Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 61 - 28. mars 2002 Nr. 61 - 28. mars 2002 7 Beint eftir páskir verður endaligur sáttmáli um at byggja nýggja suðuroyar- ferju undirskrivaður SUÐUROYARSIGLING Áki Bertholdsen Nú er loksins klárt at skriva undir endaliga sáttmálan um at byggja nýggju suður- oyarferjuna. Beint eftir páskir fer stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall og lands- stýrismaðurin í vinnu- málum, Bjarni Djurholm, til Spania at skriva undir sáttmálan við skipasmiðju- samtakið IZAR, sum skal byggja nýggju suðuroyar- ferjuna. Tað var mitt í februar, at Strandferðslan og spanska skipasmiðjufelagið skriv- aðu undir eina semju um at byggja nýggju suðuroyar- ferjuna. Eftir teirri semjuni skuldi arbeiðast víðari við løg- frøðiligu og teknisku smá- lutunum og tað arbeiðið skuldi vera greitt í seinasta lagi 8. mars, so at endaligur byggisáttmáli kundi gerast. Men tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar og tað gjørdi tað heldur ikki í hesum føri. Arbeiðið dróg eitt sindur út, men nú eru allir smálutir avgreiddir. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at seinastu dagarnir hava teir bíðað eftir, at nevndin í spanska skipasmiðjufelag- num skuldi góðkenna enda- ligu orðingarnar í byggi- sáttmálanum og tað hevur nevndin nú gjørt. – Sostatt er alt greitt at skriva undir og tað er ikki yvir at dylja, at vit eru ómetaliga fegin um, at tað nú er komið so langt, sigur hann. Ikki minst er hann fegin um, at vit fáa akkurát tað skipið, sum vit ætlaðu og at tað ikki var neyðugt at skarva tað allarminsta av tí, fyri at fáa játtanina at halda. Hann sigur, at nágreinilig dagurin, nær sáttmálin verður undirskrivaður, er ikki avgjørdur, enn, men tað verður so beint eftir páskir og tað fer fram í Spania. Nýggi Smyril fer at kosta 40.450.000 evrur og og tað eru 301 milliónir krónur í okkara peningi. Men har- umframt koma einar fýra milliónir til eftirlit o.s.fr. Tilsamans hevur lands- stýrismaðurin í vinnumál- um fingið heimild frá Før- oya Løgtingi til at brúka 310 milliónir upp á skipið. Sostatt eru einar fimm milliónir til taks, verður tað neyðugt. Stórt samtak IZAR samtakið, sum skal byyggja nýggja flaggskipið hjá Strandferðsluni, hevur fleiri skipasmiðjur. Teir hava bygt skip í heili 250 ár. Tað er tað næst- størsta skipasmiðjusamtak- ið í Evropa, og tað níggj- unda størsta í heiminum. Men í sambandi við nýggju suðuroyarferjuna, eru tað tríggjar smiðjur hjá samtakinum, sum kunnu koma upp á tal og tað eru skipasmiðjan í Sevilla, í San Fernando og tann í Porto Real, sum allar eru í Suðurspania. Enn er enda- lig avgerð ikki enn titin um, hvørjari av hesum trimum skipasmiðjnum, nýggja suðuroyarskipið verður bygt á. Ferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór, tó at gjaldið í ár verður nakað minni. Fyrsta gjaldið upp á 90 milliónir, verður goldið í ár, annað gjaldið komandi ár og triðja gjaldið í 2004. Skipasmiðjan veitir trygd fyri hvørjum gjaldið. Ferjan skal handast Strandferðsluni 30 mánaðir eftir, at byggisáttmálin er undirskrivaður. Sostatt verður nýggja nýggja suð- uroyarskipið liðugt í september í 2004. Fyri at taka afturíaftur, kann nevnast, at nýggja suðuroyarferjan verður 135 metrar long, hon siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril. – Ætlanin var, at hann skuldi verða liðugur í ár, men tað verður av ong- um, sigur bygda- ráðsformaðurin BARNAANSING Áki Bertholdsen Skopun: Nú verður ar- beiðið at gera barna- garðin í Skopun lidnan, boðið út. Bygdaráðið hevur gjørt av at bjóða barna- garðin út í tveimum og nú er jørð og betong arbeiðið við at verða liðugt og so skal restin gerast. Á fundi í bygdaráð- num herfyri, varð sostatt samtykt at bjóða restina av barnagarðin út. – Arbeiðið verður ikki boðið út í einum, men hvørt arbeiðið verður boðið út hvør sær, eitt nú málaraarbeiðið, el- arbeiðið timburarbeiði, sanitet, ventilation