hósdagur 28. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 61 - 28. mars 2002
Nr. 61 - 28. mars 2002
13
VALGREINAR
Verulig vælferð
í egnum landi
Jógvan Arge
Valevni Tjóðveldis-
floksins í Suðurstreymi
Rættilig vend er komin í
føroyska búskapin hesi
seinastu fýra árini, með-
an tjóðveldisflokkurin
hevur umsitið búskapar-
politikkin.
Tá samgongan legði
til brots í 1998, var sam-
felagið niðurpínt og
ongin kós hómaðist úr
óførinum. Nú eru mong
høvuðsmál
loyst
og
hyggjast kann aftur á ein
næstan óhoyrdan fram-
burð.
Neyvan
nakrantíð
hevur eitt samfelag reist
seg so skjótt úr øskuni
og hevur skapt so nógv
virðir, sum Føroya fólk
hevur gjørt seinastu fýra
árini.
Stórt avlop hevur ver-
ið á fíggjarlógini. Skuld
er goldin niður. Blokk-
urin er lítið brúktur.
Spart er upp í lands-
bankanum. Samstundis
er játtanin til almanna-
og heilsumál hækkað
meir enn 400 mió kr.
Fólkapensjónin
er
hækkað munandi meir
enn nakrantíð áður. Ein
føroyskur fólkapensjon-
istur, sum ikki hevur
aðra inntøku, fær í dag
1700 kr. meir um mán-
aðin, enn hann fekk fyri
fýra árum síðani.
Fyritíðarpensjónin er
hækkað nógv og verður
nú
prístalsviðgjørd.
Barnafrádátturin
er
hækkaður. Bøtt er mun-
andi um skattaviður-
skiftini hjá pensjon-
istum. Og sum heild eru
veittar 150 mió kr. í
skattalætta.
Munandi størri partur
av fíggjarlógini fer eisini
til almannamál, heilsu-
mál, mentamál og út-
búgving. Í 1990 fóru 55
% til hesi mál. Nú um-
boða tey 64% av fíggj-
arlógini.
Hetta vóru alt stig á
leiðini. Búskapurin er
nú førur fyri at taka upp
á seg rættiligar batar á
øllum trivnaðarøkinum.
Okkara stevna er, at
eldrarøkt, dagsstovnar
og bústaðir skula gerast
ein rættur hjá øllum
føroyingum. Vit vilja
loysa hesi málini í semj-
um millum landið og
kommunurnar.
Tann akutta tørvin á
eldrarøkt vilja vit virka
fyri at nøkta eftir fýra
árum. Vit virka sam-
stundis fyri, at eftir átta
árum kann trygd veitast
fyri plássi á sambýli ella
røktarheimi eitt ár eftir
at søkt er um pláss.
Vit vilja virka fyri at
longja barsilsskipanina
til farloyvi í eitt ár, sum
arbeiðsmarknaðurin
fíggjar, og virka fyri, at
børn hava trygd fyri
ansing eftir eitt ár.
Vit vilja virka fyri, at
lógin
um
Húsaláns-
grunnin verður broytt,
so hann kann taka stig til
og fíggja alternativa
íbúðarbygging í sam-
starvi við kommunurnar
Tjóðveldisflokkurin
vil eisini við lóg stað-
festa rættindini hjá fólki
við skerdum førleika.
Nógv er komið á
skaftið og meir liggur í
kortunum, hóast and-
støðan vil vera við, at
samfelagið er í sori.
Hennara
júkan
um
ómegd
og
dómadag
byggir onki land.
Okkara sannføring er,
at veruligar loysnir á
trivnaðarmálunum eru
fortreytir fyri, at vinnu-
lívið heldur fram at
mennast og at búskap-
urin heldur fram at
vaksa.
Verulig vælferð bygg-
ir á okkara egnu fram-
leiðslu og okkara egna
tilfeingi. Hon er ein
rættur hjá hvørjum ein-
støkum. Ikki ein ol-
mussa frá øðrum.
