mikudagur 3. apríl 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÚTGÁVUR
Barnabókin um djór
er heitið á einfaldari
og fittari myndabók,
sum við fotomyndum
vísir góðar djóra-
myndir við løttum
teksti, t.d. Hvørji djór
eru stríput? Hvussu
siga djórini, djóra-
ungar o.s.fr.
Eisini er spæl, har tú finnur
móður og barn ella telur
bein. Eitt sindur um djórini,
børnunum dámar.
Bókin er 36 bls. í litum,
prentað á haldgott papp og
kostar kr. 49 í bókahandl-
unum.
Hestprent
stóð
fyri
prentgerðini.
Bókin er væl hóskandi til
0-2 ára gomul børn.
Tvær mýs á mánanum er
smábarnabók, væl egnað til
3-5 ára gomul børn.
Tvær mýs halda, at mán-
in er so hvítur og vakur.
Tær gera av at knýta ein
togstiga, ið røkkur heilt upp
á mánan, og tær fáa vinin,
fuglin, at flúgva upp á mán-
an og festa stigan. So
klintra tær allan tann langa
vegin,
og
framkomnar
hoppa og dansa tær ein
heilan dag, til tær við eitt
varnast jørðina langt, langt
burturi og nú leingist teim-
um. Ja, ja - alt broytist, tað
veldst um, hvar tú ert, og
hvussu lagið er.
Tvær mýs á mánanum er
34 bls., innbundin og kostar
kr. 75 í bókahandlunum.
L. Scuderi hevur skrivað.
Eyðna Magnussen týddi.
Hestprent stóð fyri prent-
gerðini.
Smábarnabók og myndabók
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið
út eina smábarnabók og eina myndabók
Blái Krossur Føroya
er farin undir verk-
ætlan, sum hevur til
endamáls at gera fak-
fólk og foreldur meiri
tilvitað um negativu
avleiðingarnar av
rúsdrekka
VERKÆTLAN
Turið Kjølbro
At nógv børn í Føroyum
líða undir rúsmisnýtsluni
hjá foreldrunum, hevur ført
til, at Blái Krossur Føroya
hevur tikið stig til eina
verkætlan, ið hevur til
endamáls at hjálpa hesum
børnum.
Felagsskapurin
hevur sett eitt fólk, sum
burturav skal taka sær av
arbeiðinum. Hetta stendur
at lesa í Blákrossblaðnum,
sum júst er útkomið.
Verkætlanin eitur “Børn í
vanda”. Felagsskapurin fer
í hesum sambandi at skipa
fyri skeiðum og kunnandi
tiltøkum fyri fakfólk, sum
eru um børn dagliga. Enda-
málið er, at tey betur skulu
verða før fyri at hjálpa
børnum. Eisini er verk-
ætlanin ætlað foreldrum og
avvarðandi.
- Verkætlanin byggir ikki
á fremstafingrar ella for-
døming á nakran hátt, men
roynt verður við sakligari
kunning og við at seta
spurningar at gera foreldur
og avvarðandi tilvitað um
trupulleikarnar, soleiðis at
tey sjálvi síggja teir og
kunnu gera nakað við teir,
sigur Ásbjørn Jacobsen,
aðalskrivari í Bláa Krossi
Føroya við Blákrossblaðið.
Ymiskt upplýsandi tilfar
verður í løtuni framleitt.
Hetta er norskt tilfar, sum
verður týtt og tillagað før-
oysk viðurskifti. Tað fyrsta
kemur út í vár.
Verkætlanin hevur upp-
runa í Noregi, og haðani
eru úrslitini frá arbeiðinum
góð, verður sagt.
Ein stór svensk kanning,
ið sipað verður til í Blá-
krossblaðnum, sigur, at jú
oftari børn verða boðin rús-
drekka heima, jú meiri
drekka børnini, og øvugt.
Tveir triðingar av teim
ungu, sum vórðu spurd, ið
ongantíð
høvdu
fingið
boðið rúsdrekka heima,
drukku als ikki, meðan
meira enn helmingurin av
teimum ungu, ið javnan
fingu
boðið
rúsdrekka
heima, drukku minst eina
ferð um vikuna.
Børn hjálpast
úr vanda
4
Nr. 62 - 3. apríl 2002
Nr. 62 - 3. apríl 2002
5
HERVERK
Stefan í Skorini
Langafríggjadagsmorgun
fekk løgreglan í Klaksvík
fráboðan um, at herverk
varð framt í Kunoyartunl-
inum. Onkur hevur boygt
og oyðilagt skeltini, ið
eru fest í veggin, og sum
endurskin er á.
Løgreglan sigur, at
gerningsmenninir hava
nýtt amboð at fremja
herverkið, tí hetta kann
ikki gerast við handa-
megi. 26 skelti eru oyði-
løgd báðumegin við, og
tað darvar bilførarum, tí
einki ljós er í tunlinum.
Herverkvið er framt í
tíðarskeiðnum frá hós-
kvøldið til fríggjamorg-
um, men løgreglan hevur
onga hóming av, hvør
gerningsmaðurin
kann
vera.
HARÐSKAPUR
Stefan í Skorini
Leygarnáttina fóru tveir
menn til hendurs á Ting-
húsvegnum við fyrrver-
andi bygningin hjá Tele-
fonverkinum.
Annar
maðurin er sligin og
sparkaður so illa, at hann
hevur fingið heilaskjálvta
og mátti flytast á sjúkra-
húsið. Harumframt hevur
hann brotið tenn og fing-
ið smærri skaðar.
Ein maður varð hand-
tikin beinanvegin, tá løg-
reglan kom á staðið, og
hann er skuldsettur fyri
harðskap. Menninir eru
23 og 24 ára gamlir.
Herverk og innbrot
Løgreglan hevur harum-
framt havt nøkur herverk
og innbrot at taka sær av.
Hósdagin varð brotið inn
í ein bil í Havn, og nakrar
matvørur
eru
tiknar.
Fríggjadagin varð eisini
brotið inn í ein bil, og
stereoanleggið er tikið úr
bilinum.
Á Gomlurætt hevur
onkur verið inni í lítlu
húsunum, ið standa á
ferjuleguni. Herverk er
framt á vesunum í hús-
unum.
STULDUR
Stefan í Skorini
Langafríggjadag hevði
ein
eldri
maður
í
Tróndargøtu
í
Havn
óbodnar
gestir.
Ein
brævbjálvi við 8.000
krónum var nevniliga
horvin, tá hann kom aftur
at húsum. Stuldurin er
framdur millum klokkan
17 og 20.
G e r n i n g s m a ð u r i n
hevur rótað runt í hús-
unum og endavent yms-
um í leitanini eftir virðis-
miklum lutum og pen-
ingi. Einki bendir á, at
maðurin visti framman-
undan, hvar peningurin
lá.
Húsini vóru ikki læst,
og tí slapp maðurin
ótarnaður
inn
eftir
peninginum.
Fekk heila-
skjálvta eftir
bardaga
Herverk í
Kunoyar-
tunlinum
Stjól 8.000
frá eldri
manni
Bæði Club 20 og
Restorffs bryggjarí
eru skuldsett av
fútanum fyri brot á
lógina um lýsingar
við rúsandi løgi.
Stjórarnir halda, at
lógin er hol í høvdið,
tí hon kann als ikki
haldast. Teir halda, at
lógin skal liberalis-
erast beinanvegin
LýSINGAR
Stefan í Skorini
Fútin er farin í hernað móti
r ú s d r e k k a - l ý s i n g u m .
Fútaskrivstovan hevur fyri
stuttum sent Føroya Rætti
eitt ákærurit, har víst
verður á tvey lógarbrot, ið
Club 20 hevur framt í sín-
um lýsingum í útvarpi.
Løgreglan kannar eisini
eina lýsing hjá Restorffs
bryggjarí, har lýst verður
við sterkum rúsandi løgi.
Finn Ougaard, varafúti,
vísir á, hvat rúsdrekkalógin
frá 1992 sigur um lýsingar
við sterkum rúsandi løgi.
Og hann heldur, at lógin er
greið á hesum økinum, tí
hon bannar øllum lýsingum
í føroyskum fjølmiðlum við
rúsandi løgi. Hann vísir
serliga á grein 19, sum
Club 20 er ákært eftir.
Í ákæruritinum verður
víst á tvær lýsingar, sum
hava verið í Útvarpi Føroya
og Rás 2. Onnur var 1.
januar, tá Club 20 lýsir við,
at alt jólabryggj verður selt
fyri hálvan prís. Hin var 1.
februar, tá Club 20 lýsir
við, at alt í barrini verður
selt fyri hálvan prís til
klokkan eitt á nátt.
Løgreglan kannar í løtuni
eina lýsing hjá Restorffs,
har lýst verður, at 42.864
hava nú smakkað páska-
løgin hjá bryggjarínum.
Her hevur fútin heft seg við
orðið “páskaløgur”.
Hetta heldur fútin vera í
stríð við lógina, og tað skal
Føroya Rættur taka støðu
til í næstum.
Orsøkin til at fútin hevur
valt at taka málið upp nú er
eftir øllum at døma, at
bryggjarí og náttklubbar í
alt størri mun lýsa, sum
teimum lystir, og tað skal
steðgast.
Provokera við vilja
Óla-Svenn Nolsøe er stjóri
í Restorffs, og hann heldur,
at tíðin er komin at lib-
eralisera rúsdrekkalógina,
tá talan er um lýsingar við
rúsdrekka.
– Henda lógin er hol í
høvdið, tí hon er ómøgulig
at handhevja. Tað er hin-
vegin gott, at lógin verður
roynd í rættinum, og at vit
finna markið, hvørjum vit
kunnu lýsa við og ikki,
sigur Óla-Svenn. Hann dyl-
ur tó ikki fyri, at teir við
vilja hava verið provoker-
andi fyri at royna nøkur
mørk á hesum økinum.
Hann vísir á fleiri dømi,
at lógin verður brotin, men
har myndugleikarnir ikki
gera nakað við tað. Tey
donsku bløðini lýsa ótarnað
við øli og brennivíni, og
lýsingar á fylgisveinarásir-
nar royna at sannføra før-
oyingar um, at Carlsberg og
Tuborg er betri at drekka
enn
Føroya
Bjór
og
Restorffs.
Stjórin í Restorffs heldur,
at tað skal vera eins fyri
allar partar, bæði tey út-
lendsku og tey føroysku
bryggjaríini, og at tey før-
oysku bryggjaríini skulu
sleppa at framleiða, selja
og lýsa við ølinum.
Bryggjarí skulu sleppa at
lýsa, sum teimum lystir,
heldur Óla-Svenn. Hann er
hinvegin ikki bangin fyri, at
hetta fer at økja um mis-
nýtsluna millum fólk, tí
talan er heldur um at stjala
ein part av marknaðinum
frá øðrum útbjóðarum.
Vánalig lóggeving
Toni Dam er stjóri í parta-
felagnum, sum eigur og
rekur Club 20. Hann sigur,
at orsøkin til at teir hava
havt lýsingar, ið eru á
markinum til tað lógliga,
er, at teir vilja vísa á,
hvussu langt úti lógin í
veruleikanum er.
Hann er irriteraður um, at
fútin hevur pilkað júst
hansara partafelag burturúr
rúgvuni, tí tað eru óteljandi
dømi um, at fólk bróta hesa
lógina.
Hann vísir á, at vit hava
J-dag og P-dag við stórum
lýsingarskeltum kring land-
ið, vit hava havt lýsingar
við Happy Hour og Double
Up í fleiri ár, Rúsdrekka-
sølan lýsir við upplatingar-
tíðum og donsk lýsingar-
bløð eru á tremur við lýs-
ingum fyri øli og øðrum
sterkari løgi.
Hann vónar, at hetta er
við til at skumpa undir pol-
itisku skipanina, so hon
broytir lógina.
Fútin í hernað móti
rúsdrekkalýsingum
Rúsdrekka-
lógin
§ 19. Øll reklama í før-
oyskum fjølmiðlum og
tíðarritum, útbýting av
reklamuseðlum o.t. við-
víkjandi sølu, skeinking
og útflýggjan av rús-
drekka er forboðin.
§ 1. Endamálið við hesi
lóg miðar ímóti at av-
marka rúsdrekkanýtsl-
una og minka sum mest
um skaðan, sum rús-
drekkanýtslan hevur við
sær fyri einstaklingin og
samfelagið, og til tess at
røkka hesum endamáli
at áseta reglur í sam-
bandi við rúsdrekka í
Føroyum.
Óla-Svenn Nolsøe heldur, at
rúsdrekkalógin er ómøgulig
at handhevja. Hann dylur
ikki fyri, at Restorff við vilja
hevur provokerað við sínum
lýsingum
MYND: Jens Kr. Vang
Restorffs bryggjarí verður helst hálað í rættin fyri at lýsa við sínum páskabryggi, sum annars
seldi væl, siga eigararnir, ið nú eru skuldsettir. Ákæruritið móti Club 20 er hinvegin longu sent
Føroya Rætti.
MYND: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4