hósdagur 28. mars 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 61 - 28. mars 2002
Nr. 61 - 28. mars 2002
19
kemur meira og meira lív í
býin. Ein kann siga, at eg
síggi býin vakna har eg siti.
Eisini sigur Andreas, at
hann so høgt uppi sær væl,
at fólk ofta eru sein á veg,
og er hetta nakað hann
leggur merki til. Beint
undan klokkan átta er so at
siga proppur í allastaðni.
Og so aftur klokkan fýra -
fimm seinnapartin. Tá er
ferðslan eisini so nógv, tí tá
fara øll til hús aftur.
Umleið klokkan níggju
er kaffisteðgur í hálvan
tíma, og síðani gongur leið-
in aftur upp í kranan, har
Andreas flytir formar. Onk-
untíð kann tað gerast eitt
sindur langligt, tá onki er at
gera.
- Viðhvørt kunnu ganga
ein til tveir tímar, har eg
bara siti har uppi, og tá
kann tað gerast eitt sindur
keðiligt. Tá siti eg bara og
fylgi við arbeiðinum, tí eg
síggi alt, sum gongur fyri
seg á arbeiðsplássinum. Nú
havi eg eisini verið í hesi
vinnuni so leingi, at eg
kenni arbeiðslagið, og tí
veit eg nær eg skal vera
klárur aftur. Soleiðis sleppa
teir niðri á jørðini eisini frá
at rópa á meg fyri at fáa
meg at byrja at arbeiða
aftur.
Ikki bangin
Andreas Olsen hevur ar-
beitt við kranum í góð 20
ár. Kranaføraraloyvið fekk
hann tá hann arbeiddi í
Týsklandi fyri mongum
árum síðani.
- Vit vóru nakrir føroy-
ingar, sum arbeiddu í
Slesvig Holstein í Týsk-
landi. Av tí at vit ofta
arbeiddu aftaná arbeiðstíð,
høvdu vit brúk fyri onkr-
um, sum kundi føra kranan
tá, tí tá vóru týskararnir
farnir heim. Eg fekk mær
so loyvið, tí um nakar skað-
ið hevði staðist burturúr
arbeiðnum, sum eg gjørdi,
og eg einki loyvi hevði, so
hevði eg skulað goldið
pensjónina hjá viðkomandi
restina av lívinum. Men um
eg hevði kranaføraraloyvið,
so var tað arbeiðsplássið,
sum tók sær av hesum.
Andreas sigur seg ikki
vera bangnan tá hann klívur
upp í kranan. Hann saman-
ber tað við ein flúgvara., og
sigur, at hann stólar uppá,
at kranin er sum hann skal.
- Um eg ikki hevði gjørt
tað, so hevði eg heldur ikki
kunnað farið upp. Sjálvandi
koma onkrir tankar á meg
viðhvørt, um kranin heldur,
ella hvat nú um onkur
vanlukka hendir, men tað er
ikki vanligt.
Sum kranaførari situr tú
við nógvari ábyrgd. Tú
kanst koma til at svinga í
okkurt, kroysta ein mann
ella kanska skumpa onkran
útav. Men tað týdningar-
mesta, sigur Andreast, er, at
tú stólar uppá fólkini sum
eru á jørðini eisini. Sam-
skifti hevur alt at siga.
- Tá eg skal flyta okkurt í
einum vinkli har eg onki
síggi, so gongur alt fyri seg
via radio. Í slíkum føri eri
eg noyddur at stóla 100% á
teir, sum standa og vegleiða
meg niðri á jørðini, tí ann-
ars endar galið. Tað hevur
eisini nógv at siga, at tað
eru roynd fólk, sum veg-
leiða teg frá jørðini av.
Víðari greiðir Andreas
frá, at grundin til, at tað
krevst loyvi til at føra ein
krana er, at tað er nógv at
halda skil á. Hálar tú skeivt,
so kann kranin koppa,
eisini um vektin ikki er so
nógv. Fyri nøkrum árum
síðani arbeiddi Andreas í
Hillerød í Danmark við
einum krana, sum var líka
sum hesin, og vektin hann
kláraði at lyfta vóru heili
átta tons.
Heitt og fjálgt
Uppi í førarahúsinum er
heitt og fjálgt. Eisini plagar
Andreas at hava eitt út-
varpstól við sær upp, so tað
ikki gerst alt ov keðiligt at
sita einsamallur 35 metrar
yvir restini av Havnini.
