leygardagur 25. mars 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 60 – 25. mars 2000
NUMMAR. Fleiri og fleiri fólk leita eftir telefonnumrum á internetinum.
Leitisíðan www.nummar.fo hevur eftir stuttari tíð vunnið fram sum ein
tann mest nýtta føroyska heimasíðan
Gev mær eitt nummar
Eyðun Klakstein
Fleiri og fleiri føroyingar nýta
internetið, tá teir skulu leita eftir
upplýsingum um eitthvørt evni.
Soleiðis er eisini, tá talan er
um upplýsingar um telefonina.
Lívið er eitt nummar, syngur
onkur, og á internetinum er tað
eisini ein síða við numrum, sum
hevur vind í seglinum í hesum
døgum.
Leitisíðan www.nummar.fo
hjá Teleforlagnum hevur eftir
stuttari tíð vunnið seg fram sum
ein tann mest nýtta føroyska
heimasíðan.
Og roknað verður við, at um
eini fýra ella fimm ár verður
ikki neyðugt at geva út eina
vanliga telefonbók. Tá fara fólk
at leita eftir telefonnummrum á
internetinum ella á annan hátt.
Teleforlagið legði telefon-
bókina á internetið í august
mánaði í fjør, og fyrstu tíðina
vóru um 350 brúkarar á síðuni
*um dagin. Hetta eru ymiskir
brúkarar, tí ein brúkari verður
bara skrásettur eina ferð, hóast
hann er fleiri ferðir inn á
heimasíðuni um dagin.
Í dag er talið vaksið til 1210
brúkarar í miðal um dagin.
Gerandisdagar eru ofta um 1500
ymiskir brúkarar, meðan tað eru
færri brúkarar um vikuskifti, tá
flestu stovnar og virki eru aftur-
latin.
Síðani www.nummar.fo fór at
virka fyri sjey mánaðum síðani,
hava 1,4 milliónir sokallað hits
verið á heimasíðuni. Hvørja ferð
onkur fer inn á síðuni, er tað eitt
hit.
Størri møguleikar
at leita
Tað eru eyðsýndir fyrimunir við
telefonbókini á internetinum
sammett við tað prentaðu útgáv-
una.
Telefonbókin á internetinum
verður dagførd einar 10 ferðir
um árið, og tað hevur við sær
nýggjari og neyvari upplýsingar
um telefonfelagar í landinum.
– Tað eru eisini nógv fleiri
møguleikar at leita í telefon-
bókini á internetinum, enn tað
eru í vanligu telefonbókini. Tað
ber til at leita upp á nøvn ella
partar av nøvnum, telefonn-
ummur, gøtunøvn, bygdir og so
víðari, sigur Jens Pauli G.
Nolsøe, sum er leiðari av Tele-
forlagnum.
Men hóast stóru undirtøkuna
fyri telefonbókini á interneti-
num, verður nýggj telefonbók
borin út kring landið í hesum
døgum.
– Vit ætla okkum at gera van-
ligu telefonbókina, so leingi sum
brúk er fyri henni. Tey, sum ikki
hava teldu ella internet, skulu
hava sama møguleika at leita
eftir telefonnumrum, sigur Jens
Pauli G. Nolsøe.
Teleforlagið hevur júst prentað
40.000 nýggjar telefonbøkur,
sum Postverkið fer at fáa út til
brúkararnar. Tele Danmark
hevur mett, at um eini fýra ella
fimm ár fara teir at gevast at
gera vanligar telefonbøkur, og
hesin útviklingur kemur eisini til
Føroya.
Umframt vanligu telefon-
bókina, nummarkall og inter-
netið ber eisini til at leita eftir
telefonnumrum á fløgu, sum
Teleforlagið gevur út. Nýggj og
dagførd fløga kemur út í mai
mánaði.
Mest tað einfalda
Tað eru nógvir leitimøguleikar í
telefonbókini á internetinum.
Tað ber til leita eftir einum tele-
fonnummari, um tú hevur
gloymt navn, men kennir adress-
una hjá viðkomandi, tú skalt
hava fatur á.
Tað ber eisini til at leita upp á
gøtunøvn ella partar av gøtu-
nøvnum, og tað ber eisini til at
avmarka leitingina til einstakar
bygdir. Í vanligu telefonbókini
eru sjey øki at leita í, men á
internetinum ber til at býta land-
ið í enn smærri partar.
– Hóast nógvir ymiskir leiti-
møguleikar eru, brúka fólk mest
tí einføldu leitingina, har tey
leita eftir einum telefonnumm-
ari, ella eftir hvør stendur fyri
einum telefonnummari, sigur
Jens Pauli G. Nolsøe.
– Telefonbókini á interneti-
num hevur verið ein fyrimunur
fyri okkum, sum standa fyri
telefonbókini, tí fólk kunnu altíð
fara inn á ww.nummar.fo og
kanna eftir, at allar upplýsingar
eru í lagi. Um broytingar skulu
gerast, kunnu fólk senda okkum
tær, og tað eru tað nógv sum
gera leypandi.
Hesar upplýsingar verða dag-
førdar á internetinum, meðan
vanliga telefonbókin hevur
longri livitíð við somu upplýs-
ingum.
– Vit hava eina hóming av, at
brúkararnir eru glaðir fyri okk-
ara tænastu á internetinum, sigur
Jens Pauli G. Nolsøe.
At upplýsingar um telefon-
nummur liggja á internetinum
ger, at øll hava atgongd til hesar
upplýsingar, eisini fólk í út-
heiminum. Og tað eru helst bæði
fyrimunir og vansar við hesum.
– Fólk avgera sjálvi, um tey
vilja vera við í telefonbókini.
Hava tey ikki hug til tað, kunnu
tey fáa dult nummar, sigur Jens
Pauli G. Nolsøe.
Men flestu føroyingar velja at
standa í telefonbókini. Í løtuni
eru knapt 50.000 felagar í Før-
oyum.
Vanlig telefonbók ella internet. Fleiri og fleiri føroyingar leita eftir telefonnumrum á internetinum,
har Teleforlagið seinasta hálva árið hevur havt telefonbókina liggjandi. Hendan telefonbókin verður
dagførd einar 10 ferðir um árið. Mynd: Álvur Haraldsen
Nr. 60 – 25. mars 2000
19
Høgni Mohr
Vanligar dagar er hann uppi um
hálvgum átta tíðina. Men sátt-
málatrætan á frálæruøkinum hev-
ur við sær, at hann í morgun lovar
sær at liggja ein tíma longur.
Tommy Andreasen er fjúrtan ára
gamal, føddur 9. november 1985.
Hann gongur í Nólsoyar Skúla.
Men hann er ongin vanligur skúla-
drongur. Tað sæst longu inni á
kamarinum, tá ið vit purra hann
út hendan týsmorgunin.
Millum russiskar vimplar á
bróstinum hanga samuraisvør,
hvalvákn, sóknarongul og myndir
av Harley Davidson og Manches-
ter United. Á gólvinum standa
seyðastavur og gittari. Og hill-
arnar eru á tremur við tómum
Viskifløskum av tí fínara slagn-
um, Five Star Old Smugler, Whyte
Mackayes og His Eminences
Choise.
Tommy býr hjá mommuni og
pápanum í býlinginum, Nýggja-
garði, í Nólsoy, og er elstur av
trimum systkjum. Systrarnar báð-
ar eru níggju og fimm ára gamlar.
Góðan morgun, Nólsoy!
DREINGJALÍV. Fjúrtan ára gamli Tommy Andreasen í Nólsoy er ein rokari av rang. Lærubøkur og lestur liggja
honum fjart frá. Mjólking, egning og elektronikkur hava størri áhuga. Hóast unga aldurin hevur hann sjálvstøðugar
meiningar um lívið, leti, brennivín og baptistar
Morgun í einum kjallara í Nólsoy. Fjúrtan ára gamli Tommy Andreasen ger seg til reiðar til dagin, ið hevur nógv spennandi at bjóða.
Mynd: Jens Kristian Vang
framhald á
næstu síðu
Foreldur eru Poli og Jóhanna. Í
bygdini hevur Tommy bæði
ommu, abba og langommu og
langabba.
– Okkurt av tí er nøkur og hálv-
fems, sigur Tommy so hissini.
Pápin er klaksvíkingur, men
Tommy sigur seg ongan kenna í
Klaksvík. Heimurin hjá Tommy
er Nólsoy.
