Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mars 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 60 – 25. mars 2000 Eftir Hanus Andreassen Frá mentanini venda vit okkum nú til tann burturav politiska táttin í tí føroysku tjóðskaparligu strembanini. Í rørslunnar ung- dómi var hesin táttur ikki greid- liga lýstur. Í orðingini „at fáa føringar at ganga fram í øllum lutum“ lá einki neyvt definerað politiskt stavnhald, hugtakið „sjálvbjargni“ var greiðari, men heldur ikki nóg neyvt til at vera politisk stevnuskrá, og hetta var sjálvsagt ein orsøk til, at rørslan frá byrjan av fekk so breiða undirtøku. Men tá ið Jóannes Patursson varð valdur inn í fólkatingið, var, kanska fyri fyrstu ferð, borin fram ein greið politisk stevna. Málið var nú, at løgting- ið skuldi fáa eitt ávíst lóggávu- vald og myndugleika at krevja inn skatt. Hugsar ein sær, at føringar lyndisliga og av sínum eintingum tóku undir við eini stevnu av hesum slag, hevði avleiðingin kanska verið, at vit eftir stuttari tíð fingu framt radi- kalar ríkisrættarligar broytingar. Men føringar stóðu tá sum nú meira ella minni ivasamir yvir av tí politiska spurningi- num. Úrslitið var, at tjóðskapa- rrørslan bleiv politiserað, og at vit fingu tveir upp á seg stórar politiskar flokkar. Tann politiska gøtan var ógreið. Frá sjálvstýri til loysing Tað eru fá tekin um, at Janus í skrift tók lut í tí politiska orða- skiftinum. Tað lítla, sum er til skjals frá hansara hond, vísir kortini, at hann hevur hugsað um tann politiska spurningin og havt sínar áskoðanir um hann. Í einum orðaskifti við Oliver Effersøe í 1908 ásannar Janus, at sjálvstýrispolitikkur er se- paratisma í tí merking, at hann miðar ímóti at flyta politiskt vald - lóggávuvald og fíggjarligt vald - frá fólkatinginum til løg- tingið. Men, leggur Janus aftrat, separatisma í hesum týdningi merkir ikki tað sama sum loys- ing. Sjálvstýrisfloksins separa- tistiski politikkur hevur til enda- máls at skapa fyritreytirnar fyri eini møguligari loysing. Kanska er henda definisjónin hjá Janusi ikki heilt av leið sum ein stutt lýsing av sjálvstýris- floksins politikki. Men sum frá leið førdu smærri bólkar og einstaklingar fram radikalari sjónarmið. Andrias Ziska og Sverre Patursson søgdu seg í 20´unum umboða reinan loys- ingarpolitikk. Eftir at Danmark var hersett tann 9. apríl 1940, og serliga eftir Føroyar komu inn í eitt tíðarskeið við hákonjunkturi, fekk hesin politikkur størri undirtøku. Støðan hjá tí um hetta mund- ið mest radikala sjálvstýris- flokkinum, Fólkaflokkinum, til loysingina tykist kortini ikki at hava verið neyvt definerað. Jóannes Patursson var, tykist tað, greidliga loysingarmaður. Floksins veruligi leiðari, Thor- stein Petersen, hevði eina minni greiða støðu. Ein ivasom radikalisma Men hvussu skulu vit lýsa Janusar støðu til tann politiska táttin í tí føroysku tjóðskaparligu strembanini? Frá byrjan av síggja vit í hansara skaldskapi eitt orðalag ella ein retorikk, ið kann fatast sum framburður av eini loysingarstevnu. Hann yrkir um at kvetta „trældómsins band“ og at tendra „frælsins logandi brand“ og at vinna á „trølla- ræðsluni“. Í yrkingini til Jóannes bónda finna vit hesar reglur: og vegur er vígdur um grasgrónan vøll, hvar fedranna tingstaður stóð, og aldri