Sosialurinarkiv
Sosialurin 1938-08-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 1938síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI Lýsingaprísur fyri petitreglu: 30 oeyr. á forsíðuni, | Nr. 33. | 20 oyr. á 3. og 4. síðu. avsláttur í prísinum. -FØROYA- Vid størri Jysingum fæst | Sjålvstyrismenn - sambandsmenn - vinnu- flokksmenn eru nú gyrdir í brøkur, ti nú „marsjerar“ hitt reyða liðið og er við at ganga saman úr ollum ættum til stríð móti hinum dapra afturhaldinum. Kvamsvís-skilnaðurin av sambandsmonnum, sjálv- stýrismonnum og vinnuflokksmonnum er fánaður burtur og hver rópar nú á annan sum „góðir breðrir“, ið hava felags garð at verja. Her er fað einstaklingsins, privatkapitalistiska jramihjårættindi yvir fyri fjøldini, yvir fyri land- inum, sum tað ræður um at verja. Og í hesum stríði eru øll vápn góð, og ikki verður kveppt seg við at dálka tey heilagastu sum tjóð- skaparkenslu og fosturlandskærleika. Afturhaldið aftrar seg ikki og smæist einki. Mangur arbeiðsmaður og mangur fiskimaður spyr undrandi í hesum døgum: Hvi er »Dagbladid« hví er »Krossur« og hví er »Dimma- lætting« so ørkimlad av, at i umbúna er at skapa eina fylk- ing, eina fakliga samgongn ímill- um hin danska og hin foroyska irbeiðarin. Hví? Tað er jú ein knæselt seltning millum allar rbeiðarar kring heimin: Gangið saman, arbeiðarar og slitmenn! ,,Proletarer í alle Lande, forener jer!" Hin føroyski arbeiðari og fiskimadurin, hin føroyski slit- maðurin, tørvar honum ikki at koma uppí hesa fylking, torvar honum ikki at fáa tann stuðul, ta mergjan og livsmegi, andaliga sum fíggjarliga, sum henda sam- gonga um felags hugmál, felags interessur gevur? Er hin for- oyski = arbeiðsmaðurin, fiski- maðurin so stimbradur, so fríur og so væl fyri seg komin, at hann væl kann og meiri enn so vera alheimsfylkingina fyri uttan? Ikki at tala um! vil hvor ar- heiðari, hver fiskimadur, hver annur arbeiðara- og slitmanna- vinur halda. Ídan, hvat so? So má tað bara vera ein framburður, ein slyrki fyri hin føroyska slit- mannin at ganga í fakliga fylk- ing við hina donsku arbeiðara- stættina! Við at ganga saman í lakliga fylking við danskar ar- beiðsmenn koma vit ikki einans at njóla fakliga styrki frá 460, 900 arbeiðarum í Danmark, men Ígjøgnum danska meginfelagið koma vit í samband við alheims- arbeiðarar. Men hvat er tað so, ið bagg- aði afturhaldsflokkunum? Teir siga jú, at teir bæði telja hópin arbeidsmonnum og fiskimonn- g um sína millum lað gera leir eisini enn tessverri — og at leir kunnu umboða arbeiðarans interessur. Eftir hesum skuldu so aftur- haldsflokkarnir av sonnum fagna teirri foroysku arbeiðara- og fiskimanna fakligu fylking við danskar arbeidsmenn, ið hava barst sær so nógv fleiri lívs- rættindi til, enn foroyski slit- maðurin hevur. Tað ftjóðskaparliga hástemta ysnakkið< hjá afturhaldinum um, at fylkingin við donsku og alheimsarbeiðarastættina skal drepa Føroyingin í Føroyum« er bara falsað »snakk«. Tí eingir nasjonala hava tikið hollari stødu enn júst javnaðarmenn. Teir hava barst fyri, sett upp- skot fram um at geva ollum nasjonalum, ollum hollum føroyskum sin nåttårliga rætt, ikki við buldri og innantómum skróli, men sum eina sjálv- fylgju. Hin sakligt hugsandi arbeið- arin og fiskimadurin