hósdagur 28. mars 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Náttúran er farin í blóð og
heila og verður verandi har.
Tess eldri tú verður, tess meiri
hevur tú brúk fyri natúruni.
Natúran er avstrongjandi. Tú
reinskar likam, sinni og sál og
savnar tær megi at virka betur og
meiri lívsjáttandi í dagliga, ofta
strongda, yrki tínum.
Tað veri seg um ein er til
gongu ella á hestbaki ella um tú
bara fert í hestastallin at sópa,
fóðra ella hjúkla um rossini,
sigur Heðin.
- Ríðing er ein spennandi
háttur at mýkja vøddar. Onnur
ganga regluliga til fimleik,
svimja og vitja fitness-sentur o.a.
Eg havi ríðingina, sum bæði
mýkir likam og sál, og eg ríði, tá
ið eg vil, tó mest frá jólum av og
til summarið kemur og frá
Ólavssøku til einaferð í oktober.
Við rossunum fylgja skyldur,
sum mýkja vøddar, t.d. at fara í
hagan við teimum, at sópa,
hoyggja o.a.
Og at tað skal vera so sera
dýrt at hava ross, vísir Heðin
aftur. Ein saðil heldur leingi,
Heðin eigur tveir og hevur ikki
átt fleiri, báðir eru góðir enn. Eitt
ross kostar eini 25.000 krónur og
kostar í alt eini 5000 krónur
árliga at halda við fóðuri og
øðrum. Rossið hevur ein í eini
15 ár.
- So hoyggjar ein sjálvur og
hús, stall, byggir ein sjálvur.
Býtur ein kostnaðin út á øll árini,
so er tað ikki nógv, sigur Heðin,
ið staðfestir, at hansara rossahús
kostaði eini 20.000 krónur, og
hann hevur havt hesa eingangs-
íløgu síðaini 1970.
- Hevði eg ikki havt ross, so
hevði eg havt okkurt annað.
Kanska bát. Og eg ferðist ikki
nógv, ofta vil eg heldur sleppa at
ríða, sigur Heðin
Samveran við rossini
- At fáast við ross er ein máti at
skilja grundmekanismurnar í
menniskjum eisini. Hóast vit
vilja tað ella ikki, so eru vit
rættiliga lík rossum likamliga og
kensluliga. Vit eru bara nógv
meiri fjølbroytt og siviliserað.
T.d. hava ross brúk fyri at
merkja, at ein er góður við tey,
og løna tær aftur við at vera
lýðin, álítandi og at kýta seg fyri
tína skuld. Tað er so skjótt, at
ungross byrja at skilja teg á
rørslum tínum og serliga á
røddini. Tey vita akkurát nær tú
ert blíður ella ónøgdur ella um tú
ætlar tær ein ríðingartúr, sjálvt
áðrenn tú ert farin undir at
fyrireika túrin. Tey hava ómeta-
liga gott skil á veðurvánunum.
Vænta tey illveður, so fara tey av
sær sjálvum inn í stallin. Vænta
tey góðveður um náttina, himpr-
ast tey við at fara innar og
gneggja at boða mær frá, at tað
er einki gott hugskot at standa á
bási í sovorðnum veðri, greiðir
Heðin frá og minnir á søguna um
kenda havnamannin, har teir
javnan smakkaðu sær á, tá riðið
varð, og so sovnaði hesin, men
rossið líkasum skumpaði hann á
pláss aftur, tí so stórur var
kendskapurin teirra millum.
- Tey eru ómetaliga viðkvom
yvirfyri rødd og rørslum, tá ið tú
t.d. ynskir at broyta ferð og
skifta gongulag og kós. Eitt
skemtiligt fyribrigdi við rossum
er, at tey eru eins og menniskj-
uni, tá umræður at hava ein
leiðara. Um tú sleppur ross leys
á sama øki, binda tey ikki frið,
fyrr enn eitt av teimum hevur
bitið og sparkað seg til at vera
leiðaraross, greiðir Heðin frá.
Samveran manna millum
Fólkaslagið er serstakt. Tað við-
gongur Heðin, men sum prátið
gongur kemur eisini fram, at tað
er nakað serstakt at hava ross, tí
eins og at hava hund, so stingur
ein felagsskapur seg upp, har
virðing og samskifti hevur stóran
týdning.