Vel
tí
Tjóðveldis-
flokkin á valdegnum. Tá
fær tín atkvøða veruliga
ávirkan.
Fríðálvur Jensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymi
Tá tey, sum hava lagt alla
sína orku í samfelagið, og
gerandisdagurin hjá teim-
um líður móti kvøldi, skulu
tey hava møguleika fyri at
velja, um tey ynskja at
búgva í húsunum - ella at
fara í eina hóskandi íbúð
Sambandsflokkurin hev-
ur ta stevnu, at tey eldru
skulu hava møguleikan at
búgva í egnum húsum.
Eisini skal tað miðjast
fram ímóti at gevu teimum
eldru ein valmøguleika, við
at leggja ein bústaðarpoli-
tikk tilrættis, soleiðis at
møguleiki er fyri at fara úr
húsunum í eina íbúð, sum
hóskar betur til gerandis-
dagin.
Tey eldru skulu hava møguleika
at velja sær bústað
Eyðólv Dimon
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Javnaðarflokkurin bindir
seg til at skapa í minsta lagi
50 vard størv komandi fýra
árini. Vit fara at seta
viðurskiftini hjá fólki við
skerdum førleika aftur á
dagsskrá, eftir at hesi ikki
eru raðfest politiskt seinnu
árini. Øll hava rætt til eitt
virkið lív, eisini teir før-
oyingar, sum eru verri fyri
at fáa arbeiði, tí teir hava
eitt brek at stríðast við.
Brekið ger, at tann við
skerdum førleika, ikki er á
jøvnum fóti við aðrar um-
søkjarar, tá hann fer at leita
eftir arbeiði. Tí er hetta ein
samfelagstrupulleiki, sum
má takast upp. Eg havi í
eini aðrari viðmerking víst
á, at tað almenna hevur,
sambært forsorgarlógini,
skyldu at hjálpa teimum,
sum ikki eru før fyri at
klára seg sjálvi. Tíverri
sigur lógin ikki nóg greitt,
hvat slag av hjálp tann
einstaki hevur rætt til, og tí
er tað í fleiri førum upp til
politiska myndugleikan at
gera av, hvør hjálpin skal
vera. Farnu árini hava víst,
at hetta er ikki nóg gott.
Arbeiðsmarknaðurin skal
gerast rúmsáttari
Arbeiðsmarknaðurin skal
gerast rúmsáttari, og tá
eigur landskassin at við-
virka, so at føroyingar við
brekið eisini kunnu fáa eitt
virki lív. Hetta má gerast
so, at landskassin er við til
at fíggja part av lønini, har
brekið avmarkar arbeiðs-
førið hjá løntakaranum. Tí
tað er als ikki so, at ar-
beiðsføri altíð er niðursett,
hóast ein er brekaður. Sum
dømi kundi verði nevnt, at
blind eru fullfør at sita í
móttøkuni og taka tele-
fonina. Tað er neyvan nakar
ivi um, at eitt betri skipað
uppsøkjandi arbeiði hevði
bøtt um støðuna, so fleiri
komu á arbeiðsmarknaðin,
men onkur má stinga út í
kortið, so hetta verður
gjørt.
30 nýggj búpláss
Javnaðarflokkurin
hevur
sett sær fyri at útvega 30
nýggj búpláss, til fólk við
breki, komandi fýra árini .
Sitandi samgonga skírir út-
spæl Javnaðarfloksins fyri
ábyrgdarleysan útgjaringar-
politikk. Men útrokningar
vísa, at hetta fer at kosta
uml 24 mio. kr., og at
samlaði kostnaðurin av
valskránni »Fólkið Fyrst«
verður 116 mio.kr. netto
fyri landskassan. So tað er
als ikki av peningaligum
ávum, at landskassin, sum
hevur havt fleiri hundrað
mio.kr. í yvirskoti seinastu
fýra árini, ikki hevur gjørt
nakað fyri okkara lands-
menn við skerdum førleika.
