hósdagur 28. mars 2002síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Frá fríggjadegi 29. mars til hósdagin 4. apríl
Leygarkvøld í Lindini
Burturhugur
Mr. Bean
Hann dansar sum ein
dreymur og hevur
gjøgnum árini skrivað
hundraðtals lesara-
brøv. Maðurin, ið
talan er um, er Hans
Birgir Hansen úr
Havn. Í sendingini
fylgja vit Hans Birgir
á ferð hansara í Havn-
ar gøtum og í hansara
dagligu gerðarmálum.
Hans Birgir greiðir
m.a. frá, hvussu hann
var við til at byrja før-
oyska kvinnufótbóltin
og um stóra plássið
B36 eigur í hjarta
hansara. Í sendingini
greiðir Hans Birgir
Hansen harumframt
frá, hvussu hann ofta
hevur kent seg órætt-
víst viðfarnan, ikki
minst, tá hann hevur
roynt at koma í sam-
band við kvinnur.
Mr. Big – eitt portrett
32 mánaðir í Sacsenhausen
Týskvøldið kl. 21.00
Nógvar nýggjar tónleikaupptøkur
á páskaskránni hjá Útvarpinum
Sum vanligt hevur útvarp-
ið
nógvan
tónleik
á
skránni páskadagarnar, og
í ár verða fleiri nýggjar
upptøkur at hoyra.
Langa fríggjadag verð-
ur onkur nýggj upptøka á
skránni.
Fuglafjarðar
Sangkór hevði konsert í
kirkjuni í Fuglafirði leyg-
ardagin 16. mars, og
fríggjadagin kl. 16.45 fara
vit at spæla burtur úr tí
upptøkuni.
Páskadag fara vit mill-
um annað at hoyra Ólav
Jakobsen spæla klassisk-
an guitara. Hann helt kon-
sert í Fuglafirði og í Havn
í mars mánaða, og útvarp-
ið festi konsertina í Norð-
urlandahúsinum tann 13.
mars á band. Ólavur Ja-
kobsen, sum er okkara
fremsti klassiski guitar-
leikari, framførir bæði
europeiskan og suður-
amerikanskan guitar-tón-
leik.
2. páskadag fara vit at
hoyra eitt sindur av ný-
skrivaðum jazzi. Norður-
lendska trioin GRISFO er
samansett av tónleikarum
í Grønlandi, Íslandi og
Føroyum – haðani navn-
ið. Jim Milne úr Grøn-
landia klaver, Sigurður
Flósason úr Íslandi á
saxofon og Edvard Ny-
holm Debess úr Føroyum
á bass fara at spæla eina
skrá av sera væl-ljómandi
jazz-tónleiki, sum útvarp-
ið tók upp á konsert í
Norðurlandahúsinum 3.
mars.
Annars verður eisini
nógvur annar tónleikur á
skránni. Petur Birgir Pet-
ersen fer at hava eina
sending um Matthæus-
passiónina hjá J. S.Bach.
Tann sendingin kemur
páskadag kl. 15 og Kári
Olsen fer at hava eina
sending við oratoriinum
hjá Ludwig van Beethov-
en – Kristus á Oljufjalli-
num. Tann sendingin er
langa fríggjadag kl. 15.
2. páskakvøld kl. 20.00
ynskir
hyggjarum og hoyrarum
einar gleðiligar páskir
Páskaaftankl. 21.00
Páskadag kl. 20.00
Langa fríggjadag kl. 14.15
C
M
Y
K
34
8
Vit menniskju eru nú einaferð
rættiliga løgin. Tá alt gongur
væl, eru tað vit, men tá tað so
gongur illa, eru tað hini.
Her í Svøríki hevur man í
seinastuni hugt sera nógv eftir,
hvat stjórar og onnur sum sita
høgt uppi í samfelagnum, hava
í løn. Tað er nú ikki so undar-
ligt, tí tá fyritøkur siga
hundrað- og túsundtals fólki
upp, og flyta fyritøkur uttan-
lands, so vil man nokk vita,
hvat hesi fólk fáa í løn fyri tað
tey gera. Eitt navn fram um øll
onnur hevur verið frammi, og
tað er fyrrverandi nevndar-
formaðurin í ABB, Percy
Barnevik. Barnevik er eitt
hugtak innan svenskt vinnulív,
eyðkendur sum ein sera
dugnaligur leiðari, sum fekk
alt hann var við í, at ganga
væl. Men so brast bumban...
Aftaná Barnevik var farin frá
sum nevndarformaður, skuldi
hann sjálvandi hava eftirløn,
onki ringt um tað. Men tað
sum fekk øði í fólk, var, at
eftirlønin var umleið 950
milliónir. Og fyrrverandi
stjórin í ABB hevði eisini eina
rímiliga góða avtalu, sjálvt um
hann ”einans” fær 450
milliónir. Og hetta samstundis
sum ABB sigur fólki upp í
hópatali, fyri at standa ímóti
minkandi sølu og einum
risaundirskoti.
