mikudagur 3. apríl 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 62 - 3. apríl 2002
Nr. 62 - 3. apríl 2002
9
Lýst var við øsing og
propaganda, tá Unga
Tjóðveldið fyri fyrstu
ferð skipaði fyri eini
Free Føroyar konsert í
Klaksvík. Hæddar-
punkt á konsertini
var uttan iva, tá veter-
anarnir í Frændum
fingu salin upp at
kóka
TÓNLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
2. páskakvøld skipaði Unga
Tjóðveldið fyri stórari kon-
sert í K.Í. høllini í Klaks-
vík. Luttakandi bólkarnir
vóru Marigold, Flux, Iris,
Human Caos, Chain, Side
Effect og Frændur.
Um 400 fólk leitaðu sær
inn í høllina hetta kvøldið,
harav nógv tey flestu vóru
ung undir 20 ára aldur.
Fullveldispropaganda
Hóast lýst var við øsing og
fullveldispropaganda
í
fleiri dagar undan konsert-
ini, so slapst ikki undan, at
tónleikurin hetta kvøldið
hevði minst líka nógv at
siga sum politikkur.
Og luttakandi bólkarnir
frá teim ymsu støðunum
kring landið syrgdu fyri, at
okkurt var til øll. Tónarnir
spentu heilt frá nýggjum,
hørðum
punkrocki
til
gomlu og vælkendu slagar-
arnar hjá Frændum.
Í høllini kundi ein ogna sær
hvítar t-troyggir við greið-
um
fullveldis-orðingum
áskrivaðum, og fleiri av
teim yngstu í høllini tóku
eisini av hesum tilboðum.
Hetta gjørdi, at líka mikið,
hvar í høllini tú enn var
staddur, so sást tú hvítar
stórar troyggjur flákra aftur
og fram saman við ljóðfall-
inum av pallinum.
Frændur
hæddarpunkt
Men einki av hesum kundi
máta seg við hýrin á áhoyr-
arnunum, tá gamli og
vælkendi klaksvíksbólkur-
in Frændur kom á pallin.
Hóast tey fægstu av áhoyr-
arunum munnu minnast
Frændur frá teirra tíð á
toppinum, so gjørdi tað
ongan mun hetta kvøldið.
Saman við løgum sum
Føroyar, Lívsmynd og Mítt
Land broyttist øll hølin um
eitt stórt gildi, og munnu
tey flestu fara at minnast til
hetta gildið í langa tíð.
Hetta var fyrstu ferð, at
limirnir í Frændum hava
staðið á palli í langa tíð,
men tað gjørdist framførsl-
an ikki verri av. Fólk vóru
spent uppá at uppliva teir
live enn einaferð, og teir út-
livdu eisini allar vónirnar
hjá uppmøttu.
Væl nøgdir
Frá fyrireikarunum í Unga
Tjóðveldinum frætta vit, at
teir eru væl nøgdir við til-
takið í K.Í. høllini.
- Bólkarnir spældu heilt
væl, og vit sóu, at fólk
høvdu tað stuttligt, sigur
Jóannes Vitalis Hansen,
samskipari av Free Føroyar
konsertunum.
- Endamálið við hesum
konsertum er at stuðla
føroyskum tónleiki, meðan
vit samstundis hava ein
greiðan politiskan boðskap
at bera fram. Vit ynskja før-
oyskt fullveldi, og gjøgnum
tónleikin vilja vit savnað
fólk saman um eina sjálv-
stýrishugsjón,
sigur
Jóannes.
Hugskotið til Free Før-
oyar stavar frá Prix Føroyar
kappingini, og fyrsta Free
Føroyar konsertin varð
hildin 20. apríl seinasta ár,
kvøldið undan finaluni í
Prix Føroyar umfarinum.
Konsertin í K.Í. høllini
var tann sætta av sínum
slag, men væntandi koma
vit at síggja enn fleiri runt
um landið í framtíðini.
Frændur á palli í Klaksvík
Málningar frá øllum
landinum vóru vístir
fram, tá Lions Club í
Eysturoy um páskini
skipaði fyri árligu
listaframsýningini í
Runavíkar Skúla.
LISTAFRAMSýNING
Ragnhild Ellingsgaard
Runavík:
Hetta var 32 árið á rað, at
Lions Club í Eysturoy skip-
aði fyri árligu listaframsýn-
ingini.
Samstundis var hetta
eisini einasta listaframsýn-
ingin í landinum, ið hevði
opið um páskirnar.
Sum heitt breyð
Listarfólk frá øllum landin-
um høvdu sent tilsamans
346 málningar inn til fram-
sýningina, og millum hesar
vóru eisini fleiri væl kend
nøvn innan føroyska list.