Ein kundi vent málinum á
og sagt, at við einum poli-
tikki, sum hevur bygt á
hugtakið "Survival of the
fittest", hevur samgongan
skapt eyka yvirskot í lands-
kassanum. Hetta yvirskot
er sett í Landsbankan at
brúka til annað endamál.
Thomas Arabo
Ongantíð fyrr hava vit gjørt
hetta og ongantíð fyrr hava
vit gjørt hatta. Hetta er í
stuttum boðskapurin hjá
formanni Tjóðveldisflok-
sins. Hann pástendur í
allari beskeðinheit, at ong-
antíð eru skapt so nógv
sosial framstig sum undir
sitandi
samgongu. Tað
kemur kanska óvart á
onkran, men fólkapen-
siónin, forsorgarlógin og
ALS skipanin vóru gjøg-
numførdar fyr nógvum
árum síðani uttan nakran
Høgna Hoydal.
Blívu postkassarnir bláir
av sær sjálvum?
Heimsuppfatanin hjá for-
manni Tjóðveldisfloksins
er í stuttum tann, at einki
gott er hent millum 1948 og
1998. Tey framstig sum eru
hend mugu verða komin av
sær sjálvum, meðan alt tað
ringa hevur heimastýris-
lógin skyldina av. Ein sera
einføld
heimsuppfatan,
sum man tíverri roynir at
trútta niður í ungdómin.
Tað eru ikki meira enn 30
ár síðani, vit høvdu reyðar
postkassar og at hvør
kvistur á einari skúlatekn-
ing skuldi til ríkisumboðið
til góðkenningar. Hetta er
ikki støðan longur. Hví
man
tað
vera
Høgni
Hoydal? Er hetta hent av
sær sjálvum?
Ongantíð fyrr er so lítið
hent sum nú
Refusiónsskipanin varð av-
skaffað, og vit fingu blokk-
stuðul fyri minni enn 15
árum síðani. Hví hendi
hetta? Tað kann eg fortelja
Høgna Hoydal. Ein støðug
sjálvstýristilgongd er farin
fram í samfelagnum sein-
astu 30 árini. Ongantíð fyrr
er so lítið hent á sjálv-
stýrisleið, sum undir sitandi
samgongu. Gamaní, vit
fingu eina hvíta bók, men
at kalla tað eitt sjeymílafet
á sjálvstýrisleið er í so nógv
gjørt av.
50 nýggj vard størv komandi fýra árini
Var hjólið yvirhøvur uppfunnið,
áðrenn Høgni kom til?
Jákup Lindenskov
Síðan
Javnaðarflokkurin
gjørdi seg galdandi í poli-
tikki, hevur fremsta málið
verið at stuðla vinnandi
fjøldini, og hevur tað ligið
fremst at leggja haldgott
grundarlag undir sosialu
viðurskiftini í samfelag-
num.
Tað hevur kostað hart
stríð og mangan tungan
mótbyrð frá hinum polit-
isku flokkunum. Tað er so
ein søga, sum í dag stendur
mongum kám og mestsum
verður duld í gloymsku.
Harðvunnu rættindini skulu
helst tigast burtur og ístaðin
verða
føgur
frælsisorð
spunnin; tey sosialu rætt-
indindini, vit vunnu í sam-
vinnu og í semju við danir
fáa valla ljóð í dag, ja tað er
næstan so, at tað má ikki
sigast.
Spell, at meira er ikki
gjørt burturúr at siga frá
søgu Javnaðarfloksins, siga
ungdóminum
frá
stóru
stigunum, tikin vórðu, fyri
at fremja mansømilig kor á
so mongum samfelagsøkj-
um.
Í 60’unum og 70’unum
var umfatandi nútímans-
gerð av heilsu- og sjúkhús-
verkinum framd. Vit vóru í
teirri støðu tá, at týðandi
partar av allari sjúku-
viðgerð, læknaviðgerð, ikki
fekst í Føroyum. Nógvir
føroyingar máttu av land-
inum, ikki so fáir med alla.
Hesa støðu vildi Javn-
aðarflokkurin broyta, og
tað hendi eisini.
