Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Nr. 61 • skírisdagur • 28. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Onnur minna meg á brekið Lesið síðu 3 ÚTLÁN Signar Nielsen, praktikantur - Tey ungu lesa als ikki, sigur ein av bókavørðunum á býarbóka- savninum í Havn í skemti. Men jú, nøkur ung plaga at ganga inn á bókasavnið at læna sær ta nýggjastu bókina, ið akkurát er útkomin. Sosialurin hevur vitjað á býarbókasavninum í Havn, har vit hava spurt, hvat fyri bøkur ung fólk dámar best at lesa. Av bókasavninum verður sagt, at mest danskar bøkur verða lisnar, og enskar bøkur verða eins nógv lisnar, sum føroyskar. Tey halda, at grundin til tess er, at tað er ov lítið av føroyskum lesitilfari. - Ikki verður ofta spurt eftir nýggjum bókum, tí tey fáu ungu fólkini, ið tíma at lesa, vita sjálvi, nær bøkurnar koma út, og hvar tær liggja. - Fyri tað mesta koma ung 15- 17 ár inn á bóksavnið at hyggja at tí nýggjasta teldublaðnum, ella blaða tey ígjøgnum tað nýút- komna Illustreret Videnskab, ið er vælumtókt og har tey kanska blíva eitt vet klókari, verður sagt av bókasavninum. Nú nýggja skúlalógin er komin í gildi, skulu flokkarnir, eftir lógini, gera verkætlan, og til granskingina innan tey ymisku evnini, ið tey velja sær, koma nógv ung at læna sær eina bók innan evnið. Hetta halda bókavørðarnir vera óført, tí so síggja næmingarnir hvar og hvussu bókasavnið er, og hvat fyri bøkur tey hava at velja ímillum. Á bókasavninum hopa tey, at hetta eggjar teimum at koma aftur at læna eina bók, sum teimum dámar. Bókasavnið hevur eisini fingið sær nakrar tónleikabøkur. Tey hava bøkur við nótum í til ymisk ljóðføri, har ein kann læra seg at spæla eitt vist stykki við einum ella øðrum ljóðføri. Tey hava eisini nótar eftir kendar sangarar, til dømis Britney Spears, ið er eitt tað st-rsta idolið, sum er frammi í løtuni. Hesar bøkur eru blivnar sera væl umtóktar og eru nógv útlæntar. - Men tó eru bøkurnar um Harry Potter, sum Joanne K. Rowling hevur skrivað, mest útlántar og mest umbidnar í løtuni. Bókasavnið eigur fleiri eintøk av hvørjari bók um Harry Potter, og bøkurnar hava verið meira millum hendurnar á fólki, ið hava lisið tær, enn á hillini inni á bókasavninum. Annars kann sigast, at bóka- savnið hevur eina nýggja og flotta heimasíðu, ið er at finna á www.byarbok.fo, har ber til at finna fram bøkur og bíleggja tær beinleiðis á internetinum. Bókasavnið er opið hvønn gerandisdag frá kl. 10:00 til 18:00 og leygardag frá kl. 10:00 til 13:00, sunnudagar er stongt. Ung lesa heldur teldubløð enn skaldsøgur - Illustreret Videnskab og teldubløð eru betur umtókt millum ung enn skaldskapur sambært útláninum av býarbókarsavninum í Havn Signar Nielsen og Elsa Johannesen, praktikantar á Sosialinum í farnu viku Mynd: Jens Kristian Vang 26 Nr. 61 - 28. mars 2002 GUDSTÆNASTA Jústinus Leivsson Eidesgaard Glyvrar, Sosialurin: "Nið- urfarin til Heljar, triðja dagin staðin upp frá deyð- um" soleiðis ljóðar trúar- játtanin og hon staðfestir hjá tí kristna, at Jesus var í helheimi í tríggjar dagar og bardist móti tí ónda og vann sigur. Hetta vil kirkjuliðið á Glyvrum hátíðarhalda og tí verður hildin gudstænasta páskaaftan klokkan átta. - Páskaaftan var ein av teimum heilt stóru høg- tíðsdøgunum í fornkirkjuni og hann var millum annað tann stóri dópsdagurin, ella tann stóra sabbatin. Men eg haldi hetta man vera fyrstu ferð í Føroyum, at gudstæn- asta verður hildin