hósdagur 28. mars 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2002
3
ARBEIÐSDAGUR
Kaj Joensen
Í amerikonskum filmum fær
løgreglan ofta skotið í
skógvarnar, at teir ikki duga
annað enn at fylla seg við
doughnuts. Vit vita sjálvandi, at
tað ikki er sannleikin, men vit
vita ikki, hvussu ein dagur hjá
einum løgreglumanni í Føroyum
kann ganga. Undirritaði slapp at
fylgja løgregluni, og valdi at
fylgja við, hvussu tað kann
gangast eini vakt, ein vanligan
hósdag.
Vaktin byrjar kl. 7 á morgni,
og møtast skal rættstundis. Tá ið
eg komi á støðina, eru løgreglu-
menninir, sum eg skal fylgja,
longu klárir og onkur longu farin
út at keypa morgunmat. Á
vaktini hendan morgunin eru,
Tóri Midjorð, Eyðun Dalsgaard,
og Jákup Martin Joensen, og
Rani Wardum er vakthavandi.
Hendan dagin er teirra uppgáva
at vera gøtuløgregla. Annars
skifta teir ímillum ferðsluløg-
regluna og ordens.
Men áðrenn morgunmaturin er
klárur, skal dagsins fyrsta
uppgáva avgreiðast. Vaktin í
gjárkvøldið handtók ein mann, ið
gekk fullur í gøtunum og gjørdi
heldur nógv um seg. Nú hevur
hann sovið rúsin av sær og kann
sleppa útaftur. Jákup Martin og
Tóri, ið lata mannin leysan aftur,
greiða frá, at hann tíverri er ein
gamal kenningur hjá løgregluni.
Ein av teimum umleið 10 per-
sónunum, ið alt ov ofta eru inni á
støðini og sova rúsin av, og eru
teir ikki á støðini, gista teir antin
úti á gøtuni ella á Herberginum
hjá Frelsunarherinum.
Friðarligt
Tá maðurin er latin úr varðhald-
inum, er morgunmaturin klárur,
men gleðin er stokkut. Sera hált
er hendan morgunin og vakt-
havandi boðar frá, at eitt
ferðsluóhapp er inni á Sundi.
Jákup Martin býður seg fram at
koyra inn á Sund at fáa greiðu á,
hvat er hent. Tíbetur hevur
óhappið ikki nógv uppá seg,
bilarnir hava fingið lítlan skaða.
So skjótt er at avgreiða støðuna.
Tað sum løgreglan ger á stað-
num, er at fáa eina frágreiðing
frá báðum pørtum um, hvussu
óhappið er hent og meta um
bilarnir eru í nóg góðum standi
at koyra víðari. Eftir hvørt útkall
skal ein frágreiðing skrivast og
hetta er einki undantak. So er tað
upp til tryggingina at meta um,
hvør hevur feilin.
Sjálvt um tað ber brá av at tað
fer at vera úr at gera, so er morg-
unin sera friðaligur. Eingin ringir
inn og meldar nakað. Tí er neyð-
ugt at gera nakað av uppsøkjandi
løgregluarbeiði.
Eg fari við Eyðuni og Jákup
Martini til Kollafjaðrar at gera
ferðkanningar, men til alla lukku
fyri teir, ið koyra ov skjótt
hendan dagin, liggur illa fyri at
fanga ferðsyndararnar. Lasarin er
í brúki aðrastaðni í landinum. So
teir noyðast at nýta police
pilotin. Men ov nógvur kavi ger,
at ikki ber til at síggja merkini
fram við vegnum, sum løgreglan
er merkt upp. Men hóast tað
sleppa bilførararnir ikki undan at
verða kannaðir. Vit fara ístaðin
aftur til Havnar at gera grein 13
kanningar.
Bilarnir í góðum standi
Í meðan vit koyra ber til at fáa
eitt prát við løgreglumenninar.
Eg koyri mest saman við Jákup
Martini og Eyðuni, ið eru í yngra
endanum á løgreglustøðini. Um
ein skal blíva løgreglumaður,
skal ein niður til Danmarkar í
skúla í 3 ár. Tíðin niðri er tann
besta vit hava havt, siga báðir
við ein munn. Báðir trívast væl í
arbeiðinum, og sjálvt um viður-
skiftini eru smá í Føroyum, so
eru teir enn slopnir undan at
hava við fólk at gera, sum teir
eru í familju við.
