leygardagur 25. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 60 - 25. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 60 - 25. mars 2000
Bókaútsølan byrjar mánadagin
Mánadagin byrjar bókaútsølan. Hon er 3. hvørt ár og hetta er 4. útsølan. Við eru 17 forløg og 360 bókaheiti
DAGFINN OLSEN
Fyrsta bókaútsølan var í
1989. Bókaútsølan er 3.
hvørt ár og mánadagin byrj-
ar 4. útsølan, har ein kann
ogna sær góðar bøkur fyri
bíligan penga.
Bøkurnar, ið eru á útsølu,
eru ikki yngri enn 3 ár og
tær sleppa bert at vera við á
útsøluni tvær ferðir.
Fyrireikararnir siga, at
teir við hesum á ein hátt
gera upp. Útsølan fær van-
liga góða undirtøku og á
útsøluni eru nærum øll før-
oysk listafólk umboðað.
Nógv skrivandi fólk og eis-
ini myndlistafólk, ið hava
myndprýtt bøkur.
Tað er Bókhandlarafelag-
ið og Føroysk Bókaforløg,
ið skipa fyri. Har fegnast tey
um, at tað enn eru fólk í Før-
oyum, ið ikki kunnu halda
seg frá at skriva og yrkja á
føroyskum. Eisini fegnast
tey um, at bæði profession-
ell og glaðir amatørar vilja
geva út og at hetta kann ger-
ast við eitt sindur um stuð-
uli.
Í USA skal ein bók selja
yvir 5000 eintøk, fyri ikki
at fáa stemplið „fiasko“ á
seg. Í Danmark fara bøkur
ikki ofta uppum 5000 seld
eintøk.
Í Føroyum verður ein
miðal bók seld í eini 300 -
500 eintøkum. Men eins og
Eykakonsert
leygardagin
aðrastaðni, so eru tað bøkur
ímillum, ið selja meira enn
aðrar. Í Føroyum eru tað
serliga søguligar bøkur. Í
Føroyum eru tað bøkur við
myndum og myndteksti, har
ein kanska kennir fólk aftur,
ið ganga sum heitt breyð.
Nógvar av bókunum á
bókaútsøluni komu út í
kreppuárunum.
Hóast kreppuna, so komu
bøkur út. Í Føroyum koma
einar 150 bøkur út árliga.
Harav geva kanska 10
fíggjarligt yvirskot.
Tað eru serliga jólini, ið
hava týdning fyri bókasøl-
urnar. Tá hava bókhandl-
arnir rættiliga jóladagar.
Tað er eisini undan jólum,
at bøkur koma út. Hetta er
galdandi fyri bæði føroysk-
ar og útlendskar bøkur.
Bókaútsølan byrjar mán-
adagin 27. mars og heldur
fram til leygardagin 6. mai.
Í samband við útsøluna
kemur blað í hvørt hús við
yvirliti yvir bøkurnar, ið eru
á útsølu. Har kann ein eisini
bíleggja bøkur frá bók-
handlunum.
Fríggjadagin verður symfoniin Oceanic Days framførd í Norð-
urlandahúsinum og longu nú er nærum útselt til konsertina
DAGFINN OLSEN
Fríggjadagin 31. mars verð-
ur fyrsta føroyska symfoni-
in framførd. Sunleif Ras-
mussen hevur skrivað verk-
ið, ið kallast Oceanic Days.
Tað er íslendska symfon-
iorkestrið - Sinfóníuhljóm-
sveit Íslands - ið framførir.
Eisini eru onnur verk á
skránni. Bernharður Wilki-
nson stjórnar.
Stórur áhugi er og longu
nú er nærum útselt til kon-
sertina.
Tí skipar Norðurlanda-
húsið fyri eyka konsert
leygardagin klokkan 16. So
hava tey møguleika at ogna
sær atgongumerki, sum ikki
vóru so heppin at sleppa til
fyrstu konsertina.
Kári Árting úr Bókhandl-
arafelagnum sigur, at
gjørligt verður at ogna
sær bøkur fyri helvtarprís,
ella minni á bókaútsøluni
Mynd: Jens Kristian Vang
ulin, hevði hon eina fasta
umlætting uppa tvey sam-
døgur um mánaðin í frítíð-
arheiminum í Skrivaragøtu,
og tað vóru tey sera fegin
um.
Tó vísti hon á, at høvdu
tey ikki havt tilhaldið í
KFUM, so helt hon, at hon
var flutt av landinum.
