leygardagur 25. mars 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 60 - 25. mars 2000
post@sosialurin.fo
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
24
Nr. 60 – 25. mars 2000
Subject: Teldubræv
Date: Wed 22. Mar. 2000
To: post@sosialurin.fo
From: sam-oes@frisurf.no
Reply to: sam-oes@frisurf.no
Oyðilegði
virðislønina
ÓHAPP. Sjónleikarin Jesper As-
holt kvetti høvdið av Bodil-virðis-
lønini, sum hann vann seinasta
vikuskifti. Bodil er ein donsk
filmsvirðisløn og er ein stand-
mynd. Eftir handanina kom ein
sjampanjufløska ov nær stand-
myndini hjá Asholt, og høvdið
reyk av. Talan var um eitt óheppið
óhapp, og nú má Asholt, sum fekk
virðislønina fyri sín leiklut í filmi-
num Mifunes sidste sang biða fyri-
reikararnar um eina nýggja virð-
isløn.
Tað er hent eina ferð áður, at
ein Bodil-virðisløn er oyðiløgd.
Tað var í 1996, tá Carsten Rudolf
fekk ein Bodil fyri filmin Menne-
skedyret. Hann misti standmynd-
ina á pallinum, og hon fór í knús.
Á marsipankløddu lágkøkuni brunnu 41
smá ljós. Við einum skálkabrosi blásti
føðingardagsbarnið ljósini. Men hóast
køku og kakao, hevði Jens ikki nógvar
minuttir at njóta veitsluróman.
Hetta var dagin fyri dagin, og fleiri
telefonsamrøður bíðaðu. Næsta morgun
skuldi hann fyri Harald kong við
nýggja fylginum av ráðharrum, sum
skulu stýra Norra til komandi val um
hálvtannað ár.
Jens Stoltenberg (smakka eftirnavn-
ið!) er yngsti forsætisráðharri, Norra
nakrantíð hevur havt. Men tad merkir
ikki, at hann er óroyndur. Tvørtur ímóti
telist hann millum tey mest garvaðu á
Stórtinginum.
Stoltenberg yngri, sum hevur útbúgv-
ing í samfelagsbúskapi, hevur stórt sæd
ongantíð gjørt annað enn verið politik-
ari. Burtursæð frá einum stuttum
klombri sum journalistur og ráðgevi.
Hann er næstan føddur inn í reyðu
leðurstólarnar í tinghúsinum á Leyva-
bakkanum í Oslo. Sonur navnframa
Oljusjeikur og konumaður
Thorvald Stoltenberg, sum millum
annað hevur borið heitið sum verju-
málaráðharri, uttanríkismálaráðharri og
friðarmillumgongumaður í fyrrverandi
Jugoslavia, áðrenn hann gjørdist norsk-
ur sendirráðharri í Danmark. Stolten-
berg eldri er nú eftirlønarmaður og
kann vera dadda hjá abbabørnunum,
meðan sonurin sessast á ovastu makt-
rókini.
Jens Stoltenberg kundi sitið í for-
sætisráðharrastólinum longu fyri fýra
árum síðani. Í 1992 segði Gro Harlem
Brundtland seg frá sum floksleiðari í
Arbeiðaraflokkinum. Harlem Brundt-
land - ella Gro, sum øll rópa hana her -
ynskti tá unga Stoltenberg í sess sín.
Hóast Gro ongantíð segði tað alment,
var lítil ivi um, at hon metti Jens vera
arvaprinsin í Arbeiðaraflokkinum. Men
tað gjørdist Thorbjørn Jagland, sum tók
við sum floksleiðari, og í 1996 sum
forsætisráðharri, tá Gro fór frá. Undir
seinastu Gro-stjórnini frá 1993 til 1996,
var Jens Stoltenberg ídnaðar- og orku-
málaráðharri. Tá Jagland tók við, gjørd-
ist Stoltenberg fíggjarmálaráðharri.