sást múgva megnari manns, ið sjálvræði stovnaði lands. Men skaldsligur retorikkur kann ikki samanberast við eina neyvt lýsta politiska stevnu. Og sjálvur havi eg bara funnið tvey - heldur ivasom - dømir um, at Janus kann hava ført fram radikal politisk sjónarmið. Í einum fyri- lestri í næmingafelagnum í studentaskúlanum í Rønne í 1898 skal hann hava ført fram tað ynski, at Føroyar komu und- ir norskt vald. Og á politiskum fundi í Havn í 1926 skal hann hava sagt, at um Danmark ikki hjálpti føringum at stovna fiski- vinnubanka, opna Grønland og endurnýggja fiskiflotan, „siga vit Danmark farvæl“. Ivasemið í hesum útsagnum kemur lutvís av, at tær eru førd- ar fram undir serligum umstøð- um, og lutvís av, at prógvini undir teimum ikki eru skjøl hjá Janusi sjálvum, men fundar- frásagnir, skrivaðar av øðrum. Bara tann seinna av hesum út- sagnum ber fram eina loysing- arhugsan. Og hvørgin teirra hevur eftir mínum tykki tyngd. Afturhaldssemi Eitt bílæti av Janusar støðu til tann politiska spurningin er í roynd og veru munandi øðrvísi og nógv fløktari. Í hansara hug- burði finna vit í hvussu er tríggj- ar ymiskar fláir, sum eg fyri fyrst fari at lýsa við fáum orðum. Tann fyrsta flógvin er separatistiskur sjálvstýris- politikkur av tí slag, sum Janus sjálvur defineraði í orðaskifti- num við Oliver Effersøe, t.e. ein politikkur, sum hevur til enda- máls at geva løgtinginum ein ávísan mun av lóggávuvaldi og fíggjarligum sjálvstýri, men samstundis ein politikkur, har loysing, tá fyritreytirnar eru skaptar, bara er ein av ymiskum møguleikum. Tann næsta flógvin er ein frástøða til, viðhvørt enntá eitt stikni til, ta meira radikalu, lut- víst loysingarsinnaðu, sjálv- stýrisrørslu, sum seinni tók seg upp. Tann triðja flógvin er eitt - í tjóðskaparligari merking - politiskt afturhaldssemi, sum kom til sjóndar í krígsárunum, og m.a vísti seg í Janusar støðu- takan til flaggspurningin. Tvígildi og vónsvik Tað slagið av hóvligum sjálv- stýrispolitikki, sum vit fyrst nevndu, tykist at hava verið Janusar upprunaliga, mest rót- festa áskoðan. Grundarlagið undir hesi meting er tað, at Jan- us í orðaskiftinum við Effersøe í 1908 um amtsstøðuna sigur, at føringar við henni livdu „sin hidtidige, som Folk betragtet, lavere organiske Tilværelse“. Men samstundis gera tann ivi og tað tvílyndi, sum tykjast at vera skaldsins æviga ferðagóðs, eisini vart við seg í hansara støðutakan til sjálvstýrispoli- tikkin. Vit síggja hetta ferð eftir ferð í hansara yrkingum. Longu í hansara yrking til Jóannes bónda 1904 kemur ivin til sjónd- ar, meistarliga orðaður í seinasta ørindi: Og stendst tað, tú sýndi mær, sjónhvørving følsk, eg takki tær túsundfalt tó, fyri hárføgru huldu, ið drag- andi trølsk á summarnátt streingirnar sló, tí ríkur roynst róður á mið, ið ei er, mót miðleysu, frystandi ferð. Í yrkingini „Til Føroyar“, sum er yrkt 36 ár seinni, er í staðin fyri iva og tvílyndi komin ein týðilig kensla av desillusjón: Nógv ár eru umliðin, síðan silvur sang í reyðargullskál, sum ørnin hon sveimaði víðan í einsemi, ósamd, vár sál, sum áir av fjøllunum tustu og fullu í aldandi hav, so sjónir og vónir brustu og suffandi sukku í kav. Samanbera vit nú hesi bæði dømini um tvískygni, tann ment- unarliga og tann politiska ambi- valensin, so