Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 • skírisdagur • 28. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo – Soleiðis ber ikki til at føra samráðingar, sigur ein illur og vón- brotin Benny Johan- sen um framferðar- háttin hjá Fótbólts- sambandi Føroya undir samráðingu- num millum partar- nar, sum FSF sleit í seinastu viku FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Benny Johansen er ikki blíður, nú Fótbóltssam- bandið eftir drúgvar sam- ráðingar kortini ikki vildi hava tann roynda danska venjaran at standa á odda fyri føroyska fótbóltslands- liðnum. Hann sigur við donsku heimasíðuna hjá TV3 www.onside.dk, at fram- ferðarhátturin hjá FSF und- ir samráðingunum als ikki kann góðtakast. Benny Johansen helt nevniliga, at partarnir vóru komnir ásamt um eina av- talu, sum hevði við sær, at hann skuldi gerast fulltíðar landsliðsvenjari hjá føroy- ska landsliðnum. Heimasíðan skrivar, at eftir ætlan skuldu partarnir møtast fyrst í mars at skriva undir sáttmálan, men fleiri vikur seinni fær Benny Johansen at vita, at FSF ikki vil skriva nakran sátt- mála við Benny og sleit harvið samráðingarnar. Or- søkin var, at Fótbóltssam- bandið ikki hevur ráð til ein fulltíðar venjara. – Fyrst var eg sera vón- brotin av hesum, men so gjørdist eg bæði illur og ir- riteraður, sigur Benny Johansen. – Framferðarhátturin hjá FSF undir samráðingunum kann als ikki góðtakast. Í hesum tíðarskeiðnum, har eg havi verið í samráðing- um við FSF, havi eg víst øðrum tilboðum frá mær, tí eg helt tað vera etiskt rætt- ast, sigur Benny. Hann vísir á, at hann hev- ur víst sera góðum og lokk- andi tilboðum frá evrope- iskum feløgum frá sær, meðan hann bíðaði eftir FSF, tí hann væntaði at skriva undir við føroyingar. Soleiðis skuldi tó ikki ganga, og nú spurdist einki burturúr hesum samráðing- unum. FM í badminton Hetta vikuskiftið hevur FM í badminton verið fyri børn og unglingar í badmintonhøllini í Havn. Tey yngru leiktu í einmansleiki, og tey eldru leiktu í einmansleiki og tvímansleiki. Vit hava fingið úrslit- ini sendandi, og vinnararnir vóru: Gentur 11 ár einmansleikur: Nr. 1 Brynhild Carlsson HBF Nr. 2 Konni Kass Jacobsen HBF Gentur 13 ár einmansleikur: Nr. 1 Brynhild Carlsson HBF Nr. 2 Óluva Bærentsen ÍF Gentur 15 ár einmansleikur: Nr. 1 Ulla í Dávastovu VÍF Nr. 2 Rannvá á Rógvu VÍF Kvinnuunglingar einmansleikur: Nr. 1 Elin Hansen VÍF Nr. 2 Guðrun Poulsen VÍF Dreingir 11 ár einmansleikur: Nr. 1 Reidar Luid HBF Nr. 2 Fríði Lamhauge HBF Dreingir 13 ár einmansleikur: Nr. 1 Filip Gram MBF Nr. 2 Reidar Luid HBF Dreingir 15 ár einmansleikur: Nr. 1 Niclas Eysturoy HBF Nr. 2 Rógvi Poulsen HBF Mansunglingar einmansleikur: Nr. 1 Niclas Eysturoy HBF Nr. 2 Gunnar Poulsen HBF Tvímansleikur gentur 15 ár: Nr. 1 Ulla í Dávastovu og Rannvá á Rógvu VÍF Nr. 2 Elin Bærentsen og Kristina Eriksen VÍF Tvímansleikur kvinnuunglingar: Nr. 1 Elin Hansen og Rannvá á Rógvu VÍF Nr. 2 Gunnhild Christiansen og Bjørt Kragesten HBF Tvímansleikur dreingir 15 ár: Nr. 1 Niclas Eysturoy og Hilmar Kass Jacobsen HBF Nr. 2 Rógvi Poulsen og Bjarki Kristian Gram HBF Týskvøldið skipaði Bogaskjótifelagið Tambar fyri innan- dura FM-kapping í greinunum recurve og compound. Føroyameistarar gjørdust Absalon Hansen og Albert Dam BOGASKJÓTING Stefan í Skorini Fyrrverandi rennarin Absa- lon Hansen er nýggjur før- oyameistari í innandura re- curve. Fimm luttakarar vóru við í bólkinum, og Absalon vann við 529 stig- um. Á øðrum plássi var Annlot Rasmussen við 486 stigum. Teir eru báðir úr felagnum Tambum. Á triðja plássi var bert 12 ára gamla Annika Vang úr felagnum Ørvi. Hon setti nýtt persónligt met við 449 stigum. Hon varð eisini kosin ársins bogaskjútti í yngru deildunum. Róin Biskupstø úr Tambum end- aði á fjórða plássi. Albert vann compound Albert Dam skaraði framúr í hesum bólkinum. Hann vann frammanfyri hinar sjey luttakararnar við 576 stigum. Kappingin í compound er altíð sera spennandi, tí skjúttarnir eru sera javnir. Kappingin um næstu pláss- ini var so jøvn, at dómarar- nir máttu fíntelja, áðrenn silvurvinnarin kundi kjós- ast. Per Holm Andersen fór við silvurmerkinum við 564 stigum og 26 tíggjar- um. Schandorff Vang end- aði á triðja plássi somuleið- is við 564 stigum, men við 23 tíggjarum. Jóannes Poulsen gjørdist nummar fýra við 564 stigum. Allir skjúttarnir eru úr Ørvi. Statoilstøðin í Saltangará lat heiðursmerki eftir kapp- ingina. Dreingir 11 ár. Reidar Luid úr HBF vann kappingina og gjørdist føroyameistari, og Fríði Lamhauge somuleiðis úr HBF gjørdist nummar tvey Gentur 11 ár. Brynhild Carlsson høgrumegin úr HBF vann, og Konni Kass Jacobsen eisini úr HBF gjørdist nummar tvey Benny Johansen gevur FSF av grovfílini Absalon og Albert vunnu FM í bogaskjóting Nr. 1 og 2 hjá gentum 13 ár Nr. 1 og 2 hjá dreingum 13 ár 21 20 Nr. 61 - 28. mars 2002 Tungt var at frætta, at boð nú vóru eftir Jógvani mitt í sínum lívsyrki, sum - hevði hann nátt eins høgan aldur og Bakk-omma, ið fyllti níti týsdagin - stóð miðskeiðis á lívsleið síni. Mostir Jógvan, Zacharia var arbeiðskona hjá okk- um. Av hesi grund kom leið okkara ofta at liggja norður á Bakka til Bakk- ommu, sum ikki æt annað í okkara hugaheimi. Hon bjargaði okkum mangan góðan bita og fløva inni við tann stóra Morsøe- komfýrin. Hjartalig, fitt og altíð læandi. Fjálg og stór. Har var himmiríki á jørð hjá mær og Jógvani, tá ið mammur okkara ofta vóru upptiknar av øðrum gern- ingi - Har, millum høn- urnar og skrukkurnar, sum áttu alt økið uttanfyri húsini - frá Nikulinu og yvir til Mallu, var okkara vígvøllur. Har búleikaðust vit og høvdu tað gott - Runnu út og inn og fingu ein góðan drekkamunn og nøkur mennandi orð frá Bakk-ommu at halda dagin fram við. Var Astrid ikki inni, sum Bakk-omma æt - hetta var sjálvdan, so fóru vit til Gummu uppi á loft- inum - Hon hevði ein kendan borðseðil: Frans- breyð við sera tjúkkum smøri uppá - Hetta ern- aðust vit av, og dagurin helt fram. Ájú, norðuri á Bakka var okkara ríka tilhalds- stað við einari almóður- ligari, fjálgari og lívríkari Bakk-ommu, sum ráddi og virkaði har við mildni og góðsinni! Bakka-Jógv- an sat friðarligur við endan og lýddi á við síni "rull". Vit báðir Jógvan vóru javngamlir og gingu barnaskúlan saman. Hóast lítillátin, segði hann frá, tá ið hann metti seg órættvíst farnan. Hetta eyðkendi hann eisini sum vaksnan, har hann gav sær væl far um tað, sum fyrifórst í samfelagskjakinum, og tók lut í tí. Tá ið hann hevði sagt sína meining, tók hann ofta afturíaftur "Nei, eg sigi bara so".. Við hesum gav hann tær møguleika fyri at koma við tíni hugsan um málið, og virdi hann hana, hóast hon var ein onnur. Pápin, Fritleiv var og er ein serstakur, framburðs- sinnaður undangongu- maður innan føroyskan landbúnað og hevur víst á nógvar nýggjar leiðir. Eisini tí hevði hann tíðliga Jógvan við í øllum. Lut- víst misuntu vit Jógvani hesa spennandi verð, sum hann megnaði so væl rættiliga ungur. Hann var allastaðni: á fjøllunum, í fjósinum, hjá hønunum, hjá seyðinum, og so hevði hann tann skilagóða og góðsliga hundin Heykur. Mær untist at vera við nakað her, kanska mest til tann stuttliga partin. Jú, tíðliga gjørdi Jógvan mansverk av huga og hegni, og var hann væl bygdur til hetta tunga arbeiðið. Hann helt ikki fram í skúlanum eftir 7. flokk, men vildi heldur í størri mun vera hjálpin á garðinum og læra meir um tað yrkið, sum skuldi vera hansara. Tað rann eisini saman rættuligt trúfast og hjarta- ligt vinarlag millum heim okkara, og hevur tað verið ein tryggleiki fyri meg, fjálgandi og læruríkt. Tað hevur eisini víðkað sjón- arringin, tí huglagið og framskygni var so serstakt í heiminum hjá Jógvani. Jógvan var virkin og tók dúgliga lut í kjakinum um at menna landbúnaðin í Føroyum og var m.a. nevndarlimur og eitt skeið formaður í MBM. Hesin dagur, sum var ein vanligur dagur við kendum setningi: At ambæta seyðinum norðuri í Halgadali; skuldi tó verða hansara feigdar- dagur. Men hann boðar tó eisini gleðiliga frá saman- haldni í familjuni um verk Jógvans, har pápin var við í bátinum, systirin á leið eftir gøtuni við Jógvani - og Mortani, sum tók lut í øðrum, ið hoyrdi garðin- um til. Júst her liggur styrki og troyst tykkara í hesi sváru tíð, har tit við samanhaldi og ríku minnunum um ein raskan skilamann, sum bøtti við lívinum ávegis til seyðir sínar, mugu halda fast við tað góða, sum Jógvan hevði at bera okkum - og ikki krøkja tykkum ov fast í tómleik- an - Við páskaboðskapin- um er eisini vón. Friður verið við minn- um um Jógvan Joensen, bónda. Dávur Jógvan og Bakk-omma 16. mars fylti omma 80 ár. Tað slerdi meg knappliga, at nú ert tú ikki heilt ung longur. Eg havi ongantíð sæð uppá teg sum eina gamla ommu, tí tú ert altíð so frísk í tí – rapp í re- plikkinum – og so smart. Men tað er eyðsæð, at 80 ár ikki eru 80 dagar, sum tú sjálv pagar at taka til. Sum føðingardagurin nærkaðist, gjørdist eg bráddliga so nostalgisk og fór at minnast gamlar dagar. Sum barn havi eg manga góða løtuna at minnast aftur á í ommusa húsi, sum vit plaga at kalla tað. Tú hevur mangan ansa eftir mær, tá mamma og tey av eini ella aðrari or- søk hava verið burtur- stødd. Tað var so hugna- ligt. Tú átti altíð eitt reiður av góðgæti onkustaðni, og samstundis sum tú loysti eina krossorðgátu, fortaldi tú mær fyri 147. ferð um tá ein gás kom eftir tær. Ella onkra aðra grípandi søgu frá tínum barndómi, ið ikki var nakar dansur á rósum. Ikki fekst tú ta skúla- gongd ella útbúgving, tú ynskti tær, men hetta hev- ur ikki forða tær í at hjálpa mær við millum annað at skriva stílar – minnist tú tað? Væl gekst mær, tá eg tók við tí vegleiðing, ið tú gav. Eg lærdi sera nógv av tær, og vit vóru báðar líka fegnar, tá úrslitið var gott. Takk