- Eg havi tikið onkran fyri
rúsdrekkakoyring, sum eg kenni.
Men tað kann eg ikki taka mær
av, eg geri bara mítt arbeiði, vísi
gott andlit úteftir og eri eg
sjálvur, sigur Jákup Martin.
- Eingin dagur er líka, og ein
veit ongantíð, hvat ein verður
sendur út til. Tað kann verða alt
frá húsófriði til hundar, ið ganga
leysir.
Prátið kemur eisini inn bilar-
nar. Kanningin hendan dagin,
Sosialurin er við, vísir, at bilarnir
eru í góðum standi. Bara tveir av
fjøruti bilum fáa bót. Og Eyðun
kann taka undir við, at bilførar-
arnir koyra í góðum bilum. Tað
man koma av, at so nógvir
nýggir bilar eru á vegunum nú.
Tað, ið fólk fáa mest bót fyri, er
gloymd koyrikort og at koyra
uttan at sita í trygdarbelti.
At løgreglan gongur høgt uppí,
at hetta verður fylgt, serliga tá ið
børn eru við, er sjón fyri søgn.
Vit steðga tveimum bilum sum
vit møta, og venda við aftur, har
løgreglumenninir leggja til
merkis, at smábørnini ikki eru
spent føst.
- Tað er eitt tað ringasta eg
síggi, tá ið foreldrini ikki spenna
børnini hjá sær føst, sigur Jákup
Martin.
Sami maður tikin aftur
Umframt óhappið á Sundi og
grein 13 kanningina, eru onkrar
smáar uppgávur, onkur nummar-
pláta skal takast, og eisini stevn-
ing fyri rættin skal berast út til
rætta viðkomandi.
Meðan vit koyra niðri í mið-
býnum, koma vit framvið okkara
kennig frá morgunstundini av.
Hann sær út til at hava fingið
ivaleyst at drekka aftur, so vit
steðga at práta við hann. Tað
vísir seg skjótt at so er, hann
stendur og stiðjar seg upp ímóti
einum garði. Annar av løgreglu-
monnunum fer út at tosa við
hann, og ger av, at tað man vera
best at taka hann í bilin. Fyrst er
ætlanin at taka mannin við á
støðina, men tað er hann ikki so
glaður fyri. Roynt verður so at
fáa hann inn á Herbergið, men av
tí, at maðurin kann gera í so
nógv til tíðir, umframt at bert ein
kona er á Herberginum við fleiri
fólkum, sleppur hann ikki inn.
Tískil eru einastu ráðini at taka
mannin við á støðina at sova
rúsin av sær. Maðurin, sum
hevur gramt seg um, at hann ikki
fær luft, verður spillfrískur og
ressast við, tá hann hoyrir at
hann skal á støðina. Hann kemur
so væl fyri seg, at løgreglumenn-
inir gevu honum ein møguleika
at vísa at hann kann ganga
sjálvur. Ta royndina klárar hann
við glans. Og sleppur so at halda
leiðina fram. Onkur vil kanska
halda, at tað er óðmannaverk at
lata hann sleppa, men veruleikin
er, at løgreglan kennir hesar
menninar til lítar.
Móti endanum av degnum
verður knappliga nógv at gera.
Júst sum vit hava sett omanfyri
nevnda mann av, møta vit einum
bilførara, ið Eyðun og Jákup
Martin fáa illgruna um koyrir við
kenning. Hann verður steðgaður
og illgrunin vísir seg at vera væl
grundaður. Alkoholmetrið vísir
eina promillu uppá 1,23. So
eingin ivi er um, at omanfyri
loyvda hámarkið uppá 0,5, er
brotið. Maður verður handtikin
og lækni boðsendur at taka
bloyðroynd av manninum fyri at
endaliga at staðfesta støðuna.