tykist tann seinni at ganga djúpari, at vera meira álvarsamur, og sum heild at vera vaksin við tíðini. Eg byggi hesa meting, ikki bara á yrkingar og útsagnir, men eisini á Janusar atburð, persónligu viðurskiftir og kenslur, soleiðis sum tey koma til sjóndar í frásagnum og skjølum. Vit hava nevnt, at Janus í orð og tal stimbraði føringar, ið fingust við mentunarligt arbeiði. Tað sama stimbrandi orðalagið hevði hann ikki til radikalar sjálvstýrispolitikkarar. Teir fingu tvørturímóti mótstøðu frá hon- um, og viðhvørt eisini háð og spott. Hvaðani kemur ivin? Eg fari nú at royna at vísa á grundir og viðurskiftir, sum kunnu hava skapt skaldsins støðutakan til í fyrsta lagi føroy- skan sjálvstýrispolitikk sum heild, í øðrum lagi strembanina fram ímóti einum suverenum føroyskum stati, og sum tykjast at hava ført til, at hann yvir av tí fyrra spurninginum var vingl- utur, yvir av tí seinnu stremb- anini burturkveistrandi og háð- andi. Sálarfrøðiligar ella persón- ligar faktorar - eitt nú skaldsins viðfødda marglyndi, sum longu er nevnt, ella romantikarans skifti millum upplop og mis- treysti, sum so ofta hevur verið frammi - fari eg ikki at viðgera. Tann politiska strembanin Ramman ella myndin J.H.O. Djurhuusar áskoðanir um føroyska mentunarliga og politiska stremban og um samspælið teirra millum. Í august 1998 helt Hanus Andreassen fyrilestur í Norrøna Felagnum, har evnið var J.H.O. Djurhuus og hansara áskoðan um mentan og politikk í Føroyum. Sosialurin almanna- kunngjørdi seinasta leygardag fyrsta part í hesum áhugaverda fyrilestri. Triðji partur verður í blaðnum næsta leygardag. J.H.O. Djurhuus: »Svarið kunnu vit fyrst geva, tá ið vit koma burtur frá tí egocentriska« Nr. 60 – 25. mars 2000 23 Í staðin fyri er vert at spyrja, um ein kann peika á meira saklig, uttanveltað viðurskiftir. Spurn- ingurin kann tykjast banalur ella týdningsleysur. Sjálvur síggi eg ikki burtur frá møguleikanum fyri, at hann kann vera bæði týdningarmikil og fruktagóður. Teir flestu íslendsku mentamenn og rithøvundar, eitt nú Halldór Laxness ella Einar Benediktsson (sum lyndisliga tykist at hava verið Janusi líkur), tóku mær vitandi heilhugaðir undir við tí íslendska fullveldinum. Hvussu bar tað til, at ein av Føroya gløggastu heilum og mest med- vitnu mentamonnum var iva- samur og vinglutur? Tann avmarkaða víddin Janusar hugburður tykist m.a. at hava samband við ávís natúr- bundin viðurskiftir. Tað landið, hann var borin í, er sum kunnugt avmarkað í vídd og hvat møgu- leikum fyri fólkatalsmenning viðvíkir. Á síni mær vitandi einastu ferð í Íslandi, á vetri 1922, segði Janus seg, í samrøðu við íslendingin Sverrir Krist- jánsson, harmast nógv um, at Føroyar vóru so smáar. Hann segði seg øvunda íslendingum nógv, at landið var so stórt. Vit mundu hava almikið um at vera at røkja hetta land - „og at røkja land er sum at fevna konu“, legði hann aftrat. Hann helt tað vera syrgiligt, at lagnan hevði sett tí føroysku tjóðini so trong mørk. Oyggjanna syndran – og fólksins Aftrat hesi avmarking í vídd kom tann landafrøðiligi formur, sum skaldsins heimland hevði fingið. Meðan Norra og Ísland, tey bæði norðurlendsku hjá- londini, sum fettu sær á politiskt í 20. øld, vóru stór og savnað økir, var hansara land syndrað sundur í 18 smáar