hósdagur 28. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 61 - 28. mars 2002
Nr. 61 - 28. mars 2002
9
Skipari og manning
fylgja við skipinum,
og tað er reiðarin,
Jóhannus Olsen, væl
nøgdur við.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Besti línubáturin í føroyska
fiskiskipaflotanum,
Sig-
mundur, er nú heimahoyr-
andi á Toftum.
Í vikuni undirskrivaðu
P/F Eysturoy á Toftum og
P/F Jómar á Norðskála sátt-
mála um sølu av skipinum.
P/F Eysturoy eigur og
rekur frammanundan línu-
skipið, Eysturoying, og
reiðari er Jóhannus Olsen,
sum eisini er stjóri hjá P/F
Snodd, sum júst hevur bygt
nýtt fiskavirki á havnalagn-
um á Toftum.
Manningin fylgir
skipinum
Jóhannus sigur, at skipari
og manning fylgja við Sig-
mundi, og tað er hann stak
væl nøgdur við, tí línu-
skipið hevur roynst framúr
seinastu árini.
- Tað er ikki av ongum, at
tað hevur gingið so væl.
Skipari og manning hava
virkuliga verið ófør, sigur
reiðarin.
Sigmundur verður rikin á
sama hátt sum framman-
undan, og veiðan verður
seld, har mest fæst fyri
hana.
Reiðarin vísir á, at tað
lutfalsliga er bíligari at reka
tvey skip enn bara tað eina.
Spurdur, um P/F Eyst-
uroy hyggur seg um eftir
fleiri skipum, sigur hann, at
tað er ikki óhugsandi, at
okkurt skip kemur aftrat
sum frá líður.
- Men tað fer tíðin at
vísa, leggur Jóhannus Ol-
sen aftrat.
Keypsprísin vil reiðarin
ikki upplýsa.
Sigmundur er nú skrásettur á Toftum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Mánadagin landaðu djúp-
vatnstrolararnir, Niels Pauli
og
Phoenix,
tilsamans
460.000 pund av blálongu
og kongafiski á Tvøroyri.
Niels Pauli hevði 200.000
pund, meginparturin blá-
longa og kongafiskur, og
Phoenix hevði 260.000
pund av blálongu.
Bjarni Hansen, virkis-
leiðari á Fiskavirking á
Tvøroyri, sigur, at onnur
virkir kring landið keyptu
blálonguna, sum verður
saltað.
Á Tvøroyri hava tey
kortini úr at gera og hava
arbeitt yvir hvørt kvøld
hesa vikuna.
- Vit hava keypt fisk frá
eitt nú Váðasteini, Jaspis
og Ametyst, og her er
serliga talan um hýsu og
tosk, sigur Bjarni.
Yvirtíð
Á Fiskavirking á Tvøroyri
keyptu tey eisini nakað av
veiðini hjá Niels Paula og
Phoenix.
- Vit hava arbeitt hvørt
kvøld hesa vikuna til kl. 19
og 20 fyri at fáa fiskin und-
an fyri páskahøgtíðina.
Spurdur, hvussu hann
væntar, at dagarnir beint
eftir páskir verða, sigur
Bjarni Hansen, at hann
væntar onkra landing longu
týsdagin eftir páskir.
- Vit arbeiða hvønn dag,
og vit vænta eisini, at boð
verða eftir arbeiðsfólkinum
longu 3. páskadag, sigur
virkisleiðarin.
Niels Pauli
og Phoenix
við nógvari
blálongu
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á Fiskavirking í Saltangará
verður páskafrítíðin ikki
longur, enn hon eigur at
verða.
Jason Johannesen, virkis-
leiðari, sigur, at týsdagin
eftir páskir fara teir at landa
partrolararnar, Jaspis og
Ametyst. Helst koma teir
inn beint fyri páskir.
Trolararnir byrjaðu at
fiska fyrst í hesi vikuni, og
mikudagin høvdu teir 1500
kassar tilsamans.
Á Fiskavirking í Salt-
angará landaðu teir Vest-
menning mánadagin. Teir
høvdu stívliga 200.000
pund, harav 140.000 var
upsi.
Virkisleiðarin sigur, at
tey byrjaðu at arbeiða kl. 7
týsdagin og mikudagin fyri
at verða eitt sindur fyrr
liðug mikudagin.
- Tað eru bara tríggir
arbeiðsdagar í hesi vikuni,
og eg vil siga, at vit hava
havt so passaligt at gera.
Væntandi fingu arbeiðs-
fólkini
páskafrí
tíðliga
seinnapartin mikudagin.
Smáur upsi
Jason sigur, at upsin hevur
verið smærri enn vanligt í
februar og mars.
- Vit plaga altíð at fáa
nakað av stórum upsa hesa
tíðina, men soleiðis hevur
ikki verið í vár. Upsin hev-
ur alla tíðina verið smáur,
eisini í gýtingartíðini.
Hann sigur, at vanligt
plagdi at vera, at ein partur
av upsanum var ov stórur
hesa tíðina av árinum.