Men tað er ikki nøktandi,
tí tað er ov stórt glopp
ímillum børnini. Elsa Maria
er skjótt 13 ára gomul, ein
onnur genta er 15 ár, men
annars er talan um 6-8 ára
gomul í KFUM
Tørvin at vera saman við
sínum javnaldrum fær hon
tó so dánt nøktaðan í skúl-
anum
Jórun Dánjalsdóttir Poul-
sen helt, at eitt tað størsta
brekið við skipanini, var, at
stuðlarnir støðast so illa í
arbeiðnum Hesi 13 árini
dóttir hennara hevur havt
stuðul, hevur hon havt ikki
færri enn 15 stuðulsfólk.
Stuðlarnir, sum hildu
longst á, hildu í tvey ár, og
tað vóru tveir.
Hini níggju árini hevur
hon sostatt havt 13 stuðlar,
so summir hava steðgað
stutt.
Jórun segði, at hvørja ferð
ein stuðul fór, og ein nýggj-
ur skuldi byrja, nýggjur
skuldi byrjað, var neyðugt
at byrjað av nýggjum og
hon helt, at tað var sera
møðsamt at skula byrja heilt
av botninum umaftur og
umaftur.
Í skúlanum eru so fýra
stuðlar afturat, so alt í alt,
er nógv fólk uppi í leikin-
um.
Hon segði, at fyri langari
tíð síðani høvdu tey fingið
at vita, at tey vóru undir eini
skipan
hjá
Tórshavnar
nógv minni gott um.
Jórun segði, at skuldi
mann taka tað góða fyrst,
helt hon at tímatalið, sum
stuðulin varð játtaður, var
nøktandi. Umframt stuð-
Møðsamt at byrja av
nýggjum hvørja ferð
Dóttir Jórun fyll-
ir 13 ár í næsta
mánaða. Hon er
menningartarnað
og hevur tørv á
serligum stuðuli.
Higartil hevur
hon havt ikki
færri enn 15
stuðulsfólk, tí tær
støðast so illa í
arbeiðnum
ÁKI BERTHOLDSEN
At hava 15 stuðulsfólk í 13
ár.
Tað bleiv luturin hjá
havnargentuni, Elsu Mariu
og foreldrum hennara.
Elsa Maria er menning-
artarnað og hevur tí alla tíð-
ina havt serligt stuðulsfólk
at hjálpa sær og húskinum
ein part av degnum.
Á
økisfundinum
hjá
Javna mánakvøldið, greiddi
mamma hennara, Jórun
Dánjalsdóttir Poulsen frá,
hvussu hon helt, at hendan
skipanin virkaði hjá teim-
um, sum høvdu brúk fyri
henni.
Og hon helt, at hetta var
ein skipan, sum vit bæði
kundu siga nógv gott og
Kommunu.
Men so fingu tey aftur at
vita, at vita, at tey kundu
ikki vera í skipanini longur,
tí hon var ovbyrjað.
Men tað harmiliga var ,at
tey børnini, sum tá vóru
koyrd úr skipanini, vóru tey
menningartarnaðu meðan
tey, við sosialum trupulleik-
um vórðu verandi. Uppaftur
seinni fingu tey so aftur at
vita, at tey vóru komin aftur
í skipanina hjá Tórshavnar
Kommunu.
Hon segði hetta bara fyri
at vísa, hvussu skiftandi
umstøðurnar hjá teimum
vóru.
Jórun hevði alt gott at
bera stuðlinum, tí teir vildu
alt tað besta, tó tað var eitt
sindur misjavnt, hvussu teir
settu seg inn í arbeiði.
Hon helt, at í mongum
førum brúktu stuðlarnir
hetta høvi bara sum eina
lopfjøl til eina aðra útbúgv-
ing.
Ikki nóg gott
Hon helt, at orsøkin til alt
hetta var, at stuðulsskipanin
er ikki nóg góð og at ar-
beiðsviðurskiftini hjá stuðl-
unum eru ikki nóg góð.
Tað, hon droymdi um, var
at arbeiðið sum stuðul varð
raðfest hægri og at tað varð
gjørt meiri lokkandi at
verða stuðul, tí tað tað var
sanniliga ein stór ábyrgd.
– Eitt nú helt hon, at stuð-
arnir høvdu okkurt fast til-
haldsstað, tí tað var alt ov
krevjandi fyri allar partat at
vera inni hjá fólki alla tíðina
Somuleðis krevst stórur
dugnaskapur, ikki minst til
at seta seg inn í støðuna hjá
teimum menningartarnaðu,
tí tað er ikki nóg mikið bara
at vera fittir.
– Tað er ikki nokk at vera fittir. Tað krevst eisini stórur dugnaskapur, ikki minst til at seta
seg inn í viðurskiftini hjá teimum menningartarnaðu, segði Jórun Dánjalsdóttir Poulsen
Nú má tað
gerast sum
skal gerast
ÁKI BERTHOLDSEN
–Hetta er so greitt sum tað
kann vera. Og nú má tað
gerast, sum gerast skal.