páska- aftan, sigur Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi. - Okkara trúarjáttan byggir á at Jesus var í hel- heimi páskaaftan, at Kristus var niðurfarin til heljar og hettar er ein partur av tí stóra drama sum hendir hesa høgtíð, sigur Meinhard Bjartalíð. - Talan verður um eina gudstænastu, har prestur verður frammanfyri altarið, men ongin prædika verður hildin. Í staðin fara teir tríggir deknarnir í kirkjuni at lesa brot úr skriftini, sum snúgva seg um páskaaftan. Sigur hann. - Og vit fara at syngja sálmar av Grundtvig, sum snúgva seg um hendan dag. Grundtvig var tríggjar ferðir í Bretlandi á kann- ingarferð í árunum 1829-31 og í 1830 fann hann á eini skjalagoymslu í Oxford eitt fornenskt handrit, sum kenda enska skaldið Kæd- mon hevði yrkt í 9. øld. Í hesum handritinum fær hann íblásturin til mektiga sálmin "I kvæld blev der banket paa Helvedes Port, sum er týddur meistarliga til føroyskt av Hans á Mølini, Hans Dalsgaard í Skálavík. Sálmurin er yrktur undir íblástri av fornensku kvæðunum og á føroyskum eitur hann "Á kvøldi varð dukað á helvitis grind,"sigur Meinhard Bjartalíð. - Vit fara at hoyra Ave Verum av Mozart, sum er yvir sama tema og vit skulu eisini syngja sálmin hjá Grundtvig, "Hoyr tað bøn vil biðja nú" ið Axel Tórgarð hevur yrkt. Grundtvig yrkti hendan sálm við íblástri úr megnar sálminum hjá Jóhannus úr Damaskus, sum var ein kendur maður í fornkirkj- uni, sigur Meinhard Bjarta- líð. Nú ganga vit móti páska- hátíðini, mangan er tað so at vit vilja bert hava hesar halgidagar skjótt yvirstaðn- ar. Hjá nøkrum er ein slík hátið ein belasingur tí tá hendur so lítið, hanilslívið koyrir ikki við fullum umdrejningum, og tey verðsligu hølini hava eisini avmarkað sínar tíðir at hava opið. Tað er eins og vit menniskjur hava ein ótta fyri eitt sindur av friði og stillheit. Eg vil heita á teg, sum kennir, at tú ert stressað ella stressaður av øllum tí, tú skalt náa í hvønndegnum, og sum tú upplivur, at tú ikki røkkur til, ella tú nært ikki álíkavæl. Tak tær tíð í hesum páskadøgum at verða eitt sindur øðrvísi enn tú plag- ar. Søk undur Guds orð har tú kennir teg at hoyra til, ella har tú kennir teg væl- komnan. Líð á tað, sum verður lisið úr skriftini, vita um ikki eitt hvørt úr orðinum kann veita tær ein frið ella leiða tey til eftir- tanka. Vita skalt tú, at tann sum er høvuðspersónurin í mill- um bíbliunar permur er áhugaður í tær, og vil fegin koma í persónligt samband við teg, tí hann elskar teg. Páskaboðskapurin um Jesu deyða og uppreisn er ein sterk og grípandi hend- ing, sum er fyri meg og fyri teg. Tað er menniskjunar bjarging úr vónloysi, deyða og synd. Páskaboðskapurin vil rópa til tín, sum kennir vónloysi, og sum stúrir, at hann, sum vann sigur á Golgata, vil taka hond um tað, tú stríðist við. Hann vil ikki vraka og fordøma teg, men hann vil taka um teg, líða á tað tú hevur at siga, grøða tíni sár og gera teg til ein heilan persón. Um páskirnar koma vit at hoyra tað, sum Matteus sigur frá: "Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu". (Matt. 27,50–51) Lat okkum dvølja við forhangið. Møguliga hevur tú hoyrt um hettar áður. Tað var fyriskrivað hvussu hettar skuldi síggja út, tað var gjølla fyriskrivað hvat tilfar skuldi nýtast til forhangi. Tað var somuleiðis gjølla sagt frá, hvat fyri myndir skuldu vevast inn í for- hangi. Onki var tilvildar- ligt. Alt hevði sína søgu. Í templinum vóru mong ymisk teppir, sum øll høvdu ymsar litir og