- Tað er ivaleyst gott, at
nógvur smáur upsi er til,
men tað undrar, at so lítið
er av stórum gýtingarfiski,
sigur Jason Johannesen.
Jaspis og Ametyst landa í Saltangará 3. páskadag
Hesa vikuna hevur Smyril
Line og Shetland Island
Tourism, sum er ferðaráðið
í Hetlandi, stóra sølu-
framsýning á Torginum í
SMS.
Eftir – enn ein – myrkan
og kaldan vetur nærkast
tíðin, har dagarnir leingjast,
og veðrið gerst betur. Og
tað er somuleiðis tíðin, tá
mong av okkum leggja ætl-
anir fyri summari sum
nærkast. Summi velja at
verða verandi heima í Før-
oyum, meðan onnur velja at
fara til uttanlands at halda
summarfrí. Eru møguleik-
arnir
nógvir
at
halda
summarfrí í Føroyum, so
eru teir ikki færri í útland-
inum. Og her er Smyril
Line helst tann ferða-
mannastovan, sum kann
bjóða flest møguleikar.
-Í Føroyum hava teir
Norðlýsi, sum kann sigla
teg og onnur runt ímillum
okkara vøkru oyggjar. Teir
hava Hotel Føroyar og
Vallarheimið við Oyggjar-
vegin, og afturat hesum
kunnu teir hjálpa tær við at
finna gistingarmøguleikar
aðrastaðni í Føroyum. Um-
framt gistingarmøguleik-
um, skipa teir fyri alskyns
gongutúrum ymsastaðni í
Føroyum við staðkendum
ferðaleiðarum.
-At flyta teg til útlandið
hava teir Norrønu, sum
komandi ár verður skift út
við eina nýggja og sera
stásiliga Norrønu. Men
sum ferðamannastova kann
Smyril Line eisini syrgja
fyri, at tú kemur loftvegis
til útlandið, tí teir selja
eisini flogferðaseðlar.
Á Torginum í SMS fer
Smyril Line at leggja dent á
allar hesar ferðamøguleik-
arnar, og nógv afturat. Tó
verður
serligur
dentur
lagdur á útlandið.
–Danland, Euro Disney,
Miðjarahavið og annars
hópin av øðrum ferðastøð-
um. Til tey ungu eru ferðir-
nar hjá ”ung rejs” serliga
vælumtóktar.
Tá gongur leiðin serliga
til Miðjarahavið, eitt nú
Ibisa og annars ferðastøð
á sponsku sóloyggjunum.
Eisini
verður
dentur
lagdur á ferðamøguleikar í
Hetlandi. Í hesum samband
er eitt umboð frá het-
lendska ferðaráðnum, Shet-
land Islands Tourism, á
Torginum.
Í samband við sølufram-
sýningina hevur Smyril
Line nøkur tilboð dagarnar
søluframsýningin er opin í
SMS. Vitjað Torgið í SMS,
og avgerð tína summarfrí-
tíð!
Vit síggjast í SMS!
Smyril Line sýnir fram í SMS
Strandferðslan hevur
gjørt avtalu við Est-
lendska Reiðaríið
Saaremaa Shipping
Company Ldt. um
leigu av ferjuni
Scaniu í knappar tveir
mánaðir. Ferjan skal
avloysa Dúgvuna og
Smyril, sum skulu til
árligt eftirlit
STRANDFERÐSLAN
Ragnhild & Solby
Klaksvík:
Ætlanin er, at Scania skal
sigla um Leirvíksfjørð frá
3. apríl og umleið fýra vik-
ur fram. Og síðani fer hon
at røkja siglingina um Suð-
uroyarfjørð í umleið tvær
vikur.
Scania verður væntandi í
Føroyum leygardagin 30.
mars.
Poul Jákup Thomsen,
ferðafólkaflutningsleiðari á
Strandferðsluni, sigur, at
tað er sera torført at finna
skip at leiga til styttri tíðar-
skeið. Eisini er tað torført
at finna skip, sum hóska til
atløguviðurskiftini her á
landi.
Scania fer at sigla millum
Klaksvík og Fuglafjørð.
- Ferjan er vælegnað til
Leirvískfjarðarleiðina, sig-
ur Poul Jákup Thomsen,
sum samstundis vísir á, at
Strandferðslan veit, at hon
ikki er so vælegnað til Suð-
uroyarsiglingina.
- Vit valdu kortini at taka
Scaniu til hesu rutuna
eisini, tí hin møguleikin er
stutt sagt ongin sigling, og
tað kann ikki bera til.
Strandferðslan hevur bið-
ið um loyvi at keypa eitt av-
loysaraskip, men Lands-
stýrið hevur ikki heimilda
hesum enn, sigur Poul Ják-
up Thomsen.
Tað er nú umleið eitt ár,
síðani Scania var her sein-
ast. Poul Jákup sigur, at
norðoyingar eru væl nøgdir
við Scaniu, tí hon tekur
fleiri bilar og ferðafólk enn
Dúgvan. Harvið slepst so
gott sum undan bíðitíðini,
sum altíð er.
Scania tekur 180 ferða-
fólk og 80 persónsakfør.
