Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 61 - 28. mars 2002 Nr. 61 - 28. mars 2002 3 Sunnukvøldið 24. mars andaðist Hans Nybo, Brekkugøta 26, Tórshavn. Hann var føddur 28. apríl 1919 og var 82 ára gamal, nú hann andaðist eftir drúgva sjúkalegu. Hans Nybo var úr Hesti, foreldur hansara vóru Anna Katrina og Poul Andreas Nybo, pápin var av Hvítanesi. Tey vóru 8 í systkina- flokkinum, elstur var Jógvan, sum doyði ungur, síðan Richard, búði í Havn og doyði í 1989, Sigurd, sum býr í Hósvík, síðan Hans og Árni og Dánjal búgva í Hesti, Helga býr á Láargarði og síðan var Kristianna, hon er ikki á lívi. Hans og Anna, ættað av Oyrareingjum, giftust í 1942. Tey búðu í Bringsnagøtu og bygdu í Brekkugøtu, hagar tey fluttu í 1948-49. Børnini teirra eru Borgar, Poul Arni, Marita og Mary. Hans var ikki 16 ára gamal, tá hann kom í heil- søluna hjá Brend at vera, síðan hevur hann verið Havnarmaður. Øll árini, hann var hjá Brend, var hann álitismaður á goymsluni. Singer, seymi- maskinan, sum Brend umboðaði, var nær knýtt at Hans Nybo, sum um- boðsmaður var øll árini síðani. Tá Hans gavst í 1960 hjá Brend, stovnaði hann saman við Yarmouth og Hans Mellemgaard o. ø. bilstøðina Akstur-Bil í 1961. Hans var mikið virdur sum bilstjóri, og var hann ein teirra, ið legði lunnar undir skipaða rutu- koyring eftir Oyggjarveg- num og norður í Norð- streym, til vegurin í 1966 var samanbundin. Í 1962 var heitt á Hans um at taka sær av næm- ingaflutninginum á Speci- alskúlanum, seinni skúlin á Trøðni. Hetta krevjandi starvið røkti hann til fulnar mong ár, seinni saman við soninum Borg- ar. Hans var stillførur og vinskipiligur, hevði áhuga fyri samfelagsviðurskift- um, langt áramál var hann stillari hjá Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag til bý- ráðsval. Frið lýsa vit yvir minnið um heiðurmannin Hans Nybo. Jákup Lindenskov Hans Nybo farin Dansifelagið á Látri- num skipar annað páskakvøld fyri serligum dansitiltaki á Eiði, har bæði føroyskur dansur og harmonikudansur verða á skránni TÍÐINDASKRIV Serligt alment dansitiltak við bæði føroyskum dansi og harmonikudansi verður á Eiði annað páskakvøld frá klokkan 21 til klokkan 01. Tað er Dansifelagið á Látrinum, sum skipar fyri. Dansifelagið á Látrinum, sum er yngsta dansifelagið í landinum, varð stovnað seinasta heyst og heldur til, sum navnið eisini sigur, í Látrahúsunum, sum Eiðis Fornminnisfelag eigur. Dansurin annað páska- kvøld verður tó í EB-húsin- um, tí væntandi verður so mikið av fólki, at tað ikki rúmast í Látrahúsinum, vóna tey í dansifelagnum. Dansurin verður skipað- ur soleiðis, at skift verður millum tann føroyska dans- in og harmonikudansin. Sum vera man fara fólk úr Dansifelagnum á Látrinum at vera til reiðar at skipa í føroyska dansinum, men tey vóna kortini, at gestir aðrastaðni frá eisini hava onkra vísu við sær, sum tey eru meira enn vælkomin at taka á gólvinum. Til harmonikudansin hava tey fingið tveir kendar harmonikuspælarar úr Eysturoynni at spæla. Juel Høgnesen úr Leirvík og Óla Johannesen úr Fugla- firði. Kostnaðurin fyri tiltakið á Eiði annað páskakvøld verður 100,- krónur. Tá er íroknað smurt breyð og kaffi ella te afturvið, sigur Dansifelagið á Látrinum í tíðindaskrivi. Dansifelagið vil við hesum tiltakinum vera við til at fáa dans aftur á Eiði annað páskakvøld, sum fyrr var gamalt dansikvøld á Eiði. Dansitiltak á Eiði annað páskakvøld TÍÐINDASKRIV Hósdagin 21. mars 2002 hevði Kvinnufelagið aðal- fund í KFUM. Í nevndini í Kvinnuhúsfelagnum sita Edna Jørgensen, forkvinna, Frígerð Sundsskarð, næst- forkvinna, Henrid Johan- sen, kassameistari, Finn- gerð Fríðriksdóttir og Eyrith Leyni Í 2001 hava 36 kvinnur arbeitt sum sjálvbodnar. Tær hava arbeitt í vaktar- skipanini sum kvøld- og náttarvaktir, sitið í nevnd- um og í ráðgevingini. Fe- lagið hevur limafund einaferð um mánaðin. Arbeiðið í Kvinnuhúsinum er fjølbroytt, og vit hava altíð brúk fyri fleiri vaktum. Hevur tú hug til hetta arbeiði, set teg í samband við okkum á tlf. 317200 og hoyr meira. Kvinnuhúsfelagið rekur Kvinnuhúsið/Kreppumiðst øðina, har kvinnur kunnu ringja ella støkka inn á gólvið og fáa ráðgeving og vegleiðing í ymiskum spurningum og trupul- leikum. Kvinnan nýtist ikki at siga navn sítt, bústað ella P-tal. Heldur ikki er neyð- ugt hjá henni at rættvísgera, hví støðan er, sum hon er. Møguleiki er hjá kvinnum, saman við børnum teirra at gista á Kreppumiðstøðini, í styttri tíðarskeið. Trý lønt starvsfólk eru í Kvinnu- húsinum. Sjálvbodnar í Kvinnuhúsinum C M Y K 3 2 team85 Far bara ... Vit ansa telefonini TÆNASTAN Boðtænastan er ein ókeypis telefonsvarari, sum allir GSM-felagar hjá FøroyaTele kunnu brúka Soleiðis fært tú tín telefonsvarara settan til: ring ókeypis til 80 80 80 ella vitja eina av Telebúðunum So kunnu øll leggja boð inn á tín persónliga telefonsvarara, hóast telefonin hjá tær er sløkt, ikki kann røkkast ella um tú bara vilt hava frið eina løtu. Sjónband 31 77 74 Stongt skírisdag og langa fríggjadag. Leygardagin 30/3: Opi› sum vanligt. Stongt 1. páskadag og 2. páskadag. T‡sdagin 2/4: Opi› sum vanligt.