leygardagur 25. mars 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 60 - 25. mars 2000
Jørgen má for
Guds skyld lata
Atla sita heima
Formaðurin í Felagnum Nótaskipum fer fullkomiliga at oyði-
leggja okkum framtíðina í svartkjaftavinnuni, sigur Jákup
Olsen, sum eisini er limur í Felagnum Nótaskipum
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú er at kalla opið kríggj í
felagnum Nótaskipum um,
tann fiskivinnupolitikk, vit
skulu føra í svartkjaftavinn-
uni.
Og ein av limunum í fel-
agnum, Jákup Olsen, í Vági,
sigur bart út, at næstu ferð,
vit fara at samráðast um
svartkjaft, er eitt tað týdn-
ingarmesta, at formaðurin
í felagnum, Atli Hansen úr
Gøtu, ikki sleppur við, men
verður sitandi heima.
Annars hevur formaðurin
verður fastur fusur undir
liðini á landsstýrismann-
inum í fiskivinnumálum, tá
ið vit hava samráðst um
svartkjaft, men hetta má for
Guds skyld ikki henda, tá
ið vit aftur fara at samráðast
við norðmenn, íslendingar
og ES aftur, sigur Jákup Ol-
sen.
Hann sigur, at Atli Han-
sen er nevniliga ikki áhug-
aður í at fáa føroyingum so
høga svartkjaftakvotu sum
gjørligt.
– Tað einasta, sum Atli
Hansen er úti eftir, er at
knúsa fiskimálaráðharran
politiskt, tí eg dugi ikki at
síggja nøkur onnur motiv,
enn politisk motiv, til at
formaðurin í Nótaskipum
førir seg soleiðis fram.
– At hann so samstundis
skal taka ein tann mest týð-
andi vinnumøguleikan, vit
hava eftir, við í fallinum, ger
minni, sigur Jákup Olsen.
– Tað einasta, sum tað
tykist, at hann er úti eftir, er
vit vit skulu fáa eina lítla
svartkjaftakvotu, so at okk-
ara fiskimálaráðharri skal
tapa slagið um svartkjaftin,
tí tað verður eitt álvarsligt
politiskt bakkast fyri hann.
Tað, sum hann sipar til,
er m.a tær ákoyringar, sum
fiskimálaráðharrin hevur
fingið frá Atli Hansen sein-
astu tíðina um svartkjaft-
akvotur og loyvir.
– Atli Hansen hevur bæði
skuldsett Jørgen Niclasen
fyri at siga ósatt og fyri ann-
að mangt.
– Hvussu skulu teir báðir
so kunna standa øksl ímóti
øksl í hørðum samráðingum
uttanlands, tá ið tónalagið
ímillum teir her heima er so
vánaligt, spyr Jákup Olsen.
Nøgdur við lítið
Jákup Olsen sigur, at tað,
sum, sum Atli Hansen hevur
spælt út við, vísir, at hann
letur sær lynda, at føroyska
svartkjaftakvotan
verður
ikki meiri enn eini 160.000-
180.000 tons, tí krevur hann
av Jørgen Niclasen, at vit
ikki útbyggja vinnuna meir.
– Hetta er fullkomiliga
burturvið. Tvørturímóti er
tað alneyðugt, at vit hava
nógv, góð skip at fiska
svartkjaft við, so at vit við
fullum rætti kunnu krevja
eina nógv hægri kvotu.
–Tað kunnu vit ikki á
nakran hátt, so leingi, vit
ikki hava skip til at fiska
við.
Jákup Olsen sigur, at at
svartkjafturin er ein av okk-
ara heilt fáu møguleikum,
sum vit hava eftir, til at fáa
meiri burturúr fiskivinnuni,
og tann møguleikan mugu
vit undir ongum umstøðum
lata okkum gleppa av hond-
um.
– Skulu vit hava sjálv-
stýrið og menna ein sjálv-
støðugan búskap, er júst
hetta vegurin at ganga. Men
tað vilAtli Hansen jú heldur
ikki, Leggur Jákup Olsen
afturat.
– Hvussu kann Atli Hansen, formaður í Felagnum Nótaskip-
um standa øksl við øksl við Jørgen Niclasen í høðrum
samráðingum uttanlands, t á ið hann fer soleiðis við honum
herheima, spyr Jákup Olsen, limur í Felagnum Nótaskipum
Søgulig skjøl
Av misgávum varð myndin
av Steinbjørn B. Jacobsen
sett í skeiva grein í blaðnum
í gjár. Vit biðja høvundan
umbera okkum mistakið
blaðst.
Jú vit liva í søguligum døg-
um. Tað er ikki á hvørjum
degi, at ein væl mannað og
væl fyrireikað nevnd fer til
Danmarkar at samráðast
fyri at fáa okkum skipað
viðurskifti við Danmark.
Tað skulu tey øll takkast
hjartaliga fyri. Tey gjørdu
sær ikki fyri skommum.
Eisini ein tøkk til Jenis av
Rana fyri hansara beinrakna
viðmerking. Øll hava fylgt
við í loftmiðlunum, sum á
nøktandi hátt hava greitt frá
Viðmerking:
gongdini.
Í morgun var eg spentur
at síggja tey bæði stóru
bløðini. Hvussu mundu tey
fara at viðgera málið. Ofta
verður tosað um, hvussu
heft ella óheft tey eru.
Tíðindablaðið Sosialurin,
(hevur orðið Tíðindablaðið
altíð verið skrivað við so
lítlum bókstavum?) sum
»Hin føroyski Javnaðar-
flokkurin« eigur, hevði
»Fingu kvotu at selja« og
»Avgerðinar fella« (um
ítrótt, týsdag hava teir nógv
um ítrótt) sum stórtíðindi á
forsíðuni.
Oddagreinin var skrivað
av formanninum í flokkin-
um ella fyri hansara rokn-
ing. Samrøða við formann-
inum við heitinum: »Full-
veldisuppskotið
skrædn-
aði«. Ein ungur blaðmaður
hevði tvær síður við eini
naknari frásøgn um málið
og tríggjar stórar myndir,
harav tann eina var við sum
ífylla. Eitt skjótt »lisið«
blað.
Hvussu so við gomlu
Dimmu, sum nú verður
marknaðarførd undir heit-
inum Nýggja Dimma og
hevur sum undirheiti, Óheft
og Álítandi? Jú, eisini teir
nevna kvotumálið )teir hava
sjálvir reist málið og rós-
verdigt greitt frá tí í fleiri
bløðum) og viðgera flog-
bóltsdystin eins og Sosial-
urin ger, men høvuðsyvir-
skriftin er: Kalla etniska út-
rokning skammleysa og
órímiliga. Skrivað av teim-
um báðum sera dugnaligu
blaðmonnunum Una Arge
og Inga Rasmussen. Inni í
blaðnum hava teir heilar 7
sera lesuverdar longri og
stytri greinar. Harav tann
eina er ein fródlig søguliga
samanbering við Ísland.
Eisini oddagreinin er sera
væl skrivað. Sum rosinan í
pylsuendanum kemur so
Aktuella Hornið, sum báði
er aktuelt og skemtuligt.
Tvey sera ymisk bløð,
týsdagin 21.3.00, men sam-
stundis tvey sigandi søgulig
skjøl.
21.3.2000
Steinbjørn B. Jacobsen
Stór bilstevna verður í
Klaksvíkar Ítróttarhøll 8. og
9. apríl. Øll tey kendastu
merkini verða at síggja
Aftur í ár verður stór bil-
stevna í Klaksvíkar Ítrótt-
arhøll. Sum vant verður
høllin full av nýggjum bil-
um, og sjálvandi verða øll
tey kendastu merkini um-
boða. Í ár verða tað Reyni
Service, Norðbil, Esmar
Simonsen, Ivan Johannesen
og Opel sum koma at vísa
sínar bilar fram. Tað er tí-
betur blivin ein afturvend-
andi táttur, at Klaksvíkar Ítr-
óttarhøll hvørt ár, er ramm-
in um stórar bilstevnu.
Norðoyingar er sum heild
takksamir yvir, at bilsølur-
nar geva sær tíð til at plaga
kundarnir í útjarðarøkinum,
og er tað altíð ein fyrimunir,
at sleppa undan at fara heilt
til Havnar at hyggja eftir
nýggjum bilum. Fyrireikar-
nir siga í tíðindaskrivið at
stevnan verður leygardagin
8. og sunnudagin 9. apríl,
og er hon opin báðar dagar-
nir frá kl. 16.00 til 21.00.
Fyri at tey vaksnu kunnu
í friði hyggja eftir teimun
nýggjum bilinum, verður
skipa fyri undirhaldið fyri
børnini viðsíðuna av høllini
– inni í Lognbrá. Har verður
barnafilmar vístir ímeðan
stevnan er opin.
Bilstevna í Klaksvík
Leygardagur 25. mars 2000
Rokari av rang
Fjúrtan ára gamli Tommy Andreasen í
Nólsoy hevur annað í knokkinum enn skúla
og lestur. Hann mjólkar, egnir, arbeiðir upp
á motorar og finglast við elektronikk. Og
drongurin hevur áhugaverdar og beinraknar
meiningar um lívsins viðurskifti
Mynd: Jens Kr. Vang
Heldur
internetið
Fleiri og fleiri føroy-
ingar brúka heldur
internetið enn telefon-
bókina, tá teir skulu
leita eftir telefon-
numrum