Sum orkumálaráðharri ferðaðist
Stoltenberg kring knøttin til øll tey
týðandi oljulondini. Hann fekk skjótt
eyknevnið »oljusjeikurin«. Á norskum
merkir »sjeikur« ikki tað sama sum
»sjeikaligur«, hóast eisini seinra heitið
hóskar væl til henda prúða mannin.
Men arabisku oljusjeikarnir mundu
neyvan halda tað vera hóskiligt, at
norski oljumálaráðharrin ansaði børn-
um, fór til handils og vaskaði upp. Og
Stoltenberg leggur stóra orku í at
byggja eina hugmynd av sær sjálvum
sum »konumaður«, ella rættari sagt
»tad-er-sjálvsagt-at-deila-húsarhald-og-
barnaansing-tá-bæði-arbeiða-úti-
maður«.
Við einum langum hala av fjølmiðla-
fólki og fotografum hevur hann fylt
beriposarnar við mjólk, breyði og pá-
leggi. Sum um tað er ein ófrávíkilig
avtala, at tílíkt má hann gera hvønn
dag. Eingin umbering at kongur júst
hevur biðið hann skipað nýggja stjórn!
Ikki heilt trúverdugt kanska, men kort-
ini ein virkin háttur at fáa boðini út um,
at hann umboðar eitt nýtt ættarlið í
norskum politikki.
Fyri tíggju árum síðani leiddi Stolten-
berg eina nevnd kalla »mannsrolle-
utvalget«. Nevndin skuldi granska
(trongu) korini hjá manninum í nýggja
javnstøðusamfelagnum, har tað á ongan
hátt er nóg mikið at ein maður er ein
maður.
Jens Stoltenberg tykist hava funnið
sær sítt pláss. At gerast stjórnarleiðari -
og keypa døgurða og Dunnald til børn-
ini sama dag - nærri ber helst ikki til at
koma hugmyndini av einum, sum fær
privatu og yrkisligu leiklutirnar at renna
saman í eina hægri eind. Sjálvt Tony
Blair gerst eitt sindur gráur og gamals-
ligur undir liðini á Jensi Stoltenberg...
Bjørt Samuelsen, Oslo
Tveir av leikarunum í nýggja leikinum, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag frumsýnir í kvøld,
Jógvan Jacobsen og Hans Hjalti Skaale. Mynd: Símun á Høvdanum
Frumsýning av pyjamas
SJÓNLEIKUR. Í kvøld fer Klaksvíkar Sjónleik-
arfelag at hava frumsýning av nýggja lekinum Seks
í pyjamas. Hetta er ein franskur skemtileikur, sum
Mac Coment hevur skrivað. Andrias Justesen hevur
umsett til føroyskt.
Seinastu tveir mánaðirnar hava leikararnir í
Klaksvíkar Sjónleikarfelag vant leikin, og ætlanin
var at frumsýna hann seinasta vikuskiftið. Men
sjúka kom upp í, og tí var frumsýnginin útsett.
Leikararnir, sum spæla við, eru: Jógvan Jacob-
sen, Jan Gardar, Súsanna Jacobsen, Adelborg
Linklett, Hans Hjalti Skaale og Jórun Ljósstein.
Egi Dam hevur leikstjórnað leikin, sum sigst
verða bæði skemtiligur og hendingaríkur.
Frumsýningin verður í Atlantis í kvøld klokkan
20.00, og næstu dagarnar halda sýningarnar fram.
Fara eftir
teimum sum
ikki gjalda
SJÓNVARP. Danska stjórnin
ætlar at fara harðari fram móti
teimum, sum ikki gjalda stjón-
varpsgjald til Danmarks Radio.
Hetta segði danski mentamála-
ráðharrin, Elsebeth Gerner Niel-
sen, tá stjórnin legði fram sokall-
aðu fjølmiðlasemjuna fyri árini
2001-2004.
DR er almenna danska sjón-
varpið, og øll eiga at gjalda sjón-
varpsgjald fyri at hyggja eftir
teirra sendingum. Men tað eru tað
ikki øll sum gera.
