hósdagur 28. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 61 - 28. mars 2002
Nr. 61 - 28. mars 2002
17
Eitt nýtt ættarlið
hevur tikið við leiðsl-
uni í Vestmanna
Timburhandli. Teir
báðir, Òli Hansen og
Regin Joensen, hava
tikið yvir eftir brøð-
urnar Jákup og Sím-
un Hansen. Dreym-
urin um at hava teirra
egna telist millum
fremstu orsøkirnar
til, at teir valdu at
keypa timburhandil-
in. Fyrsta avgerðin
hjá nýggju ánarunum
var at fara undir at
selja tey kendu
Fjarðahúsini aftur
VIðTAL
Heri á Rógvi
Á nýggjárinum skifti Vest-
manna Timburhandil eigar-
ar. Síðani 1958 hevur hand-
ilin verið á hondunum hjá
brøðrunum Jákupi og Sím-
uni Hansen. Teir báðir, Òli
Hansen og Regin Joensen,
hava tikið yvir. Tveir menn,
sum einki tilknýti hava til
Vestmanna, hava keypt
handilin og eru farnir til
verka.
Timburhandilin húsast í
dag inni á Fjørð í Vest-
manna. Tann stóri, reyði,
avlangi bygningurin hevur
seinastu árini verið karmur
um virksemið hjá timbur-
handlinum. Hóast handilin
við sínum nú fimm starvs-
fólkum starvsfólkum ikki
telist millum størstu ar-
beiðsplássini í bygdini,
hevur hann ein serligan
týdning fyri bygdina, og tað
eru eisini tey lokalu, sum
eru tey raskastu at vitja
handilin. Í longri tíð hava
teir báðir verið einsamallir í
handlinum.
Henda dagin vit steðga
millum bygningarnar í tí
reyða
ídnaðarøkinum
í
Vestmanna, er tað eisini við
einum tanka um at gera
eina mynd av einum ættl-
arliðsskifti. Ein uppgerð
millum tað nýggja og tað....
eldri. Sjónin, ið møtir tær í
sølubúðini í timburhandlin-
um, er sum var hon bíløgd
frammanundan.
Meðan
hondskrivaðar
kvittanir
liggja á diskinum, stendur
eisini ein fartelda mitt fyri
á gólvinum. Ein talgildur
avlesari er settur til telduna.
Eyðsæð er, at hondskrivaðu
kvittaninar
og
gomlu
handilsmynstrini so smátt
hoyra til eina farna tíð.
Dreymurin
Nýggju ánararnir kenna
hvønn annan væl. Teir hava
báðir starvast hjá for-
mula.fo og kennast hiðani-
ífrá. Regin Joensen er
argjamaður, og hann ferðast
nú
hvønn
morgun
av
Argjum til Vestmannar,
greiðir hann frá, tá vit sita í
teirri heldur sermerktu
kantinuni hjá timburhandl-
inum. Regin er handils-
lærdur. Seinastu trettan ár-
ini hevur hansara arbeiðs-
pláss
verið
formula.fo
(skift navn sama tíðar-
skeið). Hin nýggi eigarin er
Óli Hansen. Hann er klaks-
víkingur, løgfrøðingur, bú-
sitandi í Hoyvík og nú er
hann eisini formaður fyri
nakrar av størru fyritøkun-
um í landinum. Hann hevur
eisini verið knýttur at for-
mula í longri tíð. Hann fer
úr einum stjórastarvi hjá
formula, men heldur seg tó
ikki aftur av hesari orsøk.
Saman hava teir lagt leiðina
úr teld í timbur. Óli heldur
fyri, at lopið kanska ikki er
longri enn so, at teir hjá
formula seldu vitan og
loysnir, har teir nú eisini
fara at bjóða heildarloysnir,
hóast ráðvøran kanska brýt-
ur eitt sindur frá.
Um orsøkina til, at teir
eru endaðir inni á Fjørð í
Vestmanna, er partur av
frákláringini tilvild og ein
annar partur ein dreymur.
Báðir høvdu teir hug til
at royna okkurt nýtt. Tankin
um at hava sítt egna virki
var ikki fremmandur fyri
teimum, og teir høvdu eis-
ini eina vón um, at dreym-
urin kundi gerast veruleiki.
At tað júst gjørdist Vest-
manna Timburhandil er
meira tilvildarligt enn nak-
að annað. Sjálvur eigur
Regin eitt Fjarðahús, sum
Vestmanna Timburhandil
hevur framleitt í nógv ár og
er kendur fyri. Sostatt kendi
hann til fyritøkuna. Teir
róðu seg fram á, at fyritøk-
an kundi verið eitt gott
keyp. Eftir eitt sindur av
tingingum seldu gomlu
eigararnir, ið høvdu hugsað
sær at gevast, timburhandil-
in til teldumenninar.