Men hendan framsýning er
fyri øll, og tí hingu máln-
ingar hjá bæði kendum og
minni kendum listarfólki
lið um lið yvir allan skúlan.
Áhugin fyri árligu lista-
framsýningini hevur altíð
verið stórur, og so var eisini
í ár.
- Longu fyrsta dagin vitj-
aðu 582 fólk framsýning-
ina, og eftir tveir teir fyrstu
tímarnar høvdu vit selt eina
rúgvu av málningunum,
sigur Harley Joensen, for-
maður
í
Lions
Club
Eysturoy.
- Framsýningin í ár er eitt
sindur øðrvísi, enn hon
plagar at vera, men fólk
dáma hana ótrúliga væl.
Hetta sæst eisini aftur á
søluni,
tí
málningarnir
ganga sum heitt breyð í ár,
greiðir formaðurin frá.
Harley fortelur eisini, at
framsýningin er ætlað sum
eitt slag av sparki tann
rætta vegin til nýbyrjarar og
onnur, sum ikki hava so
góðar møguleikar fyri at
stilla út. Tískil er einki
eftirlit á málningunum, og
hetta sæst eisini aftur.
- Framsýningin er ótrú-
liga fjølbroytt av tí sama,
og okkurt skuldi verið at
funnið til einhvønn, sigur
hann.
Vanliga plaga um 900
fólk at vitja framsýningina
teir báðar dagarnar, hon
hevur opið, og hetta talið
væntaðu fyrireikararnir eis-
ini at náa í ár.
Ágóðin til lyftir
Ágóðin frá øllum tiltøkum
hjá Lions Club fer til væl-
gerandi endamál, og so er
eisini við framsýningini.
Hesuferð er ætlanin at
keypa tríggjar lyftir, sum
skulu latast til trý eldrabýli
í Eysturoynni.
Hetta eru lyftir, sum
kunnu lyfta óhjálpin fólk
upp úr seingini, eins væl og
tær styðja fólki, ið hava fyri
neyðini at læra seg antin at
standa ella ganga.
Hesar lyftir koma tilsam-
ans at kosta 60.000 krónur,
og verður hetta alt goldið
av Lions Club Eysturoy.
Fjølbroytt listaframsýning í Runavík
Harley Joensen, formaður í
Lions Club Eysturoy, millum
nakrar av málningunum á
framsýningini.
Nógv fólk vitjaðu skúlan í Runavík, tá hann um páskini var
karmur um árligu listaframsýningina hjá Lions Club Eysturoy
346 málningar vóru
útstillaðir, og hingu teir á
bróstunum runt allan
skúlan.
- Samráðingar eru
eisini við stóran
danskan framleiðara
um 400-600 føroyskar
ketlar, sigur Jákup
Olsen, sum leiðir
handilsvirkið Hógv í
Søldarfirði.
FRAMLEIÐSLA
Vilmund Jacobsen
Handilsvirkið
Hógv
í
Søldarfirði er einasta virki í
Føroyum, sum framleiðir
ketlar til føroyska markn-
aðin. Eftirspurningurin er
vaksin nógv seinastu, og
fyri fáum vikum síðan fóru
teir fyrstu ketlarnir til
Íslands. Felagið framleiðir
nú einar 100 ketlar um árið
til føroyska marknaðin.
Tað var Jákup Olsen, sum
í 1985 byrjaði einsamallur
at gera rørarbeiði og in-
stalera hita fyri fólk, sum
bygdu ella skiftu gamla
instalatión út við nýggja. Í
byrjanini seldi hann út-
lendskar keltar, men Jákup
kom skjótt eftir, at út-
lendsku
ketlarnir
vóru
dýrari enn neyðugt. Tí fór
Hógv undir at framleiða
sínar egnu keltnar. Tey
fyrstu árini samstarvi felag-
ið við svenska fyritøku og
framleiddi keltnar uppá
liesens. Men skjótt byrjaðu
teir at framleiða sínar egnu
keltar.
Jákup eigur Sp/F Hógv
saman við øðrum og leiðir
virksemið, sum felagið
hevur.
Kreppan
- Tá ið kreppan kom fyrst í
nítiárunum, hildu vit tað
vera vert at royna okkurt
sjálvir, og fóru vit tá undir
at gera okkara egnu ketlar.
Jákup sigur, at Hógv ger
tvær støddir av ketlum - ein
til vanlig sethús og ein
størri til virkisbygningar,
men konstruktiónin er hin
sama.
Hann ásannar, at sam-
starvið við svensku fyri-
tøkuna legði góðan botn í
hjá teimum, soleiðis at teir í
dag hava ein ketil, sum í
allar mátar er kappingar-
førur við aðrar ketlar á
marknaðinum, bæði í dygd
og prísi.