Danmarks Radio hevur brúk
fyri 1,8 milliard krónum afturat
næstu fýra árini, og ístaðiin fyri
at hækka almennu játtanina, ætlar
stjórnin at fáa fleiri fólk at gjalda
sjónvarpsgjald.
Øll húski og virki í Danmark
fara at fáa girokort sendandi, og
hava tey ikki sjónvarp, skulu tey
undirskriva eina váttan umat so
er.
Mett verður, at eini 170.000
fleiri sjónvarpsgjøld eiga at verða
goldin í Danmark.
Í fjølmiðlasemjuni verður skot-
ið upp, at TV2 fær fjórðu lands-
dekkandi útvarpsrásina. Hinar
tríggjar hevur Danmarks Radio
undir hond, og tí verður einka-
rætturin hjá DR til at senda lands-
dekkandi útvarpsrásir brotin.
Fleiri hava ligið fram við eftir
at fáa hesa rásina, millum annað
Danmarks Radio og Berlingse
Hus, men nú verður tað TV2, sum
fer við henni.
Oscar-stuldur
OSCAR. Løgreglan í Los Ange-
les sigur seg hava funnið fram til,
hvør tað var, sum stóð fyri stuldri-
num av Oscar-virðislønunum.
Virðislønirnar, sum vóru ætlað-
ar handanini í ár, blivu burtur
undir flutninginum. Fyrr í vikuni
vórðu tær funnar aftur í Korea-
town í Los Angeles. Løgreglan
sigur, at tað vóru tveir starvsmenn
hjá flutningsfelagnum Roadway
Express, sum stóðu fyri stuldri-
num. Teir væntaðu, at teir fóru at
fáa pengar burtur úr stuldrinum,
men soleiðis gekk ikki.
Onkrar av virðirslønunum vóru
so illa farnar, at tær máttu skiftast
út við nýggjar.
14. mars fingu Hanna og
Marner Jacobsen, Klaksvík,
eina dóttir. Hon var 52 cm.
long og vigaði 3600 gr.
14. mars fingu Elisabeth og
Sámal Eyðfinn Akursmørk,
Klaksvík, ein son. Hann var
51 cm. langur og vigaði
3500 gr.
14. mars fingu Asta og
Gimmi Svaðstein, Klaks-
vík, eina dóttir. Hon var 53
cm. long og vigaði 3670 gr.
16. mars fingu Heidi og
Karstin Hansen, Tórshavn.
ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 3900 gr.
16. mars fingu Jens Godik
og Heidi Højen, Tórshavn,
ein son. Hann var 53 cm.
langur og vigaði 4100 gr.
16. mars fingu Lydia Jacob-
sen og Terji Jensen, Esbjerg,
ein son. Hann var 52 cm.
langur og vigaði 3700 gr.
17. mars fingu Marina Har-
aldsen og Tony Olsen, Mið-
vágur, eina dóttir. Hon var
54 cm. long og vigaði 3900
gr.
18. mars fingu Anna-Kari
Thomsen og Bent Hassing,
Tórshavn, ein son. Hann var
54 cm. langur og vigaði
3435 gr.
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
Føstugudstænastur
Sunnudagin 26. mars
Sandavágur: kl. 18, David Johannesen
Kvívík: kl. 17, urguleikari: Oddvør Johansen
Hellurnar: kl. 19, Emil Olsen
3. sunnudag í føstu
Havnar kirkja: kl. 11, Sverri Steinhólm
Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen
Nólsoy: kl. 12, Bjarni Bæk
Christianskirkjan: kl. 11, lestur
Húsar: kl. 12, altarg., Niels Pauli Danielsen
Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10 og
Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Meinhard Bjartalíð
Hestur: kl. 12, Heri Joensen
Tjørnuvík: kl. 12, altarg., Marjun Bæk
Hvalvík: kl. 12, Martin R. Jacobsen
Vestmanna: kl. 12, altarg., Uni Næs
Saksun: kl. 11, Sonja Klein
Oyndarfjørður: kl. 12, altarg., Jógvan Fríðriksson
Rituvík: kl. 11, altarg., Jónsvein Bech
Miðvágur: kl. 12, David Johannesen
Norðskála: kl. 11.40, skriftamál, kl. 12 messa,
Eiði: kl. 17, messa, Emil Olsen
Vágur: kl. 11, Elsa Funding
Sandur: kl. 12, altarg., Jákup R. Hansen
Gøta: kl. 16, familjugudstænasta, Sverri Steinhólm
Frá Ebenezer
Sunnudagin kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti
og kl. 21 útimøti.
