leygardagur 25. mars 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 60 - 25. mars 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 60 - 25. mars 2000
JÁKUP MØRK
Eftir at Neistin fyri viku
síðani vann toppdystin
móti StÍF, fluttu teir so at
siga alt trýstið í FM-stríð-
num yvir á VÍF. Boðini
til vestmenningarnir eru
nevnliga púra greið, nú
tveir dystir eru eftir at
leika í landskappingini:
Alt annað enn tveir sig-
rar í teimum báðum sein-
astu dystunum merkir, at
VÍF noyðist at veittra far-
væl til gullmerkini, og
hetta eru leikararnir eisini
fult greiðir um.
Fáa einki forerandi
Hjalmar Klein Olsen,
venjari hjá VÍF, sigur við
Sosialin, at týdningar-
mesta uppgávan hjá sær,
uttan iva er at sannføra
leikararnar um, at talan
verður um ein sera tor-
føran dyst sunnudagin.
- Tað er av alstórum
týdningi, at vit taka upp-
gávuna í nóg stórum álv-
ara, tí hóast StÍF nú hevur
mist møguleikan fyri
meistaraheitinum, so fara
teir ikki at forera okkum
nakað sum helst, sigur
Hjalmar
Annars greiður venja-
rin frá, at teir sum so ikki
hava gjørt av, júst hvussu
taktikkurin undan dyst-
inum er. - Við tað at allir
mans nú eru tøkir (Daniel
Rápa undantikin), hava
vit fleiri møguleikar á
hesum øki, sigur venjarin,
sum eisini vísur á, at tað
hevur styrkt um hópin, nú
Rógvi aftur er komin fyri
seg. Í sama viðfangi ger
hann enn eina ferð vart við,
at týdningarmesti spur-
ningurin hjá vestmenn-
ingum er, um leikararnir eru
nóg greiðir yvir, hvussu tor-
førur dysturin verður.
Vinna
vestmenningar
dystin sunnudagin, er lagt
upp til eina rætta finalu
komandi vikuskifti, men
hetta vil Hjalmar helst ikki
tosa um. - Vinna vit ikki
dystin móti StÍF kann alt
gera tað sama í so máta, og
tí eiga vit fyrst og fremst at
hugsa um uppgávuna, sum
stendur fyri framman, sigur
venjarin.
Hann dylur tó ikki fyri,
at tað fyri hondbóltin hevði
verið stuttligt, um talan
verður um eina slíka finalu,
men tað krevur so tvey stig
sunnudagin.
Einki at óttast
Jónleif Sólsker, sum er ven-
jari hjá StÍF, er í øllum før-
um samdur við Hjalmari, tá
hesin sigur, at talan verður
um ein torføran dyst.
- Vit hava einki at vera
bangnir fyri, og kunnu tí
spæla fullkomuliga frígjørt,
og hetta skuldi í øllum før-
um merkt, at leikararnir ikki
eru eins fjáltursstungnir,
sum teir vóru undan dyst-
inum móti Neistanum, held-
ur Jónleif fyri, og hann
Vestmenningar vænta
sær onga gávu
Vestmenningar hava allar leikarar tøkar, tá teir sunnu-
dagin skulu inn á Skála at royna seg, men teir eru
sannførdir um, at talan ikki verður um nakran lættan
dyst
leggur afturat, at hetta
kanska vil viðføra, at und-
irhaldsvirðið í dystinum
verður størri.
Strandingarnir eru tó
nakað skerdir til dystin
hesu ferð, við tað at fleiri
av leikarunum ikki verða
tøkir til dystin.
Í øllum førum tykist vit,
at John Petersen ikki
verður á liðnum sunnu-
dagin, tí hann ístaðin
verður á B36 liðnum, sum
sunnudagin skal leika í
steypakappingini í fót-
bólti. Harumframt er ikki
væntandi, at Alexandur
Johansen verður til reiðar
at spæla eftir skaðan,
hann fekk móti Neista-
num, og heldur ikki kann
væntast, at Sveinbjørn
Poulsen verður at síggja
á vøllinum sunnudagin. Í
skrivandi løtu er hann í
øllum førum sjúkur, men
møguliga er hann komin
fyri seg aftur sunnudagin.
