Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 61 - 28. mars 2002 Ein av stóru avbjóðingunum hjá Strand- faraskipum Landsins er at hækka tæn- astu- og góðskustøðið innan fólkaflutn- ingin.Í hesum sambandi verður søkt eftir starvsfólki til rutuupplýsingina á Far- støðini í Tórshavn. Tað er ynskiligt, at tann, sum settur verð- ur kann byrja skjótast gjørligt. Uppgávur hjá tí, ið sett/ur verður Uppgávur hjá starvsfólkinum verða m.a. at taka sær av: • Kundaavgreiðslu í rutuupplýsingini • Telefonavgreiðslu í rutuupplýsingini, herundir upplýsing um ferðaætlanina og ferðaseðlaprísir • Fyrifallandi umsitingarligt arbeiði. Førleikakrøv • Góðan tænastuhugburð • Góð samstarvsevni • Góð evni at orða seg munnliga á føroy- skum, norðurlendskum og enskum. Setanartreytir Talan er um eitt starv uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Abeiðstíðin er aðru hvørja viku, gerandisdagar kl. 16.30–23.00, í vikuskiftinum kl. 7.00–14.00 og kl. 17.00–23.00. Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs- mannafelagið Umsóknir Umsókn skal sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 15. apríl 2002. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Regin Vágadal, á tlf. 343000 ella á e-post: rev@ssl.fo. Starv Starvsfólk til rutuupplýsingina Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Vinnumálastýrinum / Samskiftisdeildini. Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi, og skal fyri- tøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutn- ingurin setir stór krøv um eina góða kunda- tænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 150 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 11 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. TRYGD OG SERKUNNLEIKI TRYGD OG SERKUNNLEIKI Sethús í vesturbýnum til sølu Stór sethús í Skrivaragøtu 3 verða hervið lýst til sølu. Grundøki er 450m2 til víddar við stórum parker- ingsøki. Húsini eru bygd í 1974 og hava fýra hæddir. Ovasta hæddin, sum er innrættað í 1987, er ein stór stova, sum er 65m2 til víddar, við panorama út- sýni, skráveggjum, beisaðum bjálkum og lútaðum gólvi. Hinar tríggjarhæddirnar eru 122m2 hvør og eru innrættaðar soleiðis: Niðasta hædd: Stova, køkur, kamar, baðirúm (brúsa, toilett og hondvask) handilshøli og fýrrúm Miðhæddin: Stórur spísikøkur við avbera góðum útsýni, spísistova, dagligstova, sovikamar, kamar, gong, vindfang, bryggers, brúsubað, toilett við hondvask og hjallur. Loftið: Køkur, stórur kvistur við heilum veggi við skápum við palisanderhurðum, trý onnur stór kømur, nýtt baðirúm við hvítum flisum og hita í gólvinum (baðikar, brúsa, wc, bidé og hondvask). Altan er á vestursíðini. Trappan uttandura er løgd við flisum. Húsini eru egnað til einhvønn stovn, t.d. barnagarð ella vøggustovu, ella sum vanlig sethús. Húsini kunnu síggjast við at avtala tíð hjá undirrit- aðu. Heygum & Petersen advokatar Bjørn á Heygum Alfred Petersen Bøgøta 16, Postsmoga 164, FO-110 Tórshavn Telefon: 311710, Telefax: 311757, E-mail: adv-hp@post.olivant.fo HÚSASØLAN Lýsið við brúktum bilum -tað loysir seg 28/03/2002 blað nr. 61 Hú øllll havnafólk, kenna sum gomlu bommfabrikk- ina, eru nú vorðin til ein handilsbygning við ríkum og fjølbroyttum úrvali. Í hesum bygningi halda í løtuni Frú S, PAU og Drós til HANDILSLÍV Ingrid Bjarnastein PAU er eitt føroyskt vørumerki, sum tær báðar Dania Danielsen og Anna Mortensen standa aftanfyri. Tær hava verið í hesi vinn- uni í samfull trý ár, og hava tær hildið til í Dr. Jakobsensgøtu síðani desember mánaða í fjør. – Tað tekur sera langa tíð at koma rættiliga í gongd, greiðir Dania frá. – Vit hava verið í gongd í fleiri ár, men ikki fyrr enn fyri nøkrum fáum mánaðum síðani hava vit fingið hølir her í havnagøtum, og mugu vit sigast, at vera rættiliga hepnar. PAU hevur nógvar vørubíleggingar. Millum annað verður seymað til útisetakórið á henda vegin hava tær eisini fingið nógvar aðrar bíleggingar. – Men fyri nú, so hava vit lagt uttanlands- handilin á hillina, sigur Dania. – Eftirspurningurin er so stórur í Føroyum, at vit hava valt at nøkta henda tørvin fyrst og fremst, men vit ætla uttan iva at taka virksemið í útlandinum uppaftur. Stílurin PAU leggur seg eftir er tað altjóða sniðið. Hildið verður ikki beinleiðis fast um tað gamla – tað at ein troyggja skal síggja út soleiðis ella soleiðis. Nýmótans føroysk klæðir, virkað úr føroyskari ull, sum sita væl á kroppinum. PAU hevur havt nógv úrval til kvinnur, ung og børn, og nú eru menninir eisini slopnir upp í part. – Vit hava ikki havt nakað serligt til menn- inar, men nú hava vit fingið okkurt til teirra eisini, sigur Dania Danielsen. Frú S byrjaði í einum lítlum kjallara í Jónas Broncks gøtu. Kjallarin var ikki meira enn eini 18 m2 til støddar. Tí helt Susan Stakksund, at tørvurin fyri plássi var ikki so stórur, men nú vísir tað seg, at Frú S verður noydd at víð- ka um gólvvíddina í handlinum. Frú S fyllir trý tann 28. apríl, og tað handilin leggur seg eftir er tann trend- stílurin, sum er í dag. Litirnir eru ljósir og lættir, og gávulutirnir tú fært hjá Frú S, eru ikki sovorðnir tú sært allastaðni. Innbúgv, møblar, brúksting, barnaklæðir, metur- vøra eru bara eitt lítið brot úr lutunum, ið verða seldir inni í gávubúðini í Dr. Jak- obsens gøtu. Barna- klæðini, ið seld verða, eru av vælumtókta danska merkinum, Okker Gokker. – Eg fari at fáa meira møblar, tí tað vísir seg at vera tað, sum fólk eru ógvuliga áhuga í, greiðir Susan Stakk- sund frá. Handilin fær nýtt inn allatíð- ina, og tað ger, at hann hongur ikki í tí sama leingi. Hugnaligu hølini í Dr. Jakobsens gøtu síggja ikki rættiliga út sum ein handil. Har eru fleiri 1000 ting inni, sum øll hava sín ser- staka dám. Frú S og PAU noyðast nú at víðka um virk- semið. Susan hevur tørv á meira plássi, og tað hevur við sær, at PAU fær hølini við síðuna av, ístaðin fyri bakhølini hjá Frú S. Soleiðis fær PAU eisini sín egna sýnis- glugga. Tær báðar, sum halda til í gomlu bommfabrikkini, lata serstakliga væl at. Sølan gongur væl, og tær eru fegnar um, at kunna vera við í einum nútímans og altjóða høpi. termokannur: 159,- stk glasamplir: 79,- stk C M Y K 25 24