hósdagur 4. apríl 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 63 - 4. apríl 2002
Nr. 63 - 4. apríl 2002
3
Mikudagin 27. mars and-
aðist Adolf Olsen í Søldar-
firði, 91 ára gamal.
Adolf var sonur Jóan
Jakku Olsen, "Jóan Jakku í
Ovaragerði" í Søldarfirði
og seinnu konu hansara
Malenu, ættað úr "Kúluni"
á Toftum.
Í fyrru giftu hjá Jóan
Jakku vóru fýra børn, tveir
dreingir og tvær gentur. Í
seinnu giftu vóru brøður-
nir Óli, sum doyði í 1990,
75 ára gamal, og Adolf,
sum nú sum tað seinasta av
børnunum hjá Jóan Jakku
legðist til hvíldar.
Adolf, uppkallaður eftir
fyrru konu pápa síns, Ada,
sum var av "Hamri" á Toft-
um, vaks upp í tryggu
kørmunum í "Ovaragerði",
saman við hinum systkj-
unum.
Adolf giftist Charlottu
(Lotta), dóttir Elspu og
Petur Kristjan Petersen úr
Rituvík tann 20.desembur
1943 og bygdu tey heim
sítt niðanvert barnaheimið
hjá Adolf, í Søldarfirði og
búleikaðust tey har alla tíð
sína. Tvey av systkjum
Adolfs búleikaðust eina
rúma tíð eftir krígslok í
kjallarahæddini hjá teim-
um báðum.
Hjúnarlag teirra bleiv
vælsignað við tveimum
børnum, Sámal føddur
28.mars 1945 og Marjun
fødd 19.januar 1950.
Sámal andaðist 1.juli
1991, bert 46 ára gamal.
Marjun giftist inn í barna-
heimið og hevur hon búð
har síðani við manni og
børnum.
Adolf møtti Lottu, tá
hann gekk á navigatións-
skúla í Tórshavn vetrarnar
1941/1942 og 1942/1943,
og fylgdust tey alt lívið
ígjøgnum, í mótgongd og
viðgongd, til Lotta eftir
longri sjúkralegu andaðist
í 1997. Hóast Adolf var
einnevndur í Søldarfirði
gekk hann dagliga undir
navninum
"Adolf
hjá
Lottu".
Á navigatiónsskúlanum
fekk Adolf hægsta karak-
ter til skipara og var hann
næstbestur tá hann tók
longdina.
Millum manna var Adolf
kendur sum ein vitugur
friðarmaður.
Av
eldra
ættarliðnum kendur sum
kønur trolmaður og av
teim yngru sum húsasmið-
ur.
Adolf var sjómaður,
sigldi fyrru árini saman
við beiggjanum, pápa mín-
um, sum skipara á Alex-
andru. Teir sigldu eisini
saman við skiparanum
Jens í Árnafirði við m.a.
Cementu hvar beiggin var
stýrimaður.
Adolf fór síðani við
havnatrolaranum Tór 2.
Hann fór í land fyri at taka
navigatións-útbúgving og
var tað grundin til at hann
ikki var við feigdartúrin, tá
skipið tann 7.septembur
1942, sunnanfyri Ísland,
bleiv rakt av eini torpedu
frá kavbátinum U617 og
sakk, 18 mans fórust og
bert 3 bjargaðust.
Tann einasti á lívi, av
teimum sum bjargaðist, er
góði vinur Adolfs, Malm-
berg Simonsen í Sørvági,
sum ikki orkaði at koma til
jarðarferðina, men ringdi
upp við heilsan, í sam-
bandi við deyða Adolfs.
Adolf sigldi síðani sum
stýrimaður og skipari við
fuglafjarðartrolaranum
Krossteinur. Seinni vóru
boð eftir honum at koma
sum trolkønur við Stella
Argus. Adolf sigldi so við
Stelluni, sum trolarin van-
liga var nevndur, til skipið
fór á sildaveiði norðan fyri
Føroyar.
Meðan Stellan var á
sildaveiðu fór Adolf at
sigla við norskum trolara.
Tað var í hesum tíðarskeið-
i, í oktobur 1957, at Stellan
bleiv burtur uttan at nakað
aftur spurdist til skip ella
fólk
Um hetta mundi gavst
Adolf við tænastu síni á
sjónum og legðist uppi á
landi. Tá er tað at hann fer
at smíða. Mong eru húsini
sum hann hevur verið við
at byggja, og ikki eru tað
so fá, hvar hann var fyri-
støðumaður fyri bygging-
ini.
Var Adolf kendur av
nøkrum sum trolmaður og
øðrum sum húsasmiður, so
var hann av øllum kendur
sum missiónsmaður.
Í oktobur 1959 tók hann
við sum formaður fyri
stýrið í Missiónshúsinum
Betel í Søldarfirði og røkti
hann hetta kall inntil jan-
uar 1984, tá hann ynskti at
fara frá. Mest tí hann ikki
ynskti at hava sitið sum
formaður í 25 ár.