Tað var ein av fremstu
uppgávunum hjá landsstýr-
inum, sum tók við í 1959,
og tað gav úrslit.
Við Javnaðarflokkinum
sum leiðandi flokki í
landsstýri og á tingi fingu
vit reiðiliga gongd á nú-
tímansgerðina av samfelag-
num – fingu heimildir og
fingu
peningaorku,
og
møguligt varð at fremja
stóru sosialu og heilsuligu
frambrotini.
Í dag er tað ljótt at nevna
orðið samvinnu og at vinna
sømdir fyri land og fólk,
tað má ikki vera við dansk-
ari hjálp.
Landsjúkrahúsið
varð
víðkað, nútímansgjørt –
sálarsjúkrahúsið varð bygt.
Vit fingu andveikraforsorg-
ina at byggja í Føroyum og
fasta fígging til útbygging
av ellis- og røktarheimum,
at vit so hvørt samfelagið
broyttist og arbeiðslagið
kravdi tað, fingu neyðugu
loysnirnar.
Í dag er næstan alt hetta
niðurslitið, og myndug-
leikar okkara hava ført
okkum djúpt í afturhond,
givið avkall uppá fíggjar-
orku, sum vildi bjarga
okkum virðilig kor á hesum
økjum.
Áhaldandi stríð
Aðalspurningurin er fram-
vegis fígging. Uttan pening
gertst so lítið.
Uttan fastar íløgur frá
stati/landi, bar illa til at seta
nakað í verk. Vit loystu
hesi mál tá, og nú hava vit
givið avkall langt áramál til
at kunna bøta um tað
nógva, sum er komið í
afturhond.
Ein flokkur vildi vinna
føroyingum betri sømdir og
hevði dirvi til at stríðast
fyri hesum málsetningi.
Hóast tú meira enn so
hoyrdi háðandi røddir frá
øðrum flokkum, at hatta
ikki fekst í lag, so gekk
kortini, tí Javnaðarflokk-
urin gavst ikki á hondum.
190-miljónaætlanin og 60
miljónagrunnurin
Javnaðarflokkurin
legði
fyri við søguliga 190-
miljónapláninum um út-
bygging av samfelagnum
og við tí so ofta umrødda
60 miljónagrunninum.
Ein lógfesting av grunni,
sum serliga skuldi fáa
pening til bygging av ellis-
og røktarheimum. Fyrsta
heimið við hesi fígging var
heimið í Vágunum. So var
føst raðseting sett, og ellis-
og røktarheim vórðu bygd
1) í Suðri, 2) Norðoyum, 3)
Eysturoy.
Vit vistu, at peningur fór
ikki at røkka víðari, og
broyttu íløguna frá 2 til 4%.
Umframt nevndu raðfylgju
varð játtað útbygging av
ellisheiminum í Havn, sum
var tikið í brúk síðst í
sjeytiárunum.
Fólkapensjónin
Týdningarmesta málið hjá
Javnaðarflokkinum
var
fólkapensjónin. Í dag sær
út, sum allir flokkar eiga
æruna av hesum máli.
Øðrvísi var, tá Javnaðar-
flokkurin reisti málið í
1957.
Í samrøðu, sum Sosial-
urin hevði við J. Fr. Øre-
gaard, tá hann í 1978 legði
frá sær sum tingmaður,
sigur hann soleiðis:
»Eitt annað mál, sum
Javnaðarflokkurin
hevur
lagt alstóran dent á, var
fremjanin av fólkapensjón-
ini.
Í dag sær út, sum allir
eiga æruna av hesum.
Øðrvísi var, tá vit tosaðu
um fólkapensjónina á sinni.
Frá 1950-1958 vóru vit í
andstøðu, og tað var ikki
alt, ein flokkur í andstøðu
fær framt. Vit høvdu hesi
árini ein hóp av ymiskum
uppskotum, men tað var so
langt frá, alt varð samtykt.
Soleiðis eisini við upp-
skotinum um fólkapensjón,
sum vit løgdu fram fyrstu
ferð í 1957.