– Stórur munur er á
mjørka- og sóldøgum, sigur
Andreas. – Og henda tíðin,
nú tað hevur verið so myrkt
og tað stundar móti ljósari
tíðum, so sært tú hvussu
sólin kemur upp aftanfyri
Nólsoynna, og hvussu hon
spakuliga flytir seg eystur-
eftir.
Um tað regnar ella um
tað er vindur, so er tað verri
at arbeiða fyri Andreas. Tá
vindurin tekur í kranan,
sum stingur ikki minni enn
50 metrar út, so merkir tú,
hvussu hann fer undan
vindin, og tað verður eisini
verri at halda krananum. Tá
krevur tað meira av førar-
anum enn vanligar dagar.
Men um vindstyrkin fer
upp á 15 m/s, so verður ikki
farið upp í kranan. Uppi í
krananum eru eisini vind-
mátarar, sum máta vind-
styrkina, og um vindurin
verður ov nógvur, slær
kranin frá. Og bara tað eru
10 m/s, so merkist hetta á
krananum.
– Tað mest óbehagiliga
er, tá tú lyftir í okkurt, sum
er leyst, og so loysnar tað
brádliga. So fer kranin at
dansa aftur og fram. Ella
eisini um tú setur okkurt ov
hart niðurat, so fer hann
eisini at flyta seg, sigur
Andreas Olsen.
Seinasti arbeiðsdagur hjá
Andreasi í hesum umfar-
inum er mikudagin. Hann
hevur verið her og arbeitt í
smáar tríggjar vikur, og nú
er hansara arbeiðið liðugt.
Síðani gongur leiðin aftur
til Tvøroyrar.
Andreas Olsen hevur
seinastu vikurnar
sitið uppi í 35 m høga
krananum við nýggja
sjúkrahúsbygningin í
Havn. Har hevur
hann eisini eitt útsýni
betur enn tey flestu
PRÁT
Ingrid Bjarnastein
Sjálvur heldur Andreas, at
hugurin fyri hæddum kom
longu tá hann var smá-
drongur. Hann er uppvaks-
in á Drelnesi á Tvøroyri,
har hann hevur klivið uppi í
saltsiloni, og annars stutt-
leika sær. Fyrstu ferð
Andreas var í einum krana
var í 1970 yviri í Grøn-
landi, og hesin kranin var
tann hægsti hann nakrantíð
hevur verið í - 52 metrar
høgur.
- Eg havi ikki verið meira
enn eini 23 ár tá, og helt eg
tað var ógvuliga spennandi
at sleppa uppí henda kran-
an, greiðir Andreas Olsen,
sum annars er útbúgvin
timburmaður frá.
- Tað var ein sokallaður
krøllkrani, sum koyrdi á
skinnarum, og eg slapp at
stýra, meðan kranførarin
sat í. Allarhelst var tað tá,
at hugurin fyri kranum
veruliga tók dik á seg.
Sær lív koma í
Klokkan 6.45 møtir Andre-
as upp á arbeiðsplássinum.
Fær sær ein kaffimunn, og
síðani gongur leiðin upp í
35 metra høga kranan.
- Tá eg komi upp, síggi
eg, hvussu friðarligt alt er í
býnum, sigur Andreas. -
Og so hvør sum klokkan
gongur, so síggi eg lív so
spakuliga koma í, hvussu
bilarnir byrja at koyra.
Klokkan sjey um morgunin
sært tú bara onkran hend-
inga bil, men so hvørt
klokkan líður ímóti átta,
Andreas Olsen, kranaførari:
Sær Havnina vakna
Andreas Olsen arbeiðir 35
metrar yvir jørð. Har hevur
hann eitt útsýni, sum er betri
enn hjá teimum flestu.
Mynd: Jens Kr. Vang
UTTAN ÚR HEIMI
Afrika hevur tørv á
einari Marshall-ætl-
an. Londini í Vestur-
heiminum mugu lata
teimum afrikansku
londunum munandi
stuðul, eins og USA
av Vesturevropa aftan
á seinna heimsbar-
daga.
