kommununum 900.000 kr. um árið. Og landsstýrið ber eftir upp- skotinum 70% av kostnaði- num av rakstrarútreiðslu- num. Menningartarnað Eftir uppskotinum verður eisini møguligt hjá menn- ingartarnaðum at fara á eft- irskúla, og sambært eini kostnaðarætlan fyri eftir- skúla, ið hevur kostdeild, eru mettu rakstrarútreiðsl- urnar uml. 5 mió. kr. Hetta er fyri ein skúla við 20 Áseta karmar til eftirskúlar í Føroyum Fara 100 næmingar í 2 eftirskúlar, og gjaldið verður ásett til 9.000 kr. fyri hvønn næming um árið, verður samlaða útreiðslan hjá føroysku kommununum 900.000 kr. um árið, verður mett í uppskotinum um eftirskúlar, sum Signar á Brúnni hevur lagt fram næmingum. Í hesum tølum eru leiguútreiðslurnar 120.000 kr., sum er ógvu- liga lágt sett, sambært und- irvísingarmálaráðharranum, men her eru ongar byggiút- Í krosskasti segði løgmaður fyri opnum skermi: Vit fara ikki at loysa. 2 dagar seinni møtir hann donsku stjórnini við einum uppkasti har stendur: Denne traktat om associeret stats- forbindelse_ OPRETTER FÆRØERNE SOM EN FRI OG SUVERÆN STAT (afsnit 1,artikel 1, stk 2). Nevnda orðing er loysing - tað kann ikki sigast greið- ari! Er Afsnit 1, artikel 1 stk 2 gjørt eftir krosskast send- ingina? Tað eru vit mong, ið ivast í. Um ikki, var farið lætt um sannleikan av løg- manni í krosskasti, frammanfyri øllum føroya fólki. Tað sæst svart uppá hvítt, nú samráðingarnar tíbetur ikki eru duldar meira. Nyrup framdi neyðugan opinleika í samráðingu- num: Boðskapurin hjá Nyrup er krystalklárur- 3-4 ár um loysing verður vald. Tað kunnu føroyingar fyrihalda seg til. Mátin boðskapurin var Søgdu løgmaður og varaløgmaður ósatt? Viðmerkingar: framborin av Nyrup, kundi verið meira heppin. Nú roynir samgongan at fara eftir Nyrup, heldur enn fyr- ihalda seg til boðskapin hann kom við. Somuleiðis royna teir at skapa eina nat- ionalromantiska øsing í- millum føroyingar. Tað er tað vit hava minst tørv á nú. Føroyingar hava tørv á at vita konsekvensin av tí sam- gongan hevur runnið undan alla tíðina: Hvørjir vansar- nir eru av at loysa. Gleðiligt er, at al- menningurin í Føroyum nú kann fylgja við í samráð- ingunum. Vónandi fara okkara menn at halda seg til sannleikan. Og kalla ein spaka fyri ein spaka. Tí tað er fyritreytin fyri øllum kon- struktivum arbeiði. Marjus Dam, løgtingsmaður reiðslur. Landsstýrisins partur hevði verið 70 % av rakstr- arútreiðslunum, ella uml. 3,5 mió. kr. 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 60 - 25. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 60 - 25. mars 2000 Matstovur og hotell í Føroyum á svartalista Hotell Vágar er einasta hotellið og matstovan í Føroyum, sum heldur sáttmálan, og tað fær nú av- leiðingar fyri hini hotellini og hinar matstovurnar ÁKI BERTHOLDSEN Nú fer Føroya Arbeiðara- felag at seta tiltøk í verk ímóti fleiri føroyskum ho- tellum og gistingarhús, um- framt fleiri føroyskum mat- stovum. Tað verður gjørt, tí tey vilja ikki halda sáttmálan, sum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevara- felag undirskrivaðu í fjør fyri hotell-, gistingarhús- og matstovuyrkið. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag sigur, at Hotell Vágar er tað einasta hotellið og matsotvan, sum heldur sátt- málan. Hon sigur, at t.d. er púra onki hent í Havnini, har nógv tey flestu gistingar- húsini og tær flestu mat- stovurnar eru. – Alt hetta merkir, at skulu tey, sum arbeiða á matstovum, hotellum og á gistingarhúsum kunna skipa lista, sum ikki vilja hava fólk, sum eru limir í fak- felag í starvi, ella sum ikki halda sáttmálan. Og tað er eisini longu nú greitt, at tiltøkini, sum Før- oya Arbeiðarafelag fer at seta