- Rossahald er eisini ættar- og
arvagransking. Flestu reiðfólk
kenna ættina hjá rossum sínum
langt aftur í tíðina. Teir, sum eiga
íslendska rossaslagið, og tað eru
tey flestu, vita ótrúliga nógv um
íslendskar rossaættir og við
hesum um íslendsk viðurskifti
yvirhøvur. Tað er ikki so sjáldan
at konur og menn eru í Íslandi á
vikureiðferð. Eg man hava verið
har einar 7-8 ferðir og riðið
saman við bestu vinum mínum
um alt Ísland. Ættargransking er
arvagransking. Tú leggur teg
eftir at ala teir bestu eginleikar-
nar fram í rossunum. Tað veri
seg viðvíkjandi bygnaði, útsjónd,
rørslum og sinnalagi. Bein,
hógvar, styrki og gongulag hava
serligan týdning fyri ross í
Føroyum. Men vit leggja eisini
dent á lit, stødd, útsjónd og ikki
at gloyma vilja og sinnalag. Og
her ber eisini til at samanbera
við fólk, sigur Heðin.
- Ríðingin er bæði einstak-
lingavirksemi og sosialt virk-
semi.
Tú venur rossini einsamallur
við at vera um tey, venja tey í
rossagarðinum og venja tey á
stuttum túrum.
- Tá ið tey eru nóg búgvin fert
tú við teimum millum onnur
ross. Oftast ferðast vit í smáum
bólkum. Við hvørt gera vit
felagstúrar, ætlaðar ella tilvildar-
ligar.
Tað er gaman at ríða saman.
Vit práta um leyst og fast, tó
mest um veður og natúruru,
farleiðir, ross og hendingar á
leiðini ella tíðindi. Men tað, sum
eyðkennir reiðfólk og reiðmentan
er søgurnar. Altíð óbegrípiliga
skemtiligar og bersøgnar og
oftast um ein av okkara egnu.
Fyri onnur kunnu tær virka í so
nærgangandi og óreinar. Men vit,
sum eru von við tær og við hvørt
offur, vita, at aftanfyri liggur
tokki og virðing. Tað er bara
soleiðis, at reiðfólk ikki kunnu
torga tað uppgjørda, forlorna,
skinfína, at onkur er meiri verdur
enn ein annar, falslótir, at fólk
gera seg upp ella taka synd í sær
sjálvum, erkvisni og veikleikar.
Men tey hámeta rástyrki, frum-
megi, the survival of the fittest,
raskleikan, frælsi, at liva í løtuni,
náttúrukreftirnar, kríatúrini,
knæbóndalívið og at elska vilt og
ofta. Tað sama verður oftani sagt
um drykkjuskapin hjá reiðmonn-
um. Men tað er nú farið í søg-
una. Næstan. Tíbetur.
- Alt hetta kundi bent á, at vit
eru primitivari enn fólk flest. Tað
er neyvan veruleikin, men meiri
ein serligur háttur hjá lívligum
persónum, sum í gerandisdeg-
num eru bundnir av arbeiði og
reglum um alt ímillum himmal
og jørð, at avreagera uppá,
greiðir Heðin frá.
Spenningur
- Saman við rossunum og vin-
fólkunum upplivir tú eisini
spenningin, sum tú kanska
saknar í gerandisegnum. At
uppliva ferðina og renningarlagið
og at yvirganga teg sjálvan í
góðum samlagi við rossið í
kapprenning á túrum ella undir
skipaðari kappríðing, gevur
"kikkið", sum tú ikki upplivir
annars. Tað sama er at siga um
ríðing í brattlendi ella har
viðurskiftini eru vánalig og
vandamikil.
- Vit hava tvey ríðingarfeløg í
Havn. Føroya ríðingarfelag, sum
skipar fyri kappríðing, felags-
túrum, fjósabygging, veitslum
o.ø. Og Føroyskt Íslandsrossa-
felag, sum umframt skipar fyri
gongulagskappingu. Har havi eg
verið dómari í mong ár. Vit eru
nøkur, sum hava góðkent prógv
at døma. Feløgini skipa eisini
fyri filmskvøldum, fyrilestrum,
skógvingar- og ríðingarskeiðum.
Tey eru rættiliga virkin og hava
gjørt bæði hesthús, felagshús og
ríðingarvallir. Ætlanir eru um
fleiri ríðingarhallir eisini, sigur
Heðin.