Nógvir áskoðarar
Teir báðir venjararnir eru
eisini samdir um, at nógv-
ir áskoðarar kunnu vænt-
ast til dystin sunnudagin.
Bæði liðini hava van-
liga havt sera trúgvar á-
skoðarar, og lítið er at i-
vast í, at stórt tal av vest-
menningum fer at ferðast
til Skála sunnudagin, fyri
á tann hátt at stuðla liði
teirra í royndini at vinna
føroyameistaraheitið aftur
til bygdina. Harumframt
kann eisini roknast við, at
strandingar vera eins
trúgvir og vanligt, hóast
gullið er gloppið teimum
av hondum, og tískil
munnu bestu ráðini undan
dystinum helst vera, at tú
skalt koma í høllina í góð-
ari tíð, um tú ætlar at fáa
sitipláss.
Býráðið skal
eiga Tórsvøll
Stendur tað til Heðin Mortensen, býráðslim, sum eisini
var ein av stigtakarunum aftan fyri Tórsvallar verkætlan-
ina, skal Tórshavnar Býráð sum skjótast taka stig til yvir-
tøku av Tórsvølli
JÁKUP MØRK
- Í mínari verð er eingin ivi
um, at skal Tórsvøllur ger-
ast liðugur, so er einasta
gongda leið, at Tórshavnar
Kommuna yvirtekur verk-
ætlanina. Somikið greið er
talan hjá Heðini Mortensen,
sum í næstum fer at leggja
fram uppskot um, at kom-
munan skal yvirtaka Tórs-
vøll.
Harmur um støðuna
Heðin Mortensen sigur við
Sosialin, at eftir hansara
tykki er tað ikki rætt, at ætl-
aða landsstadionið í løtuni
liggur, sum tað ger.
- Eg má siga sum er, at
eg eri sera harmur um nú-
verandi støðuna, tí hetta
hevur ongantíð verið ætl-
anin við Tórsvølli, sigur bý-
ráðslimurin. Hann heldur
eisini, at tá tað ikki er líkt
til, at grunnurin megnar at
útvega neyðugu fíggingina
til liðugt gerðina av vølli-
num, noyðist Býráðið at ta-
ka um endan.
Eftir hansara fatan er Bý-
ráðið einasti parturin, sum
hevur pening og orku til at
gera vøllin lidnan, og tá Bý-
ráðið frammanundan er
partur í grunninum, Tórs-
vøllur, dugur han ikki at
síggja nakran trupulleika í
hesum.
- Sum er elvir vøllurin
bert til stríð millum lokalu
kreftirnar í málinum, og
hetta hevur ongantíð verið
ætlanin. Hinvegin eigur
vøllurin at vera til gagns fyri
allar partar av ítróttalívinum
í bæði Havnini og øllum
Føroyum, og tískil er tað av
alstórum týdningi, at vøll-
urin verður liðugt gjørdur.
At enda leggur Heðin
Mortensen afturat, at verk-
ætlanin er eitt gott dømi um,
hvussu arbeiðshátturin var
í áttatiárunum. - Her síggja
vit, hvussu gongst, tá farið
verður undir eitt arbeiðið,
uttan at nøktandi fyrireik-
ingar eru gjørdar, sigur
Heðin Mortensen, sum í
hesum sambandi vísur á teir
trupulleikar, sum hava verið
við
arbeiðseftirlitinum,
byggiloyvum og øðrum, og
metir hann hetta rætt og
slætt vera ein stór skomm
fyri Havnina.
Eingin rennibreyt
Eitt av teimum trætumálum,
sum eisini hava verið við
Tórsvølli er rennibreytin,
sum summi vilja hava har
piparið grør, meðan onnur
meta hetta vera ein neyð-
ugan part av verkætlini.
Fyri stuttum hevði ment-
unarnevndin hjá Býráðnum
fund um m.a. hetta málið,
og var niðurstøðan her, at
eitt tilmælið verður latið
Býráðnum, her nevndin
mælir frá at gera nakra
rennibreyt.