Í meðan Jákup Martin avhoyrir
viðkomandi, ringir ein bilførari,
ið sigur seg koyra aftan fyri ein,
har alt ikki ruggar rætt. Allar-
helst er talan eisini um rús-
drekkakoyring. Eyðun er skjótur
avstað, men tíverri eydnast tað
ikki at finna bilin aftur.
- Tað er ógvuliga sjáldsamt at
taka tveir fyri rúsdrekkakoyring
ein hósdag, siga teir. Hesuferð
var tað kunnleiki til viðkomandi,
ið førdi við sær illgrunan.
Vaktin skal upprunaliga verða
liðug klokkan trý, men Jákup
Martin og Eyðun noyðast at
avgreiða sín setning, áðrenn teir
sleppa til hús. Frágreiðing skal
skrivast, so tað verður eitt sindur
av yvirtíð.
Ein dagur sum løgreglumaður
Ein løgreglumaður veit ongantíð, hvussu arbeiðsdagurin kemur at ganga.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og harafturat veit eingin, hvat kann henda.
Ein løgreglumaður kann vera kallaður út til hvat sum helst. Sosialurin
hevur fylgt einari vakt á løgreglustøðini í Tórshavn í ein dag
- Eitt tað ringasta eg síggi er, tá ið foreldrini ikki spenna børnini hjá sær føst, sigur Jákup Martin
Mynd: Kaj Joensen
C
M
Y
K
28
2
Sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Anders Fogh Rasmussen
segði í nýggjárstalu síni
millum annað, at hann vildi
serfrøðingaveldinum til lívs,
tí at meinigi maðurin er líka
væl skikkaður støðutakari
sum serfrøðingurin.
Harafturat meinti hann, at
serfrøðingatyraniið máaði
støðið undan fólkaræðinum.
Kanska Rasmussen hevur
grein í sínum máli, men tað
sum hann gloymur er, at um
tú vil taka nakað burtur sum
er vorðið stovnsfest, so má
tú í øllum førum hugsa um,
hvørjar konsekvensir tað
eventuelt hevur og hvussu
teir í sofall skulu hand-
farast.
Tað kann kanska tykjast
eitt sindur løgið, men eg
fari at seta Rasmussensa
meining í samband við eina,
fyri meg, skelkandi barr-
vitjan eitt leygarkvøld her-
fyri.
Ein føroyskur vinmaður
og eg vóru altso á eini øgi-
ligari coolari barr, har talið
av teimum sokallaðu væl-
eydnaðu var høgt - við
øðrum orðum tey sum ar-
beiða í øllum hesum nýggju
coolu vinnunum: Kt-,
reklamu-, konsulentvinnuni
o.s.fr.. Hendan barrin var
ikki bara cool, hon var eis-
ini køld. Fólkini tóktust ikki
sum vóru tey gjørd úr kjøti
og blóði, tey tóktust ikki at
hava puls og temperatur,
heldur tóktust tey vera úr
rustfríum stáli og glasi -
køld, hørð og mekanisk.
Hvat var hetta fyri nakað?
Jú, hetta vóru tey væleydn-
aðu, tey fleksiblu, effektivu
og kreativu við 70 tímars
arbeiðsviku, designara-
klæðum og Audi í garasjuni.
Tað tykist sum, at krøvini
tað postmodernaða býar-
samfelagið setur sínum
borgarum verða meira og
meira menniskjafíggindalig.
Samfelagið er vorðið so
komplekst og tey harav
fylgjandi krøvini um fleksi-
bilitet og effektivitet hava
ein høgan prís. Við sviðu-
soð verða nevniliga persón-
ligur tryggleiki, og hin
grundleggjandi, djúpa sam-
leikakenslan. Tey post-
modernaðu býarkrøvini føra
altso til kaldar ego-tripp-
arar, sum alt ov ofta vakna
við kaldan dreym og bara
gráta og gráta uttan at vita
hví. Tey síggja bara mein-
ingsloysi og einasta troyst
eru eydnupillarar. Hetta er
ikki tvætl sum eg finni
uppá. Sjálv kenni eg heili
tvey fólk sum vaknaðu við
kaldan dreym. Harafturat
kenni eg tvey onnur sum
selja skeið til fyritøkur, og
hvørji skeið? Jú, annar selur
motivatión og hin humor. -
Hevur nakar hoyrt so skapt?
Eg meini, kann slíkt keyp-
ast?
Er tað ikki eitt tekin
uppá, at okkurt er ravrusk-
andi galið, tá motivatión og
humor er nakað sum má
lærast frá skeiðhaldarum?
Hvat hevur so hetta við
Rasmussen og serfrøðinga-
veldið at gera - jú rættuliga
nógv. Rasmussen sigur, at
meinigi maðurin er eins væl
skikkaður støðutakari sum
serfrøðingurin. Her hugsi
eg, at Rasmussen velur at
gloyma, hvussu komplekst
nútíðarsamfelagi er vorðið,
og einki týður uppá, at tað
verður einklari, heldur
hinvegin. Kunningarstreym-
urin er alsamt økjandi og
orsakasambondini verða alt
meira torrgreidd og tokut.
Eg vóni, at Rasmussen, tá
ið hann t.d. sker 48 milli-
ónir av játtanini til Roskilde
universitets center um 5 ár,
hevur hugsað um, at í okk-
ara sekulariseraða lívshátti,
har trúgvin ikki longur vísir
vegin, men har meining og
virðir eru alsamt meira
flótandi og upp til einstak-
lingin at finna, so er tað
kanska tørvur á fólki við
kunnleika til at pilka kom-
pleksitetin sundur í smærri
bitar og greiða frá saman-
hangum sum kunnu gera
tilveruna minni torskilda og
veita eitt kvalifiserað
grundarlag til at røkja
fólkaræðisskylduna.
Er Rasmussen greiður
yvir, at eitt av eyðkenn-
unum við nútíðarsam-
felagnum er ring tíð, og at
tann mest grunnleggjandi
fortreytin fyri hugsunarsemi
júst er tíð, góð tíð. Er hann
greiður yvir, at samfelagið
er í vanda fyri at missa tað
hugsunarsemið, sum kanska
er meir tiltrongt nú enn
nakrantíð.
Hetta eru álvarsligir
trupulleikar og í Noregi
hevur fremmandagerðin
verið nóg umfatandi til, at
stjørnin stovnaði eina
virðisnevnd. Hon skuldi
finna felagsvirðir sum
tjóðin kundi savnast um og
fólkð kundi identifisera seg
við.
Tað sum føroyski vin-
maðurin og eg blivu samd
um á barrini hitt leygar-
kvøldið, var, at tann jarð-
bundna føroyska barlastin
ikki var so galin at hava við
sær út í tað virðisflótandi,
kompleksu og køldu býar-
jungluna.
Serfrøðingar ella ikki ?
Durita Holm skrivar
BAKGRUND
Árni Joensen
- Hann var ósekur, sigur
Huda Nawawra. Næstsein-
asta hósdag varð sonur
hennara avrættaður - av
øðrum palestinum. Teir
skutu hann í høvdið og
bringuna, áðrenn teir
drógu hann ígjøgnum
gøturnar í Bethehem. Líkið
av tí 29 ára gamla Moham-
mad Defala Nawawra
skuldi vísa fólkinum á
Vestara Áarbakka, hvørja
revsing svíkjarar fáa.
Men hetta var bara tann
sjónligi parturin av revs-
ingini. Móður hansara,
faðirin og teir elstu brøð-
urnir hava nú mist ar-
beiðið, sum tey høvdu, og
móðurin ivast í, um nakar
fer at gifta seg við teimum
fimm systrunum hjá
Mohammad. Tí her er tað
eingin, sum giftir seg við
einum svíkjara, og í eygum
palestina var tað ikki
einans Mohammad, sum
var svíkjari, men alt
húskið.
- Alt húskið er lagt í
oyði. Í skúlanum happa
teir størru dreingirnir tann
yngsta son okkara og siga,
at bróður hansara var
svíkjari. Teir siga, at hann
varð avrættaður og tveittur
út á gøtuna. Genturnar,
sum plagdu at spæla við
døtur okkara, spæla ikki
við tær longur, men gera
gjøldur burtur úr teimum,
sigur Huda Nawawra.
Sonur hennara er ikki
tann einasti. Í somu viku,
sum Mohammad doyði,
vórðu seks aðrir palestinar
avrættaðir sum svíkjarar.