Páskadagarnar hevur hann til
at skráseta allar gávurnar, ið
hann fekk til henda minniliga
føðingardagin, har ítrivið setti
dám á.
- Hjá mær er tað nú ikki ítriv,
men ein lívsstílur. Og vit eru ikki
bangnir fyri at siga, at vit eru
rossamenn. Fólk halda kanska
ymiskt, men eg haldi fólk halda,
at vit hava tað gott, sigur Heðin.
Aðrir gevast so spakuliga, tá
teir fara um tey 70 — 75. Men
hvussu við Heðini?
- Í Íslandi hitti eg mann, ið var
83 ár og reið hvønn dag, eisini
einum, ið var 86. Men íslend-
ingar eru nú serstakir, teir ið
hava ross. Men eg haldi eg haldi
á, til eg liggi, smálær ein væl
nøgdur Heðin í Horni.
Tað er skilligt, at hann er
nøgdur við stóra dagin og lívið
sum rossamaður og at ferðirnar
um dalar og fjøll enn í mong ár
ætlandi verða lívsstílurin,
vinskapurin og mentanin, ið gera
lívið vert at liva. Og so er eingin
orsøk at hugsa um at heingja
hestaskógvarnar yvir gongs-
dyrnar, tá eydnan er at finna
handan næstu sýnu, tá ein ferðast
á hestbaki.
Sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2002
7
Sum nakað serstakt høvdu børnini
hjá Heðini til dagin syrgt fyri eini øl
við serstøkum frámerki, har Heðin
og eitt abbabarn eru á
Reiðfólk kring landið fingu eina vælskrivaða og skemtiliga innbjóðing
C
M
Y
K
32
REIÐMENTAN
Dagfinn Olsen
Myndir: Jan Muller
Hvat er reiðmentan? Hvørji eru
hesi fólkini, ið savnast um ross
og hava henda felagsskapin, ið er
tengdur at náttúru og eini hug-
mynd av fría lívinum?
Leygarkvøldið 23. mars hittust
mong av hesum reiðfólkum í ein-
um húsum við Marknagilsvegin.
Havnarmaðurin Heðin Samuel
sen fylti 65 tann 20. mars, og
sendi eina skemtiliga og væl
skrivaða innbjóðing til reiðfólk
kring landið, at leygardagin vildi
hann fegin hitta tey, og so var ein
túrur á hestbaki á skránni, um-
framt annað, og treytin var, at
Heðin hesaferð sjálvur setti kós.
Leygardagin stóðu 43 ross í
túninum. Og so varð hol sett á
dagin, har Heðin hevði gulu
føraratroyggjuna.
Gjørt var greitt, at dagurin var
ein dagur fyri reiðfólk, og einki
við slipsum, gávum og øðrum
stási.
Sum nakað serstakt høvdu
børnini hjá Heðini til dagin syrgt
fyri eini øl við serstøkum
frámerki, har Heðin og abbabørn
eru á.
Og Heðin sigur, at hann ynskti
at uppliva ein av teim góðu,
gomlu ríðitúrunum, við einum
veti av villskapi, men hóast hetta
sámuligur, saman við teimum, ið
hann hevði havt tað gott saman
við.
- Eg hevði valt eina leið eftir
gomlu gøtunum, har vit ikki ríða
longur. Seinni var góð veitsla,
við nógvum góðum veitslurøðum
og góðum sangi, greiðir Heðin
frá.
Arvur
Fleiri av reiðmonnunum, ið eru
komnir nakað til árs, vóru við,
hóast teir meira ella minni eru
givnir við at sita á hestbaki. Og
eisini teir hava savnað reiðvinir-
nar til slíkar samkomur, tá rundir
dagar hava verið á skránni.
Nevnast kunnu her Aksel Hansen
og Viljormur Tórsheim.
Men hvat goymir seg handan
hesa hugmynd, sum fólk flest
hava av reiðfólkunum, hvat er
hetta fyri mentan?
Heðin dylir ikki, at hetta eru
fólk, ið hámeta rástyrki, náttúru
og samveruna við fólk og ross,
men sum tó vilja vinalag, men
við einum broddi, har kjak og
tvídráttur ofta tekur seg upp,
men í einum anda, har ilt ikki
stendst av. Hetta eru fólk, ið hava
eitt samanhald uppá gott og ilt
og sum rætta hvør øðrum hjálp-
andi hond, og peningur er ongan-
tíð við í myndini.