Lívsverk
Nýggja leiðslan fyri Vest-
manna Timburhandil er
ikki í iva um, at teir hava
yvirtikið eina góða og væl
rikna fyritøku. Umdømi er í
lagi og í allar mátar stendur
væl til.
Brøðurnir
Jákup
og
Símun (Símun hjá Axel)
hava
rikið
Vestmanna
Timburhandil síðani 1958.
Eftir at hava húsast ymsa-
staðni í bygdini, staðfestu
teir teirra støðu sum bygda-
myndir við at byggja stóra
bygningin inni á Fjørð.
Marknaðurin hevur altíð
fyri tað nógva verið nær-
umhvørvið. Virksemið hev-
ur verið ein góður bland-
ingur av smáhandli og sølu
av tilfari til størri byggi-
arbeiði.
Marknaðurin fyri einum
Timburhandli í Vestmanna
byrjaði tó skjótt at gerast
rímiliga trongur. Teir funnu
tó upp á ráð. Í 1977 komu
teir við sínum Fjarðahús-
um. Í samstarvi við Verk-
frøðingastovuna bjóðaðu
teir ”lidnar” loysnir til set-
húsamarknaðin.
Hesi gjørdust skjótt væl
umtikin, og í dag standa
eini 350 Fjarðahús kring
oyggjarnar.
Teir báðir, Jákup og
Símun, hava sum sagt rikið
timburhandilin í nógv ár,
og teimum hevur dámað
væl. Nógv fólk hevur mill-
um ár og dag verið á gátt
hjá teimum báðum, og tað
hevur verið nógv at gjørt.
Sum so mong onnur fyri-
tøka merkti Vestmanna
Timburhandil
eisini
kreppuárini, og hetta gjørdi
m.a., at teir góvust við at
framleiða
tey
kendu
Fjarðahúsini.
-Vit hildu, at tíðin var
komin til at gevast. Vit hava
gjørt arbeiði so væl vit nú
einaferð hava kunnað, og
tað hevur verið stuttligt at
rikið handil, men tað er
samstundis ein spurningur
um, hvussu leingi vit báðir
orka at halda á, sigur Jákup,
og bróðurin er ikki ósamd-
ur við honum.
Teir báðir fingu tilboðið
frá Òla og Regini uttan at
hava lýst handilin til sølu.
-Vit kundu tað sama hava
latið handilin aftur við alla,
men vit vildu heldur lata
yngri kreftum sleppa fram-
at, tá ið tað eisini virkaði
sum um, at teimum báðum
hóvaði hetta slag av virk-
semi. Vit valdu at lata teir
báðar føra handilin víðari,
og nú verður tað so upp til
teir báðar at føra handilin
víðari, siga brøðurnir á ein-
um máli.
Brøðurnir fara ikki heilt
at ganga arbeiðsleysir, nú
teir hava sagt timburhandl-
inum farvæl. Báðir hava
teir ymiskt, ið teir dáma at
fáast, og teir hava eisini
hjálpt nýggju eigarunum til
rættis á timburhandlinum,
men ætlanin er kortini ikki,
at teir skulu vera verandi
har.
Brøðurnir siga, at nógv er
hent øll tey árini, ið teir
hava havt handil, og tað er
kanska heldur ikki so lætt
at fylgja við øllum. Teir
hava tó verið glaðir fyri
tíðini, og mong hava fólkini
verið, ið teir báðir hava hitt
í sambandi við arbeiðið.
Tað, at ikki hava samband
við eins nógv fólk, verður
nakað teir báðir fara at
sakna, men teir himprast tó
ikki við at lata handilin fara
á nýggjar hendur.
-Vit fara nokk ikki at
keða okkum kortini, siga
brøðurnir Jákup og Símun,
sum eftir mong fet takka
fyri seg inni á Fjørð.
Til verka
Nú nakrir mánaðir eru
farnir síðani Óli og Regin
tóku við leiðsluni á Vest-
manna Timburhandli, so
hevur hetta eisini merkt
timburhandilin.
Nýggju
eigararnir hava avgjørt at
leita aftur á kendar leiðir
hjá timburhandlinum. Teir
eru nevniliga farnir í holt
við at selja og marknaðar-
føra Fjarðahúsini aftur.
-Fólk kenna Fjarðahús-
ini, og í Føroyum skuldi
verið ein marknaður fyri
hesum, nú eftirspurningur-
in eftir húsum er so mikið
stórur, sigur Regin Joensen.
Teir báðir hava nú funnið
seg til rættis í nýggju leik-
lutum teirra, og teir lata væl
at gongdini higartil, har teir
m.a. hava fingið glið á
húsasøluna. Treyðugt so er
hetta nýggj vinna hjá teim-
um báðum — úr teld í
timbur.
