Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 28. mars 2002 15 Jóannes Eidesgaard Formaður Javnaðarfloksins Fólkaflokkurin hevur í valskránni lagt upp til bíligar loysnir í ellis- og røktarspurninginum. Hetta er ein álvarsamar spurn- ingur, sum øll, ið vilja teimum gomlu væl eiga at hugsa álvarsliga um. Tað er øllum greitt, at eldraøkið fer at tyngja almennu fíggj- arlógirnar meira og meira í framtíðini. Vit gerast fleiri og fleiri gomul, altmeðan færri og færri verða at uppi- halda tí vaksandi fjøld av eldri fólki í samfelagnum. Samstundis verður støðugt staðfest, at røktarsjúkling- arnir gerast tyngri og tyngri at røkja. Tað er freistandi at taka undir við eini bíligari loysn á ellis- og røktarspurn- inginum, men vit fara at ávara ímóti at fella fyri freistingini. Hví gera vit tað? Jú, tí her er talan um ein spurning um dygd ella discount. Vit gerast øll gomul, og øll ynskja vit góða røkt og umsorgan, tá tann dagur kemur, at vit ikki eru sjalvhjálpin meira. Vit kunnu og eiga ikki at bjóða okkara gomlu eina røkt, sum vit ikki kundu hugsað okkum at bjóða okkum sjálvum. Tað er væl møguligt, at eldrasambýli eru ein loysn fyri nøkur fólk, men fyri røktar- sjúklingar eru eldrasambýli ikki hóskandi. Her eigur at verða havt í huga, at fólk á sambýli kunnu gerast røktarsjúklingar frá einum degi til annan. Tað er ein mannarættur at fáa góða røkt og umsorgan, tá ein er vorðin gamal og ikki longur er sjálvhjálpin. Eitthvørt samfelag verður mett eftir, hvussu tað fer við sínum børnum og sín- um gomlu. Vit eiga tí at vera á varðhaldi og ikki loypa á leistum erftir bílig- um slagorðum um bíligar loysnir. Bíligar losynir á eldraøkinum gerast sum frá líður ósømiligar loysnir. Bíligar loysnir á barnaøk- inum kunnu sum frá líður gerast sera dýrar loysnir. Tað ræður tí um, at politisku flokkarnir ikki fella fyri discountloysnum, men velja dygdargóðar loysnir, ið eru okkum øllum til sóma og brúkarunum til gagns. Dan R. Petersen løgtingsmaður Fuglafjørður er vinnulívs- bygd burturav, allarhelst tann fremsta í landinum. Tað, sum sermerkir hetta vinnulív, er, at tað skilir seg frá øðrum í landinum, og tað er leyst av tí tradi- tionellu flakaframleiðsluni. Umframt Eystlaks, Havs- brún og trolvirkið Vónin, ið øll hava ótraditionella framleiðslu, eru eisini virkini hjá Jóannis Thom- sen og Kára Johannesen, sum hava verið slóðbrót- andi hvørt á sínum øki. Jóannis Thomsens virki hevur serliga gjørt seg galdandi innan stýringar til fóðring og smoltaling um- framt undirvatnsljós. Virkið hjá Kára Jo- hannesen hevur serliga lagt seg eftir hydraulikki, og eitt dótturfelag ger alibátar. Slík virkir krevja dugnaligt fólk við servitan á høgum fakligum støði. Tað er henda vegin vit eiga at benda alla okkara vinnu. Dugnaligt og vælnøgt fólk í spennandi arbeiði. Tað er framtíðin. Sórar rationaliseringar standa fyri framman í flakavinnuni, sum fer at krevja færri og færri fólk sum frálíður. Tí,verður neyðugt við nýggjum arbeiðsplássum. Týdningarmesta tilfangið er vælútbúgvið fólk. Tí fer javnaðarflokkurin at rað- festa íløgur í førleika og eftirútbúgvingar og stuðla teimum virkjum, ið bróta upp úr nýggjum, og sum vilja menna ein rúmari arbeiðsmarknað fyri øll. VALGREINAR Løgtingsins sjálvstøkuborð Sverre Midjord Nú henda samgonga leggur frá sær, er spurn- ingurin hvat liggur eftir hesar? Tað byrjaði so gott, hvør minnist ikki tá teir saman slógu ring, kappakvæðini hoyrdist og lagið var gott. Nú skuldi annað lag koma á. Nú skuldi ruddast upp, og leggjast skuldi frá landi við fullveldisskút- uni Føroyum. Øll segl skuldi