eins og einhvor rætthugsandi finnur so statt onga sakliga grund, ið talar ímóti fakligari fylking við danskar — arbeiðsmenn. Tað stendur fast. Tvørtur ímóti! Tað hastar við eini tilikari fylking. Nei, grundin — hin sanna grundin er tann og einans tann, at afturhaldskreftirnar innanfyri teir tríggjar flokkarnar hava ræðið har. Og hesar kreftir ræðast fyri, at arbeidarastattin, Leygardagin 13. august 1938. JAVNAÐUR slitmannafjøldin skal fáa hovdið | fyri sínum lívsinteressum. Hesar interessur eru 100 9/, nasjonalar, tær røkja sannan ljóðskap, tí lær ganga landsins orindi og ikki privatmansins: stórbónd ans, stórkeypmansins stór- | grossislins oljumagnalsins, trustsins. Her liggur hundurin grivin, sum maðurin segði: Her er tad, ið lampurin brennir. Einstaklingsins framihjårættur lað er afturkaldsins nasio- nalisma! Hetta verður arbeiðsmaðurin og fiskimaðurin, slitmannafjøldin greið yvir. Hetta er so sjónligt, at tað ikki kann krógvast. Og fjøldin sigur tí: Góði Krossa- menn, Dimmusamenn, Dag- bluðsmenn, takid tykkum bara saman, allar tit afturhaldskreft- irnar innan fyri flokkarnar. Tað er bara vinningur í tí. Teir sonnu frælslyntu, leir, ið vilja fram um alt íora ein politikk fyri ta stóru fjøldina, fyri Før- oyaland — tað eru javnaðar- menn. Vit fylkjast tí við teim- um eins og fjøldin av arbeið- arum ger í tí enn óknmektaða útheimi. Soleiðis liggur landið. Vit skilja (i blaðið og Dimmu — ikki attala Krossin, Dag- um Føroyatidindi — at tey og teirra afturhaldslid skelva í kno- unum fyri teirri reyðu fylk- ingini. Einasta, vil kunna ráða aftur- haldinum til, er: Boyggj hevdið og yvirgev teg — deyðin er Í hvussu er vísur! Deyður er A. C. Meyer, hin frægi socialdemokratiski talsmadurin og ungdómsferarin. Stórur á almennum fundum, stórur á felagsfundum, stórur sum yrkjari, reðari, sangar- stjóri 0. s. fr. tað var A. 0. Meyer. Aftur er ein av teim frægu socialdemokratisku — forarunum og skaparunum av tí social- demokratiska flokkinum í Dan- mark farin úr stríðsliðinum. Í radio hoyrdist fyri nokrum døgum síðani, at A. C. Meyer Hann livdi 80 ár, størstu og 5 var deyður. stríðsár fyri fleirri bestu sak,ið reist er fyri arbeiðara stattina. Fåur hevur stríðst ídnari, glaðari og við storri trúgv fyri socialismuni, arbeiðaranna frí- geran, enn ÁA. C. Meyer Og fáur hevur verið so ríkt gávaður | „MOKRAT BROÐURSKAPUR at stríðast fyri socialismuni — særliga millum ungdómin — sum Guðs og yrkjarin av Guðs hann, talarin av náði, sangarin leingi sum náði. Leingi, so arbeidararørslan livir, vilja sangir hansara líva á fundum og í samkomum, á arbeiðsplássum, úti í Guðs fríði náltúru. Hver er storri fyri ta socialist- isku rørsluna: agitatorurin, hann, ið við sangi og eldandi rødum og stríðsglaðum huga dregur g ikki bara ein og ein men heilar flokkar inn f hin socialistiska streymin, ella hin klóki stafs- maðurin og politiski stratekurin sum t. d. Stauning, ið hevur vunnið sær navnið sum Norður- landa stórsli stalsmaður? Tað er ilt at svara. Hesir báðir kunnu annan fyri ikki vera hvønn uttan. Báðir eru lívstreytandi faktorar fyri sigur socialism- unnar. Á. C. Meyer var avgjørt hin stóri agitatorurin og organisatorurin. Hann eigur sín stóra tått í hinari veldugu fak- ligu og politisku organiseran