Heðin Mortensen, sum
sjálvur er limur í mentunar-
nevndini sigur við Sosialin,
at hann tíverri ikki var á
fundinum, tá hann sam-
stundis var í løgtinginum,
men at hann als ikki tekur
undir við hesum.
Skal nóg stórt gagn fáast
úr Tórsvølli, er alneyðugt at
rennibreytin eisini verður
gjørd.
Verður eingin rennibreyt,
hava vit samstundis tikið
lívið av frælsa ítróttinum,
og harumframt kann renni-
breytin eisini bøta munandi
um møguleikarnar hjá øð-
rum at íðka ítrótt.
- Bæði skúlar, brekað og
øll tey, sum fara ein rennitúr
av og á, høvdu fingið alstóra
gleði av rennibreytini, og tí
eiga vit at gera hana.
Røddir hava verið frammi
um, at rennibreyt eigur at
verða gjørd í Hoydølum,
men til hetta sigur Heðin
Mortensen, at tað verður so
ikki í bræði, at hetta verður
veruleiki.
Býráðið eigur einki í øk-
inum uppi í Hoydølum, og
vit vita ikki, hvørjar ætlanir
eru við hesum øki.
Tískil mæli eg øllum bý-
ráðslimum til at hugsa seg
væl um, áðrenn teir taka
nakra avgerð viðvíkjandi
rennibreytini sigur Heðin
Mortensen at enda.
Heðin Mortensen fer
ein av komandi døg-
unum at seta fram
uppskot um, at Tórs-
havnar Býráð skal
yvirtaka Tórsvøll
Hjalmar Klein Olsen
væntar ikki, at strandingar
verða mjúkir at strúka
sunnudagin, og starvsfe-
lagið hansara, Jónleif
Sólsker, er púrasta samdur
JÁKUP MØRK
Næstseinasta umfar í hond-
bóltslandskappingini verður
leikt um vikuskiftið, og hó-
ast nakrir spurningar longu
eru avgreiddir, eru aðrir,
sum enn ikki eru svaraðir,
og tann týdningarmesti av
hesum man vera, hvar FM-
heitið hjá monnunum endar.
Hesin spurningur kann
verða svaraður, tá StÍF tekur
ímóti VÍF inni á Skála, men
hinvegin kunnu vestmenn-
ingarnir leggja upp til tað
heilt stóru finaluna, um so
er, at teir vinna sær tvey stig
sunnudagin.
Seinastu
spurningarnir svaraðir
Hjá kvinnunum verða tveir
dystir hetta vikuskiftið, og
verða báðir teirra leiktir
uppi á Hálsi í Havn.
Leygardagin hava neista-
kvinnurnar møguleikan at
tryggja sær silvurmerkini, tá
tær á heimavølli skulu royn-
a seg móit Tjaldur. Tjaldur
hevur enn ikki vunnið sær
nakað stig hetta kapping-
arárið, og ilt er at ímynda
sær, at úrtøkan man verða
nakað betri, tá teir báðir
seinastu dystirnir eru leiktir,
tí seinastu mótstøðuliðini
eru Neistin og Stjørnan.
Alt røkist tí fyri, at silv-
urið endar hjá Neistanum,
og tað mundu tað ikki vera
so nógv, sum roknaðu við,
tá fyrsti parturin av kapp-
ingarárinum var lokin.
Sunnudagin verður aftur
dystur í Havn, tá Kyndil fær
vitjan úr Vági. Kyndilsliðið,
sum fyri stuttum sá út til at
enda uttan heiðursmerki av
nøkrum slag, hevur við sigri
á VB møguleikan at tryggja
sær bronsumerki. Ikki tí,
VÍF kann framvegis koma
ájavnt Kyndli í stigum, men
havnarliðið hevur ein væl
betri málmun.
Skulu bronsumerkini ger-
ast veruleiki, er tó neyðugt,
at Kyndil vinnur sær tvey
stig móti VB, og hóast stig-
amunurin millum liðini er
hampuliga stórur, so er hetta
als ikki nøkur løtt uppgáva.