Mánadagin kl. 20 bønarmøti.
Tórshavnar Hvítusunnusamkoma
Sunnudag kl. 11 morgunmøti, kl. 12.15 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangeliskt møti.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 19 møti.
Rhema á Hálsi
Fríggjakvøldið kl. 18-19 ATAP barnaklubbi.
Leygarmorgunin kl. 9-12.30 Bíbliuseminar, deilt yvir 3.
lekt. Evni: Bíbilsk økonomi. Lærari: Símun Jacobsen (eisini
verður kaffisteðgur).
Leygarkvøldið kl. 21 verður Café kvøld við luttøku av
Lindu og Rakul Petersen og Rúna Kirke, har tey syngja og
vitna.
Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli.
Mánadag til fríggjadag kl. 06 morgunbøn. Øll eru væl-
komin.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 06
morgunbøn, kl. 11 morgungudstænasta, kl. 18 sangmøti v/
Sólbjørg Zachariasen.
Mánadagin kl. 06 morgunbøn, kl. 20 bønarskúlin.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla sunnudagsskúli, kl.
17.30 bøn og kl. 18 møti, har Sunniva Poulsen talar.
Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Hans og Lív, Onnu-
gøta 7. Verið øll hjartaliga vælkomin.
KFUM og KFUK í Havn
Sunnudagin kl. 15 í KFUK limafundur við Ásu Kristiansen,
Skála.
Mánadagin kl. 15 í KFUK eldrasamkoma við Torleif
Johannesen, sjómanstrúboðara.
Meinigheitshúsið í Havn
Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 meinigheits-
fundur, Bergur í Garði talar. Greitt verður frá arbeiðinum í
farna ári. Kórsangur og offurgongd. Aftaná verður drekka
og orðaskifti um arbeiðið í kjallaranum. Øll eru hjartaliga
vælkomin. Meinigheitslegan verður í Nesvík 28. til 30.
apríl. Tekning hjá Birgit Olsen, tlf. 314538, fax 318916.
Frelsunarherurin í Havn
Sunnudagin kl. 11 halgunarmøti, eingin sunnudagsskúli.
Kl. 18 familjutími, skótar og sunnudagsskúlin luttaka.
Zion, Kollafjørður
Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Konfirmatión – Norðstreymoyar prestagjald
Konfirmatiónin í eystara parti av Norðstreymoyar presta-
gjaldi er ásett at vera í Hósvíkar kirkju pálmasunnudag
16. apríl kl. 11.
Farið verður at ganga til í Hvalvíkar missiónshúsi mána-
morgunin 03. apríl kl. 08. Í hesum sambandi eru konfirm-
antar og foreldur/avvarðandi vælkomin til ein drekkamunn
í Hvalvíkar missiónshúsi týskvøldið 28. mars kl. 20.30.
Samkoman Ørkin
Evangeliskt møti verður í Arbeiðsmannafelagshúsinum
Hæddini í Saltangará sunnudagin kl. 17.
Kirkjan, Norðskála
Sunnudagsskúli verður í dag kl. 14.30. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
1000-ára haldið
Norðskála
Sunnudagin kl. 16 í kirkjuni er fyrilestur, Martin R. Ja-
cobsen: Apostólsku fedrarnir.
1000-ára haldið
Glyvrar
Mánadagin kl. 19 fyrilestur og konsert við Eystankórin-
um. Magnus Jørgensen: Kaj Munk.
Keldan, Skálafirði
Fríggjakvøldið kl. 21 bøn og breyðbróting.
Leygarkvøldið kl. 21 opið hús.