Vit fingu ikki uppskotið
ígjøgum. Bert ein sam-
bandsmaður atkvøddi fyri
okkara uppskoti. (G. L.
Samuelsen, sáli, júst tá
varamaður á tingi).
Men eftir valið í 1958
fóru vit í samgongu við
Sjálvstýrisflokkin og Sam-
bandsflokkin, og varð tá
tingast um, eins og nú,
hvørji mál hvør flokkur
vildi hava framt.
Fyri javnaðarflokkin var
tað avgerandi at fáa fólka-
pensjónina framda tá, og
tingast varð um, hvat skuldi
standa ovast í setningi sam-
gongurnar. Vit vildu hava
fólkapensjónina fyrst á
skránna, meðan sambands-
menn fyrst vildu hava
útbygging av vinnulívinum.
Vit samdust so um at seta
hesi bæði javnt.
Nú sigur tú, at allir vildu
taka sær æruna av fólka-
pensjónini. Rætt er tað, at í
aðru syftu atkvøddu allir
fyri henni, men tann, sum
kom við uppskotinum og
kravinum, var Javnaðar-
flokkurin. Tað skerst ikki
burtur.«
Peningaorka avgerandi
Javnaðarflokkurin
hevur
ongantíð smæðst burtur, tá
tað ráddi um at fáa til vega
peningaorkuna, um røkkast
skuldi á mál.
Flokkurin stóð óræddur,
hóast aðrir hoknaðu, tí teir
tordu ikki at viðganga, at
vit røkka ikki øllum málum
uttan í samvinnu við ríkis-
myndugleikarnar.
Tað er meira enn hættis-
ligt fyri framtíðina, verða
vit so hástórir, at vit einki
gera, tí vit mugu ikki
standa undir liðini á teim-
um, sum vilja samvinna á
ríkisleið. Úrslitið av hesum
politikki fer at enda í kaos.
Fráfarandi
landsstýri
hevur ført okkum í óføri,
sum fer at tarna framburði
og menning samfelagsins
langt áramál.
Og tí fara livikorini hjá
fólki at versna.
Komandi valdagur 30.
apríl er lagnudagurin, har
gongdin kann vendast aftur.
Flokkurin, sum avgjørdur
kravdi
fólkapensjónina
framda í 1959, kann lyfta
hetta niðursmokkaða mál
upp aftur á mannsømiligt
støði.
VALGREINAR
Tyrluflúgving
og útoyggjar
Tummas Frank
Joensen
valevni Javnaðarflok-
sins í Sandoyar valdømi
Nú skal alt broytast við
tyrluflúgving
til
út-
oyggjarnar.
Sitandi
landsstýrið setti sær fyri,
at útoyggjarnar skuldu
mennast aftur á tann
hátt, at teimum skuldi
gevast eins góð kor og
øðrum borgarum í land-
inum. Rutusambandið
skuldi bøtast og tyrlu-
flúgving
verða
tvær
ferðir um dagin onkrar
dagar í vikuni.
Hetta vóru góð tíðindi
fyri útoyggjafólk, men
nú um dagarnar bar so
útvarpið tey tíðindi, at
ikki skuldi játtast meiri
pengar til hesa flúgving.
Tað sama ella kanska
færri pengar skulu játt-
ast, og er hetta eitt vón-
brot
fyri
okkum
í
Skúgvi. Her er tyrlan
nógv brúkt, og fólk eru
ógvuliga glað fyri tyrl-
una. Skúvoy saman við
Dímun ynskja, at tyrlan
fer aftur at flúgva upp á
Suðuroynna sunnudagar,
sum hon fleyg at byrja
við, ta ið henda ruta varð
startað.
Kemur Javnaðarflokk-
urin aftur í stjórn land-
sins, vil hann virka fyri,
at hetta verður veruleiki
aftur. Eisini vil flokk-
urin virka fyri at gera
bátahylin í Skúvoy nýtu-
ligan til bátar longst
møguligt av árinum.