- Síðan vit byrjaðu, er
ketilin broyttur og gjørdur
betri og betri. Vit hava lært
av royndunum og hava í
dag tann mest framkomna
ketilin á marknaðinum - ein
ketil, sum er gjørdur til
okkara viðurskifti.
Jákup dylur ikki, at
føroyski ketilin er betri enn
tann svenski, sum teir
gjørdu uppá liesens.
- Ketilin hjá okkum er ein
sonevndur rør-ketil, sum er
gjørdur úr tjúkri plátum enn
vanligur plátuketil, og hann
er so orkusparandi, sum ein
ketil yvirhøvur kann vera. Í
prísi er hann nógv bíligari
enn aðrir ketlar við somu
konstruktiónum.
Spurdur, hvat tað merkir,
at hetta er ein rørketil, sigur
Jákup:
- Ketilin er uppbygdur á
tann hátt, at roykurin fer
ígjøgnum rør og verður
avkøldur, aðrenn hann fer
upp ígjøgnum skorsteinin.
Á henda hátt verður hitin av
roykinum nýttur optimalt,
soleiðis at minst møgulig
orka fer til spillis.
Jákup sigur, at ketilin
hevur eitt virkningsstig,
sum hann kallar tað, ið er
95%, og tað er sera gott.
- Hetta ger eisini, at
ketilin hevur eina nógv
reinari forbrenning enn
gomlu ketlarnir hava, sigur
hann.
Útlendskur áhugi
Tá ið fiskivinnustevnan var
í ítróttarhøllini í Runavík í
fjør, vóru eitt nú íslend-
ingar í Føroyum og fregn-
aðust eftir, hvat føroyingar
framleiða.
- Vit vóru ikki við á hesi
stevnu, men kortini fingu
vit vitjan av íslendskum
seljara, sum hevði áhuga í
okkara ketlum. Hetta sam-
starv er nú komið har til, at
vit hava leverað teir fyrstu
ketlarnar til Íslands, og
íslendingar hava biðið um
at fáa fleiri yvir, sigur
Jákup, sum er sera spentur
uppá, hvussu samstarvið
við íslendingar um sølu av
føroyskum keltum fer at
taka seg út, tí markaðurin
har yviri er stórur.
Hann vísir á, at føroyski
ketilin er væl kappingarfør-
ur við ketlarnar, sum eru á
íslendska marknaðinum.
Hógv hevur eisini fingið
ein sera áhugaverdan fyri-
spurning úr Danmark.
- Hetta er ein stór verk-
smiðja, sum framleiðir
ketlar. Teir vilja keypa
okkara ketlar og selja teir
víðari á danska marknaðin-
um.
Danska
fyritøkan
hevur spurt okkum, hvat vit
kunnu selja teimum 400-
600 ketlar fyri. So, hetta er
ikki smávegis sáttmáli, ið
talan er um.
Spurdur,
um
danska
fyritøkan ikki hevur somu
ketlar sum Hógv, sigur
Jákup, at tað hava teir ikki,
og danir meta, at føroysku
ketlarnir verða dýrari at
framleiða í Danmark enn í
Føroyum.
- Vit hava tosað við
donsku fyritøkuna í eina tíð
um hesi viðurskifti, og
mangt bendir á, at okkurt
fer at spyrjast burtur úr.
Men hetta er ein langsiktað
ætlan, tí her er talan um so
nógvar ketlar, sigur Jákup.
Hann sigur, at Hógv
hevur møguleikar at økja
um framleiðsluna av ketl-
um, men tá verður neyðugt
at gera minni av onkrum
øðrum.
Sniðhúsini
Jákup
Olsen
harmast
annars um, at tey feløg,
sum byggja føroysku snið-
húsini, yvirhøvur instalera
útlendskar ketlar heldur
enn føroyskar, sum bæði í
prísi og dygd eru kapping-
arførir.
Spurdur, hví hetta er so,
sigur Jákup, at tað er tí, at
teir, sum byggja hesi hús-
ini, velja útlendsku ketlar-
nar fram um.
- Vit hava tosað við ein-
stakar av framleiðarunum,
men higartil er so einki
hent, sigur Jákup Olsen at
enda.
Á Hógv í Søldarfirði ar-
beiða 6-8 mans.
Hógv selir føroyskar ketlar til Íslands
Teir, sum byggja føroysku sniðhúsini, hava enn ikki fingið eyguni upp fyri ketlunum, sum Hógv í Søldarfirði framleiðir, hóast hesir bæði í dygd og prísi væl og
virðiliga eru kappingarførir við teir útlendsku.
C
M
Y
K
9
8