mikudagur 3. apríl 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum
sýndu okkum samkenslu, tá ið kæri
maður, pápi, verfaðir og beiggi okkara
Arni Nolsøe
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur og kransar,
og tøkk til øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jógvan og Anna
Kunngjørt verður at mín kæra kona
og mamma, omma og langomma okkara
Johanna Johannesen
Inni á fjørð,Vestmanna,
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum páskadag,
86 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst í útvarpinum.
Familjunnar vegna
Frits
Í dag er fylgjandi skriv sent
Landstýrismanninum
í
Mentamálum og Komm-
unafelag Føroya frá Ma-
gistarafelagnum.
"Viðvíkjandi ósemjuna
millum Føroya Lærarafelag
og Mentamálastýrið og
Kommunufelag Føroya.
Magistarafelag Føroya
lýsir hervið sín stuðul til
Føroya
Lærarafelag
í
hesum máli.
Magistarfelag
Føroyar
noktar limir sínar at taka á
seg arbeiði, sum er um-
fatað av blokaduni hjá Før-
oya Lærarafelag."
Stuðla lærarum
Maskinmeistarafelagið
hevði aðalfund leygardagin
tann 16. mars.
Fyri vali til nevndina
stóðu Zacharias Zacharia-
sen og Tummas Eli Joen-
sen.
Teir vórðu báðir aftur-
valdir.
Sum tiltakslimir vóru
valdir Jóan Petur Paturson
og Jóan Símun Saltá.
Nevndin
er
skipað
soleiðis:
Jógvan Nybo, Viðareiði
er formaður
Zacharias Zachariasen,
Skopun er næstformaður
Tummas Eli Joensen,
Strendur,
Regin Olsen, Klaksvík
og
Páll Hansen, Tórshavn
Nevnd afturvald
Óli Holm fær nógv brøv frá
fakfeløgum í samband við
blokadutiltøkunum
hjá
Lærarafelagnum. Her er
eitt frá Starvsmannafe-
lagnum.
"Starvsmannafelagið vil
her gera greitt, at vit fult og
heilt stuðla Føroya Lær-
arafelag í blokadutiltøkum
teirra og fara vit sam-
stundis at mótmæla og
átala, at Mentamálastýrið
nýtir loyniligar blokadu-
brótarar, at gera uppgáv-
urnar til skrivligu próv-
tøkurnar í sambandi við
fráfaringarroyndirnar hjá 9.
og 10. flokkunum, og sum
eru raktar av blokaduni hjá
Føroya Lærarafelag..
Heldur enn at fara undir
slík
undirgravandi
og
ódámlig spjaðingartiltøk,
átti tað er verið meira
sømuligt og sjálvsagt, at
hildið seg til ta semju, sum
gjørd er millum partarnar
30.04.2000 og fingið hesa
sett hesa í verk. - Hetta til-
tak tykkara, er til lítlan
sóma fyri tygum og Menta-
málastýrið !
Vit vilja eisini greitt
boða frá, at vit nokta lim-
um okkara, at taka upp
arbeiði, sum er rakt av
blokaduni
hjá
Føroya
Lærarafelag.
Starvsmenn stuðla
lærarum
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Tey eru gift 7. september
1984 og maðurin eitur
Manbjørn við einum n´ið. Í
ringinum
stendur
"tín
Mannbjørn. Ringurin hevur
prýtt ein kvinnufingur. Tað
er alt vit vita um ein van-
ligan slættan gullring, sum
politiið í Esbjerg hevur í
varðveitslu.
Fyri
páskir
kannaði
politið húsini hjá eini
kvinnu í Esbjerg, sum teir
høvdu undir illgruna fyri
stuldur. Politiið fann nógv-
ar lutir sum kvinnan ikki
átti, har í millum ringin við
tí elskuliga orðinum "tín
Manbjørn" ið vitnaði um
hita og ást tann 7. sep-
tember 1984 í hvussu er.
Vit heita nú á lesarar um
at hjálpa okkum at finna
eigarinnuna
av
hesum
ringi, so vit kunnu fáa hann
aftur til rætta viðkomandi.
Funnu føroyskar
giftingarring
Vald mynd: Jens Kr. Vang
Tjóðveldisflokkurin
mótmælir politiskari
stýring av vinnuni
POLITIKKUR
Tíðindaksriv
– Bjarni Djurholm og
Fólkaflokkurin
eiga
at
halda seg burtur frá roynd-
unum at stýra Framtaks-
grunninum, Føroya Fiska-
sølu og Føroya Fiskavirk-
ing politiskt.
Hetta sigur Høgni Hoy-
dal, formaður Tjóðveldis-
floksins í tíðindaskrivi.
Høgni Hoydal sigur, at
tað er skelkandi at frætta í
fjølmiðlunum, at lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um hevur lagt seg út í
arbeiðið
hjá
Framtaks-
grunninum,
sum
eigur
Føroya Fiskasølu og Føroya
Fiskavirking. Ongin kunn-
ing um ætlaðar broytingar í
nevndini ella annað, hava
verið frammi á landsstýris-
fundi.
Tjóðveldisflokkurin vil
hava greiðar linjur millum
alment og privat, og vinnan
skal virka á handilsligum
grundarlag.
Annars
er
vandi fyri, at vit enda aftur
í tí vavgreyti av politiskum
og privatum áhugamálum,
sum elvdi til kreppuna í
80’unum.
Framtaksgrunnurin var
ein kreppuloysn, har ein
vinnurekandi,
almennur
grunnur fekk leiklutin at
eiga tvær stórar fyritøkur.
Tí er tað so sera týdningar-
mikið, at politisk stýring
ikki fer fram, men at tað
burturav
eru
vinnulig,
handilslig atlit, ið telja í tí,
sum víðari fer fram.
Neyðugt er at fáa eina
væl grundaða politiska
semju um, at Føroya Fiska-
søla og Føroya Fiskavirking
framhaldandi skulu rekast á
vinnuligum og handils-
ligum grundarlagi. Og at tá
fyritøkurnar skulu á pri-
vatar hendur, eru tað eisini
vinnulig og handilslig atlit,
ið telja. Landsstýrið skal
bert tryggja sær, at landið
fær sín pening aftur við
rentu av rentu, sigur Høgni
Hoydal, floksformaður í
tíðindaskrivinum.
Mótmælir politiskar stýring
NORRØNAFELAGIÐ
Tíðindaskriv
Vinarbýarstevna verður í
Garðabæ í Íslandi í summ-
ar. Stevnan verður frá 20.
til 23.juni. Garðabær, sum
er millum Reykjavík og
Havnarfjørðin, var eina
ferð vinarbýur hjá Havnini.
Tey í Norrøna felagnum í
Garðabæ vilja fegin hitta
føroyingar á stevnuni í
summar og siga, at limir í
Norrønu
feløgunum
í
Føroyum eru vælkomin. Til
ber at gista heima hjá fólki
í Garðabæ. Hevur onkur
hug at fara, ber til at siga
Norrøna Felagnum í Før-
oyum frá.
Skeið í íslendskum
Í juli verða skeið í ís-
lendskum máli og ís-
lendskari
mentan
fyri
útlendingar. Byrjanarskeið
verður frá 1. - 12.juli og
framhaldsskeið frá 15. -
26.juli.
Hvørt
skeiðið
kostar 3.000 danskar krón-
ur, harafturat koma ferðin
og uppihaldið. Norður-
landahúsið í Reykjavík
kann útvega innivist.
Skeiðini vera í Reykja-
vík.
Umsóknarblað og upp-
lýsingar eru á heimasíðuni
www.nordice.is
Vinarbýarstevna í Garðabæ
2
Nr. 62 - 3. apríl 2002
Nr. 62 - 3. apríl 2002
3
C
M
Y
K
3
2