í verk ímóti gistingar- húsunum og matstovunum, fer heilt skjótt at merkjast. Føroya Arbeiðarafelag hevur samstarv við Nordisk Union og síðst í mai mánaði kemur Nordisk Union til Føroya at hava stýrisfund. Hesin fundur verður hild- in á Hotell Vágum. Og í hesum føri var tað ikki trup- ult avgerð at velja fundar- staðin. – Tað ber snøgt sagt ikki til at halda fundin á einum hotelli, har leiðslan ikki vil, at starvsfólkini skulu vera limir í fakfelag, og sum heldur ikki vilja halda seg til sáttmálan, sigur Ingeborg Vinther. Men støðan kann saktans blíva truplari enn so. Tí for- maðurin í Føroya Arbeiðar- afelag leggur dent á, at koma hesi viðurskiftini ikki í rættlag, fara umboðini fyri feløgini úr Nordis Union at boða norðurlendsku fakfel- agsrørslunum frá, at tær skulu ikki halda fundir og ráðstevnur á teimum hotell- um og gistingarhúsum í Føroyum, ið ikki hava hava fingið síni fakfelagsviður- skifti í rættlag. – Av tí at vit hava samstarv bæði á norðurlendskum og altjóða stigi, er onki til hindurs fyri at boða øðrum londum frá støðuni her heima, sigur Ingeborg Vint- her. Hon sigur, at Føroya Ar- beiðarafelag fer at gera, hvat tað kann fyri at fáa hendan sáttmálan at virka skjótast gjørligt. Og hon sigur, at eitt boykott í al- tjóða fakfelagsrørsluni er eitt munandi stig á leiðini Alsamt fleiri dag- røktarmammur melda seg inn í lokalu arbeiðara- feløgini, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag ÁKI BERTHOLDSEN Dagrøktin er eitt øki, sum ikki hevur verið væl fyri, hvat fakfeløgum viðvíkur. Tær flestu dagrøktar- mammurnar hava ikki verið í nøkrum fakfelag. Men nú er ætlanin at gera álvara av at fáa fær skipaðar í fakfelag. Ongar dagrøktarmamm- ur, uttan tær í Havnina og í Klaksvík hava havt sáttmála við kommunurnar og hava heldur ikki verið í fakfelag. – Men fyri góðum ári síð- an fóru tær í Kollafirði og Leirvík upp í tey lokalu limafeløgini hjá FA, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag í ársfrágreiðingini, sum hon legði fyri aðalfundin í gjár. Og hon leggur afturat, at seinni hava eisini tær í Vági, á Toftum, á Skála og fleiri aðrastaðni við, meldað seg inn í tey lokalu arbeiðarafel- øgini, sum aftur eru limir í Føroya Arbeiðarafelag. Eftir fund í Føroya Ar- beiðarafelag hava vit sett 1. Dagrøktarmammur skipa seg í fakfelag Tað fær nú avleiðingar fyri tey gistingarhús og tær matstovur, sum ikki vilja hava, at starvsfólkið er limur í fakfelag, sigur Ingeborg Vinther. Øll hotellini og allar matstovur, uttan Hotell Vágar verða nu sett á svartalista og tað langt út um landoddarnar eisini, segði Ingeborg Vinther á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í gjár seg, og virka eftir sáttmál- anum, má harðligari takast til enn higartil, sigur hon. Hon sigur, at tað verður ræðast fyri at skipa seg í felag og tí verður neyðugt at seta tey hotell, gisting- arhús og matstovur á svarta- heilt einfalt gjørt við at seta øll gistingarhús og allar matstovurnar, uttan Hotell Vágar, á svartalista. Ræðast at skipa seg Formaðurin í Føroya Ar- beiðarafelag, sigur, at tey, sum arbeiða í hesi vinnuni, Fyrsta stigið er at fáa tær skipaðar í fakfelag. so fara vit undir samráðingar seinni – Vit kunnu bert fegnast um vit fáa tær sum limir í Føroya Arbeiðarafelag, tí er tað nakað, sum ger eitt fak- felag sterkt, so er tað sam- anhald, og vit hava sanni- liga brúk fyri at fylkjast í stríði. apríl sum seinastu freist hjá dagrøktarmammunum at melda seg inn í tað lokala arbeiðarafelag. Ingeborg Vinther sigur, at ætlanin er síðani at hava samráðingar við kommun- urnar um sáttmála fyri dag- røktarmammurnar. Næst hesar samráðingar verða, veit hon ikki.