Sunnudagin kl. 17 møti við luttøku av Tummas Jacob-
sen, barnamøti kl. 17.
http://kort.olivant.fo/˜keldan/
Missiónshúsið á Tvøroyri
Missiónsvikan heldur fram í kvøld við møti kl. 20 við
talarum norðanfjørðs, Astrid og Hjørdis syngja.
Leygarkvøldið kl. 20 møti, talarar norðanfjørðs. Ulf,
Ebba og Nimrod syngja. Innsavnan verður til húsið.
Sunnudagin kl. 14 familjumøti. Sunnukvøldið kl. 18
møti við talarum norðanfjørðs. Kór úr Porkeri syngur. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli,
kl. 18 evangel. fundur.
Mánadagin kl. 20 bønarfundur.
Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur.
Samkoman, Sion Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags-
skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
Føroysk møti í Esbjerg
Sunnudagin 26.3. kl. 15.00 verður møti í Zionskirkens
sognhus við Niels Jacob Nielsen.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap,
ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólka-
kirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera
Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf.
32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf.
35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.
Nærvarpið LUMI radio í Aalborg
Føroyska sendingin »v/Betesdabrunnin« er at hoyra á FM
92,2 MHZ miðbýurin, FM 106,5 MHZ Aalborg suður, og
FM 107,4 Aalborg norður, hvønn leygardag kl. 10.00.
Føroyska nærvarpið í Esbjerg
Føroyska sendingin »v/Betesdabrunnin« er at hoyra á FM
93,5 MHZ hvønn leygardag kl. 11.00 og verður endursend
kl. 16.00.
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardagin 25. mars: Georg Egholm, tlf. 448016
Sunnudagin 26. mars: Georg Egholm, tlf. 448016
Norðoyggjar:
Jaspur Petersen, tlf. 456400
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður):
Tlf. 371560
Suðuroy (suður):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13–14. Tlf. 314544.
Læknavaktir
ANDLÁT
16. mars:
Lítla Anna Maria, dóttir Esmar og Jeanni Sørensen,
Viðareiði, 2 ár
17. mars
Hjartan Sørensen, Trongisvágur, 78 ár
Frits Magnussen, Hvidovre, ættaður úr Saltangará, 70
ár
18. mars
Georg Kjærbo, Sumba, 68 ár
19. mars
Turid Petersen, Klaksvík, 90 ár
21. mars
Amanda Jensia Thomsen, fødd Kjærbæk, ættað úr
Sumba, búsitandi á Tvøroyri, 87 ár
Ólavur Patursson, Kirkjubø, 45 ár
22. mars
Leivur Jespersen, Hov, 86 ár
Magnus á Dalbø, Miðvágur, 59 ár
18. mars fekk Elsa Lyngvej,
Hestur, eina dóttir. Hon var
50 cm. long og vigaði 3050
gr.
20. mars fingu Karin Bjar-
talíð og Tryggvi Gunnar-
stein, Klaksvík, eina dóttir.
Hon var 50 cm. long og
vigaði 3000 gr.
21. mars fingu Mary-Britt
Olsen og Jens Pauli Peter-
sen, ein son. Hann var 58
cm. langur og vigaði 3900
gr.
21. mars fingu Janet Fríða
Johannesen
og
Johnny
Gaard, Hoyvík, ein son.
Hann var 56 cm. langur og
vigaði 3600 gr.
21. mars fingu Siri Ann Lo-
renzen og Petur Eli Persson,
Hoyvík, eina dóttir. Hon var
51 cm. long og vigaði 3050
gr.
21. mars fingu Hanna og
Gunnar Hansen, Esbjerg,
eina dóttir. Hon var 53 cm.
long og vigaði 3700 gr.
Diamantbrúdleyp
Í dag, leygardagin, kunnu hjúnini Fía og Jens
Pauli (Boy) Joensen, Klaksvík, halda diamant-
brúdleyp.
Dagurin verður hildin saman við børnum við
familju.
Gullbrúdleyp
Í dag, leygardagin, kunnu hjúnini Ruth og Robert
á Lakjuni, Fuglafjørður, halda gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík.