mikudagur 3. apríl 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 62 - 3. apríl 2002
Nr. 62 - 3. apríl 2002
7
Unga Tjóðveldið og
Sosialistiskt Ung-
mannafelag skipa í
apríl mánaði fyri pol-
itiskum fundum á
Café Natúr í Havn.
Fleiri ymisk evni
verða roynd til kjak-
fundirnar.
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Í kvøld, mikukvøldið, og
tey næstu trý mikukvøldini
verður Café Natúr karmur
um politiskar fundir. Tað
eru Unga Tjóðveldið og
Sosialistiskt Ungmanna-
felag, ið skipa fyri fund-
unum.
Á fundunum verða ymisk
evni tikin upp at venda. Tað
verður eitt evni fyri hvønn
fundin. Á tí fyrsta fundi-
num, sum byrjar kl. 20.00,
verður evni íbúðarviður-
skifti. Hetta er eitt mál, sum
hevur
fingið
rættiliga
nógva umrøðu í nógvu
greinaskrivingini
undan
løgtingsvalinum, ikki minst
frá teimum ungu valevnu-
num. Løgtingsvalið er eis-
ini orsøkin til, at Unga
Tjóðveldið og Sosialistiskt
Ungmannafelag hava kast-
að saman um at gera hetta
tiltakið. Annlis Bjarkham-
ar, fyrireikari og fyrrver-
andi forkvinna í Unga
Tjóðveldinum, sigur, at
Unga Tjóðveldið og Sosial-
istiskt Ungmannafelag áður
eins og nú arbeiða væl
saman.
Komandi trý mikukvøld-
ini verður eisini skipað fyri
fundum í Café Natúr. Tá
vera evnini í nevndu rað-
fylgju: Skapandi mentan,
ríkisrættarliga støðan og
umhvørvi. Tað er einki yvir
at dylja, at serliga spurn-
ingurin um ríkisrættarligu
støðuna er ein spurningur,
sum upptekur ung eins og
eldri fólk, og hetta kann
gerast til heitt kjak.
Fyrireikararnir lova lív-
ligt kjak á fundunum. Fyri
at skapa ein stemning og
kanska fyri at gera tað
minni fremmant, so hava
fyrireikararnir
valgt
at
halda fundirnar í Café
Natúr.
Fundirnir verða skipaðir
á tann hátt, at eitt umboð
fyri hvønn flokk, ið er upp-
stillaður til løgtingsvalið,
verður við. Hetta umboðið
fær í trimum umførum
loyvi til at sleppa framat.
Fyrst í tríggjar minuttir,
síðani í tveir og tey sleppa
at runda av við einum min-
utti. Ætlanin er síðani, at
ein hattur skal ganga runt,
har
fundarluttakararnir
sleppa at seta spurningar.
Fyrireikararnir lova harum-
framt., at áhoyrarnir sleppa
til orðanna. Alt í alt er
ætlanin at skipa fyri góðum
og lívligum kjaki.
Til at halda skil á politik-
arum og áhoyrarum hava
fyrireikararnir fingið hend-
ur á Jón Briani Hvidtfeldt,
útvarpsmanni. Hann verður
orðstýrari til fundirnar.
Fyrsti fundurin verður
sum sagt í kvøld, miku-
kvøldið, kl. 20.00 á Café
Natúr. Øll eru vælkomin.
Poltikkur á Café
Politisku Ungmannafeløgini skipaðu seinast fyri fundi á Háskúlanum. Nú hava Unga Tjóðveldið og Sosialistiskt Ungmannafelag
kastað saman til nakrar fundir á Café Natúr, har pláss er fyri nógvum meiningum.
Mynd: Jens Kristian Vang
DANSUR
Heri á Rógvi
Fríggjakvøldið 19. apríl og
Leygarkvøldið 20. apríl
verður dansur í Íróttar- og
samkomuhøllini á Nabb. Tá
afturvendandi tiltakið aftur
í 60 árini á skránni. Hetta er
fimtandu ferð, at skipað
verður fyri tiltakið. Tað er
hondbóltsfelagið Neistin,
ið hevur skipað fyri tiltak-
ið, og tað hevur verið so
mikið væl umtókt, at roynt
verður aftur í ár.
Tey, ið vóru ung í 60 áru-
num fáa nú møguleikan at
minnast aftur á gamlar dag-
ar við teimum so kendu
bólkunum, sum gjørdu seg
galdandi tá.