setast til, og fari var til samráðingar við ríkisstjórnina. Krøvini vóru púrasta greið, her og nú skuldi kvettast á stokkinum, men somuleiðis skuldi tryggjast, at danir godlið í minst 12 ár fyri sjálv- stýri Føroyar. Tann van- liga fullveldis støðan. Vit skulu valda, men danir skulu gjalda. Hvat er so komið av skafti. Fýra ár eru farin og hvussu langt er komi á sjálvstýrisleið. Jú, sum tað einasta ítøkiliga, so er navna- lóggávan yvirtikin, men samstundis hevur nevndin sagt seg frá, tí lógin kann ikki umsitast. Løgtingi hevur havt sín seinasta fund, og á hesum fundi var útgjarð ingin um at taka lands stýrismannin í fíggjar- málum av fótum, og løgtingsformaðurin, ið fyri fáum árum síðanni sjálvur sum fíggjarmála- ráðharri, gloymdi alt um varnan fíggjarpolitik, við hesum orðum "Skal tað verða gildi, so lat tað verða gildi" og so trýsti hann eisini á ja knøttin. Útgjarðingin var stór, og taka vit niðurskurðin av blokkinum við, so fóru nógvar hundraðtals milliónir. Jú, dýrir vóru hesir dreingir. Eykajáttanir fóru buldrandi gjøgnum, sum oftast við teirri seriøsu nevndarviðgerð, at nevndirnar mæltu til at hækkað játtanina, men nevndin hevði ikki stundir at viðgera um- sóknirnar. Men enn einaferð var Suðuroyggin gloymd. Jú, eykajáttanir fóru bæði til Landssjúkra- húsið og til Klaksvíkar Sjúkrahús, ikki tí tað skal vera hesum báðum væl unt, men eitt var húsið, ið eftir sat so mangan uttan eina kloyvda krónu. Jú, allir høvdu gloymt, at 3 vóru sjúkrahúsini. Tað ber ikki til, at bert tað eina sjúkrahúsið skal halda seg innanfyri ásettar fíggjarkarmar, og fari eg tí sum altíð, at verja borg hvat viðvíkur Suðuroyar Sjúkrahús. Her skal nakað henda, eg fari ikki framyvir at góðtaka at hetta er fyri vannbýti. Tað ber ikki til, at sjúkrahús, ið er ca. 15 milliónir kr. bíligari í rakstri hvørt einasta ár enn t.d. Klaksvíkar Sjúkrahús, skal soleiðis verða útigloymt, tá ting- menn hava hug at geva jólagávur. Hetta starvs- fólk, ið her arbeiðir, og sum gera fyrimindarligt arbeiði, hava annað uppiborið. Fjøltáttað vinna á høgum førleikastigi Høgni Hoydal Nú málið um olympiska viðurkenning til Føroya hevur verið á breddanum, nevndi Heðin Mortensen mítt navn í Fimmaranum, og at eg havi stuðlað roynd- unum at fáa Føroyum olympiska viðurkenning. Tað eri eg fegin um at viðurkenna, tí sjálvandi stríðast vit á øllum mótum fyri at vinna okkum viður- kenning sum tjóð. Men hetta gloymdi Heðin Mortensen at nevna: Heðin Mortensen heitti í 1999 á meg sum landsstýrismaður í sjálvstýrismálum um at skriva eitt bræv, har eg staðiliga skuldi greiða frá, at Føroyar stevna móti full- veldi. Heðin legði dent á, at eg skuldi nevna fyrireik- ingarnar til samráðingarnar við donsku stjórnina og at málið var fullveldi. Heðin visti sjálvsagt, at fullveldið er av stórum týdningi og eg lá sjálvsagt ikki á boðunum. Brævið varð skrivað. Eg vónaði tá, sum nú, at tað stóra arbeiðið, sum okkara ítróttarleiðarar og ítróttarfólk hava gjørt fyri at vinna okkum javnbjóðis sæti millum heimsins tjóðir, eisini ber boð um, at vit skulu umboða okkum sjálvi í øllum heimsins viðurskiftum. Ítrótturin hevur langt síðani víst vegin: Við at traðka út í heim og sam- starva og kappast á jøvnum føti, mennast vit øll. At málið er komið á po- litiska breddan, upp undir val, hevur sín uppruna í, at Heðin Mortensen alment og við tíðindaskrivum, hev- ur vent sær til løgmann, til danska forsetisráðharran og til danskar ráðharrastovur og felagsskapir við málin- um. Um Heðin Mortensen hevði stuðlað teirri full- veldisætlan, sum hann bað meg skriva so staðiliga um í mínum