Teir flestu vórðu avrætt-
aðir, tí onkur hevði ill-
gruna um, at teir vóru
svíkjarar, aðrir komu fyri
ein dómstól, men eingin
teirra fekk høvi at verja
seg.
Ongan gravstað
Tí her í teimum pale-
stinsku gøtunum er tað
einki, sum eitur at kæra
ein dóm. Mohammad
Defala Nawawra bleiv
dømdur, tí aðrir høvdu
illgruna um, at hann hevði
latið ísraelsmonnum upp-
lýsingar, sum høvdu við
sær, at ísraelsmenn skutu
ein hernaðarligan pale-
stinskan leiðara. Hann
segði seg vera ósekan, og
móðurin sigur, at hann
hevði útvegað sær prógv
fyri, at hann var ósekur.
Men hann fekk ongan
møguleika at verja seg.
- Eg eri ósekur! Eg eri
ósekur! Drepið meg ikki!
Men teir vildu ikki lurta
eftir honum og tóku hann
til staðið, har ísraelsmenn-
inir skutu leiðaran. Har
skutu teir so Mohammad
og tveittu líkið út á gøtuna.
Eingin vildi siga mær, hvar
líkið av soni mínum var.
Tá eg endiliga fann hann,
skundaði eg mær á eitt
sjúkrahús við honum, men
heldur ikki har fekk hann
nakra virðiliga viðferð,
sigur tann syrgjandi móð-
urin.
Teir átrúnaðarligu leið-
ararnir vildu heldur ikki
geva honum ein gravstað.
Og í dag veit Huda ikki,
hvar líkið av soninum er.
- Vit bóðu guvernørin
hjálpa okkum at finna ein
gravstað til Mohammad.
Hann lovaði at hjálpa
okkum, og hann sigur, at
teir hava jarðað hann á
einum loyniligum staði.
Men vit fáa ikki at vita,
hvar tað er, sigur Huda
Nawawra.
Torir ikki út
Sjálv situr hon í stovuni og
hugsar um tað, sum er
hent. Á vegginum hanga
myndir av tí deyða sonin-
um. Hini átta í húsinum
eru eisini inni og sita og
stara niður í gólvið. Bara
ein tvey ára gomul smá-
genta spælir á gólvinum.
Enn veit hon ikki, at lagna
hennara er avgjørd, at hon
longu er fordømd.
Síðani Mohammad varð
avrættaður, hevur móðurin
bara verið uttan fyri dyrnar
einaferð. Tað var til eitt
minningarhald til minnis
sum sonin. Eingin annar
kom.
- Eg tori ikki út. Eg eri
bangin fyri at møta øðrum,
og hvat tey fara at siga. So
eg siti heldur við hús, sigur
hon.
Hetta er ein náðileysur
heimur. Í býnum Ramallah
varð ein maður skotin og
líkið hongt í ein pela á
torginum mitt í býnum. Í
Betlehem ætlaðu nakrir
menn at gera tað sama við
ein mann, sum eisini varð
lagdur undir svik, men
løgreglan forðaði tí.
Í tí lítla húsinum í Betle-
hem halda tey seg ikki
hava hjálpt ísraelsmonn-
um, men lítil uggi er í
sannføringini. Tann einasti
glottin var, so løgið tað
ljóðar, tá faðirin misti
arbeiðið:
- Tey søgdu, at tey
høvdu ikki brúk fyri hon-
um í prýðishandlinum
longur, tí tað eru so fá
fólk, sum koma í handilin
nú. Men soleiðis hevur tað
verið so leingi, og vit vita,
at hann varð uppsagdur
orsakað av hasum um
Mohammad. Men tað var
vakurt av teimum kortini
at siga tað á ein annan hátt,
sigur Huda Nawawra.
Betlehem
Mynd: Reuters
Dagsins Betlehem -
ein náðileysur heimur
Sonurin Mohammad varð avrættaður, tí aðrir palestinar løgdu hann
undir at hava hjálpt ísraelsmonnum. Nú hava øll í húsinum mist
arbeiðið, og børnini verða happað burtur úr skúlanum