Til tiltakið í ár hava fyri-
reikararnir fingið hendur á
Thunderbirds
úr
Vest-
manna, Robert & Enjoyers
og Twilight.
Hetta er nýggjundi ferð,
at Thunderbirds luttaka á
aftur í 60 árini, og tað er
eingin annar bólkur, sum
hevur megnað at luttikið
eins ofta.
Sum vant verður tiltakið
bæði fríggjakvøld og leyg-
arkvøld. Bólkarnir fara at
skiftast um at spæla bæði
kvøldini.
Nakað serligt
Tað er eisini rættiliga nógv,
ið eftirtíðin hevur fingið
vita frá teimum so góðu
sekstiárunum. Í heftinum,
ið fyrireikararnir hava latið
gjørt til endamálið stendur
eisini at lesa um, at 60 árini
vóru nakað serligt – eisini í
Føroyum.
Tosar tú um tónleik og
dans í Føroyum í sekstiáru-
num, sum sleppur tú heldur
ikki undan at nevna støð
sum Sjónleikarhúsið, har
mangar søgur eiga heim-
stað.
Burtur úr heftinum kanst
tú eisin at lesa, at ungu
genturnar í sekstiárunum
ikki plagdu at smakka sær
á. Tað var bara onkur hend-
inga genta, ið vágaði sær
hetta verk.
Tað verður eisini nokk at
tíð og møguleikan til at
minnast aftur til teir dansi-
glaðu dagarnar í Sjónleik-
arhúsinum og aðrastaðni
hjá tí eldra ungdóminum,
sum væntandi fer at flokk-
ast í hópatal í Ítróttarhøllini
á Nabb.
Skírisdag brendu
eini hús í grund á
Eiði.
ELDUR
Heri á Rógvi
Skrísdag, 28. mars, fekk
løgreglan í Eysturoynni
boð um, at eldur var í ein-
um húsum á Eiði. Talan
var um eini sethús, har
fólk búðu. Tað var tó lítið
og einki at gera við eldin.
Bert útveggirnir stóðu
eftir, tá avtornaði.
Løgreglan í Eystur-
oynni upplýsir, at teir ikki
kunnu siga, hvør orsøkin
er til eldin.
Annars siga teir frá
friðarligum
døgum
í
Eysturoynni um páskir-
nir. Einki nevnivert er at
boða frá, sigur vakthav-
andi á politistøðini í
Runavík.
Eldur í sethúsum á Eiði
Enn eitt lop aftur í 60 árini
19. og 20. apríl fara dansiglaðir eldir
ungdómar aftuir í 60 árini. Hetta er
fimtanda árið á rað, at hondbóltsfelagið
Neistin fagnar teimum góðu sekstiárunum
Tað verður væntandi dansað tað mesta náttina 19 og 20 apríl, tá aftur í 60 árini aftur verður á
skránni.
K.Í. høllin var leygar-
dagin tann 30. mars
karmur um fimleika-
framsýning, sum fim-
leikafelagið Støkk
skipaði fyri
FIMLEIKUR
Orð: Ragnhild Ellingsgaard
Myndir: SáH
Klaksvík: Fitt av fólki var
komið saman at hyggja at
framsýningini, sum fim-
leikafelagið Støkk úr Runa-
vík skipaði fyri seinasta
leygardag.
Við í ferðalangnum vóru
fleiri lið í ymsum aldurs-
bólkum, og var framsýn-
ingin sera væl fyriskipað.
Fimleikafelagið
Støkk
hevur fleiri ferðir fyrr verið
á vitjan í Klaksvík, og
hvørja ferð hevur uppmøt-
ingin til framsýningarnar
verið stak góð.
Støkk hevur gjøgnum
seinasta árið vunnið fleiri
kappingar í landinum, og
hetta sást eisini aftur á
framsýningini.
Framsýningin var sera
stórsligin og vøkur, og
áskoðararnir
fóru
væl
nøgdir til hús aftur eftir
framsýningina.
Støkk framsýning í Klaksvík
Fimleikafelagið Støkk úr Runavík
var í vikuskiftinum á vitjan
í Klaksvík
Heilt fitt av fólki var og
hugdi at stórslignu framsýn-
ingini
C
M
Y
K
7
6