VB liðið hevur nevnliga
sýnt sera gott hondbólts-
spæl í vetur, men trupulleiki
teirra hevur verið, at úrtøk-
an í stigum ikki hevur verið
nóg góð. Einki er tó at ivast
í, at tær nú vilja enda árið
við manér, og tískil fara at
geva Kyndli ein harðan
dyst.
Einki avgjørt
Tykjast heiðursmerkini av-
greidd í kvinnudeildini, so
er hetta langt ífrá galdandi í
bestu mansdeildini.
So at siga alt árið hava
tað verið trý lið, sum hava
myndað toppin á stigatalv-
uni, men eftir at Neistin
vann á StÍF undanfarna
vikuskifti, eru nú bert tveir
gullbiðlar eftir.
Neistin hevur møguleika
at styrkja um oddastøðuna,
tá teir leygardagin taka í-
móti Tjaldrinum. Einki man
vera at ivast í, at Neistin er
stórfavorittur at vinna sær
stigini í hesum dysti, tí með-
an Tjaldur einki stig hevur
fingið í endaspælinum, hev-
ur Neistin vunnið teir 10
dystirnar, sum teir hava
FM-stríðið harðnar alsamt
Bert tvey umfør resta nú í hondbóltslandskappingini 1999/2000, og spenningurin um FM-heitið hjá monnunum er
framvegis varðveittur. Hjá kvinnunum verða seinastu spurningarnir um heiðursmerkini kanska svaraðir um vikuskiftið
leikt síðani vetrarsteðgin.
Vinnur Neistin dystin, eru
teir fýra stig framman fyri
VÍF, sum eisini dyrgir eftir
gullmerkjunum, men hesin
munur kann verða hálver-
aður longu 24 tímar seinni.
Tá skal VÍF inn á Skála,
har teir skulu royna at end-
urtaka kynstrið hjá Neist-
anum og basa StÍF.
Eftir ósigurin sunnudag-
in, hevur StÍF mist allar
vónir um eina endurtøku av
føroyameistaraskapinum,
men kortini hava teir latið
til kennar, at teir nú ætla sær
at vinna silvurmerkini.
Spurningurin er tó, um
hetta er nóg mikið til at basa
Støðan undan vikuskiftinum
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 Neistin 10 10- 0 - 0
645
543
102
29
2 VÍF
10
8 - 0 - 2
638
498
140
27
3 StÍF
10
7 - 0 - 3
641
542
99
25
4 Kyndil 10
6 - 0 - 4
623
528
95
19
5 KÍF
11
3 - 0 - 8
512
654
-142
7
6 H71
11
2 - 0 - 9
537
653
-116
6
7 Tjaldur 10
0 - 0 - 10
515
693
-178
3
1. deild, menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 Stjørnan9
8 - 0 - 1
545
426
119
25
2 Neistin 8
6 - 0 - 2
384
378
6
17
3 Kyndil 9
4 - 1 - 4
443
395
48
16
4 VÍF
9
4 - 1 - 4
463
437
26
16
5 VB
9
3 - 0 - 6
485
489
-4
10
6 Tjaldur 8
0 - 0 - 8
315
510
-195
0
1. deild, kvinnur
VÍF, tí hóast StÍF ivaleyst
ger sítt ítarsta til tess at
vinna silvurmerkini, so er
aloftast munur á, tá annað
liðið hevur meira at stríðast
fyri. Møguliga verður tað
eisini hetta, sum verður av-
gerandi fyri dystin, men
hinvegin er einki at ivast í,
at talan verður um ein sera
javnan dyst, har tað so at
siga er ógjørligt at finna ein
greiðan favoritt.
Einasta sum er greitt, er
at VÍF skal vinna, um teir
framhaldandi skulu varð-
veita FM-møguleikan, og
um so er, at VÍF vinnur
dystin, verður rættuligur
gulldystur í Vestmanna
komandi leygardag, tá VÍF
á heimavølli tekur móti
Neistanum í seinasta dyst-
inum hetta kappingarárið.
Seinasi dysturin sunnu-
dagin verður Í Havn, har
Kyndil skal verða vertur
fyri KÍF. Sum so hava hesi
liðini ikki tað stóra at stríð-
ast fyri, men kortini má
metast, at Kyndil er greiður
favorittur at vinna dystin.