Heðin nevnir sum dømi, at
húsið í Havnardali, Fjósið, helst
er bíligasta hús í Havnini, tí tað
bygdu menn sjálvir, eins og teir
lótu tilfar.
- Sum eitt hjúnalag, vit liva
saman uppá gott og ilt. Rossa-
menn eru bersøgnir og sera
skemtiligir, og hata alt tað fína
og uppstásaða, bert ektaðu vør-
urnar galda, sigur Heðin.
Men ross er jú ikki bert fyri
menn, eisini ungar gentur
droyma um at ogna sær hest. Og
fleiri og fleiri kvinndur teljast
millum reiðfólkini.
- Vit eru øll javnsett, eingin
klassamunur. Og eg kann práta
við ungar menn og kvinnur, tí vit
hava hetta felags, sigur Heðin, ið
eisini nevnir, at reiðfólkið kemur
úr ymsum átrúnaðarligum ættum
og at bæði teir, ið smakka sær á,
og avhaldsmenn, teljast millum
reiðfólkið.
Og tað tykist, sum er hesin
skarin, sum ofta verður settur í
bás, tí fólk flest hava eina hug-
mynd av teimum, ein marglittur
skari, sum hevur funnið saman
um rossini.
Og ofta eru tað familjur, har
áhugin gongur í arv.
- Lützen, Mohr, Hansen og Í
Horni, sum eg eri av. Tað er frá
gamlari tíð, men sera nógv ung-
fólk hava hug til hetta ítriv, sigur
Heðin og vit biðja hann greiða
nærri frá.
- Abbi mín Dánjal í Horni var
rossadrongur hjá konu svian
Østrøm í 1890' árunum. Seinni
ein av undangongumonnunum
við stuttleikaríðing. Av børnum
hansara vóru serliga Edvard,
Alex, Magnhild, Albert, Carl og
pápi mín Hannis í Horni kend
ríðingarfólk, ið vunnu nógvar
premiur í kappríðing, serliga frá
1921 - 1929. Pápi mín, sum nú
er 95 ára gamal, vann t.d. 1.
premiu í 1925, 1926, 1928 og
1929. Hetta, og at abbi átti ross,
tá ið eg var smádrongur undir
seinna veraldarbardaga, hevur
uttan iva vakt ansin hjá mær fyri
rossum. Áhugin er helst eisini
gjøgnum tíðina styrktur av at
lesa norrønu gudalæruna og um
søguligar høvdingar, eitt nú um
Aleksandur Mikla, Napolion,
Olgar Danska og rossini í hesum
søgum, sigur Heðin.
Frælsi og náttúra
- Longu sum ungur var ein drig-
in at natúruni. Lutvíst tí vit
høvdu trøð, kúgv, seyð og gás.
Lutvís gjøgnum skúla og skald-
skap. Lutvíst við skótalívinum.
6
Sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2002
Hugspor um reiðmentan:
Eg haldi á til eg liggi
Kring landið fingu nøkur fólk eina spennandi og væl skrivaða innbjóðing til sermerkt
føðingardagshald leygarkvøldið. Ein reiðmaður fylti 65 og beyð 65 reiðfólkum at halda
dagin saman við sær. Heðin Samuelsen savnaði ein skara av reiðfólki í túninum og síðani
gjørdi hann av — í gulari føraratroyggju — hvussu túrurin á hestbaki skuldi ganga fyri seg.
Vit hava hitt Heðin fyri at frætta nærri um reiðmentanina, ið ein stórur vinaskari heldur
saman um, og sum so mong hava eina hugmynd av, men sum so fá veruliga kenna
Ein serstakur føðingardagur: 43 ross í túninum og so gongur leiðin um dalar og fjøll
“Rossamenn hámeta rástyrki, frummegi, the survival
of the fittest, raskleikan, frælsið, at liva í løtuni,
náttúrukreftirnar, kríatúrini, knæbóndalívið og at
elska vilt og ofta. Tað sama verður oftani sagt um
drykkjuskapin hjá reiðmonnum. Men tað er nú farið í
søguna. Næstan. Tíbetur”