Møguleikar skulu gerast
fyri, at Sildberin kann
nýta bátahavnina. Her
mugu streym- og aldu-
mátingar gerast beinan-
vegin.
Vegir mugu gerast fyri
arbeiðsplássum, sum t.
d. smoltstøð og til eini
hús, har allur fenaður,
sum oyggin gevur, kann
hagreiðast og frystast.
Ferðavinnan
kann
eisini gerast eitt ískoyti
til dagligdagin, eisini
má flutningurin av olju
broytast og sleppast av
við tunnurnar. Oljan
kann
verða
pumpað
gjøgnum rørleiðinga til
hvørt einkult hús. Hetta
vilja vit fremja í verki.
Skúvoyingar, Dímun-
ingar og Sandoyggjar-
fólk! Latið okkum aftur
í felag seta ein javnaðar-
mann á løgting.
Versnað livikor við beinskerdari ríkisveiting
Páll Poulsen
Tey ungu, sum nú fara á val
fyri fyrstu ferð, noyðast at
taka støðu til hvørja leið
føroyingar skulu velja at
halda – tað sonevnda frælsi
hjá teimum loysingarsinn-
aðu, ella tað frælsi, sum
samríkisflokkurin
Sam-
bandsflokkurin vil arbeiða
fyri.
Tað frælsi, sum loysing-
arflokkanir røða um, kann
lættliga gerðast eitt frælsi
fyri tey fáu vælbjargaðu í
samfelagnum, og fyri øll
hini eitt rættuliga svangligt
frælsi. Tí um vit brádliga
kvetta aldargamla og frælsa
sambandi við Danmark, so
kunnu vit lættliga gerðast
trælir hjá einum øðrum
norðurlendskum ríki, um á
stendur. Her verða treytir-
nar ikki so frælsar, sum
innan ríkisfelagsskapin.
Hjá sambandsflokkinum
er "frælsi" ikki bara eitt
háfloygt nationalromantiskt
hugskot, men her verður
lagdur dentur á at menna
ein frælsan og mergjaðan
ungdóm, sum virður og
elskar fosturlandið, og sum
fær høvi til sjálvur at velja
framtíð sína innan verðandi
karmar, í skúlagangi, øllum
vinnugreinum og møgu-
leikum at seta føtur undir
egið borð.
Loysingarfólkini fara
eisini at fyrigykla tykkum,
sum nú skulu atkvøða fyri
fyrstu ferð, at framhalds-
lesturin hjá føroyingum er
ikki í vanda, um loysingin
verður ein veruleiki, tí
Norðurlond
hava
gjørt
sínamillum avtalu um at
taka móti lesandi frá hvørj-
um øðrum.
Men, longu nú eru danir
farnir at tátta í, tí hópur av
ungdómi úr hinum Norð-
urlondunum leitar sær til
Danmarkar at lesa, tí
umstøðurnar har eru so
góðar, og taka soleiðis
lestraplássini frá donskum
ungdómum. Sum er, eru
kvoturnar
fyri
norður-
lendskum lesandi innan
læknavísund
munandi
minkaðar, og hvat verður
tað næsta?
Verður
loysingin
ein
veruleiki, eiga føroyingar
ikki at rokna sær sersømdir
í danska ríkinum, tá verða
Føroyar viðfarnar á jøvnum
føti við hini Norðurlond,
júst sum loysingarfólkini
hava ynskt. Og tá livistøði
í Føroyum er komið á botn
aftaná loysingina, fara fáir
ella ongir føroyskir ung-
dómar at hava ráð til at lesa
í Danmark ella hinum
grannalondunum.
Frælsi? Hvat fyri Frælsi?
Ynskir tú at missa frælsi títt
til at velja skúla í ríkinum ?
Ynskir tú eitt frælsi, sum
enn bara er heilaspuni hjá
loysingarfólkinum? Ella
ynskir tú eitt roynt frælsi
innan heimsins frælsastu
karmar? Um so er, vel
SAMBANDSFLOKKIN!
Frælsi? Hvat fyri frælsi?
C
M
Y
K
13
12