Fær Herfølge aftur ferð á
Hetta tykist vera størsti spurningurin, nú tvey umfør eru leikt eftir vetrar-
steðgin í donsku superliguni. Oddaliðið hevur nevnliga tapt hesi bæði um-
førini, og munurin niður til Brøndby er nú minkaður niður í trý sig
JÁKUP MØRK
Fult umfar er á skránni í
superliguni hetta vikuskift-
ið, og sæð við føroyskum
eygum verður mest áhuga-
verdi dysturin uttan iva í
Århus, har AGF tekur ímóti
oddaliðnum, Herfølge.
Heimaliðið hevur føroy-
ska verjuleikaran, Óla Jo-
hannesen, við í hópinum,
men tað man vera heldur
ivasamt, um hesin verður at
síggja á vøllinum sunnu-
dagin. Óli hevur als ikki
leikt á besta liðnum, síðani
kappingin aftur fór í gongd,
so útlitini eru ikki tey bestu
hjá honum.
Hinvegin man lítið vera
at ivast í, at ein annar før-
oyingur, nevnliga Jákup
Mikkelsen, fer at verja mál-
ið hjá gestunum úr Her-
følge.
Higartil hevur hann verið
fremsta valið hjá venjara-
num, John Faxe Jensen, og
hóast Herfølge nú hevur
tapt tveir dystir á rað, er
eingin, sum hevur givið før-
øoyska landsliðsmálverja-
num skuldina fyri hetta.
Hjá báðum liðum hevur
dysturin rættuliga stóran
týdning, tí meðan AGF ber-
jist fyri at fáa niðurflyting-
arvandan burtur, skal Her-
følge skjótt í holt við at
vinna sær nøkur stig, um
teir framhaldandi ætla sær
at vera við í toppinum.
Todi ivasamur
Triði føroyingurin í super-
liguni, Todi Jónsson, hevur
enn ikki verið víð síðani
vetrarsteðgin, men hetta
kemst av, at hann hevur ver-
ið skaddur í knænum.
Seinast vit frættu, var iva-
samt, um hann verður á lið-
num, tá FCK skal á vitjan
hjá Vejle. FCK hevur ikki
havt nakað serliga gott
kappingarár higartil, men
kappingin hevur kortini ver-
ið somikið jøvn, at liðið
framhaldandi hevur møgu-
leika at tryggja sær euro-
peiska luttøku komandi ár.
Hetta krevur tó, at liðið
nú fær nakrar sigrar á rað,
og í øllum førum skuldi ikki
verið ógjørligt at vunnið
tvey stig leygardagin, tí Vej-
le er í svárari kreppu, og
liggja niðastir á stigatalv-
uni.
Hinir dystirnir
Hinir dystirnir hetta viku-
skiftið eru Viborg-Esbjerg,
Aab-OB, AB-Silkeborg og
Brøndby-Lyngby.
Serliga er áhugin stórur
fyri
dystinum
millum
Brøndby og Lyngby, tí hetta
eru liðini, sum í løtuni eru á
øðrum og triðja plássinum
á stigatalvuni.
Vinnarin av hesum dysti
kann sostatt fáa ein avger-
andi fyrimun í oddastríð-
num, men fyri gullvónirnar
hjá Herfølge hevði helst
verið best, um eingin vinn-
ari var av hesum dysti.
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Kappingin um
Løgmanssteypið
Bólkaspælið í steypakappingini
byrjar um vikuskiftið, og standa
hesir dystir á skránni
Dystur:
Bólkur 1:
26.03.00 VB-KÍ,
26.03.00 NSÍ-Sumba
Bólkur 2:
26.03.00 ÍF-B36
26.03.00 B36-B71
Bólkur 3:
26.03.00 TB-GÍ
26.03.00 FSV-HB
Dómari:
Birgir Sondum
Lassin Isaksen
Oddmar Andreasen
Niklas á Líðarenda
Suni Johansen
Jens Petur Brattalíð
Tey bæði fremstu liðini í hvørjum bólki, saman við
teimum báðum bestu trýarunum, koma víðari til fjórð-
ingsfinalurnar