Áðrenn alt hetta kom fram,
vóru tað nógv sum vildu hava
Barnevik heiðraðan av kongi,
fyri sítt vinnulívsavrik. Sjálv-
andi gekk fyritøkan ikki so
væl nú, men tað var jú aftaná,
at Barnevik hevði lagt frá sær,
at tað byrjaði at ganga illa.
Men alt tos um kongaligan
heiður, forsvann sum døgg
fyri sól, tá eftirlønaravtalan
kom fram fyri almenningin.
Barnevik sjálvur var í London
tá alt rokið tók seg upp, og
hann varð spurdur í tíðinda-
sendingini hetta kvøldið, um
hann veruliga helt, at hann var
verdur hesar pengarnar? Tað
svaraði hann ikki, men segði
bert, at hann fekk tað, sum
avtalan hjá honum segði. Og
hendan avtalan var grundað á
tað úrslit sum ABB hevur havt
gjøgnum árini. Og fyri at
skilja, hvussu tað hongur
saman, so eru nøkur fakta um
ABB, sum man má vita fyri at
fáa roknistykkið at hanga
saman:
Árini Barnevik var nevndar-
formaður, øktist umsetning-
urin 300 ferðir, vinningurin
øktist 133 ferðir, og parta-
brævavirðið øktist 86 ferðir.
So hevði hann eina góða
avtalu frá byrjan, so er tað
onki ímóti, hvat avtalan var
verd, nú hann fór frá.
Men hóast 950 milliónir eru
ófantaligir nógvir pengar, so
havi eg tó ta áskoðan, at hevur
man gjørt eina avtalu, so
heldur man hana. Fyri at flyta
tað yvir á føroysk viðurskifti,
so kundi man hugsað sær ein
trolara, har lønin er sett eftir,
hvussu úrslitið verður. Og
sigur man so, at báturin ger
ein roktúr, at fiskað verður
nógv betur enn væntað, fisk-
urin hevur nógv hægri góðsku
enn væntað, og prísurin er
fleiri ferðir betur enn væntað.
Men manningin fær ikki
ágóðan av hesum, tí ”ongin
kundi roknað við, at tað skuldi
ganga so væl.” Eg hugsi mær,
at reiðarin í so fall sat eftir á
onkrum ísflaka, um hann
segði so.
Ná, men í hvussu er so
fánaði stjørnan Barnevik
burtur í onki. Øll tey sum fyrr
høvdu róst honum, vendu
honum nú bakið, og hildu við
”hinum”. Og tað er nokk sum
man sigur, at tá eydnan vendir
tær bakið, er hon ikki tann
einasta.
Niðurstøðan av tí heila bleiv,
at bæði Barnevik og fyrrver-
andi stjórin gingu við til at
frásiga sær helvtina av eftir-
lønini, so at teir samanlagt
”einans” fáa 700 milliónir, og
eigarin av ABB í Sveits hevur
sagt seg vera nøgdan við ta
avtaluna. Tað sær betur út, nú
teir siga so nógvum fólki upp.
Um tað er syrgiligt ella bara
fullkomiliga láturligt, so endar
hendan søgan við, at tær 700
milliónirnar, sum Barnevik og
fyrrverandi stjórin frásiga sær,
fara ikki til at skapa fleiri
arbeiðspláss, ella fyri at bøta
um rakstrarhallið. Tær fara í
grunnin hjá ABB fyri stjóra-
eftirlønir. Teir mugu jú syrgja
fyri, at fólk ikki líða neyð, tá
tey einaferð fara frá. Og tað
besta av tí heila:
Tað eru færri enn 100 fólk,
sum fáa ágóðan av tí
grunninum.
Eftirløn valdast
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Signar í Homrum, Svøríki, sihep@algonet.se
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Sosialurin Nr. 61 - 28. mars 2002
BAKGRUND
Árni Joensen
Felagsskapurin Læknar uttan
landamark, sum hevur vunnið
viðurkenning víða um heimin
fyri arbeiði sítt við neyðstøddum,
rópar nú varskó um viðurskiftini
hjá børnunum í Afghanistan.
Felagsskapurin sigur, at tey, sum
búgva har norðuri í landinum,
fáa ikki ta matvøruhjálp, sum
teimum er lovað.
- Tað er onkur, sum svíkir,
stendur í einari nýggjari frá-
greiðing hjá felagsskapinum, har
viðurskiftini hjá teimum mongu
neyðstøddu verða lýst sum sera
álvarssom.