- Ár 2002 skal verða
árið, har tænastan
verður sett í hásætið.
Hetta sigur Poul
Jákup Thomsen,
ferðafólkaflutnings-
leiðari hjá
Strandfaraskipum
Landsins
STRANDFERÐSLAN
Ragnhild & Solby
Um hálvan apríl mánaða
bjóða
Strandfaraskip
Landsins
eina
nýggja
heimasíðu
út
til
við-
skiftafólkini at nýta.
Á hesu heimasíðu kann
ein millum annað verða
kunnaður um broytingar á
farleiðum hjá Strandferðsl-
uni umvegis sms-boð á far-
telefonini.
Tú fert inn á heimasíðuna
og teknar teg til tær far-
leiðir, tú dagliga nýtir. Um
so eitt nú Dúgvan ikki sigl-
ur, ella siglur á Fuglafjørð,
so fært tú eini sms-boð,
sum gera vart við hesa
broyting. Hendan tænastan
verður ókeypis hjá við-
skiftafólkunum at nýta.
Á henda hátt sleppur
brúkarin undan óvissuni.
Tað er ikki altíð, at tað er
gjørligt at lýsa so væl, at
broytingar eru í ferðaætl-
anini.
-
Men
boðtænastan
skuldi bøtt munandi um
hendan trupulleika, sigur
Poul Jákup Thomsen.
Eisini fært tú betri upp-
lýsningar um, hvussu tú á
lættasta hátt kanst koma til
tey ymsu støðini í land-
inum.
Um tú til dømis ynskir at
sleppa til Fugloyar, so sært
tú inni á heimasíðuni,
hvussu allir bussar og bátar
ferðast, sum tú hevur fyri
neyðini til tess at koma til
Fugloyar. Óansæð hvar í
landinum, tú ert staddur.
Poul Jákup Thomsen sig-
ur, at 2002 er árið, har við-
skiftafólki
merkir,
at
Strandfaraskip Landsins er
til fyri tey. Eisini er hetta
árið, har tænastan verður
lyft upp á eitt hægri støði.
Afturat
hesum
hevur
Strandfaraskip
Landsins
eisini ætlanir um at betra
viðurskiftini
umborð
á
skipunum, sum dagliga
verða nýtt. Millum annað
skulu allar gardinur og øll
teppini skiftast út í nærm-
astu framtíð.
Scania aftur loysa Dúgvuna
av
Strandfaraskip Landsins:
Bjóðar nýggjar tænastur
Vit hava hitt nøkur
fólk á gøtuni fyri at
fregnast um, hvat
tey halda um nýggju
boðtænastuna hjá
Strandferðsluni
FÓLK Á GØTUNI
Ragnhild & Solby
Jan Gardar, deildar-
leiðari
Hetta er ein super tæn-
asta, um hon vælsagtans
kemur at virka. Sum er,
hevur ein onga hóming
av, nær Dúgvan er seink-
að ella avlýst, ella um
hon møguliga siglur á
Fuglafjørð.
Avlýsingar verða lýstar
alt ov illa, og tí er torført
at fylgja við.
Men eg fari avgjørt at
melda
meg
til
hesa
nýggju tænastuna.
Anna Múller Jacobsen,
Sparikassakvinna
Eitt smart og gott hug-
skot, sum eg sjálv uttan
iva fari at brúka.
Broytingar í ferðaætl-
anini verða í løtuni alt ov
illa lýstar. Onkuntíð havi
eg koyrt úr Havnini til
Leirvíkar, men tá eg so
eri komin vegin fram, so
fái eg at vita, at Dúgvan
siglur av Fulgjafirði. Tað
er alvorliga ræst.
Annars eri eg eisini
glað fyri, at Scania kemur
aftur at sigla. Hon tekur
nógv fleiri bilar, og av tí
sama sleppa øll sum oft-
ast við.
Men hon kundi gott
gjørt nakrar seinni túrar
eisini, tað hava vit brúk
fyri her norðuri.
Hákun Dam,
tryggingarráðgevi
Hetta ljóðar alletiders.
Sum er fara alt ov nógvar
broytingar fram, uttan ein
veit av nøkrum, og tað er
ov vánaligt.
Onkuntíð havi eg bíða í
hálvannan
tíma
eftir
Dúgvuni á Fuglafirði, og
tað er gyseligt.
Sjálvur komi eg vænt-
andi at gera nógv brúk av
Strandferðsluni móti vár-
inum, so eg fari helst at
melda meg til hesa tæn-
astu.
Anna Maria Joensen,
bókhaldari
Boðtænastan ljóðar sum
eitt sera gott hugskot,
men átti í veruleikanum
at verið komin fyri lang-
ari tíð síðan.
Sum er, verða broyting-
ar lýstar alt ov illa í fjøl-
miðlunum, og torført er
at fylgja við.
Annars haldi eg, at um-
støðurnar hjá illa gongd-
um fólki eru ræðuligar
umborð á Dúgvuni, so
hetta skuldu teir avgjørt
eisini gjørt okkurt við.
Hvat halda tit
C
M
Y
K
9
8