Sosialurinarkiv
Sosialurin 1940-08-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. august 1940síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindi. Bretsku yvirmenninir høvdu boðið vinum og kenning- um til veitslu í Tórsholl í fyrra- kveldið. Kvoldið varð sermerkt við, at ein og hver kundi keypa líka so galt hann vildi av spiritus og øli. Sjálvandi varð drukkið væl, av tí, at menn í so mála hava gingið tyrstir síðani ár 1908, tá id forbodid um sølu av spiritus varð sett í gildi. Myrkaleggingin gjøgnumførd av borgarunum í Tórshavn síðani 12. august. Einstøk privat fólk hava keypt fyri 50—100 kr. av tilfari til myrkalegging. Tað er harmiligt fyri borgararnar, at soldátarhúsini skulu vera tey sum ikki til fullnar yvirhalda myrkaleggingina. — Hvort kveld síðan 12. í h. hava stórir ljósgluggar verið at sæð í soldálarhúsunum. hevur verið væl einastu, Gassmaskur og soldåtar- húgvur. Fútin hevur ókeypis fingið frá bretsku stjórnini gassmaskur og soldátarhúgvur (stálhúgvur) til slokkiliðið og tað av býráðnum og fúlanum setta liðið, sum skal gera hjálpartænastu undir loftálopi. Fútin eigur tøkk fyri sítt ídni við at á besta hált at royna at tryggja fólk undir meguligum loftålopi. Bruni. Leygardagin seinnapartin var eldur í húsum Husted-Andersens, landsrætlarsukforara. Nógv av sjálvum húsunum kolaði upp, og stórur partur av innbúgv- inum varð oyðilagt. Slokkiliðið arbeiddi her sum so mangan heilt væl, men eldurin hevði gripið væl so mikið um seg, áðrenn slekkiarbeiðið kundi byrja. Frá „Alduni“ er tíverri einki frætt enn. Niðursendir til Onglands. Við »Barandu« vórðu 4 av manningini av »Bellona« sendir til Onglands. Tað eru ósonn tfdindi, ið leggja hesar menn undir at vera skuldsettir fyri at hava líkið skiparan av døgum. Teir kundu ikki vera við skipinum longur, tí teir stødugt noktaðu at arbeiða og tidum gingu fullir um borð. Til umsjónarmann við leikvellunum og svimji- hylinum í Gundadali er valdur K. Mouritsen, prentari. Tillæg I til Bekendtgørelse om Maksimalpriser paa Smør og Ost. I Medfør af Lov Nr. 288 af 2. September 1939, jfr. Lov af 20. Marts 1940, samt den Amtet i Henhold til Loven tillagte Be- myndigelse fastsættes herved føl- gende Ændringer i Amtets Be- kendtgørelse af 20. Maj 1940 om Maksimalpriser paa Smør og Ost. Maksimalprisen for Ost, der er fremstillet paa Færøerne, for- højes ved Salg en gros til 2 Kr. 20 Øre pr. kg og ved Salg en detail til 2 Kr. 75 Øre pr. kg. Denne Bekendtgørelse træder straks i Kraft. Færø Amt, d. 7. August 1940. Hilbert. Landshandilin er vid at spillast av supplerings- dispositiónum afturhaldsins. Í somu løtu, menn vóru greiðir yvir, at viðurskiftini stórlandanna millum bóru móti kríggi, varð reistur spurningurin um, hvussu framhald av vorutilforslu, handilsskapi og vinnulívi okkara skuldi fara fram, tá ið orrustan brast á. Javnaðarmenn, og fleiri innanfyri sambandið eins og nógvir innanfyri hitt minna sjálvstýrisliðið troðkaðu á okkara innferslumenn av salti og olju um at flyta inn í landið so nógv av hesum verum, at vit, um sambandið við út- heimin varð kvett ella gjort ómeguligt fyri eina tíð, kundu halda fram í eitt ár í minsta lagi. Teir lovaðu. Men tá ið til stykkis kom, gjerdu teir tað ikki. Í staðin fyri at fylla leð- urnar tá við tað sama, bíðaðu A. Samuelsen og bíðaðu teir. Vit komu harav at keypa t. d. salt fyri 60 kr. tonsið, ið annars kundi fingist fyri 20—25 kr. Sama skil var við oljuni. Herav kom landið, okkara vinnulív at tapa í hundrað túsundum, ja, í milliónum. Soleiðis var við olju og salti soleiðis eisini við oðrum stórverum. Løgtingsmenn fingu troðkað á, so kornið varð keypt — hitt besta keyp, ið gjørt er her á landi. Men Dagblaðs- og vinnuflokksmenn leikaðu óðir tá um hetta keyp. — og var Kríggið kom. Spurningurin skuldi avgerast, um vit skuldu seta virkuligan landshandil, ið tók sær av innfluttninginum av ollum okkara stór- og útgerðar- verum. menn vóru í ødini yvir uppskot javnaðarmanna um, at hitt al- menna skuldi taka sær av allari innførslu og tf alt fyri eitt keypa í stórum neyðsynjarvorur fyri pening, id staturin hevði Grossistar og stórkeyp- tann veitt okkum til láns. Vinnuflokkurin og hinir flokk- arnir vóru ímóti javnaðarmonn- um. Meðan vinnuflokkurin vildi, at alt skuldi latast upp í hend- urnar á stórspekulantunum, vildu sambandsmenn og sjálv- kortini ikki grossistunum styrismenn geva teim privatu óskerda fríheit. Urslitið varð so núverandi »suppleringshandil«. Hesin handil hevur roynst illa. Hann hevur verið illa stýrdur, tí hann hevur stýrdur eftir »suppleringssysteminum«, t. v. s. hin almenni handilin hevur bara lagt dent á at bestilla til uppfskoyti, tá ið hinir grossistarnir hava haft ov lítið. Hetta hevur fert við sær ein handilsskap í planloysi við bestilling í smáum og harav til dýrar prísir og til stórt tap fyri landið. Í staðin fyri at keypa stórar verið lastir rekkandi til alt landið fyri hálvt til heilt ár, hevur verið bestilt í sneisa- og í smáselumanna lagi. Henda handilsskap hava javn- aðarmenn altid fordømt, innan- nevndar sum fyri almennum durum, í bloðum eins og í talu. Vit vónaðu, tá ið handilin varð settur á stovn, at hann fór at nýta sina peningamegi til tað ytsta í fríari kapping.