o.s.fr, sigur Gerhard Lognberg, bygdaráðsformaður. Hann sigur, at ætlanin var, at barnagarðurin skuldi vera liðugur í ár, men tað verður av ongum. – Vit fíggja barna- garðin yvir raksturin hjá kommununi, tí vit taka ikki lán til hann. Bygdaráðsformaðurin sigur, at í ár eru 1,4 millión sett av til barna- garðin og tað fer ikki at strekkja til og tí verður neyðugt at arbeiða næsta ár eisini. Hann metir, at barna- garðurin fer at kosta einar 2,5 millión tilsam- ans. Men talan er afturfyri um ein hampiliga storan stovn. Barnagarðurin er 370 fermetrar og har verður pláss fyri 30 børnum, ella gott tað. Talan verður áleið helvt um helvt av vøggustovu- børnum og barnagarðs- børnum. Samstundis, sum barnagarðurin verður tikin í nýtslu, er ætlanin í hvussu so er fyribils at taka dagrøktina av. – Dagrøktin í Skopun hevur virkað sera væl, men at byggja barna- garðin er at fara eitt stig víðari, sigur bygdaráðs- formaðurin. Hann sigur, at sam- stundis, sum dagrøktin helst verður løgd niður, fara dagrøktarmammur- nar í barnagarðin at ar- beiða. – Eftir nýggju ferða- ætlanini hjá Smyrli, verður tað enn trupl- ari hjá fiskavirkjun- um í Suðuroynni at arbeiða, sigur virkis- leiðari FERÐAÆTLAN Áki Bertholdsen Suðuroy: Fiskavirkini í Suðuroynni eru alt annað enn nøgd við nýggju ferðaætlanini, sum Strand- ferðslan ætlar at seta í verk eftir páskir. Og ónøgdin er so stór, at tey hava heitt á Strand- ferðsluna um at broyta ferðaætlanina aftur Tað er siglingini hjá Smyrli av Drelnesi hós- kvøld, sum fiskavirkini eru ónøgd við. Smyril hevur siglt av Drelnesi hóskvøld kl. 19, hetta hevur verið ein túrur, sum burturav er lagaður fiskivinnuni, tí so hava fiskavirkini í Suðuroy kunna arbeitt tað mesta av hósdegnum og kortini kunna fingið fiskin til Havnar og av landinum hóskvøld við Norrønu, so at hann hevur verið á mark- naðinum niðri í Evropa mánamorgun. Nú Strandferðslan ar- beiðir við nýggjari ferða- ætlan, hevur hon løgd uppskot til nýggju ætlanini á alnetið til kunningar og eftir tí uppskotinum verður fiskivinnutúrurin hóskvøld fluttur hálvanannan tíma fram til kl. 17.30, ístaðin fyri kl. 19. Fýra virki vísa sína ónøgd Hetta hevur fingið fýra fiskavirki í Suðuroy at senda Strandferðsluni skriv við eini aheitan um ikki at flyta túrin fram, men framhaldandi at lata Smyril sigla kl. 19. Virkini, sum hava mót- mælt eru Fiskavirking og Delta Seafood á Tvøroyri, Sancy í Vági og MH Export í Lopra. Hetta eru virkini, sum arbeiða fesk fløk í Suðuroy Í mótmælinum siga virk- ini, at verður túrurin av Drelnesi hóskvøld fluttur hálvan annan tíma fram, sum Strandferðslan ætlar, fer tað at skerja útflutings- og sølumøguleikarnar á evropiska marknaðinum munandi hjá virkjunum í Suðuroy og fer at gera tað enn truplari, enn tað longu er, at virka fesk fløk í Suðuroy Virkini heita tí á Strand- ferðluna um at varðveita fráferðini hóskvølk kl. 19. Bjarni Hansen, virkis- leiðari hjá Fiskavirking á Tvøroyri, vísir á, at fiskurin skal vera á Drelnesi hálvan annan tíma áðrenn Smyril fer norður. Tað merkir, at verður túrurin fluttur, sum Strand- ferðslan skjýtur upp, skal fiskurin longu vera á Drelnesi kl. 16. Sostatt noyðast tey at gevast at arbeiða beint eftir døgvera og virkini aðrastaðni í Suðuroy, fara at noyðast at gevast enn fyrr. Hann sigur, at sjálvandi skulu fløkini, sum koma á marknaðin í Evropa vera so fesk sum gjørligt, men við hetta lag endar tað við, at fløkini verða hálva viku gomul. Hann sipar til, at fyrr sigldi Smyril úr Suð- uroynni til Skotlands seinnapart seinnapart, so at tað nú verður siglt hós- kvøld, er nóg ringt. – Verður tað alt ov trupult at arbeiða fesk fløk í Suðuroy, endar tað bara við, at hendan vinnan doyr út í Suðuroy og verður flutt norður um, sigur Bjarni Hansen. Men so galið er tað ikki enn, leggur hann afturat. Mugu laga seg til Poul Jacob Thomsen, ferðafólkaflutningsleiðari hjá Strandferåsluni, sigur, at klokkan 17.30 