oyggjar. Eis- ini hetta hevði avleiðingar. Í eini røðu í Studentafelag- num í Keypmannahavn á græk- arismessu 1932 greiðir Janus frá, at prestur situr og hugsar um sína prædiku í kirkjuni komandi sunnudag. Tá pikkar upp á dyrn- ar og eitt skeggjut andlit sæst í duragloppinum. - Kom bara inn Jógvan, sigur prestur, ørinda- leysur manst tú ikki vera í kvøld. Jógvan hevur ilt við at koma fram við tí, sum nívir sinnið, men prestur biður hann ikki smæðast. At enda fær Jógvan sagt tað, sum nívir hann. Hann spyr: Hvussu skal ein bera seg at við at fáa nýtt rossaslag í Føroyum? Sum tann gløggi maður hann er skilir prestur, tá hann hevur hugsað seg um, at Jógvan hevur brúkt eina mynd. Og Janus spyr: Hvat skal gerast fyri at fáa eitt nýtt mannaslag í Føroyum? Hvat eru Føroyar fyri mær, fyri tykkum, fyri triðja manni? Slektin, bygdin, oyggin - men aldrin allar oyggjarnar til samans. Og Janus endar: Svarið kunnu vit fyrst geva, tá ið vit koma burtur frá tí egocentriska. Tað er vert at steðga eitt bil uppi yvir hesum orðum. Kjarnin er tann, at oyggjanna syndran speglast í fólkinum, skapar sundurlyndi, sjálvsøkni og smá- hugsan. Og Janusar viðmerking er neyvan minni viðkomandi í dag, enn hon var fyri 65 árum síðani. Hvat, kunnu vit spyrja í dag, eru Føroyar fyri mær, fyri tykkum, fyri triðja manni? Oyggin, bygdin, slektin, við- hvørt ikki so frægt, men bara ynski um fyrimunir fyri meg og mín bólk, mín egna stremban eftir marglæti og valdi, floks- politiskt sjálvsøkni og sjónar- leysur taktikkur o. s. fr. - men aldrin allar oyggjarnar ella øll tjóðin. O.P. Effersøe og Danmark Vit venda aftur til høvuðstráðin. Janusar politiska støðutakan, og serliga hansara afturhaldssemi í krígsárunum, hevði eisini sam- band við, at hann lyndissøguliga tykist at hava staðið á markinum millum tvey tíðarskeið, ella beint innan fyri gáttina til eitt nýtt tíðarskeið. Oliver Petræus Effersøe, tann einasti føringurin í realskúlanum og tann best dámdi av lærarunum har, hevði sum kunnugt verið við í tí danska stríðnum móti Proysa- landi og Eysturríki í 1864. Ávirkanin frá hesum manni nam við Janus kanska nakað um somu tíð, sum hann fekk sín „máldóp“ og ein spildurnýggj kensla, ein føroysk tjóðskapar- kensla vaknaði í honum. Aftrat hesum komu onnur viðurskiftir - árini í Rønne, Janusar danski vinaskari, tey fruktagóðu árini á Bornholm, Danmark sum sjálvstøðugt og europeiskt mentunarøki. Eg ivist í, um tað ber til at siga, at Janus var tjóðskaparliga klovin. Sum yrkingin „Fosturlandið“ váttar, hevur fáur yrkt so heilhugað og reint um heimlandið sum hann. Kanska ber tað til at siga, at hann undir síni rúmligu lon hevði tveir heilt ymiskar hugburðir, eitt slag av mentunarliga dæmdum samhuga við Danmark, og eina treysta føroyska tjóðskaparkenslu. Misnøgd við mentunarstøðið Tað var kortini ein heilt annar problematikkur, sum kanska hevði størst týdning fyri Janusar støðutakan til sjálvstýris- rørslunnar politiska stavnhald. Og nú fer kanska at bera til at síggja teir báðar tættirnar í hesi viðgerð, mentan og politikk, í samanhangi. Ein og hvør stremb- an fram ímóti meiri sjálvstýri ella einum suverenum stati var eftir Janusar tykki treytað av einum ávísum mentunarligum støði ella eini ávísari mentunar- ligari búning. At byggja hetta