Hann helt tó fram í
missiónsarbeiðnum
við
sama ídni sum hann hevði
gjørt tað í síni formanstíð
og var tað ein stórur dagur
hjá honum, tá missións-
húsið tann 1.juni 1986
fekk heitið sum bønhús.
Gøtan millum húsini har
Adolf og Lotta búleikaðust
og missiónshúsið var nógv
traðka. Var nakað tiltak í
missiónshúsinum, so sóust
tey bæði, arm undir arm, á
veg móti missiónshúsi-
num.
Trúgv sótu tey framma-
liga í høgru síðu, óansæð
um tað vóru mong ella fá
sum samlaðust í hesum
húsi, sum Adolf hevði ver-
ið við til at smíða í 1936
og hvørs útbyggingar og
umvælingar hann hevði
staðið fyri so leingi hann
hevði møguleika fyri tí.
Í øllum leikum hevði
hann stóran stuðul í Lottu,
sum mangan var tann sum
mátti syngja fyri tá liðið
ikki altíð var so fjølment
og eingin urguleikari var.
Lotta og Adolf sýndu
eisini sannan trúskap ann-
ars í allar mátar, ikki minst
yvir fyri ógiftu brøðrum
Lottusar í Rituvík.
Tá Lotta, í juni mánað
1991, gjørdist sjúk og var
bundin at song og koyri-
stóli, bleiv sessur Adolfs í
høgru síðu í bønhúsinum
skiftur út við sessin við
konunnar síðu í heiminum.
Meinigheitslív teirra bleiv
tá flutt í heimið, hvar tann
opna Bíblian og sálmabók-
in, saman við øðrum anda-
ligum lestri, fleiri ferðir
dagliga bleiv lisin og upp-
lisin.
Bert tá hann visti, at hes-
in sessur var mannaður og
at tað var eftir hennara
ynski, loyvdi hann sær ein
túr oman í bønhúsið, fyri
at vera saman við meinig-
heitini um Guðs orð.
Sami trúskapur og rein-
lyndi sum hevði merkt
Adolf í øllum tí hann tókst
við, heilt frá barnsbeini av,
var lyndiseyðkenni hans-
ara heilt at gáttini inn í
dýrdina.
Samfelagsligi hugburður
Adolfs var sosialur. Hann
ynskti at lata tað til sam-
felagið sum skuldi til fyri
at reka tað, so at øll kundu
fáa sín lut, men hann
ynskti ikki at móttaka nak-
að frá samfelagnum sum
hann ivaðist í um hann
hevði fortjent.
Sum dømi um reinlyndi
hansara kann vera nevnt, at
hann sigldi stóran part av
tíðini undir seinna heims-
bardaga. Hann hevði so-
statt uppfylt fyrstu treytina
fyri at móttaka krígspen-
sión. Men tann sannroynd,
at okkurt brek skuldi
kunna ávísast fyri at fáa
hesa pensión, gjørdi at
hann ikki ynskti at gerast
krígspensionist.
Hann helt seg ikki hava
stórvegis mein av hesi sig-
ling, og vildi ikki at leitast
skuldi eftir nøkrum breki,
soleiðis at hann kanska
órættuliga skuldi móttaka
nakað, sum hann ikki metti
at hann hevði gjørt seg for-
tjentan til.
Hóast hann var reinlynt-
ur sum fáur og samfelags-
liga hevði sínar bestemtu
meiningar, so helt hann
seg frá at døma og agitera.
Adolf var pápabeiggi og
gubbi mín og vóru vit
grannar í stórum parti av
uppvøkstri mínum og í tíð-
arskeiðnum frá 1963, tá vit
fluttu aftur til Søldarfjarð-
ar.
Hugsi ikki at eg fari
skeivur tá eg sigi, at betri
grannar verður vanskuligt
at uppleita.
Jesus segði um Natana-
el, "her er av sonnum
Ísralittur uttan svik". Eitt
líknandi eftirmæli hevði
helst verið passandi fyri
Adolf.
Friður verið við minni-
num um pápabeiggja, gub-
ba mín og granna okkara.
Martin í Grund.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæra mostir og fastir okkara
Ingibjørg Mørkøre
ættað av Eiði
andaðist á Ellisheiminum í Havn
2. apríl, 99 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Mizpa á Eiði
fríggjadagin 5. apríl kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Elinborg Thomsen, Tóroddur Kallsoy
og Jógvan K. Mørkøre
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at góða mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Jona Winther Olsen
f. 21. august 1916
andaðist páskamorgun.
Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju
hósdagin 4. apríl kl. 16.00.
Familjunnar vegna
Sølvi, Heðin, Fríðun og Ingunn
Tey, ið vilja minnast Jonu, kunnu lata eina peningagávu til eldra-
sambýlið í Vestmanna. Konto í peningastovnunum.
Adolf Olsen í Søldarfirði
C
M
Y
K
3
2