Noyddur í skúla
Fyrst á skránni á degnum er skúla-
gongdin. Skúlin í Nólsoy fær góð
skoðsmál frá rokaranum í áttanda
flokki. Men viðhvørt kann tað
vera eitt sindur leiðiligt at síggja
andlitini á somu lærarum, hvønn
morgum. Og í roynd og veru tímir
Tommy illa at ganga í skúla. Hann
vil heldur arbeiða.
– Eg hevði viljað hildið upp at í
áttanda og so farið at lært til elek-
tromekanikara. Men eg skal ganga
nígginda, sigur Tommy, ið metir
seg sjálvan vera ein meðalnæm-
ing. Hann fær vanliga sjey- og
áttatøl. Tað er hann nøgdur við.
Heimaarbeiði ger hann altíð.
Annars kemur hann illa fyri morg-
unin eftir og verður revsaður við
referatskriving.
Pápin arbeiðir harðast
– Tey eru okey, heldur Tommy
fyri, tá ið hann verður spurdur um
foreldrini. Pápin er sjómaður; sigl-
ir við vaktarskipinum, Gormi.
Momman arbeiðir sum skriv-
stovukona hjá Tummasi Dam í
Havn.
– Tey eru eitt sindur strong,
haldi eg. Serliga við skúlanum.
Tey vilja hava meg at fáa betur
karakterir. Helst tíggjutøl, tí tað
gevur meira møguleikar.
Í hugaheimi Tommy, er tað páp-
in, ið arbeiðir meira enn momman.
Hann heldur tað vera harðari ar-
beiði at vera til skips, enn at sita á
skrivstovu og trýsta á knappaborð-
ið.
Men, tað ið momman ger í
heiminum, tá ið pápin er burtur,
er tað ikki arbeiði?
– Jú, men tað er ikki so hart...
Annars heldur sonurin, at hann
sleppur at gera tað hann hevur hug
til. Hóast tey grenja eitt sindur
viðhvørt.
– Serliga tá ið eg eri seinur til
húsa um kvøldarnar, sigur hann.
Foreldrini eru ikki tey einastu,
ið arbeiða heima. Eisini Tommy
tekur eina hond í.
– Tá ið babba ikki er heima, og
okkurt fer, so geri eg tað aftur,
sum eg dugi. Koma septiktanga-
menninir, so eri tað eg, ið gravi
frá. Ella loysnar okkurt, so má eg
negla tað fast aftur, leggur hann
afturat.
Fyrimyndir og politikkur
Fyrimyndirnar kunnu vera so
mangar, tá ið ein er fjúrtan ára
gamal. Men Tommy hevur ikki
nógvar. Hvørki hetjur sum Ova
Joensen, sála, ella pápan, Pola.
– Pápin siglur, og bara eg síggi
sjógvin, so spíggi eg. Tá ið Ritan
er í tungari aldu er heilt galið.
– Ovi er bestemt ikki nøkur fyri-
mynd hjá mær. Hann var ein mað-
ur, sum allir aðrir, og annars minn-
ist eg hann ikki; eg var bara eitt
ár.
Eisini politikarir eru luft fyri
Tommy.
– Um teir doyggja ella liva; tað
er líkamikið fyri meg. Eg tími bara
ikki at lurta eftir hasum fjasinum
og kjarrinum hjá teimum...
Um góð trý ár hevur Tommy
valrætt. Men hvar hansara krossur
endar, veit hann ikki. Og hann veit
heldur ikki, hvønn foreldrini velja.
Um fullar tingmenn hevur hann
lítið at siga.
– Eg las okkurt um tað, men eg
haldi, at tað munnu teir um. Tey,
sum hava hug at blanda seg upp í
tað, munnu gera tað; eg geri tað
so ikki. Og fullveldi er líka mikið
fyri meg. Nólsoyggin flytur seg
so ongan veg!
Nei, Tommy hevur ongar hetjur.
Men hann lurtar og lúrir av fólk,
ið gera okkurt sjónligt til nyttu.
Í skúri
Tá ið ein kjansur er, fer Tommy í
egningarskúrin, ið hoyrir til út-
róðrarbátin, Anniku. Hann fær 90
krónur fyri stampin. Og hann klár-
ar