Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 61 - 28. mars 2002 Nr. 61 - 28. mars 2002 5 RÚSEVNI Stefan í Skorini Føroya Rættur longdi mikudagin varðhaldsfongs- lingina av einum 30 ára gomlum dana í fjúrtan dag- ar, og hann skal sita í isola- tión allar dagarnar. Maður- in er ákærdur í stóra narko- málinum, sum hevur verið ovast á breddanum síðan 16. januar í ár. Hann varð tikin í Keyp- mannahavn 16. januar, og hann er síðani fluttur til Føroya, tí hann hevur sam- band við narkomálið her í Føroyum. Verjin hevur roynt at flyta mál hansara til Danmarkar, men hesum hevur Føroya Rættur ikki givið honum viðhald í. Ákæruvaldið vil vera við, at hesin maðurin hevur ver- ið við til at skipa fyri um- fatandi narkosmugling til Føroya. Rætturin hevur eisini ásett, at dómsviðgerð í hes- um málinum verður 10. apríl. Ákæruvaldið fer væntandi at krevja, at málið verður viðgjørt fyri aftur- latnum hurðum. Ein annar 35 ára gamal dani var eisini í Føroya Rætti mikudagin. Hann er eisini ákærdur í narkomáli- num. Ákæruvaldið kravdi í hesum sambandinum, at hann framhaldandi skal sita í isolatión, teir fjúrtan dag- arnar hann hevur eftir av varðhaldsfongslingini. Málið var ikki avgjørt, tá blaðið fór til prentingar. Ein 27 ára gamal føroy- ingur, sum hevur sitið í varðhaldinum síðan 16. januar, verður leyslatin ein av fyrstu døgunum. Hann er ákærdur fyri brot á lóg- ina um euforiserandi evni, og tí kann varðhaldsfongsl- ingin ikki leingjast longur. Kvinnudagurin er nú vorðin almennur flagg- dagur, og tann 8. mars varð Merkið vundið á stong fyrstu ferð í hesum sambandi. Henda viðurkenning setur ein serligan dám á 50 ára stovningardagin, sum var í Havn 31. mars í 1952, men eisini á ar- beiðið hjá hinum kvinnu.-, hús- og mat- møðrafeløgunum, sum flest øll eru javngomul við Kvinnufelagið. Eftirsum sjálvur føð- ingardagurin er páska- dag, hevur nevndin í Kvinnufelagnum gjørt av, at halda dagin sum- marmáladag, tann 14. apríl í Mettustovu, við eini móttøku frá klokkan 15 til 17. Fyri at gera dagin eitt sindur meira merkisverd- an, hevur felagið millum annað givið øllum mið- námsskúlnum, hvør sítt flokssett av Kvinnutíð- indum, tí seinasta sum komið er, mframt bóka- savnssett til miðnáms- skúlar og framhaldsskúl- ar í landinum. Blaðið er fjølrboytt, og umfatar tey týdningar- mestu evnini í stríðnum fyri kvinnurættindum, sum hava verið frammi í 90´unum, og eisini fyri ta tíð. Har er søguligt, polit- iskt og mentanarligt tilfar í 36 greinum, skrivaðar av 26 ymsum høvundur, allar prýddar við mynd- um. Sum framhald av og til minnis um eitt av fyrstu stóru tøkunum hjá felag- num, so fer Kvinnufelag- ið í næstum at geva Landssjúkrahúsinum ein vakran útibonk, har fólk, avvarðandi at sjúkum og onnur kunnu styrkja seg onkrar løtur í morgun sól ella vesturskini við sýni út á fjørðin og oman í Sandágerði. -ib Kvinnufelagið 50 páskadag Isolatiónin varð longd Føroya Rættur avgjørdi mikudagin, at 30 ára gamli danin framhaldandi skal sita í isolatión í 14 dagar. C M Y K 5 4 Vestmanna Timburhandil · Tel 472 000 · vt@vt.fo · www.vt.fo - frá dreymi til veruleika repro-z 319540 Lesið -tað loysir seg