brævi, so var hetta orðaskiftið ongantíð kom- ið. So var ongin orsøk at biða nakran danskan for- sætisráðharra um nakað. So umboðaði vit øll Før- oyar undir Merkinum úti í heimi – bæði í ítrótti, politikki, handli, útbúgving og vinnu. Altjóða Olympiska Nevndin er kunnað um, at vit stevna móti fullveldi Dygd ella discount POLITIKKUR Eirikur Lindenskov Hóast einki blað verður prentað komandi fimm dagarnar, so fer tað kortini at bera til hjá valevnum at fáa boðskap sín út – um ikki á prenti, so gjøgnum InternetSosialin. Sosialurin hevur gjørt avtalu við fleiri flokkar um at leggja valtilfarið út á eina serstaka valsíðu í InternetSosialinum. Valsíðan er býtt upp í flokkar, og undir teimum ber aftur til at síggja grein- ar hjá hvørjum valevni sær. Tær seinastu 10 grein- arnar, sum lagdar eru út, liggja ovast. Treytin fyri at fáa val- tilfar við er, at tilfarið verður sent okkum teldu- tøkt og rættlisið – á páskum bara sum teldu- postur, men annars ber eisini til at senda okkum tilfarið á diskli. Tað ber til hjá øllum at lesa valsíðuna í Internet- Sosialinum – hóast tú ikki ert haldari av InternetSosi- alinum. Valgreinar í Internet-Sosialinum á páskum 15 14 Nr. 61 - 28. mars 2002 Birgir Mohr Samgonguflokkarnir siga, vinnulívið gongur so ótrú- liga væl í løtuni, og Fólka- flokkurin hevur umsitið Fiskimálastýrið og Vinnu- málastýrið seinastu 4 árini. Nevndi flokkur sigur seg vera borgarligan og libe- ralan fram um allar hinar politisku flokkarnar. Eisini sigur hesin flokkur seg vera anti-sosialistiskan, men fyri privatisering, sum hevur verið eitt av gandaorðun- um. Og teir hava privatiserað inntil fleiri bussar, sum landskassin allíkavæl skal gjalda undirskotið av. Stór- hendingar ella politiskt smáputl? Tað kann ein hvør sjálvur meta um. Men høvuðsvinnan við teim stóru virkjunum, sum Fiskasølan, Fiskavirking, Kósin, Føroyagrunnurin í Klaksvík, hava teir ikki torað at privatiserað, tó teir siga alt gongur so ótrúliga gott? Og alt skal vera privat – einskilt. Her lekur millum teori og praksis hjá tí so borgarliga og liberala flokkinum??? Javnaðarflokkurin hevur fyri langt síðan ásannað, at í Føroyum verður tað helst altíð neyðugt at hava tað almenna uppi í so ella so, tí høvuðsvinnan, fiskivinnan á sjógvi og landi, gongur upp og niður, og soleiðis hevur tað verið í eina øld. Tí má vinnupolitikkurin vera ein blanding av pri- vatum og almennum, hvar tað tekur um endan, har tað privata ikki rakk. So í veruleikanum hevur samgongan ikki megnað at ført sín egna politik út í lívið – PRIVATISERING- INA, HÓAST TEIR SIGA TAÐ GONGUR SO ÓTRÚLIGA GOTT? Tí eftir øllum at døma, so vil eingin privatur eiga stóru virkini í høvuðsvinnu okk- ara: Fiskavirking og Fiska- søluna? Vinnulívsmenn siga, at vágin er ov stórur. Nú má onkur broyta sín VINNUPOLITIK, og tað er ikki JAVNAÐARFLOKK- URIN, sum altíð hevur havt sum sín vinnupolitik, at tað almenna kann taka um endan, við skili sjálvandi, tá tað privata fyritaksemið ikki røkkur, og munandi samfelagsvirðir kunnu fara fyri bakka. Marknaðarkreftirnar einsamallar – stýrdar av fríða intiativinum – hava ongantíð einsamallar rokk- ið til vinnuliga í Føroyum, so vit kundu hava arbeiði til allar vinnuførar hendur. Tað er søguliga gongdin prógv um. Liberalisma í Føroyum hevur altíð gingið á høkjum. Høkjurnar hava verið teir almennu kass- arnir. Og tað vit uppliva í dag er eitt fullgott prógv herum. Tí eigur Føroya fólk í dag: Føroya Banka, Føroya Tele, Atlantic Airways, Føroya- grunnin o.s.fr. tí Føroya fólk hevur goldið – via al- mennu kassarnar – fyri hesar fyritøkur, orsaka