er tað allarseinasta, sum Smyril kann sigla av Drelnesi hóskvøld. – Trupulleikin er tann, at um summarið fer fiskurin ikki av landinum við Norrønu, men við Clare, sum Smyril Line leigar til farmaflutning. Og Smyril Line hevur upplýst fyri Strandferðsl- uni, at Clara má sigla av Havnini klokkan 20 hós- kvøld og tí er 17.30 tað allarseinasta, Smyril kann sigla av Drelnesi, skal tað lukkast at fáa fiskin við. Barnagarðurin í Skopun boðin út Í ár hava skopuningar sett 1,4 millión av til barnagarðin í bygdini og tað er ov lítið Nú er klárt at skriva undir Støðan hjá fiskavirkjunum í Suðuroy verður enn truplari Nýggja suðuroyarferjan verður flaggskipið hjá Strandferðsluni. Beint eftir páskir verður endaligur byggisáttmáli undirskrivaður um at byggja ferjuna í Spania - Hava vit ikki gjørt okkara, so hevur Bjørn á Heygum heldur ikki gjørt sítt, viðmerkir borgar- stjórin í Vestmanna, Gunn Joensen, nú Bjørn á Heygum hartar kommununa fyri ikki at varðveita handilsbygning. Hon metir, at Bjørn sum limur í fornminnis- felag og bygdasavni, gloymir sín egna leiklut FORNMINNI Dagfinn Olsen Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, er ikki fegin, nú Bjørn á Heygum er farin í fjølmiðlarnar við málin- um um Heyganeshandilin, ið ætlanin er at taka niður. - Spurningurin er, um tað er vert at gera viðmerking- ar. Hetta er ein long søga, sum ein ikki soleiðis kann bera fram í bitum, sigur Gunn Joensen. Trupult mál Tá slíkar varðveitingarætl- anir eru fyri, so eru nógvar fkøkjur at greiða, t.d. við- víkjandi endurgjaldi, tá arbeitt verður við at endur- byggja, og slíkt kann verða tógvi stríð. Og Gunn Joensen vísir á, at júst slíkar ætlanir hava verið fyri, men eru ikki komnar víðari. - Hetta er trupult mál og eg skilji væl Bjørn á Heyg- um, sigur Gunn Joensen, og sipar til ættarbondini. Gunn Joensen metir tó, at Bjørn á Heygum gloymir sín egna leiklut. - Her er fornminnisfelag og bygdasavn í Vestmanna og Bjørn á Heygum er limur har. Ætlandi skuldu hesir felagsskapir keypa bygningin, men hetta kom ongantíð so langt. Arbeiði bygdasavnsins dróg út. Har hava tey ikki gjørt sítt arbeiði, sigur Gunn Joen- sen, sum tó minnir á trupulleikarnar viðvíkjandi stuðuli og øðrum, ið ofta gera slík mál tung at fáast við. - Bjørn á Heygum er eis- ini boðsendur til fundar, men er ongantíð møttur, sigur Gunn Joensen. Varðveita annan handil Gunn Joensen vísir á, at hetta er ikki eit einfalt mál. At Vestmanna Kommuna skal hava fingið sær eitt alibi, sum Bjørn á Heygum førir fram, vísir borgar- stjórin aftur. - Talan er als ikki um, at vit hava biðið um nakað alibi., hóast vit hava biðið um eina meting frá forn- minnismyndugleikanum. Og hesin myndugleiki hevur ikki givið boð um at ríva niður, sigur Gunn Joensen. Men talan kundi kanska verið um at varð- veitt bygningin, um hugsað bert varð um útsjónd. Men fornminnismyndugleikin hevur eisini sagt, at talan helst bert hevði verið um eitt slag av rekonstruktión, sigur Gunn Joensen. - Eg kenni næstan, sum hetta er at fara í fjølmiðl- arnar at blaka óhumsku eftir hvørjum øðrum, sigur Gunn Joensen. - Men mín viðmerking er, at hava vit ikki gjørt okk- ara, so hevur Bjørn á Heyg- um heldur ikki gjørt sítt, sigur borgarstjórin í Vest- manna, Gunn Joensen. Vestmanna Kommuna er í gongd við varðveitingar- ætlanir viðvíkjandi handl- inum hjá John. Talan er her um tveir handilsbygningar í bygdini, ið brøðurnir á Heygum - Ólavur og John - hava staðið fyri. - Talan er um at velja ímillum hesar bygningar, so tað er ein prioritering, sigur Gunn Joensen, ið minnir á, at sjálvsagt virðismetir ein hóast hetta tað, ið Ólavur á heygum hevur staðið fyri. Vestmanna Kommuna verðveitir handilin hjá John, ið er frá fyrst í 1900, og sum eisini stendur, sum hann altíð hevur staðið. Einki skal gerast, bert er neyðugt at vaska og slíkt. Bjørn kundi keypt handilin Gomlu handilshúsini á Heyganesi skulu nú rívast niður C M Y K 7 6