av teirri donsku arbeidarafjøldini. Har, sum hann kom, var lív og songur og stríðshugur fyri 5 5 socialismuni — og alt hansara starv hevði skaldastrongin undir sær og kom haray sum ein sjálvfylgja at liggja á eini hægri stødu. Tað var so avgjort merkt av teirri reinastu og håbornastu idealismu. hansara Ungdómurin hevði særliga athuga. Hann stovnadi »Børnenes Kontor«, sum hevur verið til alstóra signing fyri tey fátæku børnini í Keypmanna- havn. Hann íbirti »Arbejdernes Idrætsklub« og hann stovnaði Atletklub«. maðurin fyri »Vandrende San- >Dansk Fyristoðu- gere« — tað var hann. Fáur hevur sum hann dugað at samla ungdómin, og lí vil navn hans ara koma at hava bjarlastu glæmu ímillum ungdómin. 1876—78 var Á. C. Meyer forrættningsforari maskinarbeið- aranna. 1895—1932 var hann fólka- tingsmadur, og leingi hevur hann sitiO í leiðsluni av ftí socialdemokratiska flokkinum í Danmark. Tann stóri framburður og hin glæsiliga = sigursgongd hjá tí socinlistiskn flokkinum, id hann hevdi offrað alla sína megi og oll síni stóru og heithjartaðu evnir, gleddi hann almikid á hansara ellisárum. Hann kendi seg andaliga ríkan sigursmann, nú hann fór hiðani. Vit, id liva eftir og stríðast fyri somu hann, vit boyggja hovurokkara við hansara boru í djúpari virðing og stórstu hugsjón sum takksemi. Friður og heiður verið yvir hansara minni! Kostar kr. 1,50 fjórðingsárið + Porto. Blaðið verður bilagt á posthúsinum, brævsavnarstoðum | og skrivstovuni. Telf, 143. 12. årg. At kæra móðir okkara Elsebeth Jacobsen á Húsum doyði miðvikudagin 10. august 1938, verður her kunngjørt skyld- fólki og vinum. Jarðarferðin verður frá kirkjuni sunnudagin 14. august kl. 2. Børnini. Grind og båtar villast hver um annan inni á Tronyisvågs firði. Tveroyri. Greyttjúkkur breiddi mjerkin dalar og hav mána- seg yvir g » dagin. Hépur av båtum var farin út at skjóta. Knappliga hvøkka teir í ti eina båtinum — grind lå fyri stavn. Deyðspok. Skorið varð í at rópa grindaboð og farið varð Nakrir til, og ríkin varð hon at reka. bátar komu skjótt eftir kumpass inn á Trongis- vågsfjørd. Myrkrid var so tjúkt, at sjålvt stadkendir menn máttu nýta kumpass at »orientera« seg eftir á firðinum. At roynt var at halda grindini til seint á kvoldi í hesum tjúkninum var avgjort skeivt. Tað gekk ti, sum tað gekk. Tá ið grindin gjørdi land- gongd, vóru fleiri bátar villstir komnir at liggja innan fyri hana — og tå id so maður á einum báti, ið lá innanfyri — tað segðist at vera ein gitin meistari — stakk í gronina á henni, var tað ikki logið, at hon kúvendi. jaksað varð við hana langt út á nåttina — men so varð givið henni frið, og hon varð goymd til týsmorgunin, tá ið hon varð hildin til av nýggjum. Hon rakst nú so toluliga — men aftur hesa ferð var óhappið við í spælinum. Í ferðini móti landi stoytti hon móti einum skipi. Lidugt var! Hon vendi — og nú var hon ikki fáa at landi, líka mikið, hvar roynt var. Hon måtti so verða givin upp til skutuls. Grindin var minst 200 hvalir. Ein kann siga, at tað vóru ólíkindi, at hon íkki doyði; tí tað var skilaleyst at halda henni til í tí Hon skuldi sjálvandi verið goymd ræðuliga myrkrinum. til dagin eftir, lá varð eisini klárt veður. Er tað rætt, at hon varð hildin til móti »ordrum«, er tað so mikið ræðuligari.