leygardagur 25. mars 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
einar tríggjar um dagin. Egnt
verður við kúvfiski, kúvingi
og høgguslokki. Undir egn-
ingini royna teir gomlu at ar-
beiða upp á unga drongin.
Teir skjóta hann við hansara
áhuga í neytum:
– Hann skal vera nýggjur
tarvur í bygdini. Yvirtaka
tarvajobbið, sigur ein av
teimum eldru argandi.
Tú skalt ikki vera erkvisin,
skalt tú egna í Nólsoy. Teir
gomlu arga við øllum teir
kunnu.
– Fáa teir ein kjans, so taka
teir hann, men eg skjóti aftur,
og so halda teir gák eina løtu,
sigur Tommy turrisliga.
Arging rínur ikki við
Tommy. Hann hevur eitt
endamál við egningin. Í
summar skal hann keypa sær
eina teldu fyri egningarkrón-
urnar.
Og hóast teir eldru í egn-
ingarskúrinum prøva drongin
av, er greitt, at teir hava virð-
ing fyri honum. Sambært teir
eldru, er torført at fáa ung-
lingarnar til arbeiðis. Men
Tommy halda teir vera óvan-
liga raskan. Hann lorar ikki,
og tað fer greitt út hjá honum
eisini.
Sambært Tommy er fiski-
skapurin vánaligur.
- Seinast høvdu teir 700
pund við 20 stampum. Tað
er einki. Men hendan dagin
høvdu teir bara 300 pund við
21 stampum. Og ein annar
bátur fekk 23 fiskar við átta
stampum...
Tommy hevur onkuntíð
vinin, Høgna, við sær í skúr-
in. Men Tommy fýlist á, at
javnaldrarnir tíma betur at
hyggja í sjónvarp ella ganga
og mala í skotunum.
Ganga og tøva
Meiningin við lívinum er ein-
føld í hugaheiminum hjá
Tommy. At hava tað stuttligt
og gera okkurt til nyttu.
– Og tað munnu fólk sjálvi
um. Dámar onkrum at ganga
fyri onki, so má hann um tað,
heldur Tommy, og leggur
afturat, at teir eru heldur
mangir, ið ikki arbeiða.
– Teir ganga her og tøva.
Onkuntíð verða teir bidnir at
koma út at egna, men teir
vilja ikki, tí so missar teir av
pensiónini. Eisini okkurt
ungt er ímillum, sum sakt-
ans kundi egnt, veit Tommy
at siga.
Onga gentu...í løtuni
Eftir øllum at døma hevur
Tommy so nógv at tríva í, at
hann ikki hevur stundir til at
fáast við forelskilsi. Hóast
hann viðgongur, at áhugin
fyri hinum kyninum er vakn-
aður, og okkurt longu hevur
verið, sigur hann, at hann
onga dámu hevur í løtuni,
– Her er einki í Nólsoy; alt
er líka býtt og ljótt...
Spurdur, um hann ikki
hevur verið í Havn og lodda
dýpið er hann skjótur at
svara:
– Eg tími ikki til Havnar.
Har er einki at gera. Fari eg
yvir um, so er tað til at keypa
mær eykalutir til prutlið, ikki
til at leita eftir gentum.
Ná, so tær dámar best at
ganga í Nólsoy og mala?
Nei, eg mali ikki. Eg geri
altíð okkurt til nyttu, rættar
hann.
Og tað er rætt. Einasta dag,
hann roynir at verða í friði,
er sunnudag.
Ongantíð verið í
himmiríki
Faðir vár og ein Guðstænasta
við hvørt er trúarlívið hjá
Tommy.
– Eg hugsi um Guð, sum
ein, ið til ber at biðja til, sigur
Tommy, sum eisini kann
senda nøkur bønarorð upp í
hválvið, tá ið illa gongst í
hond.
– Men tað er ólukksáliga
sjáldan...
Guð heldur hann vera
góður við so gott sum øll. Og
deyðan hugsar hann ikki
stórvegis um:
– Tá rokni eg við, at mann
kemur upp har onkusteðs,
sigur hann, men ger vart við,
at tú noyðist at trúgva upp á
Hann fyri at sleppa í
Himmiríkið.