AFRIKA
Árni Joensen
Tað var niðurstøðan á ein-
um búskaparfundi, sum tey
afrikansku londini hava
hildið í Nigeria seinastu
dagarnar. Í niðurstøðuni
stendur eisini, at aftur fyri
stuðulin eru londini í
Afrika til reiðar at binda
seg til at skipa fyri demo-
kratiskum viðurskiftum og
einum regluligum stýris-
lagi, sum tikið verður til.
Á fundinum, sum var í
nigeriska býnum Abuja,
varð sagt, at tey afrikansku
londini hava tørv á meiri
enn 500 milliardum krón-
um til búskaparliga menn-
ing.
Semja var um, at tað
verður neyðugt at hava eitt
vakið eftirlit við, hvussu
pengarnir verða nýttir, so
einaræðisharrar og ódemo-
kratiskar stjórnir ikki spilla
pengarnar burtur til óneyð-
ug vápnakeyp ella korrup-
sjón. Men londini løgdu
dent á, at afrikanarar skulu
sjálvir standa fyri eftirlit-
inum.
Fundurin í Abuja endaði
týsdagin, og í einari yvir-
lýsing verður mælt til at
skipa ein serligan stovn,
sum skal hava eftirlit við, at
pengarnir úr Vesturheimin-
um verða nýttir til tað, teir
veruliga er ætlaðir til.
Dentur verður lagdur á, at
eftirlitsstovnurin skal verða
óheftur av politisku mynd-
ugleikunum.
Afrikansku
ríkis-
og
stjórnarleiðararnir samdust
eisini um, at tey afrikansku
londini mugu leggja seg
eftir at reka tað, sum verður
kallað góður stjórnarsiður.
Hetta ber m. a. í sær, at
londini skulu binda seg til
at góðtaka fleirflokkaskip-
anir, virða pressufrælsið,
góðtaka óheftar dómstólar
og mannarættindini og at
rudda alla korrupsjón av
vegnum.
Egyptiski forsetin og
jordanski kongurin
fóru heldur ikki á
toppfundin í Beirut.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Palestinski leiðarin, Yasser
Arafat, boðaði seint týs-
kvøldið frá, at hann hevði
gjørt av at verða verandi í
Ramallah á Vestara Áar-
bakka. Talsmaður hansara,
Yasir Abedl Rabbo, segði,
at Arafat hevði valt at setast
aftur, tí hvørki hann ella
hansara næstu ráðgevar
vildu góðtaka tær treytir,
sum
ísraelska
stjórnin
hevði sett.
Palestinskir
embætis-
menn søgdu, at Ísrael hevði
roynt at fáa palestinsku
myndugleikarnar at góð-
taka nøkur trygdartiltøk,
sum palestinar ikki kundu
góðtaka.
Týsdagin segði ísraelski
forsætisráðharrin,
Ariel
Sharon, at tíðin er ikki
búgvin, til at Arafat kundi
sleppa á arabiska toppfund-
in í Beirut.
Týskvøldið varð eisini
fráboðað, at hvørki egypt-
iski forsetin, Hosni Muba-
rak, ella jordanski kongur-
in, Abdullah, skuldu til
Beirut. Eingin almenn frá-
greiðing kom úr Jordan,
men eygleiðarar halda, at
avgerðin hjá kongi er eitt
mótmæli ímóti, at Ísrael
ikki vildi lata Arafat sleppa
á toppfundin. Aðrar keldur
søgdu, at teir báðir høvdu
sligið av at fara, tí teir
kendu seg ikki heilt tryggar
í libanska høvuðsstaðnum.
Í Beirut fara teir arabisku
leiðararnir at viðgera upp-
skotið, sum saudiarabiski
krúnprinsurin
Abdullah
hevur lagt fram. Uppskot
hansara er, at Ísrael skal
taka seg aftur til markið
undan krígnum í 1967, og
at øll tey arabisku londini
afturfyri skulu viðurkenna
ísraelska ríkið.
Flest øll arabisk lond
hava sagt seg taka undir við
uppskotinum, og tað hava
palestinararnir eisini gjørt.
USA og ES hava eisini tik-
ið undir við saudiarabiska
uppskotinum.
Arafat settist aftur
Afrika eigur at fáa eina
Marshall-ætlan
Saudiarabiski krúnprinsurin
Abdullah kom til Beirut við
uppskotinum, sum eftir
hansara hugsan skal fáa
enda á kreppuni í Miðeystri.
C
M
Y
K
19
18