-Vit eru farnir at selja eitt
øðrvísi slag av loysnum, og
hetta er ikki minni spenn-
andi, siga teir báðir, Òli og
Regin, á einum máli, áðr-
enn næsta timburið skal av-
greiðast.
Eitt nýtt ættarlið tikið við í Vestmanna
Timburhandli
Nýggju eigararnir hava trokað seg framat í handlinum hjá
Vestmanna Timburhandli. Nú verða tingini gjørd eitt sindur
øðrvísi enn áður, men handilin er framvegis tann sami.
Mynd: Jens Kristian Vang.
Jákup Hansen (Jákup hjá Axel) sigur, at teir tað sama kundu
havt stongt timburhandilin, men teir vildu heldur lata nýggju
eigararnar sleppa at royna seg.
Mynd: Jens Kristian Vang.
Eldra ættarliðið Jákup og Símun vinstrumegin, og yngra ættarlið, Regin og Óli, høgrumegin.
Eitt nýtt ættarlið hevur tikið við.
Mynd: Jens Kristian Vang.
- Eg havi sligið meg til
tols við, at eg skal
bíða. Men tolið er við
at vera uppi nú, sigur
Jákup Oluf Breiða-
skarð úr Fuglafirði,
sum tó hevur góðar
vónir um, at eitt
lunga verður funnið
til hansara
BÍÐISTØÐA
Turið Kjølbro
Fríggjadagin í farnu viku
vóru 18 mánaðir síðani
Jákup Oluf Breiðaskarð úr
Fuglafirði kom á bíðilistan
eftir einum lunga. Hesa tíð-
ina hevur hann búð á sjúk-
lingahotellinum Tórshavn á
Eysturbrúgv í Keypmanna-
havn.
Heilsustøðan
er
óbroytt. Vanliga bíða fólk
hálvt annað til trý ár eftir
nýggjum lunga.
– Tolið er við at vera uppi
nú, men vónina havi eg um,
at eitt lunga verður funnið
til mín. Eg gleði meg
ónatúrliga nógv til at verða
frískur aftur. Hugsi eg ov
nógv um sjúkuna og at
einki lunga verður funnið
til mín, verði eg ørur í
høvdinum. Eg havi lært
meg sjálvan at lata vera við
at hugsa soleiðis, bygt ein
verjugarð upp fyri at forða
slíkum tankum. Og hví skal
eg hugsa um sjúkuna, tá ið
eg einki fái gjørt við hana?
sigur Jákup Oluf.
Fyri trimum mánaðum
síðani varð eitt lunga funn-
ið til Jákup Oluf. Hann varð
uppringdur á miðjari nátt,
fór á sjúkrahúsið og allar
fyrireikingar vóru gjørdar
til skurðviðgerðina.
– Av tí, at eg hevði bruna
í húðini, miseydnaðist hen-
da royndin. Tað var ógvu-
liga skuffandi, eg havi iva-
leyst verið mest skuffaði
persónur í danska ríkinum.
Eg roknaði veruliga við, at
nú fekk eg eitt nýtt lunga og
so slapp eg til hús, greiðir
Jákup Oluf Breiðaskarð frá.
Dagarnir langir
Bíðitíðin kenst sum vera
man ógvuliga long. Hann
hevur ikki fingið nakra
ábending um, nær hann
kann vænta, at eitt lunga
verður funnið til hansara.
– Hendan morgunin, eg
skuldi fáa nýtt lunga, varð
sagt, at nú stóð eg ovast á
listanum. Men tað kann
ikki passa, tá ið einki er
funnið enn. So er tað eisini
tað, at er ein persónur verri
fyri enn eg, verður viðkom-
andi tikin fram um.
Nógv situr hann framm-
an fyri telduna, og skutarin,
hann fekk fyri trimum mán-
aðum síðani, ger, at hann
sleppur út meiri.
– Tað er ikki so galið og
uppaftur betri verður tað, tá
ið veðrið verður betri.
Hetta tíðarskeiðið hevur
Jákup Oluf verið fýra ferðir
í Føroyum. Í løtuni er hann
staddur heima í Fuglafirði
fyri at halda páskir saman
við familjuni.
– At búgva á sjúklinga-
hotellinum í so langa tíð er
sum at vera í fongsli. Tað er
ikki væl egnað til fólk, sum
steðga so leingi sum eg.
Starvsfólkini eru ógvuliga
fitt og gera alt fyri okkum,
men at noyðast at búgva har
er ræðuligt. Tí royni eg at
finna eina íbúð í býnum,
hóast tað gongur striltið,
sigur Jákup Oluf.
Hann er tann, ið hevur
búð longst á sjúklingahotel-
linum. Tískil hevur hann
hitt nógv fólk, sjúk og av-
varðandi.
– Tað er ikki serliga
hugaligt at síggja nógv illa
sjúk fólk alla tíðina, serliga,
tá ið ein sjálvur er sjúkur.