Og er trúgv einasti máti at
sleppa upp har?
– Tað veit eg ikki; eg havi
ongantíð verið har...
Sambært Tommy hoyra tey
trúgvandi
í
Nólsoy
til
kirkjuna, og tað heldur hann
vera frægast.
– Tvey skaðadýr eru ikki í
Nólsoy, baptistar og rotta,
sigur hann, sum eitt vaksið,
ið longu er væl inni í
føroyskum trúarstríði.
Men onkur gudloysingur er
eisini í oynni. Hesar skýrir
Tommy idiotar.
– Hesin, sum eg kenni,
gongur og rópar, at Guð er
idiot. Men eg sigi einki við
hann. Tað rakar ikki meg,
sigur Tommy, sum heldur vil
arbeiða. Eisini tá ið dagur fer
at líða.
Tá fer drongurin í fjósið.
Fastur mjólkari
Fýra mjólkneyt eru í fjós-
inum heima á Botni. Hvørt
kvøld eftir nátturða, fer
Tommy at mjólka. Hann er
ikki í ætt við bóndan, men
mjólkar av áhuga. Lønin er
mjólk, upplivingar og lær-
dómur.
– Eg fari bara. Og tað dám-
ar bóndanum væl, staðfestir
hann áðrenn hann setir seg
at mjólka.
– Mjólkar tú hesi her, so
fært tú eitt gypp, sigur hann
og peikar í dintilin á trý ára
gomlu kúnni innast í fjós-
inum.
– Hattar er púra svakt.
Nertir tú boppurnar, so verð-
ur galið...
Sambært
bóndanum,
Trúgva Joensen, ið eigur
neytini, er Tommy hugagóð-
ur. Bóndin heldur tað vera
gott at síggja teir ungu taka
við.
Gittari og trummur
Ikki bert júgrini í Nólsoy
verða mýkt millum fingarnar
á honum. Tommy togar eisini
av og á í streingirnar á gittar-
inum. Trummurnar dugir
hann longu heilt væl at leika
á, men nú er gittarin fremst-
ur í huga.
– Trummurnar lærdi eg
meg sjálvur at spæla upp á,
og tað, sum eg dugi upp á
gittaran, havi eg eisini lært
meg sjálvur. Tann tónleik,
sum eg spæli sjálvur, dámar
mær ikki. Men allan nýggjan
tónleik, sum ikki er gjørdur
á teldu. Tað skulu vera ordilig
instrumentir, skal eg tíma at
lurta eftir tí. Nógv er óbrúki-
ligt, sigur Tommy.
Havi smakkað brennivín
Hann er bert fjúrtan. Men vit
kunnu ikki bara okkum. Vit
spyrja um brennivín. Og enn
hevur Tommy ikki kent til.
Hann kennir smakkin av
brennivíni, men enn hevur
hann ongar ætlanir um at
Tómt uttan
Tommy
– Tommy og eg egna saman. Hann kann
vera fittur tá ið hann vil. Hann arbeiðir við
øllum, simpulten. Men eg bara egni saman
við honum. Hann tosar sera nógv. Men eg
biði hann tiga, tá ið tað verður ov vilt. Men
hann tigur ikki. Tað hoyrir til, at hann
brúkar seg eitt sindur.
– Tað er ikki altíð, at eg tími at egna, men
hann roynir at toga meg við. Hann tímir
altíð. Sigi eg, at eg ikki tími, so kallar hann
meg ein dovnan-eg-veit-ikki-hvat. So sigi
eg, okey, so komi eg meðni. Tað hevði verið
tómt við ongum Tommy.
Tímir ikki
at terpa
– Tommy er ein eygagóður og fittur drong-
ur. Men eisini ein næmingur, sum ikki
kann konsentrera seg so longi í senn. Hann
er hastigur, leypir ofta upp um har garðurin
er lægstur. Tá ið vit arbeiða við ávísari
ætlan, hevur hann eitt sindur ringt við at
fordjúpa seg, tá ið talan er um okkurt
lesifakligt.
– Men tá okkurt praktiskt er fyri, t.d. við
at lýsa Nólsoynna í eini vetrarmynd; gera
ein ferðafólkafilm við tónleiki og øllum;
tá er hann undangongumaður. So sleppur
hann út á Borðuna at taka myndir. Tá
hendir nakað. Hetta er hansara sterka síða.
- Honum dámar eisini at fáa smáar álitis-
uppgávur. Hann er skapandi - heilt vist - á
sín hátt. Sleppur hann í smíðstovuna, so
bóltar hann sær. Tónleik hevur hann roynt,
men hann tímir ikki at terpa. Ein fittur og
sjáldsamur næmingur. Sum lærari fært tú
mótspæl, tí tað er ikki alt, hann tímir.
Í skúla í Nólsoy. Tey hava týskt. Tommy tímir ikki at læra týskt. Men nú hann er
noyddur, ger hann tað kortini.
Mynd: Jens Kristian Vang
Tommy egnir tá ið ein kjansur er. Tá ið
línan er sett og drigin, og teir koma
aftur av útróðri, er Tommy altíð á
keiini at vita, hvussu nógv teir hava
fingið. Hann heldur kúvfisk vera
frægasta agnið.
Mynd: Jens Kristian Vang
Lítla Reyða verður mjólkað. Vanliga nýta teir mjólking-
armaskinu, men Tommy dugir eisini at mjólka upp á
gamlan maner.
Mynd: Jens Kristian Vang
Bátin eigur Tommy. Hann
hevur fingið hann frá
langabbanum. Tá ið teir
eru við snøri og snellu,
fær Tommy ikki sjóverk,
tí tá hevur hann tað
stuttligt og gloymir rulli. Í
neystinum hevur Tommy
eisini prutl standandi, og
her arbeiðir hann upp á
motorar og skiftir út
ymiskar eykalutir á síni
Puck Monza.
Mynd: Jens Kristian Vang
Hilmar
Joensen,
lærari, um
næmingin:
Høgni Poulsen, skúla- og egningarfel-
agi, um vinmannin:
Viðhvørt verður farið á seiðaberg. Tað er niðri á molanum. Eitt gott seiðamið er við frárenslið frá
alistøðini. Tommy heldur tað vera dekan ov kalt at standa við tráðuni.
Mynd: Jens Kristian Vang
royna eina kenning. Heima
hava
tey
náttúrligt
og
ódramatiskt samband við rús-
andi løg.
– Pápin letur ikki brenni-
vínið standa frammi, men
ølið stendur frammi. Og ong-
in nertir tað kortini. Eg tími
ikki at drekka, leggur Tommy
dent á.
Hann roykir heldur ikki.
Bert á nýttárinum. Pápin
roykir, men bert út ígjøgnum
køksgluggan...
Tíðaravmarkað bygdarlív
Tað, sum er serliga gott við
at búgva á bygd er sambært
Tommy, at ongin løgregla er
í oynni.
– Her kann mann koyra
prutl, sum mann vil. Mann
er fríari enn í Havn, heldur
Tommy, ið fyribils onki
hevur ímóti at verða kallaður
eitt bygdarfrell.
Men hóast grundfestur í
Nólsoynna, veit Tommy, at
hann kanska ikki verður
búgvandi í oynni. Ein nýggj-
ur spenningur er við at taka
seg upp í huganum: Heim-
urin uttan fyri Nólsoynna!
Komandi ár ætlar hann sær
at fara undir lesturin til elek-
tromekanikara, og tað verður
so ikki í Nólsoynni.
Møguleikarnir í Nólsoy eru
avmarkaðir, tá ið áhugin er
av tekniskum slagi.
Grafikkur Sosialurin
– Eg elski at manerera við
sovorðið. Serliga dynamoir.
Eg kenni ein mann í smiðjuni
á alistøðini. Og tá ið okkurt
gongur fyri hjá teimum, fái
eg tað. Men tá ið eg havi
pilkað við tað eina tíð, so fer
tað í skrell...