fyri hetta. Nú gevi eg ráðini víðari til mínar egnu døtrar, sum so eisini kunnu fáa gleði av hesum. Mong ár starvaðis tú á Kósavirkinum, har tú hevði ábyrgd av góðskuni. Eg má bara siga, at tað skuldi ein rættiliga góð pera til at hava skil á øll- um teimum tølum og data, sum tú bara hevði í høvd- inum á ein slíkan hátt, sum bara tú kanst tað. Eg plagdi at arbeiðaa har í summarfrítíðini, og tú ansaði væl eftir, at eg gjørdi alt ordiligt. Einaferð, eg pakkaði 5 pund, royndi eg at kappast við hinar – tær vóru so ómetaliga kvikar. Eg fekk ikki rullurnar javnar, so eg snýtti og legði tvær niðast og tríggjar ovast – og vón- aði, at tað gekk. Men tú uppdagaði tað, og eg fekk ein ordans uppsang. Hetta var uppá sítt pláss og sigur nakað um, at tú gjørdi títt arbeiði væl. Tá eg onkuntíð lá sjúk, komst tú niðan í døgurða- tímanum og hevði reyða sodavatn ella maltøl við og GaJol og okkur blað at stytta mær um stundir við. Tá ernaðist eg rættiliga skjótt. Tað var altíð so hugnaligt at hoyra teg koma upp gjøgnum trapp- urnar. Eg elskaði tað. Øllum tørva eitt stað at koma til, har tað er trygt at vera. Tá stormarnir leik- aðu í mínum barnalívi, so leitaði eg mær út til tín at vera. Vit tosaðu ikki altíð so nógv, men eg kendi á mær, at tú skilti, hvat mær tørvaði – um tað so bara var frið. Nú havi eg so eisini kunnað komið í samband við útbúgvingina, og eg havi sanniliga havt tað gott. Takk fyri hetta eisini. Omma, tú og abbi eru vælsignaði við 4 børnum, 17 barnabørnum, harav 16 liva og ikki at gloyma øll 15 langommu og -abba- børnini og tað 16. á veg. Hetta er ikki smávegis. Tað er líka við, at eg fari at kenna meg gamla sum verandi tað elsta ommu- barnið og so hyggja uppá allan henda riðilin, sum er komin aftaná. Eg haldi meg tosa fyri fleiri enn meg sjálva, tá eg sigi, at eg eri so góð við teg og veit, at tú ert so góð við meg. Tøkkir og rósandi orð skulu hoyrast, meðan man enn er á lívi, um til ber. Tí vil eg vísa tær tann heiður at takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri meg og fortelja tær, at eg elski teg og abba sera høgt. So enn einaferð og held- ur seinkað eisini hjartaliga tillukku við føðingardegn- um og Harrin signi og styrki teg framyvir. Ein heilsan til ommu mína Kitty Poulsen á hennara 80 ára degi 16. mars 2002 Eg í myrkri og ljósi við Jesusi gekk gjøgjnum skiftandi tíðirnar her Men tá myrkast var, sál mín ta troystina fekk enn sum áður Hann trúfastur er. Niðurlag: Hvør ein gleði og troyst, ja hvør undurfull troyst Sum er mín, tá bert Jesus meg ber! Skiftist um síðan alt, sál mín syngja tú skalt: Enn sum áður hann trúfastur er. Eg á einsligum vegi við Jesusi fór, á so tunglig var mangan mín ferð Men eg átti ta uggan, tá neyðin var stór: Enn sum áður hann trúfastu er. Eg við Jesusi fylgdist um sorganna dal og fjøllini, dimlig og ber Men hitt orðið mær fylgdi, meg troystaði væl: Enn sum áður Hann trúfastur er. Eg við Jesusi gekk, tá ið alt var so ljóst, tá ið smílandi var henda verð. Onga gleði sum hesa tó kendi mítt bróst: Enn sum áður hann trúfastur er. Ja, við Jesusi ferðist eg glaður hvønn dag, og hans nærvera sælan meg ger Og skal deyðan eg smakka, meg bera skal tað: enn sum áður hann trúfastur er. Kærar heilsur Kitty C M Y K 20