hósdagur 28. mars 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
ein nógv um sína útsjónd.
- Tað vóru kvøld, har eg bað til
Gud, um at vakna við tveimum
eygum, og so var eg skuffað, tá
eg vaknaði aftur, greiðir Bergljót
frá.
- Men eg hevði onnur fólk við
sama breki í Klaksvík at tosa
við, og tað var ein stór hjálp.
Bergljót skuldi eisini regluliga
skifta protesu, tí eitt glaseyga
slítist og skal skiftast út reglu-
liga.
- Tað hildu summi vera ordi-
liga lekkurt, tí sjálvt tað at skifta
protesuna, tók bert einar tveir
tímar, og so hevði eg ein heilan
dag í Keypmannahavn, har vit
onkuntíð fóru í Tivoli ella bara
gingu og keyptu ymiskt og
hugnaðu okkum. Vinir hjá mær
hildu, at eg var sera heppin, sigur
Bergljót við einum smíli.
- Í dag verði eg sum oftast bert
mint á brekið, tá eg møti nýggj-
um fólkum. Eg eri ikki ofta
spurd um, hví eg misti eygað,
men eg hevði viljað, at fólk
heldur spurdi hví, enn at tey
bryggja søguna sjálvi.
- Eg kann ikki hyggja longi í
sjónvarp til dømis ella lesa ov
longi. Tað var ein trupulleiki,
meðan eg var undir útbúgving, tí
tá terpar man nógv og ofta, so eg
var mangan sera troytt um
kvøldarnar, sigur Bergljót, sum
vísir á, at hon kennir ikki til at
hava tvey eygu, so hon kann ikki
siga, um tað er keðiligt bert at
hava eitt eyga.
Misti eygað knapt tvey ára
gomul
Eygað bleiv tikið í september
mánaða í 1972. Bergljót bleiv
send niður akut, tí læknarnir
óttaðust, at ein óndartaður
svullur sat á eyganum. Hon bleiv
løgd undir skurð beinanvegin og
eygað bleiv tikið.
- Læknarnir søgdu, at teir tóku
eygað beinanvegin, tí teir vóru
bangnir fyri, at svullurin fór at
vaksa yvir í hitt eygað eisini, og
so hevði eg verið starblind í dag,
greiðir Bergljót frá.
Eftir skurðviðgerðina kom tó
fram, at tað var kortini ikki talan
um ein svull, men eina hind, sum
var byrjað at vaksa út yvir eygað,
meðan Bergljót lá í móður-
lívinum.
- Um teir høvdu vitað tað, so
hevði eg havt bæði eyguni í dag,
men eg hevði verið blind í
øðrum eyganum, sigur Bergljót.
Skurðviðgerðin órógvaði eisini
eina nerv í eyganum, sum gjørdi,
at tá Bergljót fekk ta fyrstu
eygnaprotesuna, bleiv staðfest, at
hon fór altíð at hava trupulleikar
við at halda eyganum upp á
pláss.
- Tað gav mær nógvar trupul-
leikar allan vegin ígjøgnum, til
eg í fjør fór til Danmark at fáa
eitt annað slag av protesu, greiðir
hon frá.
- Eg havi ofta mist eygað úr og
tað er ræðulig støða at koma í,
sigur hon.
– Tað er samstundis eisini ein
onnur ógvuslig áminning um, at
eg bert havi eitt eyga.
- Einaferð vóru vit á sølu-
stevnu, og tá vit skuldu fara at
fáa okkum ein kaffimunn, fekk
eg eitt óvæntað skump, og eg
misti eygað á gólvið. Maðurin
noyddist at leita eftir tí. Tað mest
ræðuliga var tó ikki tað, at eg
misti tað, men heldur tað, at eg
visti ikki, um tað var brotið ella
ei. Tað var tað so ikki í hasum
førinum, men eg havi onkuntíð
mist eitt eyga, sum er farið í
knús, greiðir Bergljót frá.
- Eg havi annars eitt innbygt
refleks, sum ger at eg, sum oftast
megni at lofta eyganum, áðrenn
tað fer úr, men hendir okkurt
púra óvæntað, so klári eg tað
ikki.
Nýggja eygnaprotesu
Fyri umleið einum ári síðani
fekk Bergljót eina nýggja eygna-
protesu. Áðrenn hevði hon
glaseyga, men hetta nýggja er
eitt akryleyga.
- Maðurin og eg fóru til
Danmarkar í apríl mánaða í fjør.
Yvirlæknin á eygnadeildini á
Ríkissjúkrahúsinum, Peter Toft,
sá beinanvegin, at andlitið hjá
mær var skeivt. Soleiðis nýtist
tær ikki at síggja út, segði hann,
greiðir Bergljót frá.
Læknin sá eisini trupulleikan
hjá henni við at halda upp á
eygað. So tá hon bleiv løgd undir
skurð, bleiv eygað eisini lyft upp
eitt sindur. Ein koralkúla bleiv
sett inn í eygnaholuna fyri at
fylla eyga út. So gekk Bergljót
við klaffi fyri eygað í góðar tveir
mánaðir, inntil hon fekk ta
nýggju eygnaprotesuna. Tað var
sviin Martin Johnson, sum gjørdi
protesuna.
- Eitt akryleyga verður hond-
gjørt eftir hinum eyganum, og
harumframt verður tað tilpassað
persóninum, sum skal hava tað,
greiðir Bergljót frá.
- Tá eg fór niður at skifta
glasprotesuna út, sat eg og
passaði eina rúgvu av eygum,
áðrenn eg fann eitt, sum eg helt
passaði til mín. Tað kom ofta
fyri, at eg ikki var nøgd við
protesuna, tá eg hevði gingið við
henni í eina tíð. Antin tí at hon
ikki passaði so væl kortini, ella tí
liturin ikki líktist hinum eygan-
um. Men nú er alt hatta ikki
nakar trupulleiki longur.
Bergljót sigur, at hon var
hjástødd, meðan protesan bleiv
gjørd.
- Tað er eitt framúrskarandi
hondverk og heilt fantastiskt at
hyggja at.
Bergljót Johannessen er tann
einasta í Føroyum, sum hevur
akrylprotesu.
- Eg havi nú upp gjøgnum
árini roynt mangt og hvat til tess
at gerast nøgd við bæði eyguni
hjá mær, so hóast tað hevur
gingið so væl við hesi protesuni,
so havi eg ilt við at trúgva, at eg
ongantíð skal undir skurð aftur.
Eg taki ein dag í senn. Men
ongin ivi skal verða um, at hetta
er fyrstu ferð í mínum lívi, at eg
eri glað fyri bæði eyguni hjá
mær, slær Bergljót at enda fast.
Sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2002
5
- Eg havi ofta mist eygað úr og tað er ræðulig støða at koma í, sigur hon
Mynd: Solby A. Eliasen
C
M
Y
K
30
4
Sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2002
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
- Tú, hon sjálv!!
- Tú, hon við glaseyganum!!
Hetta ljóðar kanska eitt sindur
løgið, men soleiðis hevur eitt
fólk veruliga rópt á Bergljót,
meðan hon gekk úti á gøtuni.
- Hatta er tað grovasta dømið
um, hvussu eg eri vorðin mint á
brekið, men fyri tað er ikki sagt,
at hinar áminningarnar eru í lagi,
sigur hon.
Her sipar hon til, at tað verður
hugt nógv eftir henni. Og hon
hevur fingið nógvar speiskar
viðmerkingar frá fólki, sum
halda seg vera skemtilig.
- Nógv fólk seta eisini spurn-
ingar, sum tey vita svarið á, men
spyrja kortini av forvitni. Eg sigi
ikki, at tey ikki skulu spyrja,
men ofta eru spurningarnir so
speiskir, sigur Bergljót.
- Tað ringasta eg veit er, tá ið
vit eru onkunstaðni og eitt barn
kemur til mín at spyrja um
eygað, at so ein vaksin tekur yvir
og svarar fyri meg. Tá blívi eg
ill, tí at hetta barnið spurdi meg,
lat so meg svara! Børn eru eisini
heilt øðrvísi. Tað liggur nakað
ósekt aftanfyri. Tey halda eisini
ofta, at eg eri sjúk í eyganum,
men tað eri eg ikki, slær Bergljót
fast.
- Fólk eru so óumhugsin, tey
hugsa ikki um, hvat tey siga fyrr
enn ov seint er, heldur Bergljót.
Starvast dagliga við
børnum
Til dagligt er Bergljót lærari, so
hon starvast við børnum hvønn
dag.
- Eg havi bert fingið ein
spurning frá einum næmingi. Og
eg veit, at spurningurin ikki
upprunaliga kom frá honum,
sigur hon.
Hetta hevði so við sær, at hon
gjørdi av at taka evnið upp í
einum av smáu flokkunum, sum
hon hevur. Tey tosaðu millum
annað um, hvussu ein kann
umgangast fólk, sum hava eitt
hvørt brek. Og hvussu tað er at
liva við einum breki.
- Tað var sera spennandi. Eg
haldi, at har hevði eg ordiliga
nakað at geva børnunum, tí at eg
sjálv eri í hasi støðuni til dagligt.
Hvussu er tað so at liva við
einum eyga
- Eg havi eina greiða støðu til
mítt brek, sigur Bergljót. - Og
tað kemur heilt vist av, at for-
eldur míni hava ongantíð dyrkað
mítt brek. Eg eri elst av fýra
systkjum, og foreldrini hava
ongantíð gjørt mun á mær og
teimum, tí at eg bara havi eitt
eyga. Tey hava altíð hjálpt og
stuðlað mær væl. Tað hevur
eisini gjørt sítt til, at eg eri
komin til sættis við brekinum.
Tað hevur eisini hjálpt mær, at
klára viðmerkingar, sum eg havi
fingið.
- Eg eri ongantíð vorðin
happað í skúlanum, heldur hon
fram.
– Um tað er tí, at flokkurin eg
gekk í, var so góður ella lærar-
arnir dugdu so væl at handfara
tað, veit eg ikki.
Bergljót sigur tó, at tað hava
verið nógvar sera ringar løtur í
hennara lívi, orsakað av brekin-
um. Hon sigur, at tað var serliga
torført í tannárunum, tí tá hugsar
Onnur minna meg á brekið
- Eg hugsi ikki dagliga um, at eg havi eitt brek, men onnur minna
meg ofta á ymiskan hátt á tað, sigur 32 ára gamla Bergljót
Johannessen úr Klaksvík. Hon hevur bert eitt eyga, og fyri einum
ári síðani var hon í Danmark og fekk eina nýggja eygnaprotesu, í
staðin fyri glaseygað, sum hon hevur gingið við, síðani hon var
knapt tvey ára gomul
- Eg eri ongantíð vorðin happað í skúlanum. Um tað er tí, at flokkurin eg gekk í, var so góður ella lærararnir dugdu so væl at handfara tað, veit eg ikki
Mynd: Solby A. Eliasen