Í frágreiðingini stendur, at
felagsskapurin ferð eftir ferð
hevur kunnað tey sonevndu
gevaralondini og altjóða hjálpar-
felagsskapir um, at flutningurin
av matvørunum í Afghanistan
virkar ikki eftir ætlan.
- Vit hava ferð eftir ferð stað-
fest, at nógv børn hava alt ov
lítið til matna, og vit hava tí
biðið londini og felagsskapirnar
útvega okkum mat, so vit sjálvir
kunnu hjálpa teimum neyð-
støddu. Men enn hava vit bara
fingið ella rættari sagt fingið
lyfti um hjálp, men als ikki tað,
sum vit hava biðið um, og sum
er neyðugt, sigur MSF í
frágreiðingini.
Selja alt fyri mat
Næstformaðurin í norsku deild-
ini hjá MSF, Atle Frettheim,
segði í síðstu viku, at felagsskap-
urin leggur ikki nakað einstakt
land ella nakran einstakan
felagsskap undir at hava misrøkt
sína uppgávu. Men hinvegin er
tað greitt, at gevaralondini hava
ikki givið Afghanistan ta hjálp,
sum tey hava lovað, sigur hann.
Tað er Heimsins Matvøru-
ætlan, sum hevur høvuðsábyrgd-
ina av, at tær matvørurnar, sum
koma til Afghanistan, verða
fluttar hagar, sum tørvur er á
teimum. Atle Frettheim sigur, at
Læknar uttan landamark hava
heitt á stovnin um at skipa
arbeiðið betur.
Í sambandi við ta nýggju
frágreiðingina hava umboð hjá
MSF tosað við 1.290 húski í
einari flóttafólkalegu í lands-
partinum Faryab, sum er har
norðuri í Afghanistan tætt við
markið til Turkmenistan. Tey
flestu hava greitt læknunum frá,
at tey eru í svárari neyð, og at
tey hava selt alt, sum tey áttu,
fyri at fáa pengar til mat. Tá
læknarnir spurdu, hví tey vóru
komin til flóttafólkaleguna,
svaraðu fólk, at tey høvdu ikki
annað í at velja, tí har tey búðu,
var eingin matur at fáa.
Í frágreiðingini hjá Læknum
uttan landamark stendur, at í dag
eru fleiri børn í flóttafólkaleguni
enn undan álopinum í USA tann
11. september í fjør. Í meðal
koma umleið 30 børn afturat til
flóttafólkaleguna um dagin, og
sætta hvørt barn hevur týðiliga
fingið ov lítið til matna.
- Hvønn dag rýma fólk frá húsi
og heimi at leita sær eftir onkr-
um at eta. Síðst í november vóru
umleið 15.000 fólk í flóttafólka-
leguni við turkmeniska markið. Í
dag eru tey 23.000, stendur í
frágreiðingini hjá Læknum uttan
landamark.
Nógvir trupulleikar
Noreg hevur ein leiðandi lut í
hjálpararbeiðinum í Afghanistan,
og talsmaðurin hjá norska uttan-
ríkisráðnum, Karsten Kleppsvik,
ásannar, at alt hevur ikki gingið
eftir ætlan.
- Í veruleikanum kemur nóg
mikið av mati til Afghanistan,
men trupulleikin er at fáa matin
til teirra, sum skulu hava hann,
sigur Karsten Kleppsvik. Hann
sigur, at Noreg og hini gevara-
londini eru greið yvir, at stórt
trot er á matvørum nógvastaðni í
Afghanistan, men hjálparliðini
hava tann trupulleika, at ferða-
sambandið er nógv darvað av
vetrinum, og harafturat er tað
minni enn so líka trygt at ferðast
allastaðni í landinum.
Seinastu tíðina hava tey, sum
skipa fyri matvøruflutninginum,
tosað um at nýta aðrar flutnings-
hættir enn teir vanligu og at fáa
teir afghansku myndugleikarnar
at veita sær hjálp. Men her er tað
eisini ein trupulleiki, at myndug-
leikarnir í Kabul hava ikki nóg
gott eftirlit við øllum landinum,
og at tað nógvastaðni eu teir
sonevndu krígsharrarnir, sum
hava tað veruliga valdið.
Og tað eru minni enn so allir
teirra, sum hava líka stóran
áhuga í, hvussu tað vanliga
fólkið og allarminst børnini hava
tað.
Gevaralondini svíkja tey afghansku børnini
Alt fleiri børn í Afghanistan líða av, at tey hava ov lítið til matna. Felagsskapurin Læknar uttan landamark
sigur, at í dag doyggja tvær ferðir so nógv afghansk børn sum fyri einum hálvum ári síðani
Afghansk børn
Mynd: Reuters