Tað heldur Edmund Joen-
sen, formaður í Landsstýr-
ismálanevndini hjá løgting-
inum um meirnýtsluna hjá
Sjónvarpi Føroya.
Ein partur av uppgávuni
hjá Landstýrismálanevndini
er at hava eftirlit við embæt-
isførsluni hjá landsstýris-
monnunum.
Og júst hetta var ein or-
søk til, at nevndin av sínum
eintingum tók málið um
meirnýtsluna hjá sjónvarp-
inum.
Og tað gekk eisini skjótt
hjá nevndini at avgreiða
málið.
–Hetta er so einfalt, sigur
Edmund Joensen
– Landsstýrismálanevnd-
in hevur eina starvsskipan
sum sigur, hvussu ymisk
mál skulu vigerast.
Og í henni stendur, at er
talan um eitt mál, har pen-
ingur er brúktur, uttan at
vera játtaður, skal tað send-
ast beinleiðis til landsgrann-
skoðaran.
Edmund Joensen sigur, at
í hesum liggur, at slík mál
eru so greið og so uppløgd,
at tað er óneyðugt hjá
nevndini at brúka tíð og
orku uppá at viðgera tey
meiri.
Hann sigur, at tað er hetta,
sum
Landsstýrismála-
nevndin hevur gjørt í hesum
føri, tí hetta var eitt av teim-
um heilt greiðu málunum,
sum vóru skjót at avgreiða.
Gera tað, sum
gerast skal
Formaðurin sigur, at her er
talan um at brúka pening,
uttan at hann er játtaður
frammaundan og tað er heilt
einfalt talan um brot á stýr-
isskipanarlógina.
– Slíkt átti ongatíð at
komið fyri. Men hendir tað
kortini, er talan um eitt álv-
arsmál, og so má tað fáa tær
avleiðingar, sum eitt slíkt
mál eigur at fáa.
Og tað eru bara tveir
møguleikar: Antin ger løg-
maður tað, sum hann skal
gera, ella má løgingið gera
tað.
Men Edmund Joensen
sigur, at hann vil ikki út-
greina, hvat liggur í tí.
– Landsstýrismálanevnd-
in hevur avgreitt málið og
eg fari at halda meg til mín
leiklut og fari at lata Løg-
mann og Løgtingið um at
greiða sín leiklut.
Men hann vísir á, at tað
er ábyrgdin hjá løgmanni at
hava eftirlit við, at lands-
stýrismenn umsita lógina-
ikki bara á lógligan hátt,
men eisini á fullgóðan hátt.
–Fíggjarlógin er ein lóg,
og tað er ólógligt at brúka
pening, sum ikki er játtað-
ur.
– Men harumframt eigur
ein landstýrismaður at um-
sita sítt málsøki uppá ein
slíkan máta, at hann heldur
umsitingarliga siðvenju.
Sostatt skal hann bera seg
at á ein hátt, sum ikki uppá
nakran máta kann elvi fólki
til at sáa iva um hansara
embætisførslu, sigur Ed-
mund Joensen.
– Málið um meirnýtsluna hjá sjónvarpi um var skjótt at
avgreiða, sigur formaðurin í Landsstýrismálanevndini
Sunnukvøldið fer Havn-
arkórið at halda konsert í
Fuglafjarðar Kirkju.
Á skránni eru mest kór-
satsir, sum Vagn Holm-
boe skrivaði til yrkingar
eftir Janus Djurhuus, Chr.
Matras og W. Heinesen,
sum T. N.Djurhuus hevur
latið í føroyskan mál-
búna. Men kórið fer eisini
at syngja gomul føroysk
sálmaløg, sum Karl Clau-
sen, Kári Bech og Heri
Eysturlíð hava gjørt satsir
til.
Kórsatsirnir hjá Vagn
Holmboe hava verið aft-
Havnarkórið
til Fuglafjarðar
urvendandi á skránni hjá
Havnarkórinum seinastu
25 árini.
Og nú ein stór tónleika-
stevna skal haldast í Hor-
sens, heimbýi hansara, nú
hann hevði fylt 90, er tað
fallið kórinum í lut at
enda stevnuna við kon-
sert
í
Klosterkirken
sunnukvøldið 2. apríl.
Samstundis fer Havn-
arkórið eisini til Odder at
verða við í føroyskum
mentanartiltakið har, har
tað skal syngja fleiri
staðni.
– Áki–
– Málið um meirnýtsluna hjá Sjón-
varpinum er púra greitt, sigur Ed-
mund Joensen, formaður í Landsstýr-
ismálanevndini