ymisk- ar støddir og snið. Forhangið, vit skulu dvølja við, skuldi gerast úr sama tilfarið sum nýtt var til hurðina til forgarðin í templinum, og sum eisini var nýtt til hurðina inn til tað allarheilagasta. Men tað var ein munur, tí inn í for- hangi inn til tað allar- heilagasta skuldi myndir av kerúbum vevast í. Fyrstu ferð vit møta kerúbum er, tá syndin var komin inn í skaparverkið. "Og hann rak Adam út; og fyri eystan Edens aldingarð setti hann kerúbarnar við glampandi logasvørði til at verja vegin til lívsins træ." (1. Mós. 3,24) Vit møta aftur kerúbun- um, tá vit lesa um blóði við náðistólin, har teir standa við útspentum veingjum móti hvør øðrum. Teir vóru settir til at verja vegin til tað allarheilagasta, alt hetta eru skuggamyndir. Forhangi var ein skiln- aðarveggur. Orsøkin til skilnaðin eru vit menn- iskju. "Nei, tað eru mis- gerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Gud tykkara; syndir tykkara hava hult andlit hans fyri tykkum, so at hann ikki hoyrir." (Jes. 59,2) Syndin skilur menniskja frá Gudi. Tað var bert ein máti at fáa henda skilnaðarveggin burtur uppá. Tað er, at Gud lat alla okkara skuld koma niður á hann, sum lá á okkum øllum. Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið, men Harrin læt koma niður á hann tað skuld, sum lá á okkum øllum. Tá Jesus rópti við harðari rødd og gav upp andan. "Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu." (Matt. 27,50–51) Tað var ein stór staðfesting og kunngerðan frá Guds síðu, tá forhangið skrædnaði frá erva og niður í tveir partar. Nú er atgongd fyri øll menniskju, óansæð húðalit ella fortíð og bakgrund. Kristus hin salvaði er Guds seinasta orð til ein doyggjandi heim. "Eftir at Gud í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin. Sum hann setti til arvinga til allar lutir, og sum hann eisini hevur gjørt heimin við." (Heb. 1,1–2) Nakar annar frelsuvegur kemur ikki at verða far- barur so leingi forhangi varð. Har var tað bert nøkur ávís, sum fingu loyvi at koma inn. "Men tá ið Kristus var komin sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðu lutum, tá gekk hann inn ígjøgnum hina størru og fullkomnari tjaldbúðina, sum ikki er gjørd við hondum, tað er: sum ikki er av hesum skapningi; og gekk ikki heldur við blóði av bukkum ella kálvum, men við sínum egna blóði eina ferð med alla inn í halgidómin og vann æviga loysn". (Heb. 9,11–12) Tað er bert ein frelsu- vegur útstungin í skriftini, og tað er ein blóðbestenk- aður vegur. Um vit ætla okkum at náa himmalin, mugu vit um vegin til Golgata. Vit mugu uppliva í trúgv at siga tøkk fyri verkið á Golgata. "Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd". (1. Jóhs. 1,7) Ein av hinum elstu tók nú til orða og segði við meg: "Hesi, sum klædd eru í hinar síðu, hvítu kyrtlarnar, hvørji eru tey, og hvaðan eru tey komin? Eg svaraði honum: "Harri mín, tú veist tað;" Tá segði hann við meg: "Hettar eru tey, sum komin eru út úr hini stóru trongd; og tey hava tváað klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins". (Op. 7,13–14) Undirritaði ynskir tær einar góðar páskir, má páskahátíðin verða til vælsignilsi fyri teg. Tá ið forhangi skrædnaði Páskaaftansgudstænasta í Glyvrakirkju Minnast Jesus í helheimi Páskaaftan var alt svart, Jesus bardist í helheimi og hansara sigur og uppreisn gevur tí kristna vissuna um at rísa aftur úr grøvini. Myndin sýnir Glyvra Kirkju, har gudstænastan verður hildin páska aftan C M Y K 26