støðið upp - tað var nettupp tann setningur, Janusar ættarlið hevði sett sær. Og ítøkilig framstig hendu. Háskúlin kom, blaðfólk fóru at skriva á føroyskum, Nýggja Testamenti kom út í tveimum týðingum, Studenta- skeið var sett á stovn, eitt bók- mentaligt tíðarrit kom út, prosa- istar og yrkjarar gjørdu vart við seg. Men Janus var ikki nøgdur við alt hetta. Tað tykist, sum hann grannsíggin hevur gáað eftir øðrum viðurskiftum, sum kanska eftir hansara tykki høvdu størri týdning. Eitt var materialisman, sum sýntist at gjøgnumsúrga alt samfelagið. „Her er satt at siga alt deytt og dáðleyst. Eingin interessa útyvir búkin“, skrivar hann, staddur í Klaksvík í 1939. Og, skrivar hann nakað seinni sama ár: „Her er no good fyri menniskju, ið hava kulturbehov“. Tey føroysku sjálvstýrisbløðini líknar hann saman við „hundaglefs“. Ein stirðnað romantikk Skulu vit royna at samanfata Janusar mentunarkritikk, so kunnu vit kanska siga, at hann saknar eitt mentunarhugtak í modernaðari merking, sum ger vart við seg, ikki bara hjá nøkr- um einstaklingum, men djúpt í fólkinum. Vit kunnu fara eitt stig víðari og siga, at fyri Janusi vóru tann skerpta politiseringin og framvøksturin av eini víð- gongdari sjálvstýrisstevnu sein- ast í tríatiárunum greipað saman við mentunarligari afturgongd. Hesin mentunarligi tómleiki, sum Janus leysliga nemur við í brøvum, er kanska best lýstur, í eini grein í 1936, av vinmanni hansara, blaðmanninum Jørgen- Frants Jacobsen: Tíverri er tann tjóðskaparliga romantikkin ikki púra ósek í hesi gongd. Stirðnað sum hon er, hevur hon ikki maktað at loyst seg úr gomlum samfelagssniðum og hugsjónum. Avleiðingin hev- ur verið, at hon eingi boð hevur havt at borið teimum nýggju fiskimanna- og arbeiðara- stættunum, sum sjálvandi eisini hava verið vanrøktar av tí ment- unarliga eiðasøru sambands- rørsluni. Úrslitið er, at her er íkomið eitt andaligt vakuum, sum beinleiðis hevur sogið sektir í seg, sum ein støvsúgvari sýgur støv. Tann syndraða eindin Skulu vit royna at peika á ein høvuðstráð í Janusar skerptu kritisku støðu til radikalan sjálv- stýrispolitikk, so kunnu vit siga, at eftir skaldsins tykki var tann eind, sum í hansara ungdómi savnaði mentan og politikk, ein mansaldur seinni syndrað. Nú sást eitt vaksandi glopp millum mentunarligt medvit og víð- gongdan sjálvstýrispolitikk. Hesin politikkur var í ein vissan mun upplop, samanflættaður við materialismu og flokspolitiskt sjálvsøkni, reyp og demagogi uttan veruliga tjóðskaparliga ella mentunarliga kjølfestu. Vit minnast Janusar hugburð mótvegis málinum - hesin miðil skuldi umboða bæði form og innihald. Formurin ella hamurin var nú føroyskur, men innihaldið var lækkandi og syndrandi. Fyri Janusi, sum mintist ein dansk- mæltan Tingakross, hvørs inni- hald var hækkandi og mennandi, var henda broyting sigandi. Um vit í dag skulu meta um skaldsins kritisku støðu, so koma vit til tað áhugaverda úrslit, at hon hevur alment gildi, at hóast hon tá sipaði til víð- gongdan sjálvstýrispolitikk, hevur hon relevans fyri okkara meting av føroyskum floks- politikki og hansara mentunar- liga medviti sum heild alla hesa øldina. Jørgen- Frantz Jacobsen: »Her er íkomið eitt andaligt vakuum« Sverre Patursson (1871-1960), ein av Føroya fyrstu loysingarmonnum