Tað er avgjørt ikki gott fyri
sálina. Hetta hálvt annað
árið síðani eg kom til Dan-
markar, eru átta fólk, børn
og eldri fólk, sum eg havi
knýtt meg til, deyð. Um-
framt fór pápi mín knapp-
liga síðsta ár. Tað er ógvu-
liga hart og tað ávirkar
sjálvsagt. At byrgja meg av
inni á kamarinum ber held-
ur ikki til, men tað er klárt,
at tað er ringt at seta seg í
samband við fólk, sum eru
álvarsliga sjúk.
Ikki til arbeiðis
Júst tvey ár eru liðin síðani
Jákup Oluf, sum tá var 32
ára gamal, gjørdist sjúkur.
Jákup Oluf hevur megin-
partin av sínum arbeiðslívi
verið sjómaður. Á eini frí-
vakt vaknaði hann knapp-
liga eina náttina við fepri
og hevði ilt fyri lungunum.
Sum tíðin gekk orkaði hann
minni og røntgenmynd
vísti, at eitthvørt var á
lungunum.
Hvat,
vistu
læknarnir ikki. Ikki fyrr
enn Jákup Oluf kom á
Ríkissjúkrahúsið eftir at
hava ligið hálvan annan
mánaða á Landssjúkrahúsi-
num, funnu læknar út av, at
hann hevur lungnafibrosu.
Lunguni verða spakuliga
oyðiløgd. Ístaðin fyri at
gera bindivev, gera lunguni
arrvev. Helst er sjúkan
íkomin, tí hann hevur and-
að okkurt vandamikið í seg,
okkurt eitur av onkrum
slag. Ongin viðgerð er fyri
lungnafibrosu.
Einasti
møguleikin er at fáa nýtt
lunga. Jákup Oluf fær ilt úr
iltfløsku alt døgnið. Hann
fær ikki gjørt krevjandi ar-
beiði, og á sjógvin sleppur
hann ikki aftur at arbeiða.
Vanligu flutningstólini, so
sum buss og tok, fær hann
ikki brúkt í danska høvuðs-
staðnum orsakað av vanda-
num fyri smittu. Skutarin er
tí sera hentur.
– At verða skryktur av
skipsdekki inn á sjúkrahús
og fáa boð um, at eg einki
kann gera uttan at bíða eftir
einum nýggjum lunga, er
alt annað enn hugaligt, sig-
ur Jákup Oluf Breiðaskarð.
SAVNSRØKTIN
Turið Kjølbro
Samband hevur verið
seinastu vikuna ímillum
Mentamálastýrið og Før-
oya Lærarafelag um,
hvussu málið um savns-
røktina verður loyst. Ein
avtala var í eygsjón, men
datt niður fyri, tí umboð
fyri kommunurnar ikki
vildu góðtaka útspælið.
Samráðingarnar eru nú
steðgaðar, men forkvinna
Føroya
Lærarafelags,
Elsa Birgitta P. Petersen,
hevur skotið upp, at
toppfundur verður longu
leygardagin ímillum Óla
Holm, landsstýrismann í
mentamálum,
Karsten
Hansen, landsstýrismann
í fíggjarmálum, Jógvan
Krosslá, formann í Kom-
munusamskipanini, og
seg sum forkvinnu í
Lærarafelagnum.
– Samráðingarnar eru
ikki slitnaðar, men steðg-
aðar. Vit vilja ikki skriva
undir upp á at steðga
blokaduna uttan at málið
um savnsrøktina verður
loyst. Vit hava stríðst fyri
savnsrøktini í so nógv ár
og sleppa ikki málinum
fyrr enn tað er loyst, sig-
ur Elsa Birgitta P. Peter-
sen.
Síðani seinasta heyst
hevur blokada verður lýst
fyri allari próvtøkuupp-
gávugerð, og síðani sein-
asta mánaði hevur savns-
røktin og próvdømingin
av
uppgávunum
frá
royndunum í summar
verið umfatað av blokad-
uni.
Føroya Kommunufe-
lag, ið er ein partur í
málinum, ger vart í tíð-
indaskrivi við, at tað
metir seg hava gjørt sína
skyldu á økinum.
– Skyldan hjá kom-
mununum er at stilla høli
og útgerð til undirvísing-
ina, restin eru skyldur hjá
Mentamálastýrinum, sum
er arbeiðsgevari hjá læra-
runum, verður sagt mill-
um annað.
Samráðingarnar
steðgaðar
Bíðað í hálvt annað ár eftir nýggjum lunga
Jákup Oluf er í løtuni í
Fuglafirði í páskafrí.
Mynd: Øssur Mohr
Jákup Oluf og tíkin Kay.
Mynd: Øssur Mohr
C
M
Y
K
17
16