av, at tað privata fyritaksemið ikki rakk á øllum hesum økjum, tó teir sokallaðu borgarligu, liberalu hava havt maktina. Og tað hóðar teimum illa sum skilst. Ja, tað er næstan synd í ávísum politiskum flokk- um, tí teir noyðast at ásanna, at teir føra sam- bandspolitik í ríkisrættar- málinum, tó teir eru loys- ingarflokkar, og sosialist- iskan politik í vinnumálum, tó teir eru borgarligir. Fyri Føroyar og okkum føroyingar er PRIVATI- SERING einki loysingar- orð – als eingin mirakul- loysn. Allir flokkar siga seg vera fyri at gera bestu karmar fyri vinnulívið at virka innanfyri – og tað er rætt, at ein fyritreyt fyri vælferð okkara er at vinnulívið gongur gott og kastar av sær. Men tað er eingin treyt fyri vinnulívið, um tað privata ella tað almenna Føroyar eiga. Tað er ein treyt, at alt vinnulívið verð- ur rikið á handilsligum grundarlagi og eftir somu kappingartreytum. Vit hava lært, at vinnu- lívspolitikkurin í Føroyum má byggja á bæði privat fyritaksemi, hálvt alment, kommunalt alment og landsalment fyritaksemi. Og tað er tí, at vit eru eitt lítið land við einum sera viðkvæmum búskapi sum hevur bygt á eina sera konjuktursvingandi høv- uðsvinnu. Hesin vinnupolitikkur við blandaðum ognarvið- urskiftum hevur altíð verið politikkur JAVNAÐAR- FLOKSINS. Tað er heilt burturvið, tá teir borgarligu nú tosa um at privatisera, ja, sjálvt tær almennu uppgávurnar í samfelagnum – samstundis sum teir hava verið noyddir til at ásanna, at enn ikki høvuðsvinnuna vildu teir tprivatu eiga einsamallir, tí vágin er ov stórur. Og er vágin ov stórur í dag, hann verður størri, tá vit aftur koma niður í konjukturanna aldudal. Eisini her mátti samgongan ásanna, at hennara politikkur røkkur ikki einsamallur. JAVNAÐARFLOKKUR IN sigur nei til privatisering av almennum uppgávum, og flokkurin ferð at vera sera varðin við at privati sera verandi almennar ognir. Tó skipini og fiska virkini áttu kanska at verið á privatum hondum. Men til eina og hvørja loysn, setur Javnaðarflokk- urin fólkið fyrst – og politikkurin fyri fólkið. At tæna føroyingum best, tað er endamálið við politikk- inum, og tað vil JAVN- AÐARFLOKKURIN. Veljið JAVNAÐAR- FLOKKIN á komandi løg- tingsvali. VALGREINAR Útbúgving Bárður Nielsen valevni fyri Sambands- flokkin í Norðstreymoy Tilverugrundalagið und- ir einum og hvørjum nú- tíðar samfelagi er í stór- an mun treyta av, hvussu góð undirvísingarskip- anin í landinum er. Góð útbúgving vil altíð stimbra hugflogið. So gott sum allir skúlaformar hjá okkum hava stórt gagn av at samarbeiða við sam- svarandi skúlar í Dan- mark. Ein tann størsti trupulleikin í einum fámentum landi sum okkara er, at vit fyri tað mesta bert hava ein ella tveir skúlar av sama slag. Tá er sera torført at dyrka tað námsfrøðiliga menningararbeiðið, sum er ein altavgerandi fyri- treyt fyri, at skúlanir ikki stirðna og harvið verða afturúrsigldir. Tað tætta samarbeiðið, sum verið hevur millum danskar og føroyskar skúlar og skúlamyndug- leikar hevur verið ein ómetaliga stórur fyri- munur fyri okkara und- irvísingarverk og hevur støðugt verið ein neyð- ugur íblástur bæði fyri dagligu undirvísingina og fyri tað meira lang- siktaða endurnýgging- ararbeiðið. Ì okkara tíð, har ið nærum alt broytist við skjótari og skjótari ferð, er ikki nóg mikið bert at hava stovnsett skúlar og útbúgvingar. Tað er eis- ini alneyðugt framhald- andi at tryggja sær, at dygdin í undirvísingini og í útbúgvingunum er á hægsta stigi. Til ber at útbyggja føroyska undirvísingar- verkið við nýggjum út- búgvingum og læru- greinum. Men so fáment vit eru, mugu vit í flestu førum avmarka okkum til at hava grundútbúgv- ingar, sum so kann byggjast víðari uppá í skúlum og lærustovnum í útlandinum. Tað er at frøast um, at føroysk lesandi eisini fara út um Norðurlond at fáa sær útbúgvingar, hetta kann geva føroyskum ment- unar- og vinnulívi ein frískan íblástur. Fram- vegis eru tað umleið 90 % av teim lesandi, sum fara til Danmarkar at lesa víðari. Fyrimunirnir bæði málsliga, fíggjar- liga og mentunarliga eru so stórir, at soleiðis fer eisini at vera í fram- tíðini, um ikki stutt- skygni og fávitskut nationalisma beina fyri hesum sjálvsagda rætti okkara. Hetta valið kemur m.a. eisini at avgerða um okkara útbúgving skal stirðna við loysing- ini, ella um vit fram- haldandi skulu menna og útbyggja okkara undirvísingarverk innan ríkisfelagsskapin. Sambandsflokkurin, sum er sterkasta verjan fyri ríkiseindini, er eisini besta verjan fyri at dygdin í undirvísingini og útbúgvingunum framvegis verður á hægsta stigi. Eyðun Viderø Ein grundleggjandi fyri- treyt fyri framtíðina hjá uppvaksandi ættarliðnum er, at góður karmur er um undirvísingina hjá børnun- um. Áður varð almennur stuðul latin frá løgtinginum til skúlabyggingar, men við lógarbroyting í samband við kreppuna fyrst í 1990- unum varð hesin stuðul avtikin! Í Sandoynni er sera ring støða í bygdaskúlunum, og verður her serliga hugsað um barnaskúlarnar í Skop- un og á Sandi. Skúlarnir eru gamlir og púra ótíðarhóskandi, og gevur hetta lærarum sera ringar umstøður at geva børnum okkara neyðugu og ynsktu frálæruna. Kommunurnar hava við verandi inntøkum og fíggj- arskyldum ikki einsamallar orku til at fíggja hesar! Og tí gerst neyðugt, at lands- kassin kemur á ein ella annan hátt uppí, fyri at tryggja øllum borgarum landsins somu møguleikar fyri undirvísing! Við hesum í huga hava valevnini hjá Fólkaflokk- inum í Sandoynni tikið støðu fyri, at í komandi løgtingssetu vilja vit, sum vónandi partur av sam- gongu, seta sum mál at fáa bygdaskúlunum neyðugan studning, soleiðis at teir lúka treytirnar fyri nútíðar undirvísing! Barnaskúlin í Sandoynni Vinnulívið kann bæði vera í privatari, hálv almennari og í almennari ogn – bert tað verður rikið á handilsligum grundarlagi – tað sigur Javnaðarflokkurin Hans Jákup Simonsen valevni javnaðarfloksins í Norðurstreymoy Landsvegurin ígjøgnum Kollafjørð, ið bygdur var í 1974, er lagdur eftir gamla bygdarvegnum inn millum húsini inni í Firði. Hettar var ímóti ynskjunum hjá einum stórum meiriluta av kollfirðingunum, ið ynsktu vegin lagdan omanfyri bygdina, men hvørki táver- andi politikarar ella lands- verksfrøðingurin lurtaðu eftir hesum. Síðani tá, er nógvur ídn- aður komin á havnaøkinum á Langasandi, og tann nógva og tunga ferðslan ið kemur larmandi gjøgnum bygdina, er vaksin so nógv, at hon er til støðugan ampa fyri fólkið, ið býr har. Kemur tann nýggja ferðslan gjøgnum Leirvík at gera trupulleikar fyri Leirvíkar bygd, um ikki tunnil verður gjørdur undir bygdina, er ein nógv størri ferðslutrupulleiki longu í Kollafirði og verður enn størri, tá Norðoyartunnlin kemur. Vegastrekkið inni í Firði í Kollafirði tolir illa ta vaksandi ferðsluna. Rokn- að eftir fólkatalinum kemur ferðslan gjøgnum Kolla- fjørð til eina og hvørja tíð at verða 3 ferðir so stór sum ferðslan um Leirvík. Tí eiga landsmyndug- leikarnir beinan vegin gera vegin omanfyri húsini inni í Firði frá rundkoyringini í Kollfjarðardali til vegin omanfyri Líðina. Eg fari við tykkara stuðli á løgtingsvalinum at ar- beiða fyri, at fáa vega- strekkið gjørt sum skjótast. Vandamikið vegastrekki ígjøgnum Kollafjørð C M Y K 14