Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mars 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 60 – 25. mars 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Sjúrður Gullbein Havnarlív Eg havi fingið tann lívsarv at vera havnarmaður. Eg búgvi og eri uppvaksin her á hesum nærbýldu heiðum, miðskeiðis í oyggjum okkara, har sum pylsur og sjokopops hava skotrað vanligan mat av borðinum og gjørt treystligar traðarmenn til gummimenn . . . havnar- menn, faktiskt. Nei, í Havn er smátt við skerpikjøti, válgarum, røstum fiski og denn slags. Tí hóast vágnar báðar eru smekkfullar av bátum, so eru teir bara kamufleraðar oysur, tí vit tíma nokkso illa at fiska soleiðis. Tað er so svansut og ólekkurt at fáast við. Álvaratos. Bátarnir í Havn verða bara luftaðir, tá vit jagstra grind úti í Sandágerði. Okkara hugnaligu spikbeach. Á bygd býður mongum ímóti. Ikki bara tað at Havnin er burturhjánað kulturelt, tað er eisini so skapt, at hon stjelur arbeiðspláss frá røskum bygdarmonnum, so teir mugu renna aftaná til Havnar at arbeiða. Tí havnarmenn fáast ikki við so møðsaman sport. Men lat okkum kortini bekenna okkara syndir og geva bygdarmonnum arbeiðsplássini aftur. Tað ger einki, um teir fáa eitt sindur burtur av Havnini, tí hon er bæði stór og deilig og hevur nógv at geva av, bæði arbeiði og inventar. Lat okkum gera tað fyri frið skyld, um ikki annað. Vit byrja við molanum. Har eru bara skip allíkavæl, so hann kubba vit í passaligar bitar, so at bygdarmenn fáa eitt petti í part. Tey kunnu teir so brúka eftir tørvi - til trappusteinar, barlast ella at sláa hvønn annan í høvdið við. So verður skipasmiðjan líkasum avmonterað og send til Vágs sum byggisett. Akkurát hetta prosjektið mugu vit tosa við Poul um fyrst, men tað gongur nokk. Hann er góður í ávikum. Og fyri frið skyld taka vit eisini sjúkrahúsið, væl- signað. Tað skera vit í tveir trivaligar klumpar, sum klaksvíkingar og tvørámenn so kunnu seta upp á síni sjúkrahús. Arkitektoniskt heldur ivasamt, men heilt praktiskt, tí so fáa bygdarmenn tvey stór bygdar- sjúkrahús og massar av vindeygum at standa og kikka eftir fólki í. Og so er tann freturin ikki eftir hjá Løgtinginum. Nú vit eru við Løgtingið og almennar bygningar, munnu vit ikki kunna pilka við teir eisini? Ajú, vit loysa bara omanav og senda onkustaðni. Teir roynast saktans sum hjallar nakrir, ella grótkast kanska. Løg- tingið sjálvt kunnu teir koppa á høvdið og brúka sum bátahyl, har tørvur er. Rasmus man vera gott akker, so hann fáa teir bara eisini. Fyri frið skyld, um ikki annað. Og keturnar uttanum, har sum børnini sita so fitt og reiggja á ólavssøku, tær eru óivað fínar býráðsketur. Nakað tungar ja, men tað heftir ikki fyri hjá sterkum bygdarmonnum at sleingja upp á sínar breiðu herðar. Tá verða allir líka fínir sum Jógvan. At enda verður kunngjørt, at annað jólakvøld verður jólatræið á Vaglinum físt út í fjara í ringrás við pomp og pragt fyri líkasum at markera hetta sjáldsama tiltak. Jú, eg skilji væl bygdarmenn, at teir suffa um tað fólk, ið býr í Havn, men tað gert ikki við. Vit eru bara soleiðis. Tað er bara at vóna, at friður kemur á bygdar- menn aftan á allan hurlivasan. Tá hava teir so onga Havn at skeldast inná. Og millum bygdarmenn sjálvar ræður friður. Teir eta ikki sjokopops og annað miks, so har fellur ikki øvugt orð. Ná, men pytt, tað verður deiligt at búgva í Havn allíkavæl. Her kann eg liggja í friði og náðum, húgga mær í míni fjálgu song og lesa skaldskap. Tí tað er sku viktigt við skaldskapi, tú. Liggja og lesa eina góða bók og tyggja saltpastillur, tað er herligt Havn- arlív. Rúni fingið fyrsta opera-sáttmálan Jústinus Leivsson Eidesgaard (HAMBORG) Ungi vág- bingurin, Rúni Brattaberg, hevur fingið fyrsta størri sáttmálan sum operasang- ari, hetta hendir í samband við at ein opera skal fram- førast í Helsinki í heyst. Sáttmálin er frá 1. oktober til 19. november og í hesum døgum skal hann á pall í Finnlandi. Hann hev-ur fingið ein stóran leiklut í eini kirkjuoperu, nú dóm- kirkjan í Helsinki fyllir 900 ár. Tað er næststørsta opera- húsið, Åbo-operan, sum stendur fyri. Rúni Bratteberg livir rættuliga við í stressaða lívi- num hjá professionellum tónlistafólkum. Vit hittu hann sunnukvøldið í Ham- borg. Í svørtum yvirfrakka, stressmappu og lumma- telefon. Hann er prúður og væl bygdur og hann osar langan veg av bjartskygnari trúgv upp á framtíðina. Rúni hevði júst verið í Schleswig og tingast um eitt starv. Tá tú er operasangari, so fer tú ikki til starvssam- røðu, nei, tú syngur teg fram at arbeiðinum. – Forsangurin gekk bara væl í dag, men um eg fái arbeiðið í Schleswig, tað veit eg ikki enn, sigur Rúni Brattaberg við einum smíli. Operahúsið í Schleswig er lítið í mun til tey stóru í heimunum, har eru bert 500 setur. Í operahúsinum í Hamborg eru 2000 setur. – Men arbeiði í Helsinki er spennandi, rættuliga spennandi og eg trúgvi eis- ini, at komi eg væl frá fram- førslunum, so fer júst hesin leikluturin at geva aðrar, sigur hann. Eg eri drekin Rúni Brattaberg skal luttaka í eini nýggjari operu, sum hevur heitið „Riddarin og drekin“ Tað er Bo Carpe- lan, sum hevur skrivað og tónleikinum stendur Mikko Heino fyri. Hann er ein sera vælumtóktur tómasmiðjur í Finlandi og hann er eisini kendur út um landoddarnar. Dirigenturin eitur Ulf Sød- erblom og hann er eitt stórt navn í tónleikaheiminum. Framleiðslustjórin eitur Zeppo Ristslehto, – Eg eri drekin í operuni. . Her er talan um ein stóran leiklut. Operan varir í 77 minuttir og eg syngi í 15 minuttir. Og tá komi eg ikki inn fyrr enn í aðru akt, sigur Rúni Brattaberg. – Eg veit, at hesin leik- lutur fer at geva mær nógv. Eg komi at arbeiða saman við fólki, sum eru nógv royndari enn eg og tey ar- beiða á einum hægri støði. Tað gevur.. – Talan er um heims- premieru. Og tað er ikki hvønn dag, at ein opera verður gjørd. Tað er altíð stórhending innan opera- heimin, tá nýggjar verða gjørdar. Tónleikurin er spildur nýggjur, hann er komponeraður í ár. Slík hending gevur eisini nógva umtalu í útheiminum, sigur Rúni Brattaberg. Hvussu hevur tú borið teg at, at fáa hendan leiklutin? – Komponisturin hevur sjálvur sett seg í samband við meg. Eg haldi, at hann má hava hoyrt meg onkun- staðni og síðan hugsað, at hann kundi brúka mína rødd. Hann setti seg í sam- band við pianistin hjá mær, Gustav Djupsjøbacka og síðan var alt leyst og liðugt, sigur Rúni Brattaberg. – Eg havi eisini búð og lært í Helsinki í Finnlandi, tað var har eg lærdi at syngja og tað hevur kanska verið ein fyrimunur. Føroyar í apríl Rúni Brattaberg kemur heim til Føroyar at halda tvær konsertir í apríl. Kon- sertfelagið skipar fyri. Kon- sertirnar verða á Mejarínum í Havn og í Skúlanum í Trongisvági. Konsertin í Havn verður 25 apríl og konsertin á Tvøroyri 27 apríl. Hví á Mejarínum, hví ikki í Norðurlandahúsinum? – Norðurlandahúsið dugir slett ikki at sygja í. Tað kann ikki brúkast. Har er ongin aukustikkur. So snøgt er tað, sigur Rúni Brattaberg. Pianisturin hjá Rúna hesuferð verður finnlend- ingurin Hans Otto Ehr- strøm. Teir kennast frá operahúsinum i Zürich. – Eg fari at syngja 24 sangir hjá Franz Shubert. Tað er „Winterreise“. Fram- førslan tekur 80 minuttir uttan steðg. Gevur út fløgu Rúni arbeiðir við at gera eina fløgu, sum plátufelagið Tutl skal geva út. Nakað av tónleikinum hevur Sunnleif Rasmussen skrivað. Pia- nistur á fløguni verður eisini Hans Otto Ehrstrøm. Rúni lærir í operahúsi- num í Zürich. Hann hevur sáttmála har til um miðjan juli í ár. – Eg havi verið ógvuliga glaður fyri tíðina í Zürich. Eg havi sungið smærri leik- lutir og eg læri nógv, sigur hann. Rúni Brattaberg hevur fingið opera-sáttmála Nr. 60 – 25. mars 2000 17 POPPUR. Segði upp og fór niður á sang- skeið. Soleiðis kann ein stutt lýsa søguna aftanfyri nýggjastu føroysku fløguna, sum er hin fyrsta hjá einum av Føroya kendastu og royndastu sangfuglum. Men sjálvsagt er søgan um fløguna og Maluna Thomsen longri enn hetta Seinnu helvt av sjeytiárunum stóð at lesa um familjuna Thomsen í bóklinginum „Her búgva vit“, ið eisini var ein filmrøð um fólk í Norðurlondum, sum Danmarks Radio stóð fyri. Her síggjast Malan og bróðurin Bjarki leika tónleik saman við pápanum Kjeld. Tey eru á myndini 14 ár og vit fáa m.a. at vita, at tey fáa 20 krónur um vikuna í lummapeningi, og at Malan hevur hugsað um at læra til barnagarðslærara, men hon metir vera keðiligt, at so má hon av landinum. Í dag vita vit, at Malan er pedagogur og at hon tók útbúgvingina í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Dagfinn Olsen Hon eigur røddina, ið vit øll kenna frá fløgum og upptøkum. Men ikki fyrr enn nú hevur hon sjálv givið út. Hósdagin kom fyrsta solofløgan undir navninum Malan Thomsen. Malan byrjaði ung at syngja og leika. Hon minnist, at á yngri árum høvdu hon og vinkonurnar ein gentubólk, men Malan Thomsen hevði altíð dreymin um at syngja. – Fyrsti bólkurin, sum eg kom í, var Teinar. Hetta var fyrst í átta- tiárunum. Tá havi eg verið eini 16 ár. Har var eg við í eini 2 ár og vit ferðaðust um alt landið, sigur Malan. Mong minnast óivað bólkin frá t.d. løgum hjá Tøsedrengene. – Vit spældu eisini Halberg/Lar- sen og annars tað, ið var »in« tá, men eisini vanligan dansitónleik, minnist Malan. Aftan á Teinar, var bólkurin Brongl, við Jóhannus á Rógvu á odda, á skránni eitt stutt tíðar- skeið. Rúna á Heygum og Joana Johansen sungu eisini við og bólk- urin var á ferð í Føroyum. Studiotónleikari í 10 ár Í 1984-85 fór Malan til Noregs á tónleikaháskúla. Ein av fremstu bólkunum í Føroyum tá var Plúmm, ið hevði skiftandi sang- arar. Malan var ein teirra og bólkin minnast fleiri frá luttøkuni á LP- plátuni Ung 85, sum eisini kom út fyri stuttum á fløgu við heit- inum Ung um aldamótið. – Hetta var so tann tíðin, tá eg var í bólkum og ferðaðist kring landið. Síðani byrjaði hitt við inn- spælingunum. Fyrst vóru tað barnabondini »Her eru vit« hjá Jóhannus á Rógvu. So komu út- gávurnar hjá Devon. Tann eina kom út beint eftir barnabondini, miðskeiðis í áttatiárunum. Hin varð tikin upp beint aftan á, men kom ikki út, fyrr enn eini 10 ár seinni. So komu fløgurnar hjá Jóannes Jakobsen og útvarpsfløg- urnar, sigur Malan. Hetta eru nakrar av fløgunum, har hon eigur leiðandi røddina, men umframt er hon í kórinum á fleiri øðrum fløgum. – Har er eitt tíðarskeið uppá eini 10 ár, har eg nærum bara havi virkað sum studiotónleikari, sigur Malan. Luksus Malan hevur á nýggju fløguni dugnaligar tónleikarar við og hev- ur gjøgnumgangandi samstarvað við fleiri av bestu tónleikarunum í landinum. – Ja, tað má eg siga, at tað hevur verið tað reina luksus. Eg havi í so máta verið heppin og forkelað. Sjálvsagt havi eg fingið nógvar royndir við arbeiðinum í upptøku- hølunum, men havi kanska ikki so nógvar royndir frá tí virknað tónleikalívinum, sigur Malan lítil- látin. Spark og sangskeið – Tað var hatta tíðarskeiðið, til eg varð eini 20 ár, so var eg ikki so nógv úti meira. Hetta hevur sínar náttúrligu or- søkir, metir Malan. – Familjulívið hevur talt nógv. Eisini útbúgving og so havi eg ein mann, ið er tónleikari, og tað fyllir jú rættiliga nógv, sigur Malan, sum hevur produserað nýggju fløguna hjá sær saman við tón- leikaranum í sínum lívi, Finni Hansen. – Tað var ikki ætlanin, at eg ikki skuldi fáast við tónleik, men áðr- enn ein veit av, so er tað langt síðani, at ein hevur verið í gongd og so skal okkurt serstaktt til, eitt spark, áðrenn ein fer aftur í gongd, heldur Malan. Hvat var so sparkið, sum fekk teg at geva fløgu út? – Eg havi altíð ætlað og droymt um at geva út. So var eg so heppin at koma á eitt sera gott sangskeið hjá Anders Ørsager fyri tveimum árum síðani, sum gjørdi, at eg fekk blóð á tonnina aftur, sigur Malan. – So gjørdi eg av, at skuldi tað verða, skuldi tað verða nú. So segði eg arbeiðið upp og fór niður og tók fleiri sangtímar, sigur Mal- an, sum heldur, at ein lætt kann kenna, at ein hevur mist seg burtur ella í hvussu er skal finna eitt ella annað aftur, um ein skal tora at fara undir eina útgávu. – Eg havi so í øllum førum nýtt eitt ár, ella meira – rættiliga kon- sentrerað – um at arbeiða við út- gávuni, sigur Malan. Hóast tað kann tykjast løgið, at ein av mest nýttu sangarinnum í landinum kennir seg noydda at siga starvið frá sær, og fara á skeið, fyri at geva fløgu út, so meitir Malan ikki, at nakað løgið er í hesum. – Tað hevur nakað við tað at gera, at nógv av tí eg havi gjørt, er gjørt í upptøkuhølunum og er endað á ymsum fløgum. Tí kann tað tykjast rúgvusmikið, men tað er tað, sum eg havi sungið, og eg havi tí ikki dagligu venjingina, sigur Malan, sum annars heldur, at ein hevur altíð nógv at læra og at ein sangari verður ongantíð lið- ugur at menna seg. Malan er pedagogur, starvast á Meiarínum í Havn, og er eisini farin undir at undirvísa ungum í sangi í samband við sangskeiðini hjá Anders Ørsager. Poppari Nýggja fløgan hjá Maluni er før- oyskur poppur. – Tað er poppur. Tað havi eg líkasum altíð ætlað. Tað skuldi vera ein føroysk poppfløga og tað hevði týdning fyri meg, at tað gjørdist ein poppfløga, sigur Malan. Onkur spurdi Bamse, hví hann bert skrivaði popp, men hann segði seg vera stoltan av at skriva popp, tí honum dámdi tað. Tú skammast ikki við poppin? – Eg kenni tað á sama hátt og havi einki ímóti at verða rópt poppari. Poppur er so nógv og kann innihalda so mangt, metir Malan. Sjálv nøgd Tilfarið á nýggju fløguni hjá Maluni er fyri tað mesta nýtt. – Tað er ikki nógv av tilfarinum, sum hevur ligið longi. Eg havi verið heppin at fingið tilfar frá góðum fólki og havi heilt einfalt valt tað út, ið mær dámar, sigur Malan. – Tað týdningarmesta og drív- megin er ikki, at fløgan verður væl seld. Sjávsagt er gott, um hon verður væl seld, men størstan týd- ning hevur tað, at eg sjálv eri nøgd og haldi góðskuna vera í lagið, sigur Malan. Hví ikki fyrr enn nú? Malan og Finnur hava framleitt fløguna og geva sjálvi út. So- statt standa tey eisini við endan fíggjarliga. – Tað eru líkasum treytirnar hjá tónleikarum í Føroyum. Nógv spyrja, hví eg ikki geri hetta fyrr enn nú. Ein má hugsa um alt stríðið eftir arbeiðstíð og orkuna, ið skal til. Familju- lívið, sum verður forsømt. Fíggjarliga verður tað nærum ongantíð succes. Tað má verða ein ella onur trongd, sum er drívmegin. Ein kann ikki lata vera, sigur Malan Thomsen. Hon hevur ikki ætlanir um nakrar stórvegis framførslur á palli júst nú, men kanska verð- ur okkurt at hoyra »live« í útvarpinum. Hon avvísir tó ikki, at onnur fløga kanska kemur seinni við Maluni Thomsen, men kanska stílurin tá verður øðrvísi. Poppur er so mangt - So gjørdi eg av, at skuldi tað verða, skuldi tað verða nú. So